Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bótolvsskudag tann 17. juni komu deyðs- boðini av Dánjali Nolsøe, ið andaðist á Frederiksberg sjúkrahúsinum 81 ára gam- al. Tey, ið kendu hann, vistu at hann bar ringa sjúku, men bæriligur sum hann var, varð lítið tosað um sjúkur har hann var hjástaddur og minst av øllum um hansara egnu sjúku. Dánjal var borin í heim á Marknoyri suðuri í Vági tan 13. februar 1916. For- eldrini vóru Johan Nolsøe, keypmaður og reiðari, og Laura Larsen úr Gjørdum í Prokeri. Hann var ikki tolv ára gamal, tå hann fór til Danmarkar at ganga í skúla. Studentspróv tók hann í Birkerød í 1934 og løgfrødiprogv frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1942, bestur av úti við hundrað . Dánjal giftist við Annu Margrethu, van- liga neynd Dude, dóttir Ragnhild og Mour- its Mohr, skipara. Dude og Dánjal vóru altíð stak blíð at vitja í hugnaliga heimi teirra á Uraniavegi, har mong hava sitið væl gjøgnum árini. Hóast neyvan dagur mundi vera í lívi Dånjals uttan at heimlandið var í hansara huga, kom allur arbeiðsdagur hansara at liggja uttanlands. Hann starvaðist sum dómari ymsar staðir í Danmark, eitt nú í Keypmannahavn og Viborg, til hann gjørd- ist høgt virdur dómari í Eystara landsrætti, har hann starvaðist til hann legði frá sær fyri aldur Dånjal var formaður fyri Føroyingafel- agnum í Keypmannahavn í mong ár ta tíðina hetta felagið var evsti miðdepil hjá teimum nógvu føroyingunum, ið búðu í høvudsstadnum og har um leiðir. Tá var einki Føroyahius ella stuðul år Føroyum í aðrar mátar, so trupult mundi mangan vera at fáa endarnar at røkka saman figgjarliga. men tað hugsaðu vit, ið tá vóru ung, lítið um tá Dánjal beyð vælkomið við einari stuttligari søgu, oftast úr sunnaru helvt av Suðuroynni Størsta avrik Dånjals til frama fyri før- oysk áhugamál er óivað hansara nærum fjørtui ára starvsemi á havrættarøkinum, har hann millum annað umboðaði Føroyar í donsku sendinevndunum til tær ymisku havrættarstevnu Sameindu Tjóða, ið hildn- ar vórðu við millumbilum frá miðskeiðis í fimtiårunum inntil 1982, tá galdandi hav- rættarsáttmálin varð samtyktur. Dánjal var landsstýrinum hollur havrætt- arráðgevi - í nógv ár við síðuna av dóm- arastarvinum - og nú í meira enn tíggju ár eftir at hann hevði lagt frá sær sum dómari fyri aldur. Íðin, nærlagdur, vitandi og Dánjal Nolsøe andaður tíðindablaðið gløggur bardist hann til tað seinasta fyri føroyskum sjónarmiðum og áhugamálum, bæði tå ið ríkisins stóða í havrættarmálum var til umrødu og í samrådingum við fremmand lond um fiski- og landgruns- mark. Hansara eldhugi og tann førningur av vitan sum fer í grøvina vid honum, verða sárliga saknað, hóast uggi er í, at nakað liggur eftir hann skrivliga. Ans fyri máli hevði Dánjal sum fáur Hann var kønur í fornmálinum og nú- tímans málum. Serligan tokka hevði hann til kvæðini og tá serstakliga tey, ið vóru so langt burtur frå at kunna nevnast fótatraðk sum møgu- ligt. Shakepeare og aðrir kendir enskir høv- undar stóðu eisini hansara hjarta nær. Sjálvur yrkti Dánjal, men vandin sum hann var kom lítið alment fram frá hansara hond. Ein sangur, ið varð nógv sungin í seksti- árunum, er >Við Oyrasund< um bygdar- mannin Jaspur í Jenisartrød, ið biðin av Sunnuvu dóttrini flytir til Danmarkar at búgva á ellisárum. Tann