Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

STE ur ll Nr. 115 — 20. JUNI 1997 tíðindablaðið Heimahjálpara-formaður vísur aftur: Tummas mundi forkomið ollum — Tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, var, at mað- urin stakk av til Danmarkar. Tað avdúkaði, hvussu lítla virðing, hann hevði fyri okkum. Og henda vanvirðing mundi kostað eitt verk- fall Aki BERTHOLDSEN - Tað passar ikki, at hann einki hoyrdi frá okkum - Tverturímóti kann ikki ikki snúgva sær undan, at tað var hansara niðurgerð- ing av okkum sum fakfelag, sum mundi kostað okkum eitt verkfall Asa Djurhuus, formaður í heimahjálparafelagnum vísur uppá tað harðasta aftur tí, sum Tummas Magnussen í landsstýrinum førir fram um sáttmálasamráðingarnar ímillum heimahjálpirnar og landsstýrið í Sosialinum mikudagin Hon vil ikki hava sitandi á sær, at heimahjálpirnar høvdu nakra sum helst skyld í at samráðingarnar seinasta friggjadag um nýggjan sáttmála mundi far ið fyri bakka Tað var eina og aleina samráðingarleiðarin = hjá landsstýrinum, sum mundi forkomið øllum, sigur hon Í Sostalinum mikudagin førdu keldur, sum stóðu samráðingunum nær, fram, at tað var uppá eitt hangandi hár, at tað endaði við verk- fallið seinasta fríggjadag Og tað var ikki av ósemju um sáttmálan. Tað var tí, at tá ið sam- ráðingarnar skuldu byrjað, stakk Tummas Magnussen, samráðingarleiðari hjá landsstýrinum, av til Dan- markar. Hesum afturvísti hann í eini viðmerking. Hann segði, at hann heyði avlýst samráðingarnar fríggjadagin tí hann skuldi til Danmarkar henda dagin, og tå ið hann einki hoyrdi aftur, tók hann tað, sum at heimahålpirnar høvdu góð- tikid hetta. Ikki fyrrenn í síðstu løtu kom svar frá heimahjálp- unum, um at tær ikki vildu góðtaka, at samráðingarnar vórðu úsettar. Kroystar av hesum hevði hann gjørt av, at útseta dan- markarferðina til tað seinna flogfarið fríggjadagin. So skuldi hann føra samráðing- ar um morgunin, men so skuldi annar samráðingar leiðari taka yvir seinnapart in Talan var ongantíð um at avlýsa Danmarkarferðina heilt, sum heimahjálpirnar høvdu fingið fatan av At hann so brådliga mátti år Tinganesi um friggja morgunin av serligum or søkum, og ikki slapp aftur helt hann, at heimahjålp irnar høvdu góðtikið Mundi forkomid øllum Asa Djurhuus, formaður í heimahjálparafelagnum, vísur uppá tað harðasta aftur tí, Tummas Magnussen sig- ur. Mikudagin vildi hon ikki leggja seg út í málið, men nú beinleiðis ósannindi eru komin fram, kennir hon seg noydda at koma við eini rættleiðing. — Heilt einfalt var tað Tummas Magnussen, sum mundi forkomið øllum sam- ráðingunum við síni niður- gerðandi framferð, sigur hon Hon sigur, at veruleikin er tann, at sáttmálin gekk út 31. maí á midnátt. 4. juni var fyrsti samráð- ingarfundurin, har heima- hjálpirnar løgdu síni krøv fram. - Á fundinum 4. juni av- talaðu vit at metast aftur fríggjamorgunin 13. juni klokkan 9 og at samráðast út í eitt til tað antin slitnaði, ella semja fekst um nýggjan sáttmála, og at leingja sátt- málan til á midnátt hetta sama fríggjakveld. - Men so hendi tað, at Hevdi tað endað við verkfalli, hevði tað eina og aleina verið samráð ingarleiðaranum hjá landsstyrium at takka fyri So lítla virðing sýndi hann okkum, sigur Asa Djurhuus, formaður í heimahjálparafelagnum hósmorgunin klokkan 10.39 kom telefax úr Tinganesi um at útseta samráðingar- nar, tí Tummas Magnussen skuldi av landinum - Longu 15 minuttir seinni, klokkan 10.54, fax- aðu vit aftur, at nú var øll nevndin longu komin til Havnar úr øllum landinum, og at tad læt seg ikki gera at útseta samráðingarnar, tí fólk kundu ikki leggja fleiri dagar niður fyri at koma til Havnar. Skuldi Tummas Magnus- sen av landinum, mátti landsstýrið finna annan samráðingarleiðara. Asa Djurhuus sigur, at tað tí er beinleiðis ósatt, tá ið Tummas Magnussen sigur, at hann einki hoyrdi aftur frá heimahjálparafelagnum so leingi, at hann tók tað sum um vit høvdu g6dtikid útsetingina. — Tverturímóti ringdi hann aftur til mín um út- varpstíð hóskveldið og vildi útseta samráðingarnar tveir tímar, til klokkan 11, tí hann hevði tikið okkurt annað felag inn ímillum, sum hann skuldi samráðast við. — Samstundis staðfesti hann avtaluna um, at vit skuldu samráðast út í eitt, sum avtalað tann 4. juní Avlyst Ása Djurhuus sigur, at tå ið nevndin i heimahjålparafel- agnum so kom út í Tinganes klokkan 11 friggjamorgunin tók Tummas Magnussen sjálvur ímóti, og bað okkum sessast í