fríggjadagur 20. juni 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Marjun Dalsgaard
Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Múller | Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl Blaðfólk:
Lýsingar og sela: | | Áki Bertholdsen,
Eiríkur Lindenskov,
Dagny Joensen, |
Grækaris D. Magnussen |
Eyðun Klakkstein, |
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Útgevari, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820 |
Teletax. 14720
e-mail:
sosialur & olivant fo
Vinna í menning -
men enn vantar nógv
Oddagrein
FERÐAVINNAN hevur havt góðan byr
seinastu árini. Eisini verður sagt frá, at
bíleggingarnar í ár - bæði viðvíkjandi flutn-
ingi og gisting - eru størri enn undanfarin
ár.
JÁTTANIN á fíggjarlógini er okt, og tað
er kanska ein orsøk til, at meiri kemur
burtuf úr peningaliga. Ferðaráðið upplýsti
eftir ferðafólkatíðina ifjør, at samfelagsligi
vinningurin var størri ella åjavnt við tað,
sum alivinnan leggur eftir seg.
HETTA fegnast tey flestu sjálvandi um.
Ferðing er heimsins storsta vinna, føroy-
ingar ferðast nógv, og tí mugu vit eisini
góðtaka, at nógv ferðafólk koma henda
vegin.
TEY skulu fáa eina góða móttøku og eina
góða tænastu, men enn eru vit bara kom-
in stutt, tá tað snýr seg um tænastustig,
útboð og møguleikar - ella »fasilitetir«,
sum tey siga.
TAÐ tykist sum um, at vit eru væl fyri, tá
tað snýr seg um at gista, men tað er
neyðugt at hava eitt stórt útboð av tilboð-
um - túrum, framsýningum og tílíkum -
sum myndugleikarnir ikki gáa og hjúkla
nóg nógv um.
TAÐ er eisini at fegnast um, at ferða-
vinnumyndugleikarnir hava eggjað foroy-
ingum til at ferðast í egnum landi. Vit hava
hópin av møguleikum, tá vit skulu gista í
summarhúsum ella gistingarhúsum, men
vit hava framvegis bara eitt tjaldingarpláss
i Føroyum. Og tað man helst vera eitt
tað ringasta í Vesturevropa.
OFTA er sagt, at fólk kunnu seta tjøld
allastaðni, men allir bøndurnir eru ikki líka
fegnir. Harafturat koma nógv henda veg
við húsvagnum og fleiri foroyingar hava
húsvagnar, men tey hava bara eitt skipað
pláss.
Hví ikki gera smærri tjaldingarpláss á
stoðum sum Leynarvatn, á Mølini á Eiði,
við Gjógv, í Elduvík, við Leitisvatn, á Sandi
og onkustaðni í Suðri. Tað skal bara vera
útbúnaður at fáa reint vatn og sleppa av
við tað, sum fer í bukkuna, og annað burt-
urkast. Tað er ikki neyðugt at gera stór
kommersiell tjaldingarplåss.
