fríggjadagur 20. juni 1997síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 115 — 20. JUNI 1997
Lítla ferðin
er ein vandi
fyri ferðsluna
Trailarar eru til stóran vanda fyri ferðsluna, tí teir sleppa
ikki at koyra skjótari enn 50 km/t, halda trailaraførarar,
ið vilja hava myndugleikarnar at broyta ferðslulógina.
— Endamálið skal verða, at øll ferdslan á landavegunum
skal fylgjast, so vit sleppa undan yvirhálingini, heldur
Sakaris Hansen, sum í fleiri ár hevur koyrt trailara
EIRIKUR LINDENSKOV
Vit sum koyra trailarar
kenna okkum sum vanda-
miklar í ferðlsuni, av tí at
ferðin ikki kann vera meira
enn 50 km/t í óbygdum eki
Hetta sigur Sakaris Han-
sen, sum í fleiri ár hevur
koyrt trailara hjá Strand
ferðsluni. Hann sigur at trai-
lararførarar fyri langari tíð
síðani hava vent sær til
myndugleikarnar við hesum
trupulleika, men har er einki
hent
Vit hava heitt á lands-
stýrið um at taka ferðslu-
lógina til viðgerðar, tí vit
meta, at hon als ikki er tíð-
arhóskandi
Sakaris Hansen vísir á, at
ferdamørkini eru so ymisk
Meðan persónbilar kunnu
koyra 80 km/t, kunnu buss-
ar koyra 70, lastbilar 60 og
trailarar 50 km/t
Hetta førir vid sær, at
alt ov nógv yvirháling fer
fram, og er tað til stóran
vanda, heldur hann
apríl 1993 sendu 33
trailaraførar landsstýrinum
skriv, har teir greiddu frá
støduni, og har teir bóðu
landsstýrið taka ferðslulóg
ina til viðgerðar
Ferðslan má fylgjast
Í skrivinum søgdu teir m
a
» — Tað er soleiðis vorðið,
at vit ikki fáa utført okkara
arbeiði sum ynskiligt hevði
verið, tí at hámarksferðin
fyri trailarar er bert 50 km/
t á landavegi og 50 km/t í
bygdum øki, og hetta kunnu
vit ikki liva við
— Vit fara tí at heita á
tykkum um at fáa broytt
hesa lóg soleiðis, at øll
ferðsla úti á landavegi verð
ur at koyra við somu ferð,
t. d. 80 km/t ella hvat nú
einaferð er best hóskandi
Orsøkin til at vit heita á
tykkum er, at tað er rætti-
liga vandamikið at so nógv-
ar »fartgrensur« eru settar
á ymisk akfør, tí tað vísir
seg, at tá trailararnir koyra
50 km/t og onnur akfør
koyra við 70-80 km/t fer
yvirhåling fram alla tíðina
medan koyrt verdur. Hetta
ger, at hesir stakkals bilfør-
arar dag um dag eru noyddir
at koyra meira ferð á so
leiðis, at yvirháling gerst so
minimal, sum gjørligt fyri
at umgangast samanstoyt av
mótkoyrandi ferðslu. Allir
bilførarar siga tað sama, at
hetta sum hendir úti á land-
avegunum, er heilt burtur-
við. Fleiri av bilførarunum
eru tiknir fyri ov nógva ferð
t. v. s. oman fyri 50 km/t,
nakrir hava mist koyrikortið
og aðrir hava fingið bót
Fleiri av okkum hava ver
ið noyddir til at koyra út í
vegjaðaran fyri at umganga
frontalt samanstoyt. «
Allir fara at koyra 49
Teir 33 trailaraførararnir
ásanna eisini i skrivinum, at
galdandi lóggáva er rættu
liga ótíðarhóskandi, nú veg
akervið er so væl útbygt við
góðum og breiðum vegun
og tunnlum, og heita teir í
á landsstýrið um at taka um
bøn teirra í álvara
Verður hetta ikki tukið
Løgreglan kannar eir
trailara. Nógvir
tratlaraførarar verða
sektaðir, tí teir koyra
skjótari enn 50 km/t. Hesa
reglu vilja teir hava
broytta. Savnsmynd
Sakaris Hansen er ikki í
iva: — Tað er vandi á ferð
tá allir bilarnir i ferðsluni
ikki slepp at koyra eins
skjótt
álvara, fara vit at heita á
allar trailaraførarar um at
halda seg til 49 km/t fyri at
umgangast at verða sektað
ir, siga teir
Teir vísa eisini á, at um
allir trailarar fara at koyra
við 49 km/t er rættuliga
