leygardagur 8. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 213 - 8. november 2003
Nr. 213 - 8. november 2003
13
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum legði í vikuni
fram uppskot um munandi
broytingar í verandi barsils-
skipan. Broytingar, sum í
stóran
mun
undirgrava
endamálið við skipanini.
Broytingar, ið Tjóðveldis-
flokkurin ikki fer at taka
undir við.
Endamálið við
barsilsskipanini
Endamálið við barsilsskip-
anini er at tryggja, at
familjur ikki hava fíggjar-
ligan miss tá mamman
og/ella pápin fara í barsil í
samband við barnsburð. Tí
verður 100% lønarendur-
gjald latið í barsilstíðini.
Eisini er endamálið at
tryggja, at kvinnur á privata
arbeiðsmarknaðinum fáa
somu barsilstreytir sum
kvinnur á almenna arbeiðs-
marknaðinum. Og hartil er
endamálið m.a. at geva
familjum møguleika at
velja, hvørt mamman ella
pápin skulu verða heima
hjá barninum eftir 14. viku
eftir barnsburð.
Uppskotið úr Vinnu-
málaráðnum undirgrevur
skipanina
Men uppskotið til broyting-
ar frá vinnumálaráðharr-
anum undirgrevur høvuðs-
endamálini við skipanini.
Eitt nú er í uppskoti at
lækka útgjaldið úr 100% í
90% av lønarinntøkuni.
Hetta rakar øll tey, ið starv-
ast á privata arbeiðsmarkn-
aðinum, tí tey alment løntu
eru tryggjaði 100% lønar-
endurgjald umvegis sátt-
málar. Hetta skapar eina
ójavnvág og órættvísi.
Eisini verður skotið upp,
at pápar, ið fáa part av
barsilstíðini hjá mammuni,
ikki fáa lønarendurgjald,
men fáa gjald roknað út frá
lønarinntøkuni hjá mamm-
uni. Hetta vil forða fleiri
familjum fíggjarliga í at
velja, hvørt mamman ella
pápin eru heima hjá barn-
inum eftir 14. viku eftir
barnsburð. Harvið er valið
ikki frítt.
Eisini verður skotið upp
av vinnumálaráðharranum,
at kvinnur ikki kunnu fara í
barsil upp til 13 vikur
undan barnsburð, um hesar
gerast sjúkar. Hereftir skulu
tær undir dagpeningaskip-
anina, og fáa harvið mun-
andi minni útgoldið.
Hetta eru allar broyting-
ar, ið eru við til at undir-
grava
endamálið
við
barsilsskipanini.
Tá heldur fremja hesar
broytingar: a) Hækka
inngjaldið
Higartil hevur kostnaðurin
av skipanini verið býttur
millum arbeiðsmarknað og
landskassa. Men í fram-
tíðini skal skipanin fíggjast
av arbeiðsmarknaðinum,
eins og ALS. Hetta fer at
krevja at inngjaldið hækk-
ar. Hvussu nógv veldst um,
hvussu stórt útgjaldið skal
verða. Men verður talan um
at hækka inngjaldið eitt nú
úr 0,25% uppí 0,5%, gevur
hetta um 30 mió. meira í
inntøkum
frá
arbeiðs-
marknaðinum. Harvið fær
skipanin um 60 mió. kr. at
arbeiða við.
Havandi í huga at ALS
gjaldið er lækkað við 0,5%
í ár (lækkaði úr 1,25% í
0,5% og síðan hækkað til
0,75%), vil ein øking av
barsilssgjaldinum
við
0,25% helst ikki verða ein
stór byrða fyri partarnir á
arbeiðsmarknaðinum.
b) Velja millum
6 og 9 mdr.
Tá farast skal undir broyt-
ingar í skipanini, hevði tað
verið upplagt at gjørt
nakrar betringar í barsils-
skipanini. Eitt nú at nýtt
høvið at givið foreldrum
valmøguleika
millum
styttri og longri tíðarskeið.
