leygardagur 21. juni 1997síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 116 — 21. JUNI 1997
Norsk ognartøka
Henda norska beistagerðin móti før-
oyingum er eitt grovt brot á søguliga
ognarrætt føroyinga við Svalbard og
einki minni enn ein ognartøka skrivar
Jåkup Egholm Hansen, formadur i
Felagnum Rækjuskip í viðmerking til
einvísu avgerðina hjá norsku stjórn-
ini at minka um fiskidagarnar hjá
føroyskum rækjuskipum, sum fiska
!1 ;
við Svalbard
»Norska sjåkan«
Hóast tað eftir ri stríð
ni áður, 80 eru
orskir f fskir innumyndug-
eikar aftur úti eftir okkum
føroyingum. Vit hava sæð
tað so ofta fyrr — rækjurist-
in við Svalbard er eitt gott
demi. Tað tykist, sum at
norsku fiskivinnumyndug-
leikarnir hava eina øgiliga
trongd at ráða, og har teir
ikki U fulnar fáa sín vilja,
har royna teir at hevna seg
aftur á ødrum økjum. Tað
ber næstan til at tosa um
hetta sum -Norsku sjúk-
una«
Hesaferð eru tað før-
oysku fiskidagarnir eftir
rækjum við Svalbard, ið
standa fyri skotum. Norsk-
ir fiskivinnumyndugleikar
LEKUR
hava, uttan so mikið sum
at kunna føroyingar um
ætlanir sinar, broytt søgu-
igu rættindi | føroyinga
eftir rækju
KANNA sær i sent av
samlade fiski dagetalinum,
medan feroyska fiskidaga-
talið verður lækkað úr
2.555 niður i 1.317 dagar,
svarandi til um]. 8 pst. av
samladu fiskidøgunum
Grovt brot å
ognarrættin
Henda norska beistagerðin
móti føroyingum er eitt
grovt brot á seguliga ognar-
rætt førovinga við Svalbard
og er einki minni enn ein
»ognartøka«. Tað undrar
okkum ikki, at norskir
myndugleikar ikki hava
nevnt, hvat tað er, teir vilja,
fyrrenn fiskivinnusátt-
TEKJAN?
— So hava vit loysnina!
»DAMP SEAL«
frå Daval Ltd.
Tettur, verjir og heldur
* Kann smyrjast á tekjuna beinleiðis
úr blikkinum
+ Kann koyrast á í øllum veðri
* Kann smyrjast á vátar flatur
* Harånar ikki í blikkinum
e Rennur ikki av
* Klárar øll veðurlíkindi
Vit geva fegin tilboð | | Fæst í blikkum
upp á alt takarbeiði
'v/ 6 og 30 kg
DAVAL FØROYAR Ltd/JB TRADE
Akranesgøta 3 - TW. 16887
re
ir
málin við føroyingar var
komin upp á pláss, tí givið
er, at høvdu teir sagt hetta,
so var neyvan nakar
sáttmáli gjørdur
Reguleringsskip-
anin við Svalbard
Norsku fiskivinnumyndug-
leikarnir tosa, sum um
eingin reguleringsskipan
hevur verið galdandi fyri
rækjuveiðu við Svalbard,
og at teir tí nú innføra
somu skipan, sum er gald-
andi á Flemish Cap. Men
meðan tað viðvíkjandi
Flemish Cap eru al! NAPO-
limalondini, ið gera av,
hvussu fiskiskapurin skal
regulerast, só spyrja narð-
menn ongan eftir í hesum
føri, men áseta einvíst, at
tíðarskeiðið 1990-1995 skal
verða útrokningargrundar-
lag fyri býtinum av fiski-
menn nevna ikki, at før-
oysk skip síðani í
80'unum hava vi dir
eini fiskidagaskipan vid
Svalbard, og at føroyska
fiskidagatalið er ásett
grundað á søgulig veidutøl.
Norðmenn royna at billa
øllum inn, at eingin regu-
leringsskipan hevur verið
við Svalbard.
Feroyingar
funnu rækjurnar
við Svalbard
Tað vóru føroysk skip, sum
í 1980-81 funnu rækjuleið-
irnar á djúpum sjógvi við
Svalbard, og henda fiski-
leið gjordist grundarlagið
undir tí nýmótans rækju-
flota, føroyingar bygdu í
seinnu helvt av 80'unum.
Føroyingar kunnnu tí av
røttum spyrja norðmenn,
hvat tað er, sum ger, at teir
halda tíðarskeiðið 1990-95
vera eitt rættari -
at býta fiski
Svalbard eftir enn
kh 5. om?
jam)
tíðarskeiðið 1980-95, so
leingi hava førovingar fisk-
að rækjur við Svalbard
Spotta okkum og
ræna til sín sjálvs
Stødan hjá føroyska rækju-
flotanum er púrasta greið í
hesum máli Føroyingar
eiga síni søguligu rættindi
við Svalbard, og vit góðtaka
ikki, at norðmenn látast,
sum um eingin reguler-
ingsskipan hevur verið, og
at teir nú vilja innføra eina
skipan, sum broytir
okkara søguligu rættindi.
