hósdagur 19. juni 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mr. 114 — 19. JUNI 1997
tidindabladid
13
hetta verður leiðin at ganga
Og tað er so eisini júst Út
frá hesi sannroynd, at hann
vil hava føroyingar og
kommunurnar at fáa ein
dialog í gongd, sum í síðsta
enda kann hava við sær, at
vit - ístaðin fyri at fara í eitt
niðurbrótandi stríð móti
hverjum ødrum - so heldur
í felag semjast um, hvar
besta plássið í landinum er
til eina útgerðarhavn
Tað ringasta, sum kann
henda fyri okkum øll, er, um
vit nú fara at brúka orku og
kreftir til at draga hver sína
línu, og tá so avgerðin fellur
um, hvar henda havnin skal
vera, tá liggja vit sundur-
skræddir og øll í ødini inn á
hver annan. Vit mugu koma
á mål gjøgnum eina demo-
kratiska prosess, har av-
gerðin kann verða tikin í
sátt og semju. At fyrireika
seg tl eina oljuvinnu í
Føroyum, har vit longu frá
byrjan sláa hvønn annan í
hevdið, ber ikki góð bod til
framtíðina
Ein savnandi
Suni á Delte heldur tad
vera sera óheppið, um vit
mótvegis oljufeløgini ikki
standa saman. Tað er so
eisini umráðandi longu nú
alment at seta hol á dialogin
um, hvar ein slík útgerð
arhavn skal liggja, soleiðis
at vit kunnu fara undir fyri
reikingarnar
Skulu vit fáa bygt upp
eima kappingarføra tænastu
á altjóða stæði, so mugu vit
fara í gongd nu. Q
hu vå verið gun
feløgini vístu. at:tað var eim
myndugleiki sum
kunnu venda sær til longu
nú heldur enn at skula
standa spyrjandi um, hvat
ekið í landinum nú
hava henda mynduglerkan
skal
Suni á Dalbø vísir á. at
oljufeløgini eru sinnað til at
vera við til at fíggja eina
veitingarhavn - og ístaðin
fyri nú at fara at keglast um,
hvar hon skal liggja, eiga
vit at savna allar góðar keft
ir við tí fyri eygað at byggja
upp sjálvt grundarlagið fyri
at fáa hesar tænastur at
liggja í Føroyum heldur enn
í Skotlandi ella í Noregi
-Vit kunnu ikki bara
krevja, at øll tænasta skal
verða veitt úr feroyskari
havn, um vit ikki samtíðis
gera okkum út til at vera
kappingarførar
Talan er um einar 6 til 8
havnir í Føroyum, sum
kunnu liva upp til tey krøv,
ið oljufelggini seta til eina
utgerdarhavn.
Suni å Dalbø visir annars
á, at umframt eina høvuds
åtgerdarhavn, so fer tað
sjálvandi eisini at vera nak-
að av virksemi í ødrum
havnum. Verður Ld. skotið
seismikkur vestan fyri Vág-
oynna, so er kanska best at
fara til Servágs eftir vatni
o.g. heldur enn at skula fara
til Havnar ella aðrastaðni.
-Men sjálvandi verður tað
ein útgerðarhavn, sum skal
kunna nøkta mest sum øll
krav. Tað ber tí ikki til, at
vit gera fløgur á hverjum
langa eins og gjørt var í
flakavirkistíðini. Hevuðs-
veitingarhavnin má hava
allar teir fasilitetir, sum krøv
verða sett til í eini altjóða
veitingarhavn
Politiska skipanin ikki
bågvin at taka avgerd
Uppá fyrispurning um vit
ikki bara kunnu síggja í
eyguni longu nú, at tað
verður bert ein slík havn og
so gera av, hvat hon skal
liggja sigur Suni á Dalbø,
at hetta er nettup trupul-
leikin
-Tað er ein stórur spurn-
ingur, um politikararnir tora
at taka hetta málið upp. Tú
fær neyvan ein mann á tingi
til at síga, hvar hon skal
vera, ti målid er so eldfimt.
