leygardagur 8. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 213 - 8. november 2003
Nr. 213 - 8. november 2003
11
Ikki kann sigast annað um Føroyar og føroyingar, at hetta
er eitt sera virkið samfelag og eitt sera virkið fólk. Tað fer
ikki dagur, at tað verður skipað fyri tiltøkum av alskyns
slag, í bygd og bý. Hóast vit eru fá og smá, so er tað ikki
júst hetta, sum sermerkir okkum. Tvørturímóti boða tey
mongu og fjølbroyttu tiltøkini kring alt landið frá, at her
býr eitt virkið og livandi fólk, eitt fólk, sum hevur bjart-
skygni og áhuga í skjøldri. Eitt gott og stórt fólk.
Hví júst nema við henda spurningin í hesum døgum kundi
verið spurt, tí tað nógva virksemi kring landið alt er nær-
um hvønndagshending. Einki sermerkt er tí við júst nú at
reksa upp nógva virksemi, sum er alt árið. Rætt er tað,
men lat okkum kortini tríva eitt sindur í hesar hvønn-
dagshendingar ella afturvendandi hendingar, og spyrja
okkum sjálvi, hvønn týdning tær hava ella eiga at hava.
Føroyar eru ikki størri enn ein lítil býur ella bygd í øðrum
landi, hvat fólkatali viðvíkur, og tí skuldi ein trúð, at her
var kanska ikki so nógv at fara til, ikki so nógv at tríva í.
Hetta er bara ikki so. Hóast skjótt er at fara um landið alt,
so tykist tað kortini sum, at hvørt búpláss hevur sín
samleika og síni sermerki. Hevur sítt egna virkna lív. Hvør
bygd hevur síni mongu ítróttarfeløg, síni mongu tónleika-
og -listafeløg og annars áhugafeløg av alskyns slag.
Bløðini og útvarpið boða hvønn dag frá hendingum og
tiltøkum av øllum hugsandi slag, so kallendarin hjá
mongum av okkum er fullur. Hvør skuldi trúð tí, nú
sjónvarpsøldin av álvara ger um seg og har til ber at síggja
hundraðtals filmar og sendingar als samdøgrið. Heldur
ikki hesin avbjóðarin hevur megnað at taka egið
virkisfýsni frá fólki, sum framhaldandi íðka og dyrka síni
mongu og fjølbroyttu áhugamál. Og gott er tað.
Taka vit hesar dagarnar og teir komandi, so er skráin
fjølbroytt. Hondbóltur og flogbóltur fyri bert at nevna
tvær ítróttargreinar. Samfelagsmøti og kristiligar fundar-
røðir. Dansiskeið og samskiftisskeið. Sjónleikur og
listaframsýningar. Vinnudagur og ráðstevnur, eitt nú um
almannaverkini í Norðurlondum, um sálarsjúku, um
skeljadjór, um sjúkrarøkt, um teldutøkni, um olju, um
skúla, "you name it". Og so teir mongu gestirnir, sum
koma henda vegin at halda fyrilestrar og luttaka í skeiðum
ol.
Jú Føroyar eru eitt gott og livandi land at búgva í. Tí er
tað hugstoytt og stórt spell, at okkara politiska veðurlag,
við sínum mongu myrku skíggjum, so oftani fær
mjørkalagt henda positiva veruleika og oftani fær fólk,
sum annars kenna seg sum góðar starvsfelagar, vinir,
grannar og ættfrændir at venda sær móti hvør øðrum. Vit
búgva í einum samfelag, har fólk kunnu hava ymisk og
fjølbroytt sjónarmið. Tað er m.a. við tí veruleika, at vit
eisini eiga at gleðast um alt hetta nógva virksemi og
skapanarhug, tí tað ber boð um eitt livandi samfelag, eitt
livandi fólk. Latið tí ikki ósemjuna og ónøgdina fáa
fastatøkur í fólkinum. Latið okkum brúka skapanarevnini
og hugflogið og tann positiva og virkna gerandisdagin og
næstrakærleikan til at byggja brýr millum ósemju og
ónøgd og ymiskar áskoðanir. Tí - tað skal vera pláss fyri
okkum øllum á hesum klettum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt virkið og gott samfelag
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Pauli Strøm
fyrrv. løgtingsmaður
Í bløðunum í gjár vísti eg á,
at landsstýrismaðurin í
lógarmálum sjálvur sendi
stóra persónsdataskrá av
landinum til danskan stovn
at umsita undir donskum
myndugleika - og at hon
framvegis nú á fjórða ári
verður umsitin ólógliga.