Tað er alt, sum bendir á, at
norðmenn royna at gera
sær dælt av, at føroyingar
seinastu árini hava fiskað
lutfalsliga lítið við Sval-
bard, men hava havt skip-
ini á Flemish Cap fyri m.a.
at vinna okkum segulig
rættindi har. Hetta tiltakið
hevur nevniliga einki við
veiðuregulering at gera,
men er rætt og slætt ein
broyting av býtisgrundar-
lagnum fyri fiskidøgunum
við Svalbard. Norðmenn
velja júst árini 1990-95 til
at gera ein nýggjan býtis-
lykil, og tí er tað rættiliga
sjónligt, at tað, ið norsku
myndugleikarnir veruliga
vilja við hesum tiltaki, er at
skava so nógv til sín sjálvs
sum meguligt. Hetta er
einki minni enn at halda
okkum føroyingar fyri tað
turra spott, men tað er nú
norskum fiskivinnumynd-
ugleikum so líkt.
Føroyingar rekja
stovnin betur
enn norðmenn
Hóast tað ikki liggur ein ein
síðu, kn
føroyskari so kunnu
vit bert stadfesta, at tad, at
føroyingar hava avgjørt at
fiska 4 Flemish Cap sein-
astu årini, eldur enge
fara til Svalbards, bert
=
}
4
Í
#
kann hava verjð til fyri-
munar fyri rækjustovnin
við Svalbard. Vit kundu
havt økt um okkara rækju-
flota og so fiskað á báðum
leiðum, men vinnan hevur
mælt til at fara varliga
fram hesum viðvíkjandi, av
tí at framtíðarútlitini fyri
Flemish Cap enn eru rætti-
liga óviss. Hinvegin so eiga
vit ikki at lata okkum
lynda, at norðmenn gera
sær dælt av, um ella hvussu
vit gagnnýta okkara segu-
liga ognarrætt til rækju-
veiðu við Svalbard.
Einki at samráðast
við Noreg um
Rækjuflotin vil mæla
landsstýrinum til stutt og
greitt at boðað norðmonn-
um frá, at foroysk skip
hava verið undir eini regu
leringsskipan við Svalbard
síðani fyrst í 80'unum, og at
vit góðtaka ikki, at henda
skipan verður broytt fyri
okkara viðkomandi, uttan
sakligar grundgevingar
fyri hesum. Um talan var
um, at heildardagatalið
skuldi lækkast lutfalsliga
hjá ellum vegna ovfisking,
so var sjálvandi nakað at
samráðast um, men tá tað í
hesum føri bert er ein
norsk roynd at umfordeila
fiskidagarnar, við egnum
fyrimuni fyri eyga, so góð-
taka vit ikki hetta, og so
vilja vit mæla landsstýri-
num til at boða Noregi frá,
at norska ætlanin kann
ikki góðtakast, og at einki
er at samráðast við norð-
menn um. Um landsstýrið
bert so mikið sum opnar
fyri samráðingum, so hava
vit longu undirgrivið okk-
ara sjálvsegdu seguligu
rættindi, og so hava norð-
menn vunnið hetta slagið.
Hart ímóti herðum
Hetta mál er ikki minst eitt
prinsippmål. Geva føroy-
ingar eftir her, so kann
væntast, at norðmenn
eisini fara at broyta út-
rokningargrundarlagið fyri
onnur segulig býti, so skjótt
sum hevi býðst — t.d. fyri
toskin á Svalbardsleiðini.
Kenna vit norsku fiski-
vinnumyndugleikarnar
rætt, so gevast teir tó ikki
uttan víðari við hesi ráða-
gerð, og tí vænta vit, at
landsstýrið setir hart ímóti
herðum í hesum máli
Søguligu rættindini eru
nakað, vit eiga, og tí er
einki at samráðast um. Vit
eiga ikki at lata so mikið
sum ein einasta fiskidag
frá okkum við teim grund
gevingum, norðmenn koma
við. Rækjuvinnan metir
hetta norska tiltakið sera
Krovt, og vit rokna eisini
við, at landsstýrið og leg-
tingið hava somu áskoðan
Um norðmenn ikki bakka,
so má hetta mál takast upp
til viðgerðar á tingi, og 80
má stæða takast til, um eitt
fiskivinnusamstarv við
Noreg, hóast nógv føgur
orð, yvirhevur hevur nakra
framtíð. Hinvegin kunnu
vit eisini staðfesta, at um
føroysku myndugleikarnir
geva eftir í hesum málið, so
hava teir góðtikið, at før-
oyingar hava goldið við
1.238 fiskidegum við Sval-
bard fyri søguligu rættind-
ini á Flemish Cap, meðan
Noreg hevur fingið yvir
2.000 fiskidagar á Flemish
Cap, umframt ein munandi
lutfalsligan vøkstur av
fiskidøgunum við Sval-
bard.
Fund við lands-
stýrismannin
í fiskivinnumålum
Felagið Rækjuskip hevur
biðið um ein fund við lands-
stýrismannin í fiskivinnu-
málum fyri at viðgera mál-
ið um fiskidagarnar við
Svalbard. Ætlanin er eisini
at tosa um fyrireikingar-
nar til komandi NAFO-
ársfundin í september, sum
kann fáa rættiliga avger-
andi týdning fyri veiðu-
meguleikarnar hjá rækju-
flotanum. Felagið hevur
eisini heitt á Feroya Reið-
arafelag, Skipara- og Navi-
gatørfelagid, Maskinmeist
arafelagið og Feroya Fiski-
mannafelag um stuðul í
sambandi við málið um
fiskidagarnar við Svalbard
Jákup Egholm Hansen
formaður