Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 213 - 8. november 2003 Nr. 213 - 8. november 2003 9 Vágoyggin kann samstarva Vald og gjald fylgjast at Borgarstjórin í Tórs- havnar kommunu, Jan Christiansen, góðtekur ikki, at kommunurnar bert skulu gjalda fyri barnaverndina, men samstundis ikki sleppa ikki at valda. – Tað ber bara ikki til, at vit yvirtaka eitt økið, har vit ikki sjálvi sleppa at av- gera, hvussu økið skal skipast, sigur Jan Christiansen NÝGG BARNA- VERNDARLÓGGÁVA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Vald og gjald skulu fylgj- ast at, sigur ein avgjørdur Jan Christiansen, tá hann verður spurdur um, hvat hann heldur um, at ein Meginbarnavernd undir landsstýrismanninum skal hava eftirlit við barna- verndunum hjá kommun- unum kring landið. Hann tekur undir við, at eitt eftirlit skal verða á økinum, men tað skal ikki verða undir landsstýris- manninum, tí so er vandi fyri, at landið fær ov stórt vald á økinum. Hann ber ótta fyri, at kommunurnar bert fara gjalda fyri barna- verndina, men at framvegis fer landið at stýra økinum, og tá er eingin grund til at yvirtaka økið. Jan Christiansen vísir á, at stovnurin, ið skal hava eftirlit við barnaverndunum átti at verið skipaður sum ein interkommunalur stovnur, og ikki undir landsstýrismanninum, sum uppskotið um nýggja barnaverndarøkið mælir til. – Kommunurnar hava sett fram ynski um, at tær vilja yvirtaka øll økini, ið hava nakað við borgaran at gera, tað verið seg á barna- og eldraøkinum. Men krav- ið er so, at vit eisini sleppa at ráða á økinum, tí annars er eingin grund til at yvir- taka økið, sigur Jan Christi- ansen Færri eindir Jan Christiansen heldur tað vera lítið sannlíkt, at allar kommunurnar kring landið skulu hava sína egnu barna- vernd. – Barnaverndarøkið er rættiliga kostnaðarmikið, og verða fleiri tilburðir í eini kommunu, har barnavernd- in má inn, er vandi fyri, at fíggjarliga støðan komm- ununum kollsiglir, og tað kann ikki verða ikki rætt. Vit í Kommunusamskipan Føroya mæla til, at økið verður býtt út í 9 eindir, so sleppast kann undan, at kommunur kring landið koma í óføri av barnavernd- arøkinum, sigur borgarstjór- in í Tórshavnar kommunu. Økjandi útreiðsla Jan Christiansen sigur, at forsorgarøkið gerst dýrari og dýrári fyri hvørt ár. – Vit hava ein mistanka um, at landið hevur sæð, at forsorgarøkið er ein tikkndi bumba, og tí skulu vit yvirtaka økið. Forsorgarøk- ið er vaksið nógv seinastu árini, og einki bendir á, at útreiðslurnar fara stagnera í framtíðini. Vit vilja gjarna yvirtaka barnaverndina, men skulu vit eisini ráða yvir, hvussu vit ynskja at skipa okkum á økinum, greiðir borgarstjórin frá. Borgarstjórin í Tórs- havnar kommunu væntar, at kostnaður á forsorgarøk- inum fer komandi árini at verða tað dupulta av, hvat økið kostar í dag. Hann heldur tí tað verða í tøkum tíma, at avvarandi myndug- leikar fara at umhugsa eina nýggja skipan á økinum. Borgarstjórin í Sandavágs kommunu, Rósa Samuelsen, sær ongan trupulleika í, at kommunurnar í Vágum fara at sam- starva um barna- verndarøkið. Hon tekur tískil undir við Kommunusamskipan Føroya, ið metir, at barnaverndarøkið skal leggjast út á størri eindir, enn lógaruppskotið hjá Almannaráðnum mælir til NÝGGJ BARNA- VERNDARLÓGGÁVA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Málið um nýggja barna- verndarlóggávu í Føroyum hevur leingi verið í um- búna. Fyrsta viðgerð av nýggju lógini hevur verið, og málið liggur nú í trivn- aðarnevndini undir løgting- inum. Kommunurnar skulu eftir ætlan yvirtaka barna- verndina 1. januar 2004. Núverandi uppskot legg- ur upp til, at hvør komm- una hevur sína egnu barna- vernd, og í viðmerkingun- um til lógaruppskotið eru tað fleiri