Ein møguleiki kundi verið,
at givið foreldrum møgu-
leika at velja millum 36
vikur (9 mdr.) við 80% løn-
arendurgjaldi og 24 vikur
(6 mdr.) við 100% lønar-
endurgjaldi - sum nú. Út-
gangsstøðið eigur at verða
100% lønarendurgjald, men
ynskja foreldur eina aðra
loysn hevði tað verið gott
um møguleiki varð fyri
hesum.
c) Foreldur frælsi at velja
Í dag kunnu foreldur frá 14.
viku eftir barnsburð velja,
hvørt mamman ella pápin
eru heima, og fáa lønarend-
urgjald frá barsilsskipanini.
Hetta frælsið eigur sjálv-
sagt ikki at verða skert - um
nakað so víðkað.
d) Møguligar
avmarkingar
Skulu avmarkingar gerast
fyri at avmarka útgjaldið
kundi ein loysn verið at
lækka
lønarendurgjalds-
loftið á 35.000 kr. niður í
25.000 kr um mánaðan.
Somuleiðis kunnu treytir
setast fyri, at pápin fær part
av barsilstíðini hjá mamm-
uni. Soleiðis at skilja, at í
dag kunnu pápar fara í
barsilsfarloyvi við fullari
løn, hóast mamman er
heimagangandi og heima
hjá barninum. Hetta hevur
helst ikki verið upprunaliga
ætlanin við skipanini. Ætl-
anin er hinvegin at tryggja,
at eitt av foreldrunum kann
verða heima hjá barninum
uttan at missa lønarinntøku.
Tí kundu treytir verið sett-
ar, ið tryggja at henda meg-
inreglan verður hildin.
Børnini eru størsta til-
feingi Føroya
Nógv verður í hesum
døgum tosað um tilfeingi,
serstakliga føroyska til-
feingið í sjónum. Men ong-
in ivi skal verða um, at
børnini eru virðismiklasta
og størsta tilfeingið, ið Før-
oyar eiga - nú og í fram-
tíðini.
Tað er tí okkara uppgáva
at fremja ein barna- og
familjuvinarligan politikk -
og at geva børnunum so
góða byrjan sum møguligt -
og hetta er m.a. ein góð
barsilsskipan við til at
tryggja.
VIÐMERKINGAR
Barsilsskipan í andgletti
Jógvan Jacobsen
landsnevndarlimur Unga
Tjóðveldisins
Dimmalætting skrivar í
grein í dag, 7. novembur
2003, um Lisbeth L. Peter-
sen. Greinaskrivarin leggur
landasviksákærur í munnin
á øllum loysingarfólki í
Føroyum. Dimmalætting vil
ikki geva nakra umbering.
Greinin byrjar á forsíð-
uni. Hon heldur síðani fram
á síðu 4. Undir yvirskriftini
"Høvdu ikki ráð til niður-
skurðin" stendur hetta:
Nógv loysingarfólk vilja
óiva ákæra Lisbeth L.
Petersen fyri landasvik,
tí tey meina at hon
brúkar sín fólkatings-
sess og limaskap í
Vinstra til at spenna
bein fyri fólkavalda
meirilutan í Løgtingin-
um, ið ynskir, at Før-
oyar gerasr sjálvstøðug-
ar. Harvið halda nógv,
at hein eisini spennir
bein fyri fólkaræðinum.
Greinaskrivarin, Uni L.
Hansen, setur spurnartekin
við hvørt Lisbeth L. Peter-
sen hevur rætt til at gera,
sum hon ger á danatingi.
Greinaskrivarin fer enntá
so langt sum at spyrja um
Lisbeth L. Petersen fremur
landasvik.
Men greinaskrivarin fer
ov langt í hesum sambandi.
Hann leggur hesi ivamálini
í munnin á føroyskum loys-
ingarfólki. "Nógv loysing-
arfólk", "óiva", hesi orðini
verða brúkt til at spilla ein
stóran part av Føroya fólki
niður í sand og øsku. Ein
meiriluta av Føroya fólki.
Sum
nevndarlimur
í
Unga Tjóðveldinum - felag
teirra ungu, ið fylkjast á
frælsisleið - kann eg ikki
góðtaka slíka niðurgerð.
Skulu fólk endurgevast fyri
at hava sagt okkurt, so
skulu tey eisini hava sagt
tað. Greinaskrivarin ger seg
eisini til talsmann fyri tank-
arnar hjá loysingarfólki. Eg
kundi hugsað mær at vita
hvørjar førleikar greina-
skrivarin hevur til tess.
