Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 1997síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið Nr. 117 — 24. JUNI 1997 Pauli Nielsen, rektari: Tú kanst stara teg blindan Reða hildin. tá 10 lærarar tóku progv á Feroya Lær- araskúla 20. juni 1997 kjast vera um, at ygin kann verða ein ður karmur um fólka kúla okkara komandi árini garinnar anda. Lærarar ja stóran dent á eftur útbúgving komandi árin Nakrar broytingar frá álit inum vórðu gjørdar undir tingviðgerðini. ikki allar líka hepnar eftir minum tykki, tí tær grugga tað hug- sjónarliga grundarlagid, sum upprunaliga lógarupp- leggið so greitt byggir á. Vit mugu sanna, at veru- leikin er, at politisk sjónar- mið viga tyngri enn tey pedagogisku. Stutt kann sigast soleiðis um pedagogisku og hug- sjónarligu grundsjónarmið- ini undir lógini: Í skúlanum skulu børnini kunnast við heimin upp á gott og ilt. Tey skulu læra at velja og vraka og at lurta eftir og virða síni medmenniskju sum tað sømir seg menniskjum i einum frælsum mannasam- felag. Tey skulu læra at taka avbjóðingar sum tær koma Tey skulu fáa alla neyðuga hjálp at tora at leita inn í tað ókenda, og tey skulu læra at siga frá, tá ið upp- gjørdir autoritetar krevja av teimum, at tey skulu vera, sum onnur vilja hava tey at vera, og ikki sum tey innast í síni egnu sál kenna, at tey eiga at vera. Tað gevur virðing bæði Øø } ákærum! um eftir eti og lítið skil Nú eitt kveldið sat cg hugdi at eimi av teimum mongu donsku sendingur um í Sjónvarpi Føroya. Ein maður skuldi gita, hvat 10 tað vóru fyri fólk, sum búðu einum ótrúliga ruddiligum húsum. Aftanfyri tann mannin og sjónvarpsvertir sat ein maður við teldu Hann var helst samfelags granskari og heyði býtt fólk upp í bólkar eftir ávísum eyðkennum, soleiðis sum samfelagsgranskarar gera Sum ketta upp úr høvda- trogi, soleiðis helt eg ið hvussu er, legði hann efur tí, sum hann neyndi >mo- derna uppaling< Hon var soleiðis, vildi hann vera við, at tá ið barnið spurdi, hvat ið klokkan var, so svaraði tann modernaði vaksni uppalarin: >Hvat heldur tú?< Stórur fagnaður millum áhoyrararnar. So snúðraðum bólti skal ein leita leingi eftir Men sjónarmiðið verður hoyrt og fær undirtøku. Tílíkt einfalt tvætl taka óskettin fólk lættliga til sín, og tað gevur teimum, sum vilja hava, at vit skulu seta eitt ávíst høvd á børnini, lætt spæl Men heilin verður tað, sum vit bjóða honum, siga heilagranskararnir, og tí er tað at m.a. Vygotsky longu í 1926 í bók síni um peda- gogiska psykologi vísir á áneyðirnar av, at børnini læra av egnum virksemi i staðin fyri óvirkin at taka ímóti. Tá ganga uppaling og undirvísing hond í hond og Nýggju lærararnir: Jensebeth Absalonsen, Hallbjørg Fríálvsdóttir, Birgit Hansen, Fía Jacobsen. Sigurlaug Joensen, nussen, Malan Mohr, Jákup av Skarði og Mariann Øster. Mynd Jens K. Vang Tora Joensen, Karina Mag tú fært líkindi at menna teg í treysti til tín sjálvs og til teir møgulerkar, sum eru í felagsskapinum Gustav Jónson er svensk- ur sålarfrødingur, kendur fyri sitt ótroyttiliga arbeiði at hjálpa niðurundirkom- num fólki at fóta sær og fáa ment sjålvsvirdingina Hann sigur í bók síni, »Sømmet i klaveret« frå hesi hending Sum bladungur sålarfrød- ingur varð hann biðin um at vera við í einum orða- dysti í útvarpinum við ein kendan lækna, sum í tíð og ótíð herjaði á alt og øll sum hildu. at skúlin var ov strangur og stirvin, og at leiðin til virðiligt lív heyði sín uppruna í eini frælsari uppalinghugsan Knappliga setti hann Gustavi Jenson henda spurning: Hvat hevði tú gjørt, um tú konst inn í stov una og sá, at sonur tín stóð og smíðaði ein seym niður í lokið á klaverinum? Gustav Jenson svaraði: >Vælferðin hjá soni mínum er mær dýrmætari enn eitt og hvert klaver«. Og so legði hann afturat: >Men eitt barn, sum er uppalt í frælsari virðing hevði ong- antíð funnið uppá at gera tað<. 25 ár seinni var hann boð- in at halda ein fyrilestur í Linkjøping. Aðrenn hann slapp upp á rødarapallin greiddi fyrireikarin áhoyr- arunum frá, hver ið mourin var við hesum orðum »Hetta er maðurin, sum heldur, at børn fáa skaða av ikki at sleppa at smíða seymir í lokið á klaverin- um« Soleidis er so mangan Men vita vit vaksnu ikki øll innast inni, hvat ið kundi havt mergjað okkum, og hvat ið kundi havt givið okkum eitt ríkari lív? Á eini Sting-plakat á hurðini inn í kamarið hjá einum ungdómi, sá eg her- fyri hesi orðini: If you love somebody — set them free! Alla staðni uttanfyri hurð- ina ljóðar nýggja uppaling- arherrópið: Vit mugu seta mark. Og vituliga er tað so, at summi vaksin hava ilt við at liva upp til ta krevjandi uppgåvu, at geva børnunum neyðuga førningin út í lívið Og av og á síggja vit, at heldur eingin annar hevur havt eydnuna við sær at hjálpa teimum at hava kjølin í sjónum — t.d. heldur ikki skúlin. Í bløðunum lesa vit av og á um vaksnar menn í tjúg- unum, sum gera seg inn á tilvildarlig fólk, sum koma framvið Vit ógvast við. Men tað, sum tey flestu ikki vita, er, at ið hvussu er vidhvørt er onkur skipan í tilvildini Hesir vaksnu menn spæla 21-spæl í gøtunum í Havn og í Klaksvík. og kanska aðrastaðni við. Teir standa og telja tey, sum fara fram- við, og tá ið komið er til 21, verður farið aftaná Úrslitið hoyra vit við hvert um í fjølni "num Ti er tað, at skúlin skal geva børnunum og teimum ungu lívssjónir, so tey kunnu fóta sær og ikki fara til grundar í vantandi vitan um dygdirnar og møguleik arnar í lívinum Ti er tað, at lærarayrkið er so trupult og so dupult Tí er tað fakliga og menn- iskjansliga óforsvarligt bara at síggja fakligheitina upp á ein máta Tí er tað ófyrigeviligt, um lærarar bara bjarga sær inn í fakligheitina, soleiðis sum eg ið hvussu er hoyri summi fólk við valdi á skúlaskapin- um siga við hvert Sum lærari sleppur tú ikki undan eisini at geva nógv av tær sjálvum. Gert tú ikki tað. byrgir tú fyri, at næm- ingarnir geva nakað av sær, og tá eru flestu vegir til dygga læring stongdir Kendi ítalski pedagogur- in Malaguzzi sigur tað so væl Eitt barn hevur hundrað mál men verður rænt tey nitiogny ggju Skulin og mentanin loysa hevur frá buli Tey noyða okkum at hugsa uttan kropp og at virka uttan høvur Spælið og arbeiðið veruleikin og hugflogið vísindin og gyklið tað innara og tað ytra verða gjørd til mótsetningar Her á Læraraskúlanum hava vit lagt upp til, at tit heldur læra tykkum hvussu tað nógva hongur saman Tit fingu eina serstaka byrjan saman við pedagog unum, sum endaðu útbúgv ingina fyri einum hálvum ári síðani. Saman við teim um fingu tit malið sjónar miðini um uppaling á eini hvern, sum var størri og rúmligari enn vanligt Eg veit, at tit ivadust í byrjanini Nú tit eru liðug, havi eg skilt á tykkum, at júst hesin meldurin hevur gjørt tykk- um før fyri, meira enn vit hava hildið, at øll í undan- farnum flokkum hava megnað, at síggja teir fjøl broyttu møguleikarnar í skúlaarbeiðinum Eg nevndi í byrjanini, at tit fara út, júst sum ein nýggj skúlalóg er samtykt á Fer oya Løgtingi Tit fara út eftir eini gaml ari lóg um læraraútbúgving Onkur kann tí hava hug at spyrja: Eru ut før fyri at starvast innan nýggju karm ar folkaskulans? Mær tykir, at tit júst hava fingið tann ferning við tykkum, sum kann gera tykkum før fyri at starvast í skúlanum og menna hann í komandi tíðum Tit hava lært, at tað kann vera gevandi at møta term um, sum starvast vid børn um og ungum á ødrum øk; um enn tykkara egna Tit hava lært, at tað kann koma at roynast rættiliga gelt at stara seg blindan at sínum egna nalva, sama hvussu vakur hann er Læraraskúlin hevur lært nógv saman við tykkum Fit skulu hava stóra tøkk frå okkum, ið starvast á skúlanum. fyri ta orku, tit hava lagt í útbúgvingina hesi 4 árini Hjartaliga tillukku- rr —