Í samrøðu í Sosialinum
roynir landsstýrismaðurin
at burturforklára henda
sjálvskapta trupulleikan.
Og í aðrari umrøðu av
málinum sær tað út, sum
um danskur stovnur hevur
skylduna fyri ólógligu um-
sitingini.
Hetta er burturvið. Men
lat okkum so fyrst taka sjó-
forkláringin
hjá
lands-
stýrismanninum, til at ting-
lýsingin ikki er tikin aftur
til Føroya, har hann sigur:
"Tað er bara av tøkniligum
orsøkum, at tað ikki er hent
enn, og tí at málsøkið ikki
er yvirtikið fult og heilt."
Hetta seinna fyrst er
beinleiðis ósannindi. Ting-
lýsingin er føroyskt máls-
øki, og hevur altíð verið
tað, líka síðan tinglýsingin
byrjaði í 1962. At lands-
stýrið hesi árini hevur latið
dómaraskrivstovuna umsita
tinglýsingina hevur ONKI
við manglandi yvirtøku at
gera.
Haldi eisini at tað er
langt úti, at landsstýrismað-
urin skal geva tøkniligu
stovnunum
í
Føroyum
skylduna - at tað er av
manglandi tøkniligum før-
leika í Føroyum, at ting-
lýsingin á fjórða árið liggur
á danskari høvuðsteldu hjá
partafelagnum CSC-Dan-
mark A/S. Tá rættarnevndin
umrøddi málið tíðliga á
vári 2000, vóru umboð fyri
tøkniligar og aðrar rele-
vantar stovnar innkallað
(Matrikulstovan, Elektron,
Føroya Datasavn og fleiri),
og var tað ein greið niður-
støða, at tað var als ongin
tøkniligur trupulleiki og
onki tøkniligt stórmál at
gera eina føroyska teldu-
skipan til tinglýsingina. Tá
landsstýrismaðurin kortini
vildi hava hana til Dan-
markar, so at danir ókeypis
og skjótt kundu gera sjálva
umleggingina til EDV, so
boygdi rættarnevndin seg
fyri hesum, tí at so lovaði
landsstýrismaðurin
at
syrgja fyri at ein føroysk
telduskipan sum skjótast
skuldi gerast, og ting-
lýsingin tí kunna takast
heimaftur so at siga beinan-
vegin.
At onki er hent nú tað
gongur á fjórða ári er fyri
mær óskilligt, um tað ikki
heilt einfalt er tekin um
syndarligan politiskan im-
potens, tá tað snýr seg um
praktiskan politikk heldur
enn skról.
Tað er ikki Føroya rættur
sum er skurkurin í málin-
um. Tað er ikki rætt, sum
blaðgreinin sigur, at "tað er
rætturin sum hevur evstu
ábyrgdina" av at lógin ikki
verður hildin. Hetta er
100% føroyskt málsøki.
Tann sum hevur ovastu po-
litisku ábyrgdina er lands-
stýrismaðurin. Verður mál-
ið ikki umsitið eftir lógini,
er tað í síðsta enda hansara
ábyrgd. Hvat hevur hann
gjørt við tað í meir enn 3
ár? Onki! Haraftrat kan eg
upplýsa, at umboð fyri Før-
oya Rætt upplýsti bæði
landsstýrismanninum
og
rættarnevndini, at lat lands-
stýrið tinglýsingina blíva
ein part av donsku fyri-
sitingini, fór hon at verða
umsitin á sama hátt og
undir somu treytum sum
hin danska tinglýsingin.
