Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 116 — 21. JUNI 1997 Studentarnir hava ov nógv at gera Nýggja studentaskúlaskipanin hevur staðið sína roynd, og royndirnar siga, at skrivliga arbeiðsbyrðan er ov stór. Tað roknar rektarin í Kambsdali við, at tað verður gjórt nakað við Í hesi vikuni eru flestu pis urnar floygdar. Studentar og HFarar síggjast við eyð kendu húgvunum um tún og strætir Teir studentarnir, sum taka prógv í summar, eru teir fyrstu, sum eru lidnir við útbúgvingina, eftir at studentaskúlin varð broyttur frá at vera ein linjuskipan og til at vera ein valskipan Í høvudsheitinum er broytingin tann, at meðan næmingarnir eftir gomlu skipanini, longu tá teir søktu inn á skúlan gjørdu av, hvat fyri slag av prógvi, teir skuldu fáa, so hava teir nú meguleika til at velja læru- greinar aftanå fyrsta flokk og eisini aftanå annan flokk Vansarnir Sámal í Skorini, rektari í Studentaskúlanum á Kambsdali, heldur, at tað eru bæði fyrimunir og vans- ar við nýggju skipanini, sammett við hina gomlu Millum vansarnar nevnir hann, at tað er nógv tor- førari at fåa timatalvuna at ganga upp, tí næmingarnir eru spjaddir út á nógv fleiri bólkar, enn teir hava verið áður, og hetta hevur upp- aftur ein annan bága við sær. Hann er, at næmingar- nir eru nógv minni í flokk- inum nú, enn teir hava verið áður, og hóast hetta ikki hevur víst seg sum serligan trupulleika, so kann tað hugsast, at flokskenslan ikki verður tann, hon hevur ver- ið. At næmingarnir eru býttir í so nógvar bólkar og so sjáldan eru í sama bólki, ger eisini, at tað er torførari at skipa fyri útferðum og ekskuristónum, uttan at tað órógvar nógvar lærarar og nógvar bólkar, og tað er av- gjørt ein vansi Ov nógv skrivligt arbeið Omanfyri nevndu trupul- lerkar er tað ivasamt, um tað ber til at gera so ógvuliga nógv við, burtursæð frá at tað alla tíðina setur krøv um góða planlegging, men rektarin er ikki í iva um, hver størsti trupulleikin er, og at tað ber til at gera nak- að við hann Vit hava staðfest, at tíðindablaðið næmingarnir hava ov nógvar skrivligar uppgávur Og tað er serliga í ødrum flokki, at krøvini eru ov stór Næmingarnir megna illa at fylgja við, og tað sæst aftur í, at tað er nógv torførari at fáa skrivligu avrikini inn nú, enn tað var undir gomlu skipanin Knarra næmingarnir um hetta? Tað gera teir ikki í ser- liga stóran mun, og tað kemur so at siga ikki fyri, at foreldrini siga frá. Øll royna sum frægast at gera sítt ítarsta, men tað er tor- ført. Fleiri lærarar eiga børn, sum ganga í studenta- skúla, og tá teir so at siga eisini sita hinu megin borð- ið, síggja teir veruleikan hjá næmingunum bæði frá lær- arasjónarmiði og frá for- eldrasjónarmiði, og tað er gott Tað vil siga, at tað er, tí lærararnir siga, at teirra børn hava ov nógv at gera, at skúlaumhvervið hevur skilt korini hjá næmingun- um? — Nú er hetta ikki púra fremmant fyri okkum. Dan- >M fo ir fóru undir valskipanina nøkur ár undan okkum, og teirra royndir eru tær somu sum hjå okkum. Vit hoyra og lesa, at studentaskúla- næmingar í Danmark hava ov nógvar skrivligar upp- gávur, og hjá teimum er tað eisini í ødrum flokki, at ar- beiðsbyrðan er serliga stór. Hvi er hetta komið so- leiðis fyri? -Tá vit fyrireikaðu nýggju skipanina vóru tað lærararnir, sum skrivaðu uppskotini til kunngerðirnar fyri ymsu lærugreinarnar. Hetta eru fólk, sum hava bríkt stóran part av sínari tíð ul at útbúgva seg í åvis- um lærugreinum, og tí er ikki torført at skilja, at tey halda, at krøvini til læru- greinarnar, sum tey arbeiða við, skulu vera stór, og royndirnar eru, at læru- greinar, har tað eru krøv um skrivligar uppgávur, hava ein hægri status enn aðrar lærugreinir — Vit kunnu siga, at fak- ligu krøvini eru stór í nýggju skipanini, og at tey, sum hava havt ábyrgdina av heildini, hava ikki mett nógv neyvt um heildarar- beiðsbyrðuna. Hvat ætla tit at gera við trupulleikan? — Tað eru ætlanir frammi um at seta ein bólk at eftir- meta skipanina. Lands- skúlafyrisitingin hevur ikki sett bólkin enn, men eg kundi hugsað mær, at hetta verður gjørt heilt skjótt Og hvat skal so gerast fyri at minka um skrivligu arbeiðsbyrðuna ? Málið má vera at skerja mongdina á avrikum, sum skulu avleverast, men spurningurin er, hvussu hetta skal gerast. Í Danmark hava teir roynt ymsar mátar, eitt nú hava teir roynt at lata eina uppgávu telja fyri fleiri. Tað kann t.d. gerast við, at ein uppgáva í geografi verður avleverað á eingilskum, og so telur hon bæði í eingilskum og geo grafi Sámal í Skorini heldur ann- ars, at nýggja skipanin á fleiri økjum hevur fyrimun- ir fyri næmingarnar: Ein fyrimunur er, at næmingarnir sjálvir kunnu samanseta útbúgvingina Og ein annar fyrimunur er, at nú hava næmingarnir á støddfrødiligu deild nógv meiri enskt, enn teir høvdu undir gomlu skipanini, sam- stundis sum málsligu næm- ingarnir hava meiri av náttúruundirvísing Ikki hótt Tað hevur onkuntíð ljóðað, at studentaskúlin ikki er so populerur longur, sum hann hevur verið, og tá tølini um 17 upptøku á miðnámsskúlar nar komandi ár komu fram, varð sagt, at áhugin fyri studentaskúlanum er mink- andi. Men Sámal í Skorini er ikki bangin fyri fram- tíðini hjá studentaskúlan- um Tá nýggja skipanin kom vaks áhugin fyri okkara út- búgvingartilboði ógvuliga nógv. Nú er hann á veg aftur ímóti tí, sum hann var frammanundan, og tað er bara nátúrligt. Í Danmark er studentaskúlin framvegis populerur Kenslumálaráðharrin Ole Vig Jensen, var fyri nakað síðani á einum fundi í danska arbeiðsgevarafel agnum. Har fekk hann at vita, at ov nógv ganga í studentaskúla. Hann spurdi tey, sum vóru á fundi hverja miðnámsútbúgving teirra børn høvdu tikið ella vóru í ferð við at taka, og tá vísti tað seg, at so at siga øll áttu børn í studentaskúl- um! Hetta sigur mær, at fólk hava álit á, at stddentaskulin gevur eina góða útbúgving. sum bæði er alment menn- andi og sum gevur førleika til lestur, og soleiðis vænti eg, at tað fer at vera. Men eg rokni eisini við, at út búgvingartilboðini fara at verða broytt títtari, enn tey hava verið. Samfelagið broytist alla tíðina, og skúlaskapurin noyðist at fylgja broyttu krøvunum, sum samfelagið setur jh Studentaskúlin fær sær telduflokk Næmingarnir, sum skulu byrja á málsligu deild eftir summarfrítíðina hava tikið av tilboði um at gerast telduflokkur Í skúlaárinum, sum nú av álvara er farið at halla, hev- ur ein hægri handilsskúla flokkur á Kambsdali verið tað, teir kalla ein telduflokk- ur. Tað hevur verið gjørt eitt sindur burturúr hesum í fjøl- miðlunum, og m.a. lands- stýrismaðurin í skúlamálum hevur givið sítt vælsignilsi til royndarætlanina. Talan hevur verið um royndir, ið ikki eru gjørdar í føroysku miðnámsskúlun- um áður. Í fjør heyði hand- ilsskúlin á Kambsdali ein telduflokk. í fyrsta HH flokki, og í komandi ári verður royndin endurtikin í báðum fyrsta HH flokk- unum Og nú sær tað út til, at Kambsdalur eisini verður undangongustaðið, tá tað ræður um royndir við teldu- flokki í studentaskúlunum Á síðsta lærararáðsfundi var spurningurin um teldu- flokk vidgjørdur, og eim av niðurstøðunum var, at skúl- in skuldi spyrja seg fyri hjá næmingunum, sum koma inn á skúlan í summar, um teir eru áhugaðir at vera við í einari tílíkari ætlan. Teir 30 næmingarnir, sum skulu byrja í fyrsta málsliga flokki í august, hava fingið fyrispurning frá skúlanum, um teir eru áhugaðir í at taka lut í serligum teldu- flokki, og so at siga allir hava svarað, at tað eru teir. Ætlanin fyri í næstu viku Sámal í Skorini, rektari á Eysutroyar Studentaskúla og HF skeiði, sigur, at nú tað er staðfest, at næming arnir eru hugaðir at:taka lut í ætlanini, verður arbeitt víðari A síðsta lærararáðsfundi løgdu nakrir lærarar síni sjónarmið fram um hvussu teldan nógv meiri enn hig- artil kann vera amboð í und- irvísingini, og tá varð ein bólkur settur. sum til næsta lærararáðsfund, sum verður hósdagin í komandi viku, skuldi koma við eini meira nágreiniligari ætlan um, hvussu farast skal til verka. Um lærararnir taka undir við tí, sum bólkurin kemur við í næstu viku, so verður farið undir royndirnar eftir summarfrítíðina. | Lands- skúlafyrisitingin hevur langt síðani givið sítt við- mæli til, at teldan verður brúkt meiri í undirvísingini enn hon hevur verið hgartil, men fyrisitingin fer at verða kunnað um ætlanina, áðr- enn hon verður sett í verk Tveir málsligir flokkar verða á skúlanum eftir summarfrítíðina, og í hvussu so er annar teirra og kanska báðir verða tað, teir kalla telduflokkur krevunum Rektarin í Studentaskúlan- um á Kambsdali sigur, at hann ivast ikki í, at teldan innan heilt stutta tíð yvir- hevur verður nógv meiri brúkt í skúlunum, enn hon verður brúkt nú: — Tað er ikki ein spurn- ingur, um vit skulu gera meiri brúk av telduni, enn vit hava gjørt higartil, men heldur, nær og hvussu vit fara undir royndirnar. Vit hava internet á skúlanum, og nýtslan av tí økist við rúkandi ferð. Teldan tykist fara at gerast hvers mans amboð um stutta tíð. Tað verður m.a. tosad um „home banking“, sum merkir, at fólk skulu hava møguleika at avgreiða nógv av sínum viðurskiftum við peningarstovnarnar umveg- is telduna. Hetta eru bara dømi um, har teldan broytir gerandisdagin hjá fólki og serliga ungdóminum, og so mugu vit vera við Rektarin heldur eisini, at tað er sera týdningarmikið, at skúlin megnar at nøkta krøvunum, sum ungdómur- in setur til útbúgvingar tilbodini, og kanningin, ið skúlin nú hevur gjørt mill- um teirra, sum skulu byrja í summar, letur ongan iva vera um, hvat tey sekstan til átjan ára gomlu vilja hava - Okkara uppgáva er at bjóða næmingunum eina undirvísing, sum bæði gongur ynskjunum hjá næmingunum á meti og samstundis er í tráð við krøvini, sum eru ásett í kunngerðin fyri fakini. Urslitid og Rektarin undirstrikar, at tey í studentaskúlanum á Kambsdali eru greið yvir, at úrslitini av sovornum royndum, sum teir nú fara undir, eru nær tengd at, hvussu væl royndin er fyri- reikað: — Vit kunnu læra av royndunum, sum aðrir hava gjørt, og vit kunnu um- hugsa, hvussu tað kann lata seg gera at fáa sum mest burturúr í ymsu lærugrein- unum. Tað er alneyðugt at ansa eftir, at fakligu málini og krøvini ikki verða burtur, tí øll orka verður brúkt til tekniskar snildir. At finna réttu javnvágina í hesum sambandi er alneyðugt Næmingarnir skulu fram- vegis hava eina fakliga út- búgving, umframt at teir hava fingið ein nýmótans IT førleika. Næmingarnir skulu hava hvør sina teldu, og teldu- útbúnaðurin á skúlanum skal útbyggjast. Fíggjarligi parturin er ikki komin uppá pláss enn, men tað er greitt, at næmingarnir skulu sjålvir figgja ein part, og at skúlin eisini skal hjálpa til. jh