Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið (æð ft Nr. 114 — 19. JUNI 1997 Suni á Dalbø, oljuráðgevi við inniligari áheitan á fóroyingar: Oljuvinna má lagast til restina av foroyska samfelagnum -Tað er av stórum týdningi, at virk- semi frá eini olju- leiting verður í Fóroyum. Tað er tí umráðandi at vit arbeiða sam- an, soleiðis at vit kunnu vera kapp- ingarførir og bjóða ta tænastu, sum oljufeløgini ynskja. Men fyri at vera ein seri- Ósur samstarvs- partnari eiga vit i felag og i sått og semju at gera av, hvar útgerðar- nav? SKÓ 4 tveerðin skal ikki Ð) 4 dd á politi sk- ar rossahandlar, myrkaspæl ella fyri tað Gekka- spæl. Avgerðin eigur at vera í tráð við eina framtíðar lands- planlegging, har vit gera okkum greitt, hvussu vit vilja hava at - ikki bert megin- økid - men eisini útjaðarin skal mennast og út- byggjast sigur Suni á Dalbø, oljuráðgevi við Sosialin. Jan MULLER Suni å Dalbø hevur seinastu sjey mánaðirnar verið ráð- gevi hjá kommununum í Vágum og á sunnari helvt av Suðuroynni í sambandi við eina komandi frálanda- vinnu. Hesa tíðina hevur hann ferðast víða og vitjað feløg, stovnar og myndugleikar fyri harvið at fáa eina greiða hóming av, hvussu frálanda- vinnan virkar og her serliga við atliti til virksemi í term um einstøku kommunun- um Suni á Dalbø sigur við Sosialin, at hetta hevur ver- ið sera áhugavert arbeiði og hevur hann ikki fingið so lítið burtur úr heldur Henda tíðin hevur givið honum nógv nýtt at hugsa um, og nú um dagarnar al- mannakunngjørdi hann eitt uppskot, sum er sprottið burtur úr arbeiðinum hesar seinastu mánaðirnar. Tað snýr seg í stuttum um at stovna eitt samtak, har ávísar kommunur kring landið eru umboðaðar. Endamálið er at tryggja, at føroysk luttaka í eini kom- andi oljuvinnu (leitingar- fasu) kann veita eina kapp- ingarføra tænastu á altjóða stødi. Hetta skal so vera til gagns fyri føroyskan ídnað og eina komandi føroyska oljuvinnu sum heild. Endamálið við hesum samtaki, sum skal hava heit- ið „Samtakið Føroyskar Ídnaðar Havnir“ ella „Faroe Islands Harbour Trust“ er so eisini at tryggja, at eitt kom- andi oljuvirksemi kemur so nógvum og fjølbroyttum økjum av føroyska samfel- agnum til g6dar sum gjør- ligt og at tryggja, at avger- andi partur av eini føroysk- ari luttøku byggir á demo- kratiskar og fíggjarliga burðardyggar „konseptir“ soleiðis sum upphavsmad- urin Suni á Dalbø målber seg. Hann er sjålvandi varugur vid, at tad er ikki sørt av eini sjålvmåtsøkn í hesi æt- lan, verður hugsað um ar- beiði hansara sum ráðgevi fyri eitt ávíst avmarkað kommunugki. Sum ráðgevi fyri Suður- Vestur Samtakið hevur tað verið uppgáva hansara at finna fram til, hvussu kommunurnar í hesum øk- inum kunnu fáa sum mest burtur úr einum komandi oljuútviklingi. Hetta er framvegis setn- ingurin men soleiðis sum tingini hava útviklað seg, so stendur tað í dag púra greitt fyri Suna á Dalbø, at vit føroyingar eru noyddir til at broyta hugburð og leita nýggjar leiðir, skulu vit fáa nakað munandi og gott burtur úr tí virksemi, sum verður í kjalarvørrinum á eini komandi oljuleiting við Føroyar. I stadin fyri bara at hyggja eftir, hvussu eitt åvist eki í landinum, kann brynja seg út og fáa sum mest burtur úr, so er neyðugt at hyggja meira breitt og savnandi tvs. at gera sær eina ætlan um, hvussu kommurnar kring landið í felag kunnu virka fyri, at féroyska sam- felagið í síni heild fær sum mest burtur úr Undir vitjanum sínum í ðrum londum, har tey hava havt oljuvirksemi í mong ár, hevur Suni á Dalbø fingið eyguni upp fyri tí veruleika, sum har ræður og sum hann nú heldur allir føroyingar eiga at fáa eyguni upp fyri, um vit ætla okkum ein út- vikling, sum kann vera til gagn fyri hetta lítla sam- felagið. ðr lyklaorðið her er sam- arbeiði. Longu frá byrjan av rendi Suni á Dalbø seg inn í júst henda trupulleikan: at tað er so torført at samarbeiða í Føroyum. Hóast grund- leggjandi filosofiin aftan- fyri rådgevaraarbeidi hans- ara fyri Sudur-Vestursam- takið var nettup at fáa kommunurnar í tveimum oyggjum at standa saman, so vísti tað seg longu tá, at hetta vår ikki møguligt. Tað var nevniliga ikki møguligt at fáa Tveroyri við í tað fyrireikandi arbeiði, sum hann tá fór undir Í dag stendur tað enn meira klárt fyri Suna á Dal- bø, hvussu týdningarmikið og altavgerandi tað er - skulu vit fáa nakað burtur úr oljuvirkseminum - at vit arbeiða saman heldur enn at mótarbeiða hverjum ødr- um Tað er sjálvandi sunt við kapping, men tá talan er um eina risastóra oljuvinnu, so er neyðugt at seta seg niður saman og leggja saman ráð um, hverjir møguleikarnir eru og hvat vit vilja - ikki bara hver einstøk kommuna - men alt samfelagið sum heild. Burtur úr hesum er hann so komin til hugskotið at stovnseta eitt samtak, sum reint politiskt kann saman- berast við ein demokratisk- an interkommunalan felags- skap. Tað, sum hetta í fyrsta lagi snýr seg um, er at sam- skipa alt, ið hevur við veit- ing (Supply) at gera. Ein útgerðar- og veitingarhavn er tað sentala í hesum men tað hevur so eisini bindilið til virki og feløg kring alt landið Ein útgerðarhavn nóg mikið Nú í eina tíð hevur verið tosað alment um, hvussu nógvar útgerðarhavnir Før- oyar skulu hava at veita tænastu til eina komandi oljuleiting og seinni fram- leiðslu. Og tað hevur verið tosað um, hvar henda ella hesar skulu vera Tað er eingin loyna, at nógvar av teimum stóru kommununum í landinum hver í sínum lag, hava ar- beitt og arbeiða miðvíst við ætlanum, sum skulu síggja til, at útgerðarhavnin fer at liggja júst í teirra komm- unu. Vit hava so hoyrt um royndirnar í ødrum londum, og tað seinasta, ið er komið fram, eru úttalilsi frá norð- monnum, sum hava drúgvar royndir á økinum, ið mest sum øll benda á tað sama: at tað er bert brúk fyri eini útgerðarhavn í Føroyum. Hetta er eisini nakað, sum Suni á Dalbø hevur hoyrt, og við tí vitan hann hevur fingið á sínum kunnungar- ferðum í útlandinum, er hann eisini greiður yvir, at