Á hesum oki haltar illa. Og tað, at ferða-
vinnan ikki tekur tilboðini at ferðast í egn-
um landi fyri fult er avsláttarskipanin eitt
frálíkt dømi um. Tað ber til at vera við í
eini kapping, um fólk brúka hesa skipan-
ina, og gita, hvat vinningurin er! Jú, ein
ferð til Danmarkar! Sjálvandi. Leingi livið
foroyska ferðavinnan'
Longsti dagur er í nánd
Meðan jørdin stendur skal
sáðtíð og heystingartíð,
frost og hiti, summar og vet-
ur, dagur og nátt ikki svitast
1. Mós. 8-22
Nógv vatn er runnið i
ánna síðan hettar lyfti var
givið, og nógv er broytt síð
an Nóa sendi ravnin avstað,
I. Mós. 8-7. og mangt eitt
rovi man hann síðan hava
sitið uppi yvir, mettur og
væl settur, hann leitaði sær
íkki aftur til Ørkina, tað var
nokk av vorum aftaná tað
syndarligu hending, sum Í
Mós. kapt 7 greiðir okkum
frá
Kom einaferð at sita so
fyri og lýða á ein mann, sum
kom aftur av langfara sigl-
ing hann segði, at her á
landi hava vit altíð nakað at
síggja fram í móti, tað er
altíð ein ella onnur sesong
sum bíðar fyri framman, eg
eri ikki meira enn reiðiliga
liðugur at hoyggja, so kem
ur nátatíðin, og síðan eru
heystfjøllini á baki, og so
eru jól
Tað hevur ikki svitast við
árstíðunum, og um tú vilt
ella ikki, so koma tær okk-
um øllum við, og tonk ein
gong, at álmanakkin sigur
okkum, at 21.6. er longsti
dagur, og so gongur aftur í
móti myrkari tíðum, og vit
fáa ikki gjørt nakað sum
helst við tað, lokomotivið
koyrir bara, menniskjur
stíða av, og onnur koma
uppí, vit metast og skiljast,
so er lívið her
Vit liva mitt í sáðtíðini í
hesum døgum, og maðurin
við spannini úti á bønum er
ein vanlig sjón, og sannast
má á heystardegi, at har sum
nógv varð sáðað, varð eisini
nógv at heysta, og har ein
ikki sáddi heystaði ein spar-
sommiliga
Hettar er eisini tíðin á
árinum, har øll gleða seg til
summarferiu, tað er eins og
dyrnar verða lætnar upp inn
í ein nýggjan heim, og
ferðamnanstovurnar borð
reiða fyri okkum igjøgnum
eygu og oyru við møguleik
um, tilboðini eru eins og við
tað kalda borðið, vel tær
tað, sum tær dámar, et teg
mettan, tað kostar bara tað
og tað, og hevur tú ikki tíð
at sigla, ja so kanst tú blíva
fluttur ígjógnum himmal-
rúmið við eini ferð uppá
800 km. um tíman, og tað
er enntá við einum føroysk-
um flogfari um tú vilt, og
spælir tú við í Gekkinum,
kanst tú enntá fáa eitt viku-
skifti á einum hotelli í høv-
uðsstaðnum, ella verða
sendur til sól og hita niðri á
Miðalhavinum
Jú, nógv er broytt, síðan
Nóa fekk boð um at fara út
úr Ørkini við familju síni,
men enn flýgur ravnurin,
sekir og leitar, rovini tróta
ikki bæði so og so, hann
hevur tað best í fellis árum,
men dúgvan hon vendi aftur
til Ørkina við tf grøna olju-
blaðnum, og har fann hon
eisini trygdina og hvíldina
Føroyingar flest munnu
líkjast dúgvuni mest, at
venda heimaftur við kuff
ertinum eftir strævna ferð
kennist gott at eiga eina Ørk
at venda aftur til er kanska
tað besta við allari feriuni
Í Ørkini man eisini verða
fjálgast, tá ið frost og kuldi
fara at gera seg galdandi, tá
árstíðin klæðir seg í vetrar-
búna
Tad eru nógv menniskju,
sum verða rikin í útlegd, har
kríggj og harðskapur valdar,
hesi hava ongan møguleika
at velja í millum, tað geldur
lívið og mong eru tey, sum
máttu fara frá øllum til eitt
lív í útlegd
Vit her á landi hava nógv
at takka fyri í so máta, men
tíverri tykist harðskapurin at
vinda uppá seg í landi okk
ara, men vónandi kann
