Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 115 — 20. JUNI 1997 tíðindablaðið i F Solvensurin hjá føroyskum virkjum alt ov vánaligur Í mun til fyritókur og virkir í grann- alondununum hava fóroyskar fyritókur ov lítlan eginpening, og solvensurin verður hareftir. Fyri at bóta um hetta skjýtur ein neynd upp at seta á stovn virðis- brævamarknað í Føroyum GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Føroysk virki og føroysk ar fyrtøkur vanta millum 800 og 1.500 milliónir krónur í eginpeningi, áðr enn tey eru á sama stigi, sum fyritskur og virki í grannalondunum Tað sigur sonevnda Egin peningsnevndin í einum áliti, sum varð almanna kunngjørt mikudagin. Og nevndin skjytur upp, at vit fáa ein partabrævamarknað settan á stovn í Føroyum Endamálið við einum slíkum marknaði er at menna virki og fyritskur serliga smærru og veikaru virkini. Men endamálið er eisini, at stórri og væl kon solideraðar fyritøkur skulu kunnu gera fløgur í parta brøv hjá ødrum virkjum, og helst fáa peningin ríkiliga aftur eina ferð seinni Aðrastaðir er vanligt at gera slíkar fløgur í staðin fyri Ld. at seta pening í láns- brøv og innlán í bankunum Stórur munur á solvensinum Jonhard Eliasen, sum starv —— - ast i Landsbankanum, er ein av limunum í Eginpenings- neyndini. Á einum fundi á Hotel Føroyum mikudagin vísti hann á munin í sol vensinum hjá føroyskum fyrtøkum sæð í mun til fyritskur á somu stødd í løndunum kring okkum Solvensur Føroyar 12% Svøriki og Finland 24% Danmark 33% Svøriki 35% Jonhard Eliasen visir å, at fleiri trupulleikar standast av vantandi solvensinum/ eginpeninginum hjå før- oysku fyrtøkunum, bædi samfelagsligir trupulleikar og trupulleikar hjå einstøku fyritskunum Samfelagsliga kunnu vit siga, at vantandi egin peningurin avmarkar møgu leikarnar innan menning, og møguleikin fyri fleiri ar beiðsplássum er eisini av markaður Hjá einstøku fyritak unum er vånaliga gjaldførid í sær sjálvum ein trupul leiki. Fyri at bóta um gjald- farið, er neyðugt við fremmandum kapitali, og í stórum er einasti møguleiki at taka kostnaðarmikil bankalán. Menningarmøgu leikarnir innanhýsis í fyri tøkunum eru eisini smáir, og kappingarferið hareftir, sigur Jonhard Eliasen Niðurstaðan er, at:jú betur solvensurin er, tryggari er fyrtøkan Jonhard Eliasen tekur eitt dømi, har vit hava eina før oyska fyritsku og eina danska fyritsku. Báðar fyri tøkurnar framleiða somu veru innan oljuídnað, og tey hava eins nógv starvsfólk Eitt enskt oljufelag skal inn í eitt samstarv við annað teirra, og kannar solvens grundarlagið hjá fyritøkun- um báðum + + Tå tad visir seg, at før oyska fyritøkan hevur eitt solvensgrundarlag upp á 5%, meðan solvensgrundar- lagið hjá donsku fyritðkuni er 50%, ivast enska olju fyritskan ikki í, hverja hon skal samstarva við, tað før oysku ella tað donsku. Hon velur sjálvandi tað tryggu donsku fyritskuna, sigur Jonhard Eliasen Íslendsk fyrim Fleiri hættir Hg å stovn ein partabrævamark - nað ella ein børs", sum tað verður rópt í Danmark Sjálv mælir Eginpenings- nevndin til ein sonevndan løggildidan marknað. Men trupulleikin er bara tann, at ongin slíkur finst í ríkinum Annars eru logarrammurnar í Føroyum soleiðis, at til ber at stovna ein slíkan Í arbeiði sínum hevur Eginpeningsneyndin kann að vidurskiftini í Íslandi Har byrjaðu tey at tilrættis leggja ein partabrævamark nað longu miðskeiðis í átta- tjárunum, men hann byrjaði kortini ikki fyrr enn í 1992 Eginpeningsnevndin dyl- ir ikki, at henni dåmar is- lendska modellið. Nevndin kundi eisini hugsað sær at sett somu krøv til byrjanina av einum partabrævamark- naði í Føroyum, sum gjørt varð í Íslandi. Í byrjunartíðini kundi Eg inpeningsneyndin hugsað sær bara at tíkið stórar og tryggar (væl konsoliderað- ar) fyritøkur við á virðis- brævamarknaðin Tað merkir, at ávís krøv (pro- spektkrøv) verða sett fyri- tøkunum, td. verður í minsta lagi neyðugt við grannskoðarafrágreiðing fyri hvert virkið/fyritsku sær Jonhard Eliasen sigur, at orsøkin til at bert stórar og tryggar fyritskur kunnu vera við í byrjanini, er at skapa álit. Seinni skal meg uleiki so verða hjá smærri fyrtøkum at koma við Íleggjarafeleg Higartil hava tað stórtsæð bara verið peningastovnar nir, ið hava arbeitt eitt sind ur við virðisbróvum. Aðra staðir hava stovnsligir i leggjarar, sum td. eftir lønargrunnar av ymsum slag, fløgufeløg og líknandi havt stóran tydning í sam- bandi vid uppbygging av einum virknum partabræva- marknadi „Tað merkir, at føroyska eftirlønaruppsparingin er av tydningi, um