fundarhølinum, ti hann kom beinanvegin Samstundis boðaði eitt skrivstovufólk okkum frá, at Danmarkarferðin var av- lýst -ikki útsett- tí hann skuldi samráðast við okkum um sáttmála Formaðurin í heimahjálp- arafelagnum sigur, at tá ið Tummas Magnussen brådl- iga måtti år Tinganesi, og ikki kundi koma aftur fyrr- enn månadagin, og fingu orsøkina at vita, góðtóku tey tad - Tá bóðu vit um at fáa annan samráðingarleiðara, sigur Asa Djurhuus - Svarið var, at tann ein- asti, sum kundi koma uppá tal var Bjørgfrid Ludvig, men óvíst var, um hon kundi taka hetta á seg fríggjadagin, tí hon var upp- tikin - Umsitingin skuldi kanna um tað læt seg gera hjá Bjørgfrid at átaka sær samráðingarnar, og so skuldi okur aftaná deg verð- a Sostatt fóru vit til húsar aftur at bíða, sigur Asa Djurhuus Fleyt yvir Men tá ið Tummas Magn ussen so beint eftir dagverð a varð sæddur við pakk og sekk á veg í flogvallarbuss- in, fleyt bíkarið yvir, sigur Asa Djurhuus Hetta vildu vit ikki finn a okkum í, tí hetta vísur, hvssu lítla. virðing hann hevur fyri okkum sum fak- felag - Tí settu vit okkum aftur í samband við Tinganes og kravdi samráðingar, sum ætlað og at landsstýrið fann ein samráðingarleiðara við heimild at skriva undir sátt- mála, ella bleiv verkfall á midnátt sama kveld. Asa Djurhuus sigur, at tað er eisini ósatt tá ið Tummas Magnussen sigur við Sos- ialin, at avtalað var innan- hysis f Tinganesi, at Bjørg- frid Ludvig skuldi leida samráðingar seinnapartin. — Tí tá ið vit kravdu ann- an samráðingarleiðara, máttu tey fyrst kanna, um Bjørgfrid kundi átaka sær hetta, tí hon var upptikin aðrastaðni. — Tað kundi hon so, men ikki fyrrenn klokkan fimm um dagin. Asa Djurhuus sigur, at tað tí er heilt greitt, at hevdi verkfall blivid fríggjakveld- ið, hevdi tað verið Tummas Magnussen, sum einsamall- ur hevði havt skyldina. — Tí tað var hann, sum mundi forkomið samráð- ingunum við síni niðurgerð- andi framferð av okkum sum fakfelag, sigur Asa Djurhuus. I gjårkvøldid kom hval- birtrolarin, Niels Pauli heim úr Irmingarhavin um Í lastini hevði hann 100 tosn av kongafiski, sum skuldi seljast á upp- bodssøluni og væntandi keypti fiskaivirking á Tveroyri tey tað hevur ikki gingið so væl hjá Niels Paula í Rimingarhavinum hesa tíðina, hann hevur verið har yviri Hann hevði størri trol við, enn teir vanliga plaga at brúka. Men tað fingu teir kvalir av og tann fyrsta túrin fóru teir til Íslands at avreiða tey einans 30 tonsini teir høvdu Og nú síðani royndar- tíðin við nýggju trolun- um mátti sigast at vera av, heuvr fiskiskapurin verið smáligur og nú er lítið at fáa Kongafiskurin er farin undir Ísland og í altjóða Kodak þjóðar n ræsnar amatørar til sjógvi er lítið at heinta nú Nú Niels Pauli kemur heim er greitt, at hann fer kk aftur Í Irmingarhavið Spurningurin er so um hann fer undir Føroyar, ella um hann fer undir Eysturgrønland eftir kvotuni, hann eigur har Niels Pauli eigur 67 tons av svartkalva undir Eysturgrønlandi og eitt sindur av kongafiski, men kongafiskakvotan hevur verið til lítla nyttu seinastu árini, tí har hev- ur einki verið at fingið Enn er avgerð ikki tik- in um, hvar Niels Pauli fer nú Ovist er, hvussu verð- ur við Irmingarhavinum í ár. Onkur ár hevur bor- ið til at fiska út í sep- tember, men tað er so ymiskt, hvussu konga- fiskurin ferðast, og longu nú er hann so farin undir Ísland ú "SUPERFILM" n nyggj rød av Royal Gold filmum fr g filmarnir eru fyrst og fremst gj 5 ymisk sløg av Royal Gold filmum fåast. Standardrødin er filmarnir vid 100, 200 og 400 ISO. sum nøkta vanliga tørvin hjá flest øllum kræsnum myndatakarum. Harafturat eru 2 serfilmar vid 25 og 1000 ISO i rødini Roval Gold 25 hevur heimsins besta upploysing. meðan høgan ferðin hjá Royal Gold 1000 ger hann sera vælegnaðan til action- upptøkur ella tá ljósið er veikt Nýggju filmarnir hava eina emulsion við T-kornum, sum eru flatari enn vanligar silvurkrystallir. Urslitid verður óvanliga klárar, finkornadar og góðar myndir Kodak Royal Gold 400 endurgeva litirnar óvanliga væl - eisini um lítið ljós er Kodak Royal Gold 100 er góður til myndir í sterkum sólljósi. Kodak Royal Gold 200 er framúr góður, tá ljósvíðurskiftini eru góð Royal Gold-filmarnir eru gjørdir til tann kræsna amatørin, men teir seta eisini krev til brúkaran. Tað ræður um at vita eitt sindur um fotografering og at hava eitt gott myndatól fyri at fáa besta úrslítið Royal Gold kemur í staðin fyri Ektar Tosa við fakfólkini!