Tað varð enntá lagt aftrat,
at vildu føroyingar, at tað
skuldi verða frí atgongd til
skipanina á internetinum,
ja so kundi landsstýrið
gjalda tað tað kostaði.
Tað hevði verið ógviliga
áhugavert, um fjølmiðlarnir
ikki lata landsstýrismannin
sleppa við sínum sjófor-
kláringum, men kanna eftir
um nakað hald er í hansara
undanførslum:
• spyrji teir kompetentu
tøkniligu stovnarnar í
Føroyum - t.d. tøkniligu
leiðararnar á Elektron,
Matrikulstovuni, Føroya
Dátusavni - um tað pass-
ar, at tað er av tøkniligum
orsøkum at tinglýsingin á
fjórða árið liggur avreidd
í Danmark ?
• spyrji
forsetan
fyri
Eystara landsrætt, sum
landsstýrið hevur avreitt
myndugleikan yvir ting-
lýsingini til, um tað er
hansara skyld at lógin
verður umsitin ólógliga ?
Ringið til Præsidenten
for Østre Landsret, tlf.
0045 33970200, spyrjið
eftir Ziegler ella skrivar-
anum Finn Haargaard,
um tað skal takast í álv-
ara, so sum tinglýsingar-
lógin ásetir, at tað er
Eystari Landsrættur sum
skal syrgja fyri at ting-
lýsingin (herundir frí at-
gongd á internetinum)
verður umsitin eftir lóg-
ini ? Ella um Føroya
Landsstýrið hevur upp-
lýst teimum, at hendan
greinin í lógini als ikki
skal takast í álvara?
Orsøkin er neyvan annað enn politiskur
impotensur
- manglandi yvirtøka og tøkni er tóm undanførsla
TÍÐINDASKRIV
Nógv hevur í seinastuni
verið frammi um trupul-
leikar í umsitingini í Fiski-
málaráðnum,
og
hevur
hetta elvt til krav um upp-
rudding. Seinasta málið var
ein átala frá umboðsmann-
inum, sum er endað við, at
ein fulltrúi hevur fingið frá-
boðan um uppsøgn.
Uttan at fara nærri inn í
smálutir í sjálvari uppsøgn-
ini, eru undirritaðu fakfe-
løg av tí fatan, at grov brot
eru framd á galdandi rætt-
arreglur, sáttmála, og al-
menna uppsagnarpolitikk-
in. Undirritaðu fakfeløg
meta hesi brot verða nógv
grovari, enn tað seinasta
málið, sum førdi til átalu
frá Løgtingsins umboðs-
manni.
Undirritaðu
fakfeløg
mótmæla harðliga, at ein
einstakur
fulltrúi
uttan
leiðsluábyrgd verður sagd-
ur úr starvi sum avleiðing
av øllum teim átalum,
Fiskimálaráðið hevur fing-
ið hesa seinnu tíðina.
Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya
Magistarafelag Føroya
Føroya Verkfrøðingafelag
Starvsmannafelagið
Fakfeløg mótmæla harðliga uppsøgn í Fiskimálaráðnum
Heðin Mortensen
Formaður í mentunar-
nevndini
Viðmerking til »opna
viðmerking
til
eina
meining« í Dimmalætt-
ing 1. november 2003.
Nøkur foreldur at børn-
um í býlingshúsinum í
Smærugøtu,
undir
Brúnni, seta í grein í
Dimmalætting spurnar-
tekin við framferðarhátt-
in hjá Tórshavnar býráð
og undirritaða, tá talan er
um umstøðurnar við-
víkjandi dagsstovninum
undir Brúnni í sambandi
við byggingina av Berja-
brekku 3.
