Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 212 - 7. november 2003 Nr. 212 - 7. november 2003 27 UTTAN ÚR HEIMI Nazi-samanbering gongur ikki Fíggjarstjórin í almenna týska jarnbreytarfelagnum er komin í trupulleikar, eftir at hann hevur skuldsett for- vitin tíðindafólk fyri at nýta sama arbeiðshátt sum naz- istarnir í tríatiárunum, tá tey granska viðurskiftini hjá jarnbreytarfelagnum. Diethelm Sack vil eftir øllum at døma vera við, at ágangurin, sum jarnbreytarfelagið fær í fjølmiðlunum, vekir minni um Triðja Ríkið. Men tað gongur ikki, siga fleiri týskir politikarar. Samferðslutalsmaðurin hjá Fríu Demokratunum, Horst Friedrich, sigur við DPA, at fíggjarstjórin eigur at fáa sekkin fyri orðini. Tað sama halda fleiri aðrir politikarar. Í einum brævi skal Diethelm Sack hava skrivað, at nógv tíðindafólk duga sær ikki hógv, og at tey fara alt ov lætt um sannleikan. Fáa tey ikki fatur á sannleikan- um, skriva tey okkurt annað, sama hvussu reingjandi tað er, skrivar hann í brævinum. Sviakongur stevnir Týsku vikubløðini gera ofta nógv burtur úr teimum ev- ropeisku kongshúsunum, og mangan er sannleiksvirðið lítið í tí, sum skrivað verður. Eitt nú hava norska og svenska kongshúsið staðið fyri skotum fleiri ferðir, og nú vil Carl Gustaf kongur ikki finna seg í hesum longur. Aftonbladet skrivar, at kongur hevur sett ein sakfør- ara at kanna, um grundarlag er fyri at stevna teimum týsku vikubløðunum. Kongur hevur valt sær sakførar- an Matthias Pirnz, sum millum annað hevur umboðað fúrstahúsið í Monaco í ymsum viðurskiftum. Fyribils skal sakførarin hava fingið 40 greinar um teimum týsku bløðunum, og hann skal nú kanna, um nakað er í teimum, sum gevur grundarlag fyri at stevna. Ein av teimum týsku blaðstjórunum sigur við Afton- bladet, at bæði hansara blað og onnur bløð fyrireika seg, og tey hava tí fingið sær sakførarar, sum skulu svara einari møguligari svenskari stevning. Kanna eisini Abramovitsj Fyri stuttum tóku russisku myndugleikarnir ríkmannin Mikhail Khodorkovski og skuldsettu hann fyri umfatandi svik, og nú ljóðar, at ákæruvaldið í Moskva eisini hevur vent kikaranum ímóti einum øðrum kend- um russiskum ríkmanni. Talan er um Roman Abramovitsj, sum gjørdist kend- ur í Vesturheiminum, tá hann í summar keypti enska fótbóltsfelagið Chelsea. Síðani hevur felagið nýtt fleiri milliardir krónur til at keypa nýggjar spælarar. Ein russiskur tjóðartingslimur hevur meldað Roman Abra- movitsj, tí hann vil vera við, at ríkmaðurin hevur snýtt russiska ríkiskassan fyri nógvar milliardir krónur. Tann 36 ára gamli Abramovitsj hevur selt ein part av sínum partabrøvum í seinastuni. Hann hevur eisini fingið sær fleiri milliardir dollarar í vinningsbýti úr sínum feløgum, og tí hava fleiri gitt, at hann hevur havt ætlanir um at rýma úrt Russlandi. Spurningurin er so, um hann sleppur avstað, ella um hann fer at líða somu lagnu sum felagin Mikhail Khodorkovski. Violin mett til 10 milliónir Ein violin, sum tann heimskendi violinsmiðurin Ant- onio Stradivarius hevur gjørt, skal nú seljast í tí kenda uppboðssøluhúsinum Sotheby's í London. Uppboðið verður týsdagin í næstu viku. Leiðarin á tónleikadeildini hjá Sotheby's, Tim Ingles, sigur við Reuters, at violinin er millum tær bestu, sum Stradivarius gjørdi. Ungarski violinleikarin Tivadar Nachez, sum livdi frá 1859 til 1930, átti hana og nýtti hana sum konsertviolin í 30 ár. Tim Ingles sigur, at tað er ein heiður at sleppa at selja eitt tílíkt ljóðføri, og hann vónar, at keyparar fara at vísa tí tann ans, sum tað hevur uppiborið. Í London verður roknað við, at prísurin á violinini fer at liggjav ímillum átta og tíggju milliónir krónur. Ein cello, sum Stradivarius eisini gjørdi, skal seljast saman við violinini. Síðani Shirin Ebadi fekk Nobel-friðar- heiðurslønina, er hon fleiri ferðir hótt við lívinum. Nú hevur hon lívverjar alt sam- døgrið. HÓTTAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 10. oktober kunn- gjørdi norska Nobel- nevndin, at iranska kvinnan Shirin Ebadi fær friðar- heiðurslønina í ár. Sjálv var hon stødd í París tá. Eina viku seinni kom hon aftur til Iran, og síðani er hon fleiri ferðir hótt við lív- inum. Mohammad Ali Dadk- hah, sum er talsmaður hjá mannarættindafelagsskapin