leygardagur 8. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 213 - 8. november 2003
Nr. 213 - 8. november 2003
7
Í morgin kemur árið hjá Ljómi í hæddina
Koyring við gróti í Trongisvági:
Ongin orsøk at stúra fyri okkum
Ì annaðkvøld hevur
Kirkjukórið Ljómur
siðbundnu Allahalg-
annakonsertina í
Vágs Kirkju
KONSERT
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Heilt síðani Kirkjukórið
Ljómur varð stovnað í
1939, hevur tað at kalla
hvørjum ári havt eina
konsert um tað mundi, alla-
halgannadagur er.
Allahalgannadagur er 1.
november og í ár verður
konsertin á gudstænastu í
annaðkvøld, sunnukvøldið
klokkan 18.00.
Hendan løtan í Vágs
Kirkju, tá ið korið hevur
allahalgannakonsert, er árið
hjá Ljómið komið í hædd-
ina, tí hetta er løtan, tá ið
tikið verður samanum árið,
ið fór.
Ella sum tey sjálvi, so
sveimandi siga:
– Dagurin er styttur og alt
úr bø og haga er komið til
høldar. Flytifuglurin er
farin í heitari lond, soleiðis
ber løtan brá av sorgblíðni
og tøkk.
Ymiskt á skránni
Á konsertini hesuferð fara
tey at syngja "Beati Mor-
tui" eftir F. Mendelsshon –
Bartoldi. Tey fara eisini at
syngja "So friðarlig er
grøvin" eftir Christopher
Tye, sum Vilhelm Meyer
hevur týtt til føroyskt. Aðrir
sangir eru "If ye Love me"
eftir Thomas Talls og
"Meine Seel ist stille zu
Gott" eftir Moritz Haupt-
mann. Harumframt verður
onkur føroyskur sálmur
eisini á skránni. Á Guds-
tænastuni fer nýggi vágs-
prestur, Patric de Neer-
gaard, at lesa dagsins tekst.
Tað verður eisini felags-
sálmar og tá verður tað
Niels Nolsøe, sum spælir
undir upp á tað gomlu
urguna.
Nú hvítna tindar
Ikki skerst burtur, at sálm-
urin, "Nú hvítna tindar"
hevur ein serligan týdning
fyri Kirkjukórið Ljóm.
Og ímeðan offrað verður,
fer Kórið at syngja hendan
sálmin hjá Grundtvig.
Tað var einaferð fyrst í
fýratiárunum, at Edith Dahl
heitti á Robert Joensen um
at týða sálmin "Nu falmer
skoven trint om land" til
føroyskt. Hegnisliga um-
skrivaði hann sálmin til
okkara viðurskifti, og fáur
vildi trúð, at hann ikki var
upprunaliga føroyskur.
Hesin sálmurin varð stutt
eftir sungin á fyrsta sinni í
Vágs kirkju til offurguðs-
tænastuna, og tað hevur
hann verið síðani og nú er
tað meiri enn seksti ár síð-
ani.
Sjáldsama gott
samstarv
Hesi seinastu árini hevur
Dorte Tilma úr Århus verið
kórleiðari hjá Ljómi. Hon
er organistur í Langenæs
kirkjuni í Århus. Ljómur
fekk samband við hana, og
eitt vikuskifti um mánaðin
ferðast hon trúliga til Før-
oya at venja Ljóm og tá
verður vant alt vikuskiftið.
Ljómur sigur, at kórleiðar-
anum dámar væl í Føroyum
og samstarvið er sjáldsama
gott.
– Veruleikin er, at
persónbilarnir eru til
størri vanda fyri
ferðsluna enn vit,
sum koyra lastbil,
sigur Mortan Søren-
sen, talsmaður hjá
teimum, sum koyra
grót til nýggju ferju-
leguna í Trongisvági
FERÐSLUTRYGD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit vísa størstu ábyrgd, tá
ið vit koyra lastbil.
Tað
sigur
Mortan
Sørensen í Øravík.
Hann er ein av teimum
sjey bilførarunum, sum
koyra grót úr grótbrotinum
Inni í Líð í Trongisvági, út
til nýggju samferðsluhavn-
ina uttanfyri Drelnes.
Hann er eisini talsmaður
hjá teimum sum koyra. Og
hann er ikki samdur við
teimum, sum nú føla seg
ótrygg av teirri koyring,
sum nú er um dagarnar við
gróti úr grótbrotinum, yvir
á ferjuleguna.
Ein, sum følir seg ótrygg-
an, er skúlastjórin á Tvør-
oyri, sum hevur skrivað
kommununi bræv, hann
hann sigur, at eftir hansara
tykki er skúlavegurin hjá
børnunum vorðin lívshætt-
isligur, tí tað kemur fyri, at
grót dettur út biliunum, á
vegin. Og tað heldur hann,
at skaði kann standast av, tí
lastbilarnir koyra beint eftir
skúlavegnum hjá nógvum
av børnunum, sum ganga í
skúla í Trongísvági.