Í fyrsta lagi er tað
harmiligt, at hesi góðu
foreldur kenna seg noydd
at vera dulnevnd, tí tað
kundi verið stak áhuga-
vert at fingið orð á tey og
sloppið at greitt teimum
frá, hvat alt hetta málið í
veruleikanum snýr seg
um.
Eftir øllum at døma
hevur kunningin ikki
verið nøktandi, og tað
harmist eg almikið um.
Ikki minst, tí veruleikin
um alt hetta málið er alt
annað enn ein sorgar-
leikur ella eitt afturstig,
soleiðis sum tað dúgliga
verður gjørt til.
Tvørturímóti eru ætl-
anirnar fyri alt økið end-
urskoðaðar, so tær koma
øllum pørtum til góðar.
Eitt nú kann eg nevna, at
sett er av eitt fríøki upp á
yvir
2.000
fermetrar
beint við dagsstovnin,
sum er frítt at brúka.
Hetta eru nógv betri
umstøður, enn talan var
um frammanundan.
Somuleiðis ber nú til at
fáa
spælihúsið
nærri
sjálvum dagsstovninum,
so tað í allar mátar verður
høgligari og betri hjá
bæði børnum og starvs-
fólkum. Haraftrat fáa vit
tryggja, at hetta spælihús
í framtíðini verður brúkt
til tað, tað er ætlað til.
Hetta hevur tíverri ikki
verið so frammanundan.
Samanumtikið
kann
staðfestast, at verandi
samgonga í býráðnum
hevur, meiri enn nøkur
undan henni, skapt góðar
og tryggar umstøður hjá
børnunum. Ikki minst
við at tora at taka stigið
og føra út í verkið karmar
fyri barnaansingina í
Tórshavnar kommunu,
so barnaansingartørvurin
í august komandi ár er
nøktaður 100 prosent!
Umframt
teir
fýra
nýggju ansingarstovnar-
nar, sum eru bygdir í hesi
setuni, koma fimm nýgg-
ir aftrat komandi ár. So
her ber ikki til at siga, at
vit í býráðnum ikki virða
børnini. Tvørturímóti er
staðfesti veruleikin, at vit
hava fingið níggju nýggj-
ar stovnar við góðum og
tryggum umhvørvi fyri
børn, starvsfólk og for-
eldur.
Eftir stendur kortini, at
eg harmist um, at hesi
góðu foreldur, ið kendu
seg noydd at tríva í penn-
in og seta greinina »Ein
opin viðmerking til eina
meining« í Dimmalætt-
ing, ikki heldur valdu seg
seta seg í samband við
okkum, ið umsita og
útinna tær uppgávur,
brúk er fyri at fáa loystar
í kommununi.
Tað hevur ikki so nógv
upp á seg at taka hornið
av telefonini og biðja um
eitt prát um viðurskiftini
á staðnum, so at høvið er
at greiða frá teimum
framtíðarætlanum, ið eru
fyri stovnin.
Skuldi áhugi verið fyri
tí, eri eg í øllum førum til
reiðar at koma á staðið at
greiða frá og hoyra tykk-
ara sjónarmið.
Alt verður betri
undir Brúnni
VIÐMERKINGAR
Finnleif Guttesen
býráðslimur á Tvøroyri
Tað er mannagongdin hjá
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharra, við nýggj-
asta
uppskotinum
um
"skattahækking".
Í tingmálið nr. 6/2003,
sum Karsten Hansen lands-
stýrismaður hevur lagt fram
vegna landsstýrið, er ein
lygn og ein roynd at lumpa
tingfólk og borgarar við.
Lygnin
Í viðmerkingunum stendur,
at um landið lækkar lands-
skattin við 0,9 prosentum
og kommunurnar hækka
sín skatt við 0,9 prosentum,
so merkir einstaki borgarin
onga broyting í samlaða
skattinum, men er hetta ein
kolsvørt lygn.
Tí við hesum prosent-
hækkingum og lækkingum,
verður skatturin hjá ein-
staka borgara, sum hevur
eina inntøku uppá 150.000
krónur, 882 krónur hægri
og frá einari inntøku uppá
200.000 krónur og uppeftir,
verður skatturin 1332 krón-
ur hægri, hvørt ár.