summartíðin hjálpa uppá
hettar óhugnaliga fyribrigdi,
og teir gestir, sum leita sær
henda vegin, kunna fara
heimaftur vid einum góðum
upplivilsi í sjåttum. Tað
verða neyvan tey nógvu
hitastigini, sum seta dám á
gerandisdagin hjá turistun
um, sum leita sær henda
vegin, men vit hava so
sanniliga nøkur onnur alter
nativ at vísa á frá skaparans
hond og treyðugt so, sólin
er har aftanfyri skýggini og
kann meira enn so gera okk
um dagin lættari og unni
ligari, og tær fyrstu bygd
irnar hava fingið tað reyða
stemplið
Máttu vit eins og Nóa
kunna hildið fast um familju
mynstrið 1. Mós. 8-16. Guð
signi mítt fødiland Føroyar
Malmberg D. Olsen
Borgarafundur og
bispur fáa onki
flakavirki í gongd
Hendrik Old, lógtingsmaður, heldur lítið um uppskotið hjá Jákupi Mørkøre
um borgarafund í Vági. Og hugskotið at fáa bisp at tosa um 9.- og 10. boð
heldur hann vera at niðurgera vágbingar
GRÆKARIS DJURHUUS
MAGNUSSEN
Vit hava havt fleiri borg
arafundir í Vági seinastu ár
ini. og royndirmar eru ringar
Það einasta, ein borgara
fundur megnar, er at fáa
split í. Men tað er kanska
tað, stjórin á P/F Feroya
Fiskavirking er úti eftir
Tað sigur Hendrik Old,
tingmaður, í sambandi við
uppskotið hjá stjóranum í
Fiskavirking at hava borgar
afund um vidurskiftint í
sambandi vid flakavirki
Tå Jákup Mørkøre herfyr:
ætlaði at fáa eina konga
fiskalinju flutta av flaka
virkinum í Vági á flakavirk
ið á Tvøroyri, gjørdu våg
„ar Í rt T r t
ir ba i settu ei
tóran Krana tveir fasi
bilar uttan i Jyrnar
Orsøkin til hetta stigið hjá
vágbingum er óngegd við
at Fiskavirking ikki hevur
latið virkið í bygdini uppaft
ur. Kári Jacobsen, formaður
í arbeiðsmannafelagnum
Framtíðini, hevur víst á at
leiðslan á Fiskavirking fleiri
ferðir hevur lovað vágbing-
um, at arbeiðið aftur verður
á virkinum. Men onki hend
tr
Virki fer ikki í gongd
við at flyta flakalinjur av
virkinum, sigur Kári Jacob
sen
Borgarafundur
og bispur
Stjórin í P/F Feroya Fiska
virking vísti í fyrstu atløgu
i, at teir mundu fara at tosa
eg til sættis við vágbingar
Men tá tað vísti seg onki
úrsl t geva. vist: Jákur
Mørkør a at våagDingal
Fi kundi verið áhug:
vert at skipa fyri einum
borgarafundi í Vági um
sjálvtekt. Har kundu verið
umboð fyri løgregluna,
onkur søgufrødingur, og so
kundi bispur eisini tosað um
9.- og 10. boð — hetta við
øvundsjåku o.s.fr
Jákup Mørkøre við Sosial
in
Hendrik Old heldur, at tað
er tað reina spottari og nið
urgerðin av vágbingum, at
draga bisp upp í málið um
flakavirkið
Vit hava prest, so bispi
nýtist ikki at koma suður
um tað er trupulleikin. Tað
verður hverki bispur ella
nakar borgarafundur, ið
loysir trupulleikarnar við
flakavirkinum, sigur Hend
rík Old
segði
Jákup Merkere veit
Hendrik Old sigur. at Jákur
Jákup Mørkør
hann letst
hevur onkuntíð í seinastuni
víst á, at viðurskiftini und
an, at hann gjørdist stjóri í
P/F Føroya Fiskavirking
hevur hann onga ábyrgd av
Men hesum vísir Hendrik
Old aftur upp á tað harðasta
Jákup Mørkøre sat í
nevndini fyri P/F Føroya
Fiskavirking, áðrenn hann
gjørdist stjóri. Og hann var
eisini ein hin virknasti
nevndarlimurin, og hevur
tískil havt avgerandi ávirk
an á gongdina hjá felagnum.
sigur Hendrik Old
Hann mælir til, at Fiska
virking beinanvegin letur
virkið í Vági uppaftur
Flakavirkið er rættiliga
væl útgjørt. bæði so og so
Vit kundu td. virkað upp
arfiskasløg, eitt nú gul
laks. Mer
kundu
sanniliga eisini virkað ons
ur fiskasløg Hendrik
Old