stórur vandi fyri ferðsluvan
lukkum, tí tað tryggasta er
at øll ferðslan fylgist í ferð
siga teir
Teir upplýsa eisini, at
onkur teirra hevur tosað við
løgregluna um málið, og at
løgreglan tekur fult undir
við teirra sjónarmiði - men
at løgreglan sjålvnadi einki
annað fær gjørt. enn at fylgt
lógini
Sakaris Hansen, sum í
dag starvst sum formaður í
pakkhúsinum hjá Strand
ferðsluni í Havn
kemur í samband við nóg
ar trailaraførarar heldur
tað er legið. at ferdamørkin
Eru so y misk
Fe skilp ikki rættuliga
'g sum I
at ein bussur, sum hevu
: r aKslåar og sum K
við ferdafolki, kann k
skjótari enn emm tratlar
hevur seks akslar
bara koyrir við góðs
Vit hava nú í so mong
ár rovnt at greitt myndug
leikunum frá okkara sjón
armiðum, men tað er sum
um einki rínur við, heldur
Sakaris Hansen
Altið óheppið at økja ferðina
EIRIKUR LINDENSKOV
| — Tá vit tosa um ferða-
Í markið, so er í hugaheim-
| inum hjá fólki í veruleik-
anum talan um tvey merk
- markið, ið lógin ásetur,
og so tað psykologiska
markið, sum liggur 30
km/t hægri, sigur Jón
| Kragesteen, leiðari á
| Ferðslutrygd.
| Hann kennir til trupul-
leikan hjá trailaraføraru-
num, sum ikki kunnu
koyra meira enn 50 km/t
millum bygda.
— Eg skilji væl, at teir
vilja koyra skjótari, og tað
er sjálvandi gott, um vit
sleppa undan yvirhálingum.
Men hagtølini vísa kortini,
at hægri markið er, hægri
verður ferðin, sigur hann.
Jón Kragesteen vísir til
kanningar, sum Landsverk-
frødingurin hevur gjørt. Í
Kaldbakstunnlinum hava
teir talt bilar og mált ferði-
na. Hetta vísir, at 32% av
bilunum koyra millum 80-
90 km/t, at 15% koyra mill-
um 90-100 km/t, at 5%
koyra millum 100-110 km/
tog at 2% koyra millum 110
og 180 km/t. Við ødrum
orðum koyra 55% av bilu-
num skjótari, enn loyvt er
at koyra.
Landsverksfrødingurin
hevur eisini kannad hesi
vidurskiftini å Hoydalsveg-
num i Havn vid brånna um
Hoydalså. Har er stødan enn
verri - har koyra um 70%
av bilunum skjótari, enn
loyvt er.
Jón Kragesteen er tí held-
ur afturhaldandi, tá vit
spyrja hann, um hann kann |
mæla til at øll akfør skulu
kunna koyra eins skjótt - 80
km/t - millum bygda.
— Tendensurin er púra
greidur - ferdin økist, um
markid hækkar. Men eg veit
væl - hóast eg ikki havi
tøkniligu vitanina - at stóru
bilarnir eru nógv tryggari
nú, enn teir hava verið, og
at steðgieginleikarnir tí eru
nærum eins góðir, sum í
persónbilum. Men fram-
vegis er talan um sera tunga
ferðslu, og er óhappið úti,
so er skaðin tað stórri.
Jón Kragesteen vísir eisi-
ni á, at eitt nú í Sveríki ar-
beiða teir við at lækka ferð-
ina í bygdum øki niður í 30
km/t - júst fyri at micka um
avleiðingarnar av ferðsluó-
happum.
— Tað er púra greitt, at
minni ferðin er - smærri
verða skaðarnir.
Hóast lógaruppskotið, ið
nevndin, sum skuldi endur-
skoða ferðslulógina hevur
gjørt, ikki er komið alment
fram enn, so skilir Sosial-
urin, at f hesum uppskotid
verður tilmælt, at lastbilar,
trailarår og bussar skulu
kunna koyra 70 km/t - 10
km/t minni, enn feråslan
annars.
Jón Kragesteen skilir væl,
at trailaraførararnir irriterast
av at koyra 50 km/t
- Vit mugu bara gera
okkum greitt, at tað kost-
ar, vilja vit koma skjótari
fram. Vit tosa eisini so |
nógv um »framkomilig- |
heit<, men vit mugu eisini |
geva okkum far um, at |
hetta kostar. Ti er tað ikki |
bara sum at síga tað at
økja um ferðina - og sam-
stundis nýta gar upp
á at fáa fólk at koyra
spakuligari, sígur leidarin |
á Ferðslutrygd Jón
Kragesteen. |