Fýlst hevur eisini verið á,
at lastbilarnir koyra ov
skjótt.
Innanfyri lógarinnar
mark
Men
Mortan
Sørensen
heldur ikki, at tað er nøkur
orsøk til at stúra fyri
koyringini. Tað er heldur
ongin orsøk til at føla seg
ótrygg fyri teimum lastbil-
um, sum koyra.
– Vit taka koyringina i
størsta álvara og vit vísa so
stóra ábyrgd fyri koyring-
ini, sum vit eiga, sigur
hann.
Hann sigur, at lastbilarnir
halda seg eisini væl og
virðiliga innanfyri lógar-
innar mark, bæði, hvat ferð
viðvíkur og hvat grótinum í
lastini viðvíkur.
Hann viðgongur tó, at í
fyrstuni, tá ið koyringin
byrjaði, vóru ymsir trupul-
leikar.
– Onkur hevði kanska
hug at koyra nakað skjótt
og tað kom eisini fyri, at
tann, sum fylti í, hevði
lyndi til at koyra nakað
nógv í lastina.
Tað førdi í einstøkum føri
við sær, at onkur steinur
datt á vegin, sigur hann.
Hann sigur, at trupulleik-
an við ferðini, hava teir,
sum koyra, tosa um og ferð-
in er ikki ein trupuleiki
longur. Og trupulleikan við
at ov nógv verður fylt í last-
ina, hava teir tosað við
byggifelagið um og tann
trupulleikin er eisini loystur
í sátt og semju við byggifel-
agið, so nú er ikki meir í
lastini, enn loyvi er til at
hava.
– Vit fáa vist fyri hvørt
kubikk, so tað er onki enda-
mál hjá okkum at koyra
meiri í lastina, enn vit hava
loyvi til, tí so missa vit
pening.
Mortan Sørensen leggur
afturat, at lastbilarnir koyra
ikki eftir skúlavegnum hjá
børnunum.
– Børnini hava gongu-
tunnil undir landsvegnum
at ganga ígjøgnum og tí
koma tey ikki í samband
við koyringina.
Hann vísur eisini aftur
páhaldinum um, at tað er
komið fyri, at steinar eru
dotnir av lastbilunum, beint
við tunnilsmunnarnar, tí tað
passar ikki, sigur hann
Persónbilar størri
vandi
Mortan Sørensen sigur, at í
veruleikanum er personbil-
arnir nógv størri vandi fyri
ferðslutrygdina enn lastbil-
arnir eru.
– Tað kemur alt ov ofta
fyri, at persónbilar, sum
koma av Tvøroyri, inn á
Landsvegin við Shellstøð-
ina, ikki halda av, hóast
hávatenn eru í vegnum og
tað elvir lastbilunum til
stórar trupulleikar.
Tað er eisini vanligt, at
persónbilar, sum koma
inneftir ikki halda av, sum
teir skulu og tað elvir eisini
til stórar trupulleikar.
Talsmaðurin hjá lastbil-
førarunum staðfestir, at
skelti eru sett upp sum siga,
at bilar, sum kora inneftir,
skulu halda av fyri bilum,
sum koma heimeftir, men
tað er heilt vanligt, at tann
víkiskyldan ikki verður
hildin.
– Tað tænir teimum, sum
koyra lastbil til rós, at ongin
skaði er hendur, tí ein
fullfermdur lastbilur er ikki
lættur at steðga. Men at
ongin skaði er hendur, er
besta prógvið um, hvussu
hampiliga lastbilarnir koyra,
sigur Mortan Sørensen.
Hann sigur, at einaferð er
tað hent, at ein spegil á
einum persónbili fór, men
tað var tí, at persónbilurin
trokaði seg fram, táið hann
kom inneftir og sostatt ikki
helt av, sum hann átti.
Nú ætlar Tvøroyrar Bý-
ráð at heita á Landsverk-
frøðingin um at seta ferðina
á strekkinum niður á 30
km/t.
– Tað ger ikki mun hjá
okkum,
sigur
Mortan
Sørensen
Vágs Kirkja er karmurin um
Allahalgannakonsertina, sum
Ljómur heldur á hvørjum
ári. Hetta er ein konsert, sum
ber brá av sorgblíðni og tøkk
– Lastbilarnir, sum koyra grót til ferjuleguna í Trongisvági, eru ikki til vanda fyri trygdina, tí
vit kenna okkara ábyrgd, sigur Mortan Sørensen, sum sjálvir koyrir hendan bilin
Katrin Dahl Jakobsen
vil hava at vita, um
nakrar reglar eru fyri,
hvussu politikarar
stuðla ymsum
tiltøkum
ALMENNUR STUÐUL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Kunnu politikarar lata
pening til ymisk endamál,
sum teir vilja?
Tað vil Katrin Dahl
Jakobsen, løgtingskvinna,
nú hava at vita.
Tí hevur hon nú sett
Høgna Hoydal, landsstýris-
manni, nakrar fyrispurn-
ingar
í
tinginum
um,
hvussu politikarar brúka
skattaborgarans pening.
