leygardagur 8. november 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 8. november 2003
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
8. november. Claudius, deyður umleið ár 300.
Steinhøggari, sum saman við fýra øðrum stein-
høggarum altíð risti kross í tey arbeiði, hann legði úr
hondum. Tá ið hann og felagar hansara noktaðu fyri
at høgga myndir av skurðgudum, læt keisarin
Diocletianus teir taka av døgum.
9. november.Teodor, deyður í umleið ár 300. Ungur
rómverskur hermaður, sum var vorðin kristin. Hóast
tær atsóknir, Diocletianus keisari gjørdi at teimum
kristnu, helt hann fast við trúnna. Setti eld á eitt
skurðgudatempul í Róm og varð tikin av døgum.
Grikst navn, ið merkis Guðs gáva.
10. november. Luther. Sjálvandi ikki komin í álma-
nakkarnar sum halgimenni, men dagurin er í
luthersku kirkjuni settur sum minningardagur
hansara. Hann varð borin í heim 10. november 1483
í Eisleben í Týsklandi.
Jensia
Christensen,
Fredericia, 80 ár
8. november fyllir Jensia
Christensen í Fredericia 80
ár. Jensia er fødd í Havn. 8.
november 1923. Foreldrini
vóru Mourits E. Jacobsen
úr Kaldbak og Elisabeth, f.
Poulsen, av Eiði.
Jensia giftist 14. desemb-
er 1948 í Havn við Simon
Christensen frá Sønder
Onsild í Danmark. Tey
búðu í Føroyum til 1952, tá
fluttu tey til Dalegade 24 í
Fredericia, har tey fram-
vegis búgva. Tey eiga tvey
børn, fimm ommu- og
abbabørn og trý lang-
ommu- og langabbabørn.
Meðan tey búðu í Før-
oyum, spældi Simon fót-
bólt við HB. Hann verður
80 ár 9. januar komandi ár.
Ole Wich 50 ár
Týsdagin 4. november fylti
Ole Wich í Havn 50 ár. Ole
er dani, kemur frá Fyn og er
útbúgvin grafikari.
Hann var fyrstu ferð í
Føroyum sum marinari við
verjuskipinum Hvidbjørn-
en í 1973. Seinni, í 1980,
búsettist hann í Føroyum.
Fyrstu trý árini arbeiddi
hann sum myndamaður hjá
Føroya
Fornminnisavni.
Frá 1983 til 1996 hevði
hann teknistovuna, Kubus
Teknistovan, saman við Ole
Jensen, arkitekti.
Ole er giftur við Sanne
Storm, musikterapeutur á
Landssjúkrahúsinum, sum
eisini er donsk. Tey eiga
tveir synir: Peter, 14 ár, og
Anton, 9 ár. Frá 1996 til
2002 búði familjan í Dan-
mark.
Ole hevur sitið í nevndini
hjá Tutl og í Filmsfelag-
num. Hann hevur havt ser-
merktar listaframsýningar í
Norðurlandahúsinum og í
Listaskálanum við dansi,
tónleiki og myndum og
gjørt konseptið til tón-
leikaverkið "Brøytingar".
Hann hevur givið út yrk-
ingasavnið "Ophav" á for-
lagnum Fannir í 1996.
Yrkingasavnið lýsti viður-
skifti millum Danmark og
Føroyar og hvussu tað var
og enn er, at verða dani í
Føroyum.
Ole Wich starvast í dag á
Team 85 í Havn.
25. oktober 2003 tók Óli
Hans Hammer Olsen, stjóri
á Skipaeftirlitinum, búsit-
andi í Streymnesi, prógv
sum Executive MBA í
shipping og logistik frá
Handilsháskúlanum
í
Keypmannahavn.
Óli Hans er 46 ára gamal,
ættaður í Syðrugøtu. Hann
er útbúgvin skipsførari,
hevur siglt úti í fleiri ár og
arbeitt í oljuvinnuni.
