Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 213 - 8. november 2003 Nr. 213 - 8. november 2003 17 Maersk Air roynir ymisk tiltøk til tess at gera kundunum til vildar. Tann umrøddi bollin er koyrdur i ruskílatið, og nýggjur matpakki verður serveraður umborð FLOGFERÐSLA Edvard Joensen – Kundin hevur sum kunn- ugt altíð rætt, og hann vil ikki hava tann viðgitna Maersk Air bollan. Tí verð- ur bollin burturlagdur, sig- ur Nina Steinøe, stewar- dessa hjá Maersk Air. Í samband við ymsar um- skipanir umborð á flogfør- unum hjá Maersk Air, kom nýggj matskipan, har gold- ið verður fyri matin, ein fær, umborð. Um ein ikki ynskir tann persónliga mat- pakkan, veðrður ein so- nevndur Maersk Air bolli latin fólki. Tað er ein tvíflís við onkrum Ímillum. Hesi skipanini hava ferðafólkini ikki tikið undir við, sigur Nina Steinøe, og tí verður gingið frá henni aftur. – Føroyingar eru ikki so- leiðis, at teir loypa upp og rópa hart um tað, teimum ikki dámar. Men vit hava merkt tað á ferðafólkunum, at hetta var ikki tað, tey væntaðu. og fyri at gera teimum til vildar, verður nú farið aftur til tann traditi- onella flúgvaramatpakkan við smurdum breyði á ein- um bakka, sigur stewar- dessan, sum letur væl at føroyingum sum sera fitt- um fólki at flúgva við yvir- høvur. Eisini er ein føst barna- menu at fáa umborð á flog- farinum há Maersk Air. Nina Steinøe sigur, at tað er í grundini ein misskilj- ing, hatta har við at skula gjalda fyri matpakkan. Tí tað hevur ongantíð verið galdandi á Føroyarutuni, sigur hon. Maersk Air hevur áður havt samstarv við Hotel Vágar um at lata heitan mat umborð á flogførini, sum koma í Vágar. Men tað er ikki meira, og er heldur ikki upp á tal í løtuni, sigur Nina Steinøe. Tommy Djurhuus, sum er leiðari á skrivstovuni hjá Maersk Air í Føroyum, sig- ur, at ymsar broytingar eru gjørdar, sum skulu gera tað hugaligari at ferðast við Maersk Air á Føroyarutuni. Eitt nú hevur tað verið soleiðis, at lítil tíð hevur verið hjá flogfarinum at tikið av, um lendandi ikki hevur verið í Vágum. Farið er so aftur til Keypmanna- havnar beinanveg. Nú er hetta broytt, soleið- is at tíð er sett av at bíða eftir líkindum eitt nú í Ber- gen, sigur hann. Hann letur annars væl at lendingum í Vágum. Av 363 túrum í fjør vóru bara seks avlýsingar. Og nú, far- ast kann til Bergens at bíða, verður talið helst minni, væntar Tommy Djurhuus. Føroyingar hava siglt millum lond, síðan landnámstíð. Til at finna aftur og fram var neyðugt við góðum navigatørum og lærarum teirra. Hesir fáa nú søgu sína skrivaða í bøkur. Onnur teirra verður løgd fram á Føroya Sjómansskúla í dag BÓKAÚTGÁVA Edvard Joensen Søgan um føroysku navigatiónsútbúgvingina kemur nú út í bókaverki í tveimum bindum. Fyrra bókin í verkinum verður løgd fram á Føroya Sjó- mansskúla í dag. Óli Olsen, sum fram til nýggjár ár 2000 var sjó- mansskúlalærari, hevur skivað bókaverkið um før- oysku navigatørútbúgving- arnar. Í fyrru bókini verður greitt frá sigling og útbúgv- ing, sum bøkurnar eisini eita, frá fyrstu sigling til Føroya í víkingatíðini og fram til 1927, tá farið varð undir stýrismanslestur og logndarútbúgving í Føroy- um, sigur høvundurin í for- mælinum. Sum høvið til hesa útgáv- una nevnir Óli Olsen, at tað ár eru liðin 110 ár, síðan fyrstu skipararnir fingu undirvísing í Føroyum. Talan var um fleiri smár skúlar ymsastaðni í landin- um. Kendir eru skúlarni hjá Jens Paula í Dali og Djur- holm. Men eisini fleiri aðrir slíkir smáir navigatións- skúlar hava verið í Føroy- um, til almena undirvísing- in varð skipað. Hetta er søgan um teir, sum lærdu at sigla, tá ein navigatørur var ein navigat- ørur, sum skuldi duga at skyna á sól og mána og ikki sum í dag í stóran mun vera telduføðingur fyri at koma um høvini. Høvundurin sigur, at sum minsta mark hava hesir menninir uppi- borðið at fáa navn sítt í søg- una. Tað er einki at undrast á, at onkur av skipum okkara eru blivin burtur soleiðis av og á. Hugsað verður serliga um vanlukkurnar undir Ís- landi, tá skip eru farin á land ella misfarist á annan hátt. Ivaleyst hevur navig- atiónin havt sín part av skuldini. Men við teirri útgerð, hesir mennnir hava havt at hjápt sær við, er tað nógv størri bragd, at so nógvir teirra komu til hús aftur í øllum góðum. Eitt lítið, viðhvørt vána- ligt, skip. Í fleiri førum nøkur kavrotin segl og ring- an rigning og eina einsa- malla kumpass var tað, teir høvdu at líta á umframt Várharra, seg sjálvan og sín sekstant og logg. Og í fleiri førum hendi tað í nógvar dagar, at sólin var ei at hitta, og logg var til onga nyttu. Og kortini komu teir afturíaftur. Bókin, sum verður løgd fram í morgin, sigur um- framt frá teimum, sum síðan 1893 hava lært í Før- oyum, eisini frá føroying- um, sum hava lært og siglt úti í heimi. Hon er ein góð lýsing av hesum týðandi parti av søgu okkara, sum eins og høvundurin sