leygardagur 21. juni 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 116 — 21. JUNI 1997
tíðindablaðið
Forkunnug tónleikara-
vitjan úr Noregi
Konsertir í Miðvágs Kirkju, Gøtu Kirkju og í Dómkirkjuni
Á vegasøguligari rådstevnu
í Noregi í vår gjørdist Heini
Olsen, verkfrødingur, heilt
hugtikin av listarligum und-
irhaldi, ið var partur av
skránni. Talan var ikki um
kór, orkestur ella instrumen-
talist av tí framfúsandi
slagnum, heldur var tað ung
kvinna, sum við sínari ein-
faldu ljómandi rødd rúnar
bant allar hesar garvaðu
vegafrødingar. Og tað, hon
sang og kvað, vóru ikki há
floygdar operuariur ella
eggjandi poppløg, men ein-
faldir gamlir norskir sálmar
og bíbilskar vísur, menst
eftir gitna norðurnorska
prestin og sálmaskaldið Pet
ter Dass og danska sálma
meistaran Th. Kingo og tað
uttan mikrofon ella undir-
spæl av nøkrum slagi
Tá ið Heini endiliga í
langari bidirød slapp framat
at tosa við hana, bar hann
upp á mál við hesa yndis
ligu songkvinnu um at
koma til Føroya at syngja
tí hetta, sum hon kvað og
sang, var týðiliga sprottið úr
sama skaldsliga og tónaliga
jørdildi sum tað, ið gjøgn-
um øldir hevur myndað før
oyska sangsiðvenju
Stutt eftir fær Heini Olsen
bræv, at nú hevði hon fingið
stipendium, ætlaði tl Før-
oya at syngja, hoyra og upp
liva, og í dag er so frúgvin
komin flúgvandi til landið
Songkvinnan eitur Ásne
Søreide, 24 ára gomul, er
vaksin upp á Tysnes í Sun-
hordaland, og longu á ung-
um aldri fór hon at syngja
og kvøda gomul løg, sum
omman lærdi hana. Kom
sær so til Bergens at læra
seg klassiskan sangteknikk,
men framhaldandi var ta tað
fólkamusikalska, sum hevdi
hennara størsta áhuga
Ásne Søreide hevur fing-
ið fleiri prísir, hevur vunnið
sangkappingar bæði burturi
og heima, og allastaðni bera
blødini henni lovorð fyri
hennara undurføgru rødd
Ikki minni navnframur er
hann, sum er vid å hesar
konsertvitjan til Føroya
Roar Engelberg eitur mad-
urin, føddur og uppvaksin i
Romedal i Hedmark, og
ljóðferi hansara panfloytan
man teljast millum tey mest
upprunaligau í tónleikasog-
uni, hámett í tí gamla kin-
verjaríkinum, eisini kent um
enn í heldur øðrum líki og
av steini og beini í millum
indianarar undan Columb-
usi, men hevur sítt navn eft-
ir grikska gudin Pan
Søgnin sigur, at hesin
skógargudur gjørdist hug-
tikin av nymfuni Syrinx;
men hon flyddi undan, og
tá hann var um at ognast
hana, kom annar guddómur
henni til hjálpar og skapti
hana um til eitt sev. Men
Pan tók sevið, skar sær
floytu av tí og spældi so sín
longsul fram í tónum
Kirkjuorglið byggir á
slíkar fornar floytuformar,
og panfloytan er tí so væl
egnað í hesum serstaka
samspæli við songrøddina
å kirkjuligari grund. Roar
Engelberg man vera urmæl
ingur millum panfloytistra
i Nordurlondum og ikki
bara tað. Á solistklassa á
konservatorium í Hálandi
fekk hann hægsta umdømi
sum var at fáa.
Eins og Ásne Søreide
hevur R. Engelberg givið út
plátur og diskar, er kendur
fyri sítt spæli bæði í út- og
sjónvarpi og hevur sum sol
ístur ferðast vida um í og
uttan fyri Europa
Høvid til hetta serliga
samarbeiði millum neyndu
tónlistafólk er tað, at tað í
ár eru 350 ár síðan >digter-
presten< Petter Dass varð
borin í heim. Sálmaskránna
tey í hesum sambandi hava
sett saman, kalla tey >Him-
mellengt< og hon byggir á
gamlan norskan fólkatóna,
>pá salmer fra dypet af den
norske folkesjel<, sum tey
taka til. Á konsertunum
spælir Asne Søreide eisini
upp á gamla ljóðferið »lan-
geleik«, og samanumtikid
gevur hendan einfalda sam-
ansetingin av songrødd og
gomlum ljodførum, men í
nútíðar tónabúna hesum
gomlu sálmunum ein heilt
serstakan dám. Hesir sálmar
bera í sær ein frið og eina
tign, sum ikki eru so al-
gongd í dag, ein longsul,
sum ber móti tí æviga, ein
»himmellengt«
Petter Dass og Thomas
Kingo hava í eldri tíð meira
—
enn nakar sett dåm å kirkju-
ligt og andaligt liv eisini i
Føroyum. Ti fara »18 sang-
arar« úr Havnarkórinum at
vera vid å konsertunum hjå
hesum navnframu norsku
tónlistafólkunum í Føroy-
um. Sungin verða gomul
føroysk sålmaløg, tey flestu
kórsett av Karl Clausen,
sum visti føroyskum anda-
ligum sangi slíkan áhuga og
tokka. Føroyskur partur á
konsertskránni verður eisini
tað, at Petra Iversen fer at
syngja onkran sálmin og
onkra bíbilsku vísuna, so
sum m.a. abbi hennara Hans
Iversen plagdi at frambera
tey
Konsertirnar verða: í
Miðvágs Kirkju sunnu-
kveldið 22. juní kl. 19.00,
í Gøtu Kirkju månakvøld-
ið 23. juni kl. 20.00 og í
Dómkirkjuni týskveldið
24. juni kl. 19.00
Konsetvitjanin er fingin í
lag við stuðli eisini frá Før
oya Landsstýri og frá Kon
sertfelagnum
FÓÐINGARDAGSTILBOÐ
Í
|
|
|
|
|
|
|
|
Mánadagin 24. juni
&
tysdagin 25. juni
fæst í IGLOO
* SILJA HOSUTÓGV
* NATÚR FLAMÉ
+ ØLL BRODERÍIR
Kom eisini
og siggj
okkara urval
av upp-
skriftum —
nyggjar,
fjølbroyttar
og spennandi
Þú, i
rr
AG
"
”
Í sambandi
við at tað
23. juni 1997 Ía, ;
eru 20 år a
liðin síðan vit
opnaðu hava
vit vikuna út
NÓGV GÓÐ TILBOÐ |
-20%
IGLOO
Sverrisgøta 19
Tórshavn
TIf. 15264
Fax. 19623
Postordrar verða avgreiddir
Tógvhandilin