sorgblíða lýsingin av Jaspuri, >- En fúnaður bátur á Oyra- sundsmøl við eyðkendum sniði frå stavni í kjøl«, ið droymir um útróðrar- og bakka- dagar saman við vinmonnunum, og tann blíðligt- speisama av dóttrini og Holgeri dótturmanninum, ið tá samanum kemur ikki hava stundir og umstødur at taka sær av tí gamla, ið endar sínar dagar á ellis- heimi í Charlottenlund, siga nógv um vin- sæla menniskjakunnleika Dánjals. Hóskandi man vera at enda hesi fáu orð um edilingin Dånjal Nolsøe av Marknoyri við hesum báðum ørindunum úr einari av teimum nýggjaru vísunum hjá honum, ið greiðari enn nógv orð lýsa hansara djúpa og ektaða kærleika til heimlandið og heim- bygdina O mitt mål, sum rúmar tað sum finnst í mini sål, farnar røddir og tey kæru gomlu spor, tagna ei, men fjálga enn sum fyrr og alla stund tær brøttu líðir og ta grónu, grónu grund. O ein sjón, ein barnasjón, sum rakk um mína verð: fjallarødin og hitt bratta Beinisverð. Dreymamynd av vetrarløgdum skipum eftir våg, sum ein fuglaflokkur fram vid Tormans å. Vinir Nr. 116 — 21. JUNI 1997 2. So rúsandi ein rersla í ellum heimsins lutum f luft og mold og vatni og mannasálum rann, | tað var sum túsund nálir | við mjúkum silkibloðum | í okkar blóði spruttu við villum vakstrarlag 5. Og varrar mínar trýstar ímóti hálsi tínum, tær kendu blóðið spæla títt heita hjartaslag, tå gjørdust hendur mínar sum leysar av sær sjálvum og leitaðu í blindum at setum loyndum fram 3. Á vegnum lomb og blómur og brostin egg í reiðn, tað leikaði og hvdi á vølli og í mold. Við ungum, spentum sonsum vit numu vársins undur, hvert bragd av lívi boðan um lukku og um ást. 4. Tú ikki meir enn átjan, von sum eitt fagurt landslag, so mjúkar likams-lægdir og bróst so túgvurund, títt hár sum gras í He term og hold á hálsi tínum av mold og vætu reyk. ár 20. juni 1947 varð Henrik Old borin í heim í Vági. Nú alvin er vorðin fim- tugur og enn fattur og bráð- ræsin leggur í vaðið, tá okk- urt er á våsi, skal kveða verða borin honum á ára- málsdegnum, nú 50 talið er rokkið Nógv og ymist er at siga um mannin. Ongantíð hevur hann krógað seg burtur, tá ið kallað hevur verið á hann Ei heldur smæðist hann burtur í mannahópi Verður hann ikki hoyrdur, letur hann sær tað iki lynda í tégn Ungur var hann, fyrstu ferð hann fór til sjós. Báran hevur borið hann alt síðan, hóast arbeiðssetningur hansara krevur, at hann legst uppi í skeiðum, tá boð eru eftir honum Henrik hevur sum fiski- maður og fiskiskipari skar- að framúr, og vit vita ikki annað, enn at manningar hansara hava verið fegnar at vera undir hansara hond Somuleidis teir, sum hava litið honum skiparastarv í hendi. Tá Henrik Old kom á ting í 1984, vóru mong, sum spurðu, hvør hesin nýggi kveisturin var, og iættiliga skjótt skaraði hann burturúr Hugsan sína legði hann ikki undir skeppuna. Síðan hevur hann verið við uppi í mongum vási, ikki hevur tað verið tann beri glæntri- leikur, árini hann hevur um- boðað Javnaðarflokkin á tingi. Men ongantíð hevur Henrik hopað undan, hvørki tá hugsan hansara ikki vann frama, ella um tap kundi standast av stødutakan hansara. Hann hevur verið sterkur í sínari trúgv, og smæðist ikki burtur, um orrustan er nokkso herð Við ynskinum um góðan byr á leiðini verður tú heils- aður hidani nordanfiørds, frægi Føroya sonur Vinmaður