Sum dømi nevnir hon
filmin, Færøerne.dk, ið er
ein filmur um samráðing-
arnar ímillum Føroyar og
Danmark um fullveldi.
Hesin filmurin fekk stuð-
ul úr sjálvsstýrisfyrisiting-
ini undir løgmansskrivstov-
uni hjá Landsstýrinum og
tað heldur Katrin Dahl
Jakobsen, krevur eina nærri
frágreiðing.
Hon vil hava at vita,
hvussu ein umsting undir
Landsstýrinum stuðlar ein-
um filmi, sum annars ikki
hoyrir undir økið hjá hesi
umsiting.
Í fyrstu atløgu vil hon
hava at vita, hvussu stórur
stuðulin frá sjálvstýrisfyri-
sitingini var.
Hon vil eisini hava at
vita, hvør gjørdi av, at film-
urin skuldi fáa stuðul og av
hvørjari kontu stuðulin er
latin og eftir hvørjum regl-
um í hesi kontu, stuðulin
varð latin. Samstundis vil
hon hava at vita, um hen-
dan kontan fevnir um ann-
an listarligan ella mentan-
arligan stuðul.
Eiga at ansa sæl eftir
Hon vil eisini hava at vita,
hvussu umsóknin varð við-
gjørd, hvørjum fortreytum
slíkar umsóknir verða við-
gjørdar eftir, áðrenn avgerð
verður tikin um, antin stuð-
ul skal latast ella havnast.
Hon vil eisini hava at vita
frá Høgna Hoydal, um tað
nakrastaðni er lýst, at tað
bar til at søkja um stuðul úr
sjálvstýrisfyrisitingini til
film.
Katrin Dahl Jakobsen
heldur, at tað er munur á,
um eitt tiltak ella eitt
mentanarligt verk verður
stuðlað úr privatum lumm-
um, ella um stuðulin fer úr
okkara felags kassa.
– Politikarar eiga ikki at
leggja seg út í, hvat privat
feløg stuðla. Men er talan
um almennan pening, eiga
vit at bæði at skjalprógva
og grundgeva væl og virði-
liga fyri hvørjari krónu hjá
skattaborgaranum,
sum
verður latin og eftir hvørj-
um reglum, fortreytum
stuðulin er veittur.
– Eru hesi viðurskifti ikki
greið, eigur peningur ikki
at verða latin.
Hon nevnir, at Mentanar-
grunnurin hevur greiða
endamálsorðing og sam-
svarandi kunngerð, sum
sigur, hvør ger av, um stuð-
ul skal latast.
Katrin Dahl Jakobsen
sigur, at vit eru farin meira
og meira burtur frá, at
landsstýrisfólk hava kontur,
sum tey sjálvi ráða yvir og
kunnu gjara út av, sum tey
vilja.
Hon heldur eisini, at tað
er stórur munur á, at ein
umsiting stuðlar einum
tiltaki, sum reint fakliga
kann metast at hava áhuga
hjá vikomandi umsiting.
Men hon heldur, at tað er
løgið, at sjálvstýrisfyrisit-
ingin stuðlar einum tiltaki,
sum má metast at koma
undir heiti mentan og list.
– Tá ið farið verður eftir
pengum frá borgaranum,
eiga saklig atlit at verða tik-
in, samstundis, sum vit
mugu tryggja okkum, at øll
eru líka fyri lógini.
Ikki nøgd
Høgni Hoydal hevur annars
áður í Dimmalætting sagt,
at stuðulin til filmin var
eftir bókini og at hann átti
at fingið enn meiri í stuð-
uli, enn hann fekk.
So vítt Høgni Hoydal
minnist,
fekk
filmurin
200.000 krónur í stuðuli,
sum vórðu tiknar av eini
upplýsingarpulju, haðani
arbeiðið við Hvítubók eis-
ini varð fíggjað.
Men Katrin Dahl Jakob-
sen heldur ikki at hetta er
nøktandi og vil hava at
landsstýrismannin at út-
greinað málið beinleiðis
fyri Løgtinginum.
Vil hava at vita um politikarar
kunnu gjara út sum teir vilja
– Tá ið vit fara í lumman hjá skattgjaldarunum, eiga vit at
skjalprógva og grundgeva væl og virðiliga fyri hvørjari krónu,
sum vit brúka, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Tí vil hon hava eina
frágreiðing frá Høgna Hoydal um stuðul, hann hevur latið til
ein film
C
M
Y
K
7
6
Lmqfjbo^º^o ^o_bfºpdlkdafo
?bqof ^o_bfºprjes∞osf
E≠hh^º q≠k^pqrpq∞ºf
?bqof hrka^k∞dapbjf
I≠dof hlpqk^ºfo
∫hbvmfp p^jphfcqf jfiirj rqq^keŁpfp abfiafo
Phgˆq^of ld c≠oof qbibclk^sdobfºpiro
Jfkkf sfºiÒh^e^iap¸qobfºpiro