stovnar, ið ikki taka undir við hesari ætlan hjá landsstýrismanninum. Kommunusamskipan Før- oya heldur, at meginreglan við nærleika og burðardygd á barnaverndarøkinum verður best rokkin við, at barnaverndin verður býtt í níggju øki. Læknafelagið setur eisini spurning við, hvørt tað er rætt, at smáu kommunurnar hava sína egnu barnavernd. Felagið metir, at tað verður lætt, at einstakir persónar fáa gegnistrupulleika á so smáum plássum. Landsstýrismaðurin í al- mannamálum, Páll á Reynatúgvu, sigur í við- merkingunum til Kommun- samskipan Føroya, at hann hevur ikki heimild at býta barnaverndina í níggju øki, tá barnaverndin gerst eitt øki undir kommununum. Tá liggur avgerðin hjá landsstýrismanninum í kommunumálum. Samstarv Borgarstjórin í Sandavágs kommunu, Rósa Samuel- sen, tekur undir við, at kommunurnar yvirtaka barnaverndina. Hon vísir á, at tað er ómetaliga týdning- armikið, at yvirtøkan verð- ur væl úr hondum greidd, tí økið er so eymt. – Barnaverndarøkið er eitt stórt økið, og yvirtøkan má skipast rætt, tí annars er vandi fyri trupulleikarnar á økinum gerast enn størri, enn teir eru í dag, sigur Rósa Samuelsen. Spurd, um hon tekur und- ir við, at barnaverndarøkið verður lagt út á størri eindir, svarar Rosa Samuel- sen, at hon heldur ikki, at kommunurnar í Vágum høvdu havt nakran trupul- leika við at samstarva. Hon leggur afturat, at kommun- urnar hava ikki tosað sam- an enn um møguleikan , men eitt samstarv kundi av- gjørt verið ein góð loysn. Borgarstjórin í Sanda- vágs kommunu sigur, at um økini gerast ov smá, er vandi fyri, at fólk skjótt fáa ein gegnistrupulleika. Tað er ikki heppið um eitt nú ein heilsusystir, bæði er í barnaverdini og er heilsu- systir hjá børnunum, heldur Rósa Samuelsen Hon væntar ikki, at barnaverndarøkið verður verri røkt, nú tað verður lagt út á kommunurnar. Rosa greiðir frá, at barna- verndin í Sandavági hevur higartil verið effektiv, og hon væntar ikki fleiri trup- ulleikar, tá kommunan yvirtekur økið frá landinum við ársbyrjan komandi ár Kostnaðarmikið Tað er einki dulsmál, at barnaverndarøkið verður eitt rættiliga kostnaðarmikið økið hjá kommununum. Fíggjarætlanin hjá Sandá- vágs kommunu var í 2003 mett at verða 1,4 mio krón- ur. Spurd, um hvussu nógvur peningur skal nýtast til barnaverndina í Sandavágs kommunu komandi ár, svarar borgarstjórin, at upphæddin verður ikki undir 300.000 krónur. Hetta svarar til ein góðan fimting av allari fíggjarætl- anini, so økið er tungt fíggjarliga. Rosa Samuelsen sigur seg vænta, at kostnaður av barnaverndini verður fíggj- aður við hægri skattapro- senti. Landsstýrismaðurin mælir til, at kommunurnar kring landið hækka skatta- prosenti við 0,9%, meðan landið lækkar sítt skatta- prosent samsvarandi. Borgarstjórin í Sanda- vágs kommunu sigur, at væntandi fer kommunan at gera eftir boðunum hjá landsstýrismanninum. – Barnaverndarøkið er eitt stórt økið, og yvirtøkan má skipast rætt, tí annars er vandi fyri trupulleikarnar á økinum gerast enn størri, enn teir eru í dag, sigur Rósa Samuelsen. Mynd: Savnsmynd – Kommunurnar hava sett fram ynski um, at tær vilja yvirtaka øll økini, ið hava nakað við borgaran at gera, tað verið seg á barna- og eldraøkinum. Men kravið er so, at vit eisini sleppa at ráða á økinum, tí annars er eingin grund til at yvirtaka økið, sigur Jan Christiansen Mynd: Jens K. Vang Børn sleppa undan sjón- varps- gjaldi Eitt húski skal lýs- ast neyvari, og SvF sleppur ikki at krevja hyggjara- gjald fyri heima- búgvandi børn yvir 18 ár. Tað er úrslit- ið av rumblinum, sum hevur tikið seg upp um inn- krevjingarátakið hjá Sjónvarpi Føroya HYGGJARAGJALD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað hevur skapt øsing millum fólk og rumbul millum politikarar, at Sjónvarp Føroya roynir at krevja inn sjónvarps- gjald frá børnum yvir 18 ár, sum búgva heima. Tað tykist vera í and- søgn við lógina, sum sigur, at bert eitt sjón- varpsgjald kann krevjast frá hvørjum húski. Nú er landsstýris- kvinnan við mentamál- um, Annita á Fríðriks- mørk, farin inn í málið, og úrslitið er, at SvF ikki sleppur at krevja hyggjaragjald frá børn- um yvir 18 ár næsta ár. Landsstýriskvinnan tók beinanvegin, eftir hon varð gjørd varug við málið, stig til fund við leiðsluna í SvF. Nið- urstøðan var, at lýsingin av hugtakinum húski var ikki nóg neyv í kunngerðini, og tí hevur Annita á Fríðriksmørk tikið avgerð um, at hon skal gerast av nýggjum, so hon verður greiðari. Broytingin fær gildi frá nýggjárinum, og tá skal so eingin ivi vera um, hvør hoyrir til eitt húski. Í gjár greiddi Sosialur- in frá einum dømi, har eitt húski kundi koma at gjalda trý sjónvarps- gjald, um SvF fekk sín vilja. Eitt fyri hjúnini, eitt fyri 18 ára gamla sonin, sum hevði sjón- varp á kamarinum, og eitt fyri 85 ára gomlu ommuna, sum eisini hevði sjónvarp hjá sær. Sum skilst kemur tann støðan ikki fyri, tá nýggja kunngerðin er lýst. Gjaldskipan aftur í Løgtingið Eingin forðing fyri tinglýsing Vinnur eitt uppskot frá Sambandsflokkin- um frama í løgtingin- um, kann Gjaldskip- anin hjá Elektron og peningastovnunum halda fram GJALDSKIPAN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Løgtingið fær nú aftur høvi at viðgera lógina um per- sónsupplýsingar, sum hev- ur ført til, at Gjaldskipanin hjá Elektron og peninga- stovnunum helst er steðgað. Sambandsflokkurin hevur lagt uppskotið fyri tingið í eini roynd at forpurra ætl- anina hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at steðga Gjaldskipanini. Gjaldskip- anin avgreiðir sjálvvirkandi flytingar fyri fólk. Tað verður gjørt við einari før- oyskari útgávu av Betaling- Service hjá PBS í Dan- mark. Skipanin hevur við sær, at upplýsingar fara til Danmarkar at venda, og tað helt Høgni Hoydal vera í andsøgn við lógina um per- sónsupplýsingar, sum hevur til endamáls at verja trygd hins einstaka. Ivi hevur alla tíðina verið um, hvat viljin hjá løgting- inum í roynd og veru var. Høgni Hoydal hevur alla tíðina víst til, at Løgtingið álegði honum at bera so í bandi, at edv-skráir við persónsupplýsingum skulu liggja í Føroyum. Onnur siga, at Høgni Hoydal hev- ur mistulkað ætlanina hjá løgtinginum. Hendan iva roynir Sam- bandsflokkurin nú at fáa ein enda á, og kemur upp- skotið ígjøgnum, sleppur Gjaldskipanin helst aftur at virka frítt. Uppskotið tekur rættin hjá landsstýrismann- inum at orða reglur um flutning av persónsupplýs- ingum til útlond, herundir at steðga ella avmarka út- flutning. Tað var annars júst hetta, sum Rættarnevndin á sinni álegði landsstýris- manninum. Í øðrum lagi útgreinar Sambandsflokkurin grein 16, ið umrøður útflutning av upplýsingum. Sagt verð- ur, at persónsupplýsingar bert kunnu flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýs- ingunum. Metast skal um viðgerðina sum heild, dent- ur skal leggjast á endamálið við viðgerðini, slagið av upplýsingum, viðgerðartíð- ina, galdandi rættarreglur, siðvenjur og trygd. Sostatt tekur Sambands- flokkurin tráðin hjá Dátu- eftirlitinum upp, sum sigur, at talan ikki er um við- kvæmar upplýsingar, sum fara til Danmarkar við Gjaldskipanini, og tí snýr málið seg heldur um vinnu- forðing enn trygd hins ein- staka. Tað kann væntast, at upp- skotið hevur ein møguleika fyri at vera samtykt, tí millum annað hava fleiri umboð fyri Fólkaflokkin sagt seg ivast. Løgtingið hevur áður havt møguleika at viðgera málið, men tað datt burtur, tí Rættarnevnd- in súltaði málið. Kortini skar Høgni Hoydal ígjøgn- um. Spurningurin er, um tað kann fatast sum eitt misálit á Høgna Hoydal, um málið verður samtykt. Sjálvur sigur hann við Sosialin, at hann einki hevði ímóti, at Løgtingið tekur málið upp. – Tað stendur Løgtingin- um frítt at taka málið upp- aftur, og tí havi eg ikki tikið valdið frá Løgtinginum í hesum málinum. Tað er mín ábyrgd at syrgja fyri, at rættarstøðan samsvarar við lógina, og tí kundi eg ikki bara bíða í ævir eftir Løg- tinginum, sigur Høgni Hoy- dal. Tað er eingin tøknilig forðing fyri, at Ting- lýsingin kann fáast í eina serføroyska edv- skrá, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron. Hann kennir sína fyritøku vera fyri vanbýti, nú Gjald- skipanin verður steðgað, og tinglýs- ingin liggur í dansk- ari edv-skrá UPPLÝSINGAR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað er av tøkniligum orsøk- um, at føroyska tinglýsing- in liggur í í danskari edv- skrá. Tað var ein av umbering- unum í Sosialinum hós- dagin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við lógar- málum, fyri, at tinglýsingin ikki verður umsitin sambært lógini. Hesum uppáhaldi vísir Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, aftur. – Tað er heilt vist ikki nøkur tøknilig forðing fyri, at Tinglýsingin kemur í eina føroyska edv-skrá. Løgmálaráðið skal bara taka seg saman, um teir veruliga vilja hava ting- lýsingina á føroyskar hend- ur, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron. Ímóti lógini Tað, at telduskrásetta ting- lýsingin liggur hjá CSC- Danmark, merkir, at Ting- lýsingin ikki virkar sam- bært teirri lógini, sum løg- tingið samtykti í 2000. Í lógini verður sagt, at allar upplýsingar í edv- skránni hjá tinglýsingini skulu vera atkomiligar hjá øllum á internetinum. Í donsku skipanini krevst, at rindað verður fyri íbinding, eitt fast mánaðargjald og eitt ávíst krónutal fyri hvønn brúktan tíma. Tað hevði lættliga borið til at sloppið undan hesum við at gjørt eina føroyska skipan, sigur stjórin í Elek- tron, sum landsstýrið sjálvt eigur í. – Løgmálaráðið skal gera sum øll onnur. Tey skulu orða, hvat tey vilja hava. Til dømis um hon skal byggja á eina almenna atgongd umvegis internetið. Løg- málaráðið skal gera upp, hvat tey vilja hava og gera útboðstilfar. Tað eru fleiri føroyskar fyritøkur, sum megna at gera arbeiðið, og eg kann siga fyri okkum, at vit eru áhugað, sigur Niels Christian Nolsøe. Fyri vanbýti Tað kann tykjast løgið, at sami landsstýrismaður, sum við lóg og valdi hevur forðað Gjaldskipanini hjá Elektron og peningastovn- unum at virka í samstarvi við PBS í Danmark, sjálvur hevur sent alla tinglýsing- ina til Danmarkar í eina danska edv-skrá. Stjórin á Elektron dylur ikki, at hann heldur mis- mun vera gjørdan. – Hetta er bara ein av mongum mótsetningum, sum eru í hesum málinum. Tað er heilt vist, at upp- lýsingar um ognarviður- skifti eru meira viðkvæmar enn upplýsingar um, hvat tú rindaði SEV síðsta mánaði. Tað er eisini løgið, at gjaldkortini eru undantikin forboðnum, tí tær upplýs- ingarnar eru nógv meiri viðkvæmar. Men hetta prógvar bara, at talan er um eitt vinnuforboð, sum einki hevur við trygd hins ein- staka at gera, sigur Niels Christian Nolsøe. Hann veit ikki, hvat El- ektron fer at gera, um rætt- armálið avger, at tað var í samsvari við lógina, at Gjalskipanin varð steðgað. Hann vísir aftur, at El- ektron longu hevur eina paralella skipan liggjandi, sum tað hevur annars ljóð- að. Hann vísir eisini aftur, at Elektron hevur bundið seg til PBS fyri eina ávísa peningaupphædd. Elektron bjóðar seg gjarna fram at gera tøkniliga arbeiðið at fáa tinglýsingina í eina serføroyska edv-skrá, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, sum heldur landsstýrismannin gera mismun C M Y K 9 8