einum før- oyskum marknaði skal verða lív lagað“, sigur Egin- peningsnevndin Jonhard Eliasen visir å, at tað ti er av stórum týdningi, at vit fáa fløgufeløg at taka sær av smærri íleggjarum Hann sigur, at við einum ílegufelag/framtaksfelag ber til at hava ein prosessió nellan íleggjara í staðin fyri fleiri smáar og óprofessió- nellar íleggjarar. Hetta merkir, at tå smærru fyritøk- urnar sleppa upp í part, kunnu tær seta pening í fløgufeløg, sum so handla fløgurnar víðari í virdisbrøv Eginpeningsnevndin vísir eisini á, at fyri at ett fløgu felag/framtaksfelag skal kunna virka nøktandi, er ivaleyst við eini peninga- upphædd, ið ikki er niðan fyri 50 milliónir krónur Ræðast fremmandan kapital Arni Poulsen, stjóri í Vinnu- málastýrinum í landsstýr- inum, vísir á, at nógvar fyri- tøkur ræðast fremmandan kapital. Tær eru bangnar fyri at missa ávirkan. Men hann heldur, at fyri eitt virki, ið er illa fyri, kann fremmandur kapitalur koma væl við Hann vísir eisini á nøkur Áhugin fyri ålitinum hjá Eginpeningsnevndini var stórur. Slakir hundrað áhoyrarar vóru til staðar á fundinum á Hotel Førovum mikudagin Mind: Jens Kristian ” Triggir av fundarluttakarunum, Jógvan Amundson, Jan Mortensen og Arne Poulsen øki, ið hava brúk fyri meira eginpeningi, millum annað fiskivinnan, alivinnan og ymsar nýggjar vinnur. Eis- ini infrastruktururin/sam- ferðslunetið hevur brúk fyri peningaligari innspræning — Kann vera, at eisini pri- vatiseringar áttu at komið upp á tal seinni, td. post verkið, sigur Arni Poulsen Hann heldur, at tað ser- liga er alivinnan, sum hevur rúmar møguleikar at fáa til- førdan fremmandan kapital sum eginpening. Jan Mortensen, stjóri hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, heldur ålitid hjå Eginpen- ingsnevndini vera spenn- andi. Men hann setir spurn- artekin við okkurt av ti, Eginpeningsnevndin førir fram. Hann heldur tað ljóða eitt sindur rangvørt, at bara stórar og tryggar fyritøkur skulu sleppa upp í part í fyrstuni — Tað eru jú tey smáu og veiku virkini, ið hava mest brúk fyri fremmandum kap- itali, sigur Jan Mortensen. Stjórin í Arbeiðsgevara- felagnum vísir annars á, at føroyingurin altíð hevur ynskt at vera „egin harri“ Tí er neyðugt við eini hug- burðsbroyting, skulu vit undir virðisbrævamarknað — Smáu fyritskurnar, har vit vilja vera harrar í egnum húsum, kunnu hava sínar fyrimunir, t.d. skjótar av- gerðir. og skrivstovuveldið er lítið, sigur Jan Morten- sen Hinvegin vísir hann eisini á vansar við hesum smáu fyritskunum. Eitt er vant- andi langtíðarætlanir, ongar professiónellar = nevndir (familjan situr oftast í nevndunum), og menningin er avmarkað Vit hava brúk fyri eini vinnaramentan heldur enn stuðulsmentan, heldur Jan Mortensen Skjóta spurvar við kanón Jógvan Amundson, ríkis- góðkendur grannskodari, helt fyri á fundinum miku- dagin, at tå hann í fyrstu atløgu hoyrdi um álitið hjá Eginpeningsneyndini, helt Mynd: Jens Kristian Vang hann tað vera sum at skjóta spurvar við kanón. Men eft- ir at hava hugt álitið igjøgn- um, hevur hann fingið aðra áskoðan. Nú heldur hann hugskotið vera spennandi, og hann rósar Eginpenings- nevndini fyri gott arbeiði Jógvan Amundson vísir annars á, at í Føroyum eru ongi sonevnd stór virki. Vit hava í veruleikanum stórt- sæð bara smá virki Vit eiga eisini at minn- ast, at felag verða sett á stovn bara við tí endamáli, at útvega fólki livibreyð. Vit vita eisini um skip, hvers manning ikki sleppur við, uttan viðkomandi er parta- eigari, sígur hann. Eisini Jógvan Amundson vísir á, at hóast vit hava havt Framtaksgrunnin í millum 2 og 3 ár, so himprast fólk við at søkja stuðul úr grunn- inum Kanska kann grunnurin sjálvur gera eitthvert fyri at skapa álit, sigur Jógvan Amundson. Hann vísir at enda á nak- rar privatiseringsmøguleik - ar: P/F Føroya Banki, At- lantic Airways og Postverk - ið Tummas Eliasen, ið starvast hjå Føroya Livs- trygging, vísir á, at féroyski búskapurin er so lítil, at neyðugt er at spjaða seg rættiliga nógv — so ella so, skal tað bera til við einum virðisbrævamarknaði - Aðrastaðir eru tað lívs tryggingarfeløg og eftirløn argrunnar, ið hava avger- andi leiklut á virðisbræva marknaðinum sigur Tummas Eliasen I Eginpeningsnevndini sita Súni Poulsen, Menn ingarstovan, Kaj Johanne sen og Jonhard Eliasen Landsbanki Føroya, Peter Holm og Jean Djurhuus Føroya Banki, Marner Jac obsen, Føroya Sparikassi, Jens M. Dalsgaard, Utnorð urgrunnurin, Niels Dann West, Framtaksgrunnurin, og Tummas Eliasen og Jan Otto Holm, Føroya Livs- trygging