leygardagur 21. juni 1997síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 116 — 21. JUNI 1997
21
Fyrsti Intertoto-Cup
dysturin verður í dag
Fótbóltur: B36 spælir í dag fyrsta av
fýra Intertoto-Cup dystum. Dysturin
verður á Svangaskarði og er móti KRC
Genk úr Belgia
Í dag ger B36 comeback í
altjóða fótbólti. ,
Í 1992 gingu B36 og KÍ
undan við at melda til euro-
peisku kappingarnar, og
síðani tá hevur B36 onga
altjóða uppgávu havt
Í fjør var plaseringin í |
deild so mikið góð, at tað
rakk til eitt Intertoto-Cup
pláss
B36 skal spæla fýra inn-
leiðandi dystir í hesi kapp-
ing, og tann fyrsti verður á
Svangaskarði í dag kl
17.30. Hann er móti belg-
iska liðnum KRC Genk
Í 1992 var B36 bert eitt
lítið fet frá at koma víðari.
Teir taptu 1-0 á útivelli móti
Avenir Beggen úr Luxem-
burg. Á Svangaskarði stóð
væl til tá Kári Reynheim við
frísparksmáli legði B36
fram um 1-0.
Avenir Beggen klåradi t6
at javna hesa leidslu seinni
idystinum, og teir mis-
brúktu brotsspark. Saman-
lagt slapp liðið úr Luxem-
burg víðari
Nógvir hava
altjóða royndir
Nú stendur B36 aftur fyri
einari altjóða avbj6ding, og
tað gera teir við einum sera
sterkum liði, í føroyskum
høpi ið hvussu er.
— Nógvir av spælarunum
hava altjóða royndir frá
landsliðnum og við feløg-
um, og tað kann bara vera
ein fyrimunur, sigur Tumm-
as Eli Hansen, liðskipari hjá
B36, og sum sjálvur hevur
drúgvar altjóða royndir frá
landsliðnum
Ikki færri enn sjey spæl-
arar hava roynt seg á A-
landsliðnum, umframt nakr-
ir av teimum ungu, sum
hava verið við á U-lands-
liðunum.
Tað er stórur fyrimunur
at hava aljtóða royndir, tá
tú skalt spæla slíkar dystir.
Trýstið er heilt ødrvisi, og
dystirnir krevja meira av
tær
B36 ætlar sær ikki at
grava seg niður og bara
hugsa um at verja í dag. Teir
ætla sær fram á vøllin at
bjóða av.
— Sjálvandi skulu vit vera
varnir í verjupartinum, men
vit ætla okkum ikki bara at
verja. Skulu vit skapa eitt
yvirraskilsi, skal tað helst
vera í fyrsta dystinum, sigur
Tummas Eli Hansen.
Hava vant tvær
ferðir á Toftum
B36 hevur fingið nakað av
vitan um belgiska mót-
stødulidid, og serliga er tað
venjarin, Tomislav Sivic,
sum kennir nakað til hetta
lið.
Enn hava spælararnir ikki
fingið frágreiðing um liðið,
men tað fáa teir á taktikk-
fundi, sum verður í dag. Tá
verður eisini kunngjørt
hverjir av teimum 18 spæl-
arunum, sum eru við til
dystin, skulu byrja á vølli-
num.
Mikudagin og hósdagin
vandi B36 á Svangaskarði.
Tað er heilt ødrvisi at spæla
á grasi og graslíki, og tað er
nakað, teir hava roynt at
vant seg við undir hesum
venjingunum.
Í dag verður ein løtt venj-
ing í Havn, og í morgin kl.
14.00 savnast spælararnir til
eina máltíð og taktikkfund.
Kl. 17.30 verður dysturin
bríkslaður í gongd, og so
MARIA POULSEN
hevur B36 90 minuttir til at
fáa eitthvert burtur úr
Nýtist ikki at
strævið
að eru mong sum halda, at
B36 kann koma at líða und-
ir, at teir hava so tætta og
umfatandi skrá restina av
árinum.