Endurrindan lig við
skattahækking
Við kreativari hugsan hevur
Fíggjarmálaráðharrin funn-
ið uppá, at tá ið landi skal
endurrinda kommununum
ein inntøkumiss, so skulu
kommunurnar bara hækka
sítt skattaprosent, ólukk-
sáliga smart má sigast.
Hetta ætlar Fíggjarmála-
ráðharrin at lumpa og lirka
ígjøgnum í tinginum, við
kompensatiónini av FAS-
skipanini til kommunurnar.
Kollveltandi
uppfinning??
Tá ið samgongan áleggur
størri fíggjarligar byrðar
ella skerjir inntøkurnar hjá
kommununum, kompen-
serar landið nú við, at siga
til kommunurnar, tit kunnu
bara hækka skattaprosenti.
Nýggj slóðbrótandi upp-
finning av samgonguni??
Ljótari
framgangsmáti
skal ein so leita leingi eftir,
so er tað sagt.
Hvar er fjórða
statsmaktin
Í hesum málið, við lygnum
og einari greiðari ætlan um
at lumpa,- í barnavernd-
armálinum har einki er
klárt,- á eldraøkinum har
heldur einki er klárt, bert
tað at kommunurnar skulu
gjalda, haldi eg, at tað er
skyldan hjá fjórðu stats-
maktini, at seta kritiskar
spurningar til tey, sum vara
av hesum málum, tí avleið-
ingin er eingin greiður yvir.
Livst so spyrst.
Fíggjarmálaráðharrin lumpar og lirkar
Magni Laksáfoss bú-
skaparfrøðingur,
Elsba Lützen økis-
leiðari fyri heima-
hjálpina í Norðoyggj-
um og Lisbet L. Peter-
sen formaður Sam-
bandsfloksins verða
við á fundinum
FYRILESTUR
tíðindaskriv
Mánakvøldið 17. november
verður almennur fundur um
eldrarøktina í Norðoyggj-
um og eldraøkið sum heild.
Á
fundinum
kemur
Magni á Laksáfoss, bú-
skaparfrøðingur, at umrøða
eina framrokning av talinun
av pensjónistum, sum m.a.
vísir at eldrarøktin verður
stórsta samfelagsliga og
búðskaparliga avbjóðingin
hjá føroyska samfelagnum
komandi árini.
Elsba Lütsen, økisleiðari
fyri heimahjálpina í Norð-
oyggjum, fer at greiða frá
støðuni í Norðoyggjum í
dag.
Við á fundinum verður
eisini forkvinna Sambands-
floksins, Lisbeth L. Peter-
sen og Alfred Olsen, limur í
trivnaðarnevnd løgtingsins.
Øll eru vælkomin
Á seinasta fundi sum Norð-
oya Sambandsfelag skipaði
fyri við evninum "Búskap-
urin í Norðoyggjum" vóru
umboð fyri allar flokkar
við á fundinum og var hetta
við til at gera kjakið sera
áhugavert.
Vit fara aftur hesaferð at
undirstrikað at fundurin er
fyri øll og serliga eru
býráðs- og tinglimir og
onnur sum hava áhuga fyri
eldrapolitikki vælkomin á
fundin.
Hvar fundurin verður er
ikki avgjørt enn, men verð-
ur kunngjørt seinri.
Kjak og vinningar
Høvi verður eisini at kjak-
ast og seta spurningar.
Sum áður sagt so hevur
Norðoya Sambandsflokkur
fingið umsókn um stuðul
til nýggjan buss til bú-
stovnin Dáan, og í hesum
sambandi verður burtur-
luting á skránni har allur
peningurin fer óskerdur til
keyp av nýggjum bussi.