Eg sendi eina klagu til
Dimmalætting í gjár, 6.
novembur 2003. Eg havi
fingið aftursvar í dag, 7.
novembur 2003.
Í svarinum fái eg at vita
at loysingarfólk í Føroyum
fáa onga umbering frá
Dimmalætting. Júst orðing-
in "nógv loysingarfólk"
verður brúkt sum grund-
geving fyri at talan ikki er
um øll og at pástandurin
tískil er í lagi.
Men hetta er ikki nøkt-
andi. Greinaskrivarin legg-
ur tankar í høvdið og orð í
munnin á øllum loysingar-
fólki í Føroyum.
Hetta er at fara um mark
og tað við lít. At eitt tíð-
indablað skal avgera hvat
fólk hugsa og ikki er ikki á
lagi.
Beinleiðis álop á øll loysingarfólk
Randi í Jógvanstovu
Út til høgru við teimum, ið
ikki vóru føroysk.
Einans føroyskt er nóg
gott, tað skal varðveitast
fyri ein hvønn prís, kosta
hvat tað vil: Eitt kann eg
siga tær, tað kann blíva dýrt
fyri føroyingar og Føroyar.
Føroysk
arbeiðsmegi
hevur verið væl móttikin í
øðrum londum, eisini uttan
fyri
tey
norðurlendsku
londini, gjøgnum nógv ár.
Kann meir enn so henda at
tú har legði ein snávingar-
stein og ikki hissinistein.
Tá harðast leikaði á undir
kreppuni seinast, arbeiddu
út við 600 føroyskir hand-
verkarar uttanlands. Teir
vóru ikki einans í norður-
londum, men eisini í Týsk-
landi, Polen o.s.fr. Túsund-
tals føroyingar sigla við
skipum heimahoyrandi í
øðrum londum. Havi ikki
frætt, at teir skuldu verið
settir í starv, sum treytar, at
teir skulu gyppast fyrst, tá
ið á stendur. So frætt av
virðing hevur man so víst
teimum.
Her er øðrvísi. Her er
ikki nokk at vera ein ar-
beiðari, tað »nationala«
skal eisini vera í lagi. Tá
tynnast skal út, er ikki nokk
at tú hevur røkt tínar skyld-
ur mótvegis samfelagnum:
Rinda tín skatt, røkt tínar
skyldur í fakfelagnum,
borið teg teg væl at millum
tínar starvsfelagar o.o. Tú
hevur eitt álvarsamt brek,
og har bøtist ikki, tú ert ikki
føroyingur. Har er einki at
gera, tú ert seldur til stong-
lakress, og sum tú kanska
veit, ert tú eins og lakress
júst í hesum døgum, vøra,
sum var vigað og funnin ov
løtt. Annar tykkara var
áløgd skatt, tú vart útgypp-
að, so gongur tað jú upp
ella?
Eitt nemt offur stakkalin,
men higani er linjan løgd,
her er eingin ið talar tína
søk
fremmandi. Her
er
eingin slingur í valsinum.
Einans føroyskt er nóg gott.
So varð linjan løgd av Óla Jacobsen
Burðatalið í Føroyum
er høgt, og fer hetta at
vera høvuðsgrundar-
lagið undir fólka-
vøkstrinum komandi
árini. Tað er alneyð-
ugt at skapa karmar
fyri framhaldandi
høgum burðatali,
metir Hans Pauli
Strøm, samfelags-
frøðingur
DEMOGRAFI
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Føroyskar
kvinnur
eru
raskar at føða børn. So
raskar eru tær, at hetta
gevur føroyska samfelag-
num ein fyrimun í mun til
onnur lond tey næstu árini.
Tosað verður ofta um
eina komandi eldrabumbu,
har sipað verður til, at talið
av eldri fólkum í føroyska
samfelagnum eins og í
londum rundanum Føroyar
fer at veksa
Men Hans Pauli Strøm,
samfelagsfrøðingur, stúrir
ikki so nógv fyri júst hes-
um. Orsøkin er, at burða-
talið í Føroyum, ella fertili-
teturin, er høgur. Ja, hægri
enn í okkara grannalond-
um.