B36 skal sum øll hini
feløgini spæla 18 dystir í
landskappingini, umframt
Tad er ein fyrimunur
fyri B36, at nógvir av
spælarunum hava
altjóða royndir. Heili
sjey av spælarunum
hava roynt seg å A-
landsliðnum, og fleiri av
teimumungu hava verið
á U-landsliðum
at liðið framvegis er við í
steypakappingini. Afturat
hesum koma altjóða upp
gávurnar, sum spælararnir
hava í Intertoto-Cup og á
landsliðnum, og samanlagt
verður tað til fleiri dystir
enn nakað annað felag hev-
ur.
- Tað nyttar ikki at blíva
við at tosa um, at tað verður
strævið, tí tað verður so
strævið, sum vit gera tað til
GI hevur áður verið við í
nógvum kappingum, og tað
hevur gingið fínt hjá teim-
um, so sjálvur stúri eg als
ikki fyri hesum, sigur
Tummas Eli Hansen.
— Tað ber altíð til at brúka
altjóða fótbóltin sum und-
anførslu, um tað nú ikki
spælir væl av í heimligu
kappingini, men tað síggi eg
onga meining í. Hetta verða
nakrir sera spennandi dystir,
og eitt stórt upplivilsi fyri
okkum allar
Umframt dystin móti
belgiska liðnum, hevur B36
heimadyst móti russiskum
liði. Á útivelli hevur B36
uppgávur í Noregi og í
Grikkalandi
Men fyrsta uppgávan
verður á Svangaskarði í
dag, og tað er í fyrsta dyst-
inum at B36 ætlar at loypa
kvøkk á.
ek
Nú hittast B71 og FS Vágar
Fótbóltur: Í morgin hittast B71 og FS Vágar á Sandi. Nógv stendur uppá spæl hjá báðum liðum
Tað er lagt upp til eitt brak
av einum fótbóltsdysti, tá
botnlidini B71 og FS Vágar
hittast å Sandi f morgin.
FS Vågar liggur f løtuni
aftast í |. deild, og hevur
ikki vunnið sær nakað stig
enn. B71 er næstaftast, og
seinasta umfar fingu teir sítt
fyrsta stig, tá teir spældu
javnt móti B68 á Svanga-
skarði.
Fyri spælandi venjaran
hjá FS Vágar verður tað eitt
ødrvisi upplivilsi at fara til
Sands at spæla. Piotr Kra-
kowski var í nógv år spælari
og venjari á Sandi, áðrenn
hann í fjør flutti til FS Våg-
ar.
Hetta er fyrsta ferðin, at
Piotr nú skal spæla á Sandi
ímóti B71.
— Tað verður ein trupul og
tættur dystur, men vit fara
suður fyri at fáa í minsta
lagi ein javnleik burtur úr,
sigur Piotr Krakowski.
Hann hevur allar sínar
mans tøkar uttan Mikkjal
Danielsen, sum fekk reytt
kort seinasta vikuskiftið, og
tí er leikbannaður. Torkil
Nielsen, sum saman við
Jonhardi Joensen hevur
mannað álopið seinastu
dystirnar, noyddist út við
skaða í fótinum seinast,
men hann verður eftir øllum
at døma klárur í morgin.
Útisetar koma heim
Hjá B71 kemur tað til góð-
ar, at fleiri útisetar nú koma
heim í summarfrí, og tríggir
mans, sum hava tikið mong
tók saman við B7I, eru
heima um vikuskiftid.
Teir eru Rúni í Soylu,
Frankie Jensen og Jógvan
Jón Petersen, og ið hvussu
er tveir av teimum vera við
í morgin. Hávardur Jo-
hannesen, sum hevur spælt
á høgra vongverja, er burt-
urstaddur og verður íkki
við.