Frá Norðoya Sambandsfelag:
Almennur fundur um eldrarøktina
Ingi Rasmussen
blaðmaður
Jóannes Eidesgaard og
Regin Eikholm hava sein-
astu dagarnar havt lesara-
brøv í bløðunum, har teir
verja Katrina Dahl Jakob-
sen, løgtingskvinnu, sum
varð átalað av formans-
skapinum fyri at leggja
Høgna Hoydal undir at
brúka somu metodur sum
nasistarnir undir 2. heims-
bardaga.
Teir siga, at tað er ein
heksajakt farin fram ímóti
Katrin Dahl Jakobsen, tí
hon hevur ongantíð nevnt
Hitler. Róð verður fram-
undir, at fjølmiðlafólk hava
gjørt hesa samanberingina í
eini roynd at raka Katrina.
Eg føli meg raktan. Eg
gjørdi sum blaðmaður sam-
anberingina
hjá
Katrin
Dahl Jakobsen lidna. Rætt
skal vera rætt. Katrin
nevndi ongantíð Hitler.
Heilt ítøkiliga segði hon:
»Eg troysti mær ikki at
nevna navnið á persónin-
um, men nakað av hesum
snildunum hava okkara
konservativu nationalistar
eisini brúkt«. Orðini fullu á
tingsins røðarapalli í sam-
bandi við, at hon nevndi
nasistarnar undir 2. heims-
bardaga og helt eina mynd
upp av Høgna Hoydal.
Bæði Regin Eikholm og
Jóannes Eidesgaard hava
ført fram, at helst var talan
um Joseph Goebbels, ið var
propandaministari
undir
Hitler, og tí var tað ikki so
álvarsligt, sum Katrin Dahl
Jakobsen førdi fram.
Álvaratos! Mær kann tað
gera tað sama, hvør teirra
tað var. Teir stóðu fyri tí
sama.
Mítt
endamál
hevur
ongantíð verið at vart ella
ákært nakran. Greinarnar,
sum
eg
havi
skrivað,
snúgva seg um støðið á før-
oyska kjakinum. Útgangs-
støðið er hendan ítøkiliga
hendingin. At Eidesgaard
og Eikholm halda útsøgn-
ina hava lítið upp á seg, tí
talan var um Goebbels og
ikki Hitler, mugu teir um,
men í Føroyum mugu vit
eisini hava loyvi til at
viðgera slíkt journalistiskt.
Eins og tey gera aðrastaðni.
Orsøkin til, at eg svari
aftur, eru orðini hjá Regini
Eikholm um, at tað í við-
taluni við Eyðun Andrea-
sen,
fólkalívsfrøðing
á
Fróðskaparsetrinum, helst
er journalisturin, sum hevur
lagt honum orð í munnin, tá
útgangsstøði fyri samrøð-
uni bleiv, at Katrin Dahl
Jakobsen samanbar Hoydal
við Hitler.
Til tað er at siga, at Eyð-
un Andreasen, fólkalívs-
frøðingur, sjálvur hevur
sæð orðini, sum Katrin
Dahl Jakobsen segði á løg-
tingi. Hann helt ongan iva
vera um, at hon samanbar
við Hitler. Tá eg so spurdi,
um tað kundi vera onkur
annar, t.d. Goebbels, svar-
aði hann: »Nei! Tí øll fata
tann nasistin, sum eingin
troystar sær at nevna undir
seinna heimsbardaga, fyri
at vera Hitler. Meinti hon
við Goebbels, skuldi hon
sagt tað.« Hetta kom ikki
við í greinina, men Eyðun
Andreasen kann sjálvur
vátta hetta.
Yvirhøvur vísir hetta
mál, at tú skalt ansa tær, tá
tú nýtir myndir. Ikki minst,
um tú samanber fólka-
valdar føroyskar politikarar
við nasistar. At Eikholm og
Eidesgaard eftir øllum at
døma halda tað vera í lagi,
mugu teir so svara fyri.
Formansskapurin á Før-
oya løgtingi helt tað vera
skeivt.
Goebbels ella Hitler er eitt feitt
C
M
Y
K
11
10