Eingin bumba brostin
Tosað hevur verið um eina
møguliga eldrabumbu. Her
verður sipað til, at gongdin
í Føroyum og í øðrum
londum er, at tey eldri enn
65 ár ella pensjónistarnir
veksa í stórum tali, og hinir
samfelagsbólkarnir
illa
kunnu fylgja við.
Men Hans Pauli Strøm,
sum dagligt starvast á Hag-
stovu Føroya, heldur ikki,
at vit skulu óttast nakra
hvøllan brest í næstum.
Orsøkin er serliga høga
burðatalið í Føroyum.
- Støðan í Føroyum er
øðrvísi
enn
í
okkara
grannalondum. Vit hava
stóran innflyting av fólki,
og burðatalið í Føroyum er
høgt, sigur Hans Pauli
Strøm.
Burðatalið í Føroyum var
í 2002 uppgjørt til at vera
2,540. Bert Grønland av
hinum Norðanlondunum
hevði eitt burðatal oman-
fyri tvey. Tað merkir, at
føroyskar kvinnur føða
børn til bæði seg og makan,
og yvirskot er til at økja um
fólkatalið. Sviar og danir
hava eitt burðatal, sum er
ávíkavíst 1.639 og 1,725.
- Tað er eitt øgiliga hepp-
ið fyri føroyska samfelagið,
at vit hava so stórt burðatal,
sigur Hans Pauli Strøm.
Tað er sjálvsagt at høgt
burðatalið
ikki
skapar
nakran fólkavøkstur, um
eitt land hevur eina netto-
útflyting av fólki, t.e. fleiri
fólk flyta burtur enn flyta
til landið.
Hetta gjørdi seg galdandi
í Føroyum í kreppuárunum
miðskeiðis í nítiárunum. Av
teimum mongu, sum fluttu
burtur tá eru langt frá øll
komin aftur. Hetta fær
Hans Pauli Størm at halda,
at potentialið fyri framtíðar
fólkavøkstri er stórt.
Nógv fleiri
Í talvunum, sum sæst á hes-
um síðum, sæst, at Hag-
stova Føroya roknar við, at
4.722 fleiri fólk fara at
búgva á teimum átjan før-
oysku
oyggjunum
um
tíggju ár. Hetta svara til ein
fólkavøkstur
áljóðandi
tíggju prosent. Um tjúgu ár
búgva
sjeytjan
prosent
fleiri fólk í Føroyum í mun
til í dag. Tá er fólkatalið í
Føroyum 56.764 fólk. Í
2033 búgva 59.982 fólk í
Føroyum, og um fjøruti ár
verður mett, at 61.533
kunnu kalla seg fastbúgv-
andi í Føroyum.
Hetta er ein markantur
fólkavøkstur, sum er væl
størri enn aðrar framrokn-
ingar hava víst á. Fram-
rokningar rokna ikki við
nakrar
samfelagsligari
kreppu ella nýggjari stór-
vinnu, sum heilt broytir
eftirspurningin eftir ar-
beiðsmegi.
Tað mest áhugaverda er
kortini, hvussu býtið í sam-
felagnum verður komandi
árini.
Hans Pauli Strøm sigur
seg rokna við útfrá verandi
støðu, at góða burðatalið
fer at halda seg røttu megin
tvey, og framvegis geva ein
sunnan fólkavøkstur. Men
Hans Pauli Strøm hevur
eisini gjørt eina fólkatals-
pyramidu, um burðatalið í
Føroyum lækkar so við og
við niður til talið í hinum
Norðurlondum.
Fólkapyramidan í løtuni í
Føroyum er størst í botnin-
um. Tann størsti aldurs-
bólkurin eru tey millum
tíggju og fjúrtan ár. Hetta
gevur eitt gott grundarlag
til tey næstu árini.
Heldur
gongdin
við
burðatalið og tilflytan fram,
so vísir pyramidan hjá
Hans Paula Strøm og Hag-
stovu Føroya ein javnan
fólkavøkstur í flest øllum
aldursbólkum. Tey eldri
enn 65 gerast eisini fleiri,
men vøksturin hjá fólki í
skúlaaldri og á arbeiðs-
marknaðinum er stórur.