Tú fær t.d. heldur ikki våg-
bingar at taka undir við, at
hon skal liggja á Tvøroyri
ella havnamenn samdar um,
at hon skal vera á Skála-
fjørdinum ella í Klaksvík
fyri bert at taka nøkur dómi.
-Henda ætlanin, sum her
er ávíst, hálar tey skini, sum
kunnu koma uppá tal, úr
lottarfinum og inn á sam-
ráðingarborðið. Verður
hetta samtakið veruleiki, so
vil tað vera ein náttúrligur
partur í samráðingum við
oljufeløgini og vid Føroya
Landsstýrið um, hvussu vit
skipa hesi viðurskifti - væl
áðrenn sjálv leitingin av
álvara fer í gongd og harvið
hevur brúk fyri eini útgerð
arhavn
Suni å Dalbø heldur, at
eitt slikt demokratiskt for
um sum eitt slíkt samtak alt
annað lika vil verða, fer at
verða eitt betur grundarlag.
enn at ein bråddliga í einum
politiskum rossahandli finn-
ur fram til, at:1d. klaks
víkingar skulu hava havnina
fyri bert at nevna eitt dómi
-Eg haldi annars eisini, at
sjálv gongdin - tvs. hvar
feløgini fara at leita - skal
vera við at avgera, hvar út-
gerðarhavnin kemur at
liggja. Tað kann t.d. ikki
verða rætt at leggja hana í
Sørvågi, um tað vísir seg,
at alt virksemi verður sentr-
erad kring Bordoynna.
Suni å Dalbø leggur upp
til, at tað komandi summar
liggur eitt liðugt skrædd-
araseymað uppskot, sum
kommurnar kunnu taka
stæðu til.
-Fer hetta so í gongd, so
vil nevndin fyri hetta sam-
takið verða tann tridi part-
urin, sum skal inn í sam-
ráðinganar við oljufeløg og
landsmyndugleikar = um,
hvar hon skal liggja. Tá
verða tað ymisk viðurskifti,
sum koma inn í myndina,
hvat tú velur. Tað verður so
bara ein slik havn, men tað
verða so aðrar kommunur,
sum fara at fáa aðrar fasili
tetir, sum hava við olju
vinnu at gera
Ikki altavgerandi hvar
havnin
Suni á Da heldur tað
vera sera avgerandi, at vit
sjálvi finna fram til, hvat
pláss skal brúkast til útgerð-
arhavn. -Tað eru ikki vit,
sum skulu hóska til eina
oljuvinnu, men tað er olju-
vinnan, sum skal hóska til
okkum.
Hann vísir annars á, at
fyri oljufeløgini er tað ikki
so avgerandi, hvar henda
havnin liggur. Tað, sum er
mest avgerandi fyri tey, er
at hava ein samráðingar-
partnara - eina identifiser-
aða eind, sum feløgini
kunnu tosa við. Tá er tað
upp til okkum, hvussu vit
prioritera. Sjálvandi vilja
oljufeløgini hava, at infra-
strukturur o.a. er so góður
sum møguligt, men í síðsta
enda verður tað okkara val,
hvar henda útgerðarhavnin
skal liggja.
Suni á Dalbø sigur, at ein
orsøkin til at tað er um-
ráðandi, at vit føroyingar
seta okkum saman at tosa
um hesi tingini, áðrenn vit
hava tíkið avgerð um, hvar
útgerðarhavnin skal liggja,
er tann, at nógvir av spurn-
ingunum kunnu væl koma
uppá pláss, áðrenn vit vita,
hvar havnin skal vera.
Suni á Dalbø heldur, at
finna føroysku kommun-
urnar ikki saman eitt nú í
einum slíkum samtaki, sum
skotið er upp, so koma vit í
eina interna kappingarstødu
ístaðin fyri eina eksterna.
-Men tá ein veit, hvussu
stór ósemja er í landinum
er tað ikki at vera ov góð-
trúgvin at halda, at komm-
unurnar uttan víðari fara
at síga ja til hetta upp-
skotið?
-Eg havi havt følarar úti
og kann siga, at tað er
principiellur áhugi fyri hes-
um. Men eg kann bert siga,
at blíva vit ikki samdir,
áðrenn eitt av økjunum lukt-
ar blóð, so kunnu vit
gloyma tað. Tí má hetta
koma í gongd nú og fyri-
liggja sum uppskot um ikki
so langa tíð - ella kann hetta
bara gloymast. Tú fær ikki
lokalpolitikarar at skilja, at
tað kann vera ein trupulleiki
at útvega pengar til hetta.
Hann vísir á, at í Fjord-
base í Noregi vórðu 90%
fíggjað av oljufeløgunum
Men treytin fyri at hetta
kann virka er, at tú kanst
veita eina kappingarføra
tænastu
Suni á Dalbø heldur tað
vera avgerandi, at kunna
skapa nakrar mekanismur
sum kunnu fáa pengar burt
ur úr útviklinginum og sum
kunnu hava eftirlit við
gongdini. -Fær tú ikki okk
urt skipandi forum sum
buffara, so eri eg vísir í, at
tað lokalsamfelagið, sum
hevur fingið virksemi í eini
fimm ár, og hetta bráddliga
steðgar, tað fær tey størstu
problemini.
Suni á Dalbø sigur, at tað
er sera týdningarmikið fyri
restina av landinum, at av-
gerðin um, hvar útgerðar-
havnin skal vera, byggir á
eitt sakligt orðaskifti.
-Vit mugu forða fyri, at
umhvervið í hesum landi
verður forpestað soleiðis, at
okkara børn, antin tey
búgva í Havn ella úti um
landi, skulu liva við eini
kenslu, sum sigur, at Havn-
in vann í einum politiskum
rossahandli ella vann í
Gekkaspælinum
-Sosialpsykologiskt er tað
av avgerandi týdningi, at
hetta er ein avgerð, sum er
tíkin á sakligum grundarlag
Ein útgerðarhavn má
nevniliga gerast partur av
einum ella ødrum vinnu
struktur! hevur
hugsað sær Feroyar
sum ein
skulu
Vit mugu hugsa okkum
DVUSSU | hava
var at h 1 3
Tað skal Vart |
ein nåtturhgur partur
V 1
4 á hesun vor. 5
tað vera ein orsek fyrr
t vera har. Tað ber ikki til
at hava alt virksemi í Havr
og rokna við. at tvøramenn
Ld. eru fegnir um at búgva
á Tveroyri uttan at hava
nakað at gera. Tað er neyð
ugt í sambandi við olju-
vinnu at fremja eina ella
aðra landsplanlegging, sum
hevur við sær, at tað kann
vera liviligt so nógva staðni
sum til ber í hesum landi
Tvs. at leggur tú td. eina
útgerðarhavn. har tað longu
er nógv virksemi framm-
anundan, so mást tú tilrætta-
leggja so, at annað virksemi
verður aðrastaðni.
Laga oljuvinnu tí!
restina av
samfelagnum
Við hesum vil Sune á Dal-
bø hava føroyingar at
innsíggja, hvussu týðandi
tað er nettup á gáttini til
eina oljuøld, at vit laga hesa
nýggju vinnu til tað virk-
semi, sum er í samfelagn-
um annars, soleiðis at bæði
tað vit hava og tað, sum
kemur kunnu vera við til at
menna samfelagið á einum
tryggum og sunnum grund-
arlag. Tað er ikki bara at
geva grønt ljós fyri eini
oljuvinnu og lata til standa.
Av tí at samfelagið er so
lítið kann nýggja vinnan
fullkomiliga koma at avlaga
tað. Tí ræður um at fáa tað
besta burtur úr, og tað fæst
við tilrættalegging, samar-
beiði og stýring.