Hann arbeiddi í Menta-
málaráðnum, áðrenn hann
bleiv settur í starv sum
stjóri á Skipaeftirlitinum 1.
desember 2001.
Útbúgvingin sum Exe-
cutive MBA hevur tikið
honum 25 mánaðir. Hand-
ilsháskúlin í Keypmanna-
havn
skipar
fyri
hesi
útbúgving. Óli Hans hevur
hesa tíðina ferðast í nógv-
um
ymiskum
norður-
lendskum og evropeiskum
býum til fyrilestrar. Út-
búgvingin er bygd upp í
ellivu modulum.
Projektið hjá honum var
um "Altjóða skipaskráset-
ing í Føroyum".
Óli Hans er giftur við
Katrin, f. Nielsen, tey
búgva í Streymnesi og eiga
børnini: Elin Mariu og
Andras.
Óli Hans Hammer Olsen:
Prógv sum Executive MBA
31. oktober 2003 tók Rúna
Sivertsen sæti á tingi fyri
Jógvan við Keldu, sum er í
farloyvi.
Rúna Sivertsen er vara-
tingmaður hjá Fólkaflokk-
inum í Norðoyggjum.
Hetta er aðru ferð at
Rúna tekur sæti í tingi í
hesum valskeiðinum. Frá
1996 til 2002 sat hon á
tingi fyri Anfinn Kallsberg.
Rúna Sivertsen á ting
15
14
Nr. 213 - 8. november 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
22. oktober fekk
Óli Normann í
Lon, sum býr á
Húsum, eina lítla
systur. Hon vigaði
4100 gram og var
56 cm long.
Foreldur
teirra eita Jona
og Eystan í Lon.
30. oktober fingu Sanvør Hansen og Gunnar
Joensen, Kollafirði, eina dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3800 gr.
30. oktober fingu Anni og Jóhan S. Joensen,
Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
4100 gr.
31. oktober fingu Mirjam og Pól Frits Høj, Strendur,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3485 gr.
31. oktober fingu Súsanna Debes og Herleif
Hammer, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3750 gr.
2. november fingu Sóleyð Holm og Bogi K.
Henriksen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm
long og vigaði 4330 gr.
4. november fingu Sunneva Thorsteinsson og Niels
Hovgaard, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 4120 gr.
4. november fingu Anita og Bjarti Matras, Viðareiði,
eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4125 gr.
5. november fingu Unnur Sjúrðardóttir Fonn og
Theodor Fonn, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 2800 gr.
5. november fingu Heidi B. Hansson og Ronnie
Korsager Davidsen, Hoyvík, ein son. Hann var 55
cm langur og vigaði 3500 gr.
Andlát
30. oktober
John við Neyst, Hvalba, 74 ár
Poul í Skorini, ættaður av Eiði búsitandi í Havn,
85 ár
31. oktober
Rakul Rasmussen av Strondum, 83 ár
Gunnvá Skårup, fødd í Havn, 69 ár
2. november
Børge Henriksen, fyrrverandi bakari í Vági, 77 ár
Selma Kjærbo, fødd Petersen, Fuglafirði,81 ár
3. november
Sámuel Bringsberg, vanliga nevndur Sam, ættaður
úr Árnafirði, búsitandi í Klaksvík, 81 ár.
4. november
Sigurð Thomassen, Miðvágur, 84 ár
Gunnar Berg, Hoyvík, 31 ár
5. november
Páll Poulsen,ættaður í Klaksvík búsitandi í Kolla-
firði, 56 ár
Elenora Joensen,fødd Garðsholm, Miðvági, 64 ár
John Thomsen, Klaksvík ættaður úr Porkeri, 92 ár
Í dag eru liðin 35 ár síðani,
at Petur Mohr Dam, løg-
maður, doyði. Hann varð
føddur í Skopun 11. august
í 1898, og var hann júst
vorðin sjeyti, tá hann doyði
- miðskeiðis í øðrum løg-
mansskeiði sínum. Petur
Mohr Dam var sonur Óla
Christian Dam, handils-
mann, sum var úr Kolla-
firði, og Sáru Mariu, f. Ol-
sen, av Heygum í Vest-
manna.