Komandi
tjúgu
árini
veksur talið av teimum
millum 20 og 64 ár við
5.359 fólkum, og talið av
fólki eldri enn 65 ár veksur
við 3.011. Hetta er ikki
nakað, sum fær Hans Paula
Strøm at óttast, tí hann
metir at fortreytirnar eru
góðar fyri at varðveita
somu
vælferðartænastur
við hesum fólabýtinum.
Tey eldri enn 65 fylla eini
trý prosent meira av saml-
aða fólkatalinum í um tjúgu
ár, enn tey gera nú.
Føroysk
mannfólk
munnu sum heild finna seg
í, at tað verður eins torført
og áður at finna sær eina
maka
millum
føroysku
kvinnurnar, tá ið tað í flest
øllum aldursbólkum verða
fleiri menn enn kvinnur.
Mugu halda fast
Hin pyramidan, B, vísir,
hvussu gongdinvið einum
lægri burðartalið verður
mett at vera. Hon vísir, at
eldru aldursbólkarnir gerast
upp ímóti eins stórir og teir
yngru. Eitt nú verður talið
av teimum í aldrinum 65-
69 størri enn talið av
børnum millum 0 og 4 ár.
-Tann størsta avbjóðingin
komandi árini verður at
halda fast við høga burða-
talið. Støðan í løtuni er ikki
so ring, sum siga hana vera,
men tað verður neyðugt í
framtíðini at skapa karmar
fyri, at tað løna seg sum
best hjá fólki at fáa sær
børn, sigur Hans Pauli
Strøm.
Seinastu tíðina hevur
verið frammi, at gera mun-
andi broytingar í barns-
burðarskipanini. Hetta er
- Øll tiltøk, sum skapa
verri fortreytir fyri verandi
og komandi barnafamiljur,
hava negativa ávirkan á
føðitíttleikan. Verri fíggjar-
ligur umstøður í samband
við barnsburð fara at enda
við einum lækkandi føði-
títtleika. Og tað gevur upp á
longri sikt eina "gamla"
fólkasamanseting, og har-
við fíggjarligar trupulleikar
hjá tí almenna við øllum
vælferðarskipanunum,
sigur Hans Pauli Strøm.
Eisini serfrøðingar síggja
ikki eins ljóst upp á fram-
tíðina sum Hans Pauli
strøm við høgum burða-
talið.
Boðskapurin
hjá
Hans Paula er, at støðan er
góð nú, og eldrabumba er
brostin ella fer at bresta
sum gongdin er nú, men
neyðugt er við greiðum
politiskum málum at halda
verandi gongd.
Burðatalið er grundarlagið
undir fólkavøkstrinum
Fólkavøkstur
2003
2008
2013
2018
2023
2028
2033
2038
2043
0-24
17.623
18.499
18.894
18.728
19.142
19.684
20.167
20.596
20.753
25-64
23.743
24.961
26.004
27.348
28.272
28.758
28.625
28.650
29.029
65++
6.338 6.732
7.528 8.532
9.349 10.208 11.189 11.633 11.752
Tils.
47.704
50.192
52.426
54.608
56.764
58.650
59.982
60.879
61.533
Soleiðis metir Hagstova Føroya gongdin í fólkatalinum í Føroyum verður næstu fjøruti árini
Hendan talvan vísir gongdini í talinum av fólki 65 ár og eldri í Føroyum. Tølini frá 2003 og
fram eru framrokningar hjá Hagstovu Føroya.
Umframt støðuna í dag síggjast her 2 alternativ, hvussu støðan kann blíva um 30 ár. Støðan A er tann, sum er mett eftir
framrokningini við einum framhaldandi høgum føðitíttleika, hóast hann minkar nakað. B vísir støðuna, um føroyski
føðitíttleikin í hesi 30 ár minkar niðar á sama lága miðaltalið, sum nú er galdandi fyri Norðurlond. Tølini til høgru eru
mannfólk og til vinstru eru konufólk. Tað sæst týðuliga, hvønn týdning burðatalið hevur
C
M
Y
K
13
12