Seinast manglaði B71
póllendska málverjan
Valdemar Nowisci, tí hann
var skaddur, men hann er
komin so væl fyri seg nú, at
tað er púra vist, at hann
stendur millum B71-steng-
urnar í morgin.
- Nógv fólk halda, at
dysturin móti FS Vágum er
seinasti kjansur hjá okkum,
og hetta er ein uppgerð um
niðasta og næstniðasta pláss
í deildini, men soleiðis síggi
eg ikki dystin, sígur Eli
Hentze, spælandi venjari
hjá B71.
— Dysturin hevur stóran
tydning, og eingin skal ivast
f, at vit ætla at vinna hann,
men tad er framvegis meira
enn helvtin av kappingini
eftir at spæla eftir hendan
dystin, og nógv kann fram-
vegis henda
Í fullum álvara
Dysturin í morgin kann ger-
ast tættur og spennandi, og
liðini vera uttan iva sera
uppsett til dystin.
— Fortreytirnar til ein slík-
an dyst eru heilt ødrvisi enn
tá tú til dømis spælir móti
HB ella GÍ, tí nú halda fólk,
at at vit eiga at vinna, og so
er vandin beinanvegin, at tú
tekur ov lætt uppá uppgáv-
una, sigur Eli Hentze.
— Vit hava tosað um tað
fyrr, og eg fari at endurtaka
tað fyri spælarunum, at tað
nyttar einki, at vit taka lætt
uppá hesa uppgávuna. Hon
verður minst líka torfør,
sum allar hinar. FS Vágar
ætlar sær sjálvandi eisini at
fáa okkurt burtur úr dystin-
um, og tað verður trupult
hjá okkum at vinna.
Seinastu fimm árini hava
vágalið tríggjar ferðir vitjað
á Sandi, og tey hava ikki
vunnið. Í 1992 endaði javnt
2-2 millum B71 og SIF, og
bædi f fjør og fyrraårid vann
B71 á FS Vágum.
ek
r
samrødu- |
evnið
Í morgin spæla GÍ og
B68 í Gøtu, og sentrala
evni í umrøduni av hes-
um báðum feløgunum
hesa vikuna, hevur ver-
ið Ossur Hansen, sum
flytir frá B68 til GÍ.
Øssur verður ikki við
hjá B68 móti GÍ, og tað
er dyggur smeitur hjá
B68. Einki leikbann
forðar nøkrum spælara
at vera við, og liðið hjá
B68 verður tað sama
sum seinast.
Hjá GÍ er. stødan
eisini tann sama. Teir
hava einki leikbann, og
eingin skaði forðar nøk-
rum spælara.
Gøtumenn liggja væl
fyri í oddinum, og tað
er ikki so langt upp til
fremstu liðini. Dysturin |
móti B68 er ein av teim-
um, sum skal vinnast,
skal leiðin liggja fram í
oddin.
Og B68 vinnur sjåld-
an í Gøtu. Seinast teir
vunnu var í 1995, tá tað
endaði 2-0. Í fjør vann
GÍ-2-1 og í 1994 5-2.
Bæði í 1992 og 1993
endaði við javnleiki.
NSÍ
heldur
stevnu í
Klaksvík
Tað er vna
hetta vikuskiftið, men
stóru ítróttartilboðunum
man tað vera so sum so
við í kappingini í ár,
og 1. deildarliðið í fótbólti
skal til Klaksvíkar sunnu-
dagin. Tað hevur verið
uppá tal at býta um, so KÍ
fór til Runavíkar hetta
víkuskiftið, men einki
meiri er komið burturúr
prátinum.
Klaksvíkingar = skulu
gera enn eina roynd at
venda óhepnu gongdini,
men fyritreytirnar eru ikki
av teimum bestu. Allan
Mørkøre og Allan Joensen
eru leikbannaðir. Tveir
nýggir miðvallarar skulu
finnast at hjálpa Jan Joen-
sen. Millum meguleikar-
nar eru R