um Center for Protecting Human Rights, sigur við tíðindastovuna AP, at Shirin Ebadi hevur fingið eitt ella tvey hóttanarbrøv hvønn einasta dag, síðani hon kom heimaftur. Í einum brævi var ein tekning av einum knívi, og niðanfyri stóð, at heiðurslønin skuldi kosta henni lívið. Iranska løgreglan tekur hóttanirnar í álvara, og tí hevur Shirin Ebadi fingið lívverju. Hvønn dag verður hon flutt aftur og fram í einum løgreglubili, og lív- verjar eru uttan fyri bústað hennara alt samdøgrið. Ir- anska løgreglan veit ikki, hvør hevur sent hóttanar- brøvini, men heldur, at tal- an er um víðgongdar kreft- ir. Nú má hon hava lívverjar alt samdøgrið Danskir læknar veita deyðshjálp Hóast tað er ólógligt, veita danskir læknar næstan 500 sjúkling- um deyðshjálp á hvørjum ári, og í flestu førum uttan at sjúklingarnir vita tað. DEYÐSHJÁLP Árni Joensen fartekst@mail.dk Deyðasjúkir danir fáa hjálp frá læknunum til at doyggja, sjálvt um tað er ólógligt. Tað sæst í einari kanning, sum Panum- stovnurin hevur gjørt, og sum umfatar 3.000 deyðs- føll í Danmark í árunum 2001 og 2002. Panum-stovnurin sigur í sínari niðurstøðu, at av teimum 58.000 dønunum, sum doyggja um árið, fáa í meðal 464 deyðshjálp frá sínum lækna. Í flestu førum er tað tann praktiserandi læknin, sum veitir sjúkling- inum deyðshjálp, men tað hendir eisini, at hjálpin verður veitt á sjúkrahúsum. Kanningin vísir eisini, at í teimum flestu førunum veita læknarnir deyðshjálp, uttan at tann sjúki veit av tí. Í hesum førunum er við- komandi so sjúkur, at hann hevur mist vitið. Donsk lóg bannar lækn- unum at veita fólki deyðs- hjálp, um einasta endamál- ið við viðgerðini er at gera enda á lívinum. Hinvegin er tað loyvt læknunum at geva fólki pínulinnandi morfin, sum elvir til deyða. Formaðurin í felagnum hjá teimum praktiserandi læknunum í Danmark, Jørgen Lassen, sigur, at læknarnir eiga at gera sær greitt, at teir kunnu lætta um lívið hjá sjúklinginum fram at deyðastundini uttan at geva honum eina við- gerð, sum framskundar deyðan. Jørgen Lassen sigur, at sjálvur hevur hann verið við til at stytta lívið hjá fólki, men at hann ynskir ikki at koma í ta støðuna aftur. Danska kanningin er partur av einari evropeisk- ari kanning. Fyrr í heyst frættist, at danskir læknar hava veit deyðshjálp, og tá segði framsøgumaðurin hjá Vinstra í lógarmálum, at var hetta satt, átti tað at fáa avleiðingar. Nú er so tað danska úrslitið eisini al- mannakunngjørt. Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Ein fjórðingur av teimum, sum fingu deyðshjálp í Danmark í 2001 og 2002, lógu á sjúkrahúsi FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Stórt úrval av DVD-filmum til sølu P BIO KIOSKIN P Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. Fríggjadagin 07.11. kl. 1830 Fríggjadagin 07.11. kl. 2115 Leygardagin 08.11. kl. 1830 Leygardagin 08.11. kl. 2115 Sunnudagin 09.11. kl. 2000 Sunnudagin 09.11. kl. 2245 Frumsýning Fríggjadagin 07.11. kl. 2045 Fríggjadagin 07.11. kl. 2400 Leygardagin 08.11. kl. 2045 Leygardagin 08.11. kl. 2400 Sunnudagin 09.11. kl. 2045 Sunnudagin 09.11. kl. 2300 Í tí skelkandi endanum á »Matrix Reloaded«, kemur Neo (Keanu Reeves) eitt fet nærri sannleikanum. Men broytingar frá fávitsku hansara til vitan hevur við sær, at hann missir ta megi hann hevði og setti hann í leik millum Matrix og ta maskinstýrdu verðina. Meðan Trinity (Carrie- Anne Moss) ansar eftur kroppinum hjá Neo, stríðist Morpheus (Laurence Fish- burne) vit sínum egna ill- gruna um hin útvalda. Í tí síðsta partinun av Ma- trix »Matrix Revolutions« , stríðist menniskjaættin ímóti tí maskinstýrdu verð- ini. Við Kid (Clayton Wat- son) og Zee (Nona Gaye) á odda. Men eitt ókent frumevnið oyðileggur dystin. Í meðan gerst Smith (Hugo Weav- ing) ið hevur rænt Bane (Ian Bliss), bara sterkri og sterk- ari. Neo og Trinity koma í hesum parti longri enn nak- að menniskja nakrantíð hevur verið -ein vandamikil ferð. Tey nærkast Deux Ex Machina, tey gera eina av- talu, og henda avtala er ein- asta vón fyri tann skjótt doyggjandi heimin. Fríggjadagin 07.11. kl. 1800 Leygardagin 08.11. kl. 1800 Sunnudagin 09.11. kl. 1800 Fríggjadagin 07.11. kl. 2300 Leygardagin 08.11. kl. 2300 Sunnudagin 09.11. kl. 1830 Matrix C M Y K 27 26