Petur Mohr Dam kom á
ting, tá Javnaðarflokkurin
fyrstu ferð fekk umboðan á
tingi í 1928. Hann var for-
maður floksins mestu tíð-
ina hesi 40 árini.
Størstu
avrikini
eftir
Petur Mohr Dam munnu
verða
heimastýrislógin,
sum kom í gildi í 1948 og
almannalógirnar,
sum
komu í gildi í 1959. Tað
vóru
Javnaðarflokkurin,
Sambandsflokkurin
og
Sjálvstýrisflokkurin, sum
samráddust um og sam-
tyktu heimastýrislógina –
og sum skipaðu fyrsta
landsstýrið í 1948 undir
leiðslu av Andras Samuel-
sen, Føroya fyrsta løg-
manni. Í 1950 skipaðu
Sambandsflokkurin
og
Fólkaflokkurin landsstýri,
og vóru Petur Mohr Dam
og Javnaðarflokkurin tá í
andstøðu í átta ár, til flokk-
urin aftur kom í landsins
stýri sum størsti flokkur í
1958 – aftur saman við
Sjálvstýrisflokkinum
og
Sambandsflokkinum. Tað
vóru lyfti um sosialu lóg-
irnar, eitt nú fólkapensjón-
ina, ið gav Javnaðarflokk-
inum vind í seglini, og
komu tær fyrstu í gildi í
1959.
Eftir at sonevnda sjálv-
stýrislandsstýrið við Fólka-
flokkinum,
Tjóðveldis-
flokkinum og Sjálvstýris-
flokkinum, hevði sitið frá
1963-67, skipaði Javnaðar-
flokkurin aftur landsstýri
eftir valið í november í
1966 við Petur Mohr Dam
sum løgmanni – aftur
saman við Sjálvstýrisflokk-
inum og Sambandsflokkin-
um.
Í miðum valskeiði and-
aðist Petur Mohr Dam hin
8. november í 1968.
35 ár síðani P. M. Dam doyði
Agnar Nielsen
75 ár
Hósdagin 6. november fylti
Agnar Nielsen í Vestmanna
75 ár. Agnar er vestmenn-
ingur, sonur Sannu Aa-
gaard úr Leirvík og Jens
Nielsen úr Vestmanna.
Hann
bleiv
útbúgvin
skipstimburmaður í 1949
og var bedingsmeistari á
skipasmiðjuni í Vestmanna
frá 1958-65 og stjóri á
Vestmanna Skipasmiðju frá
1972-81. Eisini arbeiddi
hann sum kavari frá 1966-
72.
Agnar var løgtingsmaður
í 20 ár, hann umboðaði
sambandsflokkin í Norður-
streymoy og var løgtings-
formaður frá 1978-79 og
frá 1989-90. Hann var for-
maður í nevndini fyri
Tryggingarsambandið Før-
oyar frá 1980-84. Hann sat
í Føroya kirkjustjórn í 25 ár
og sum umboð í Norður-
landaráðnum í 10 ár.
Hann hevur eisini verið
virkin í kirkju- og missi-
ónsarbeiðinum
í
Vest-
manna, og sat hann í mong
ár í stýrinum fyri missións-
húsið í bygdini, var limur í
kirkjuráðnum og deknur.
Agnar hevur eisini verið
virkin innan Blá Kross frá
ungum árum av, hann í
mong ár formaður í lands-
nevndini hjá Bláa Krossi í
Føroyum.
Agnar giftist við Lilly, f.
Poulsen, úr Vági, tey fingu
9 børn. Lilly doyði fyri seks
árum síðan. Agnar giftist
uppaftur við Claru Borgar-
líð úr Havn, sum doyði nú í
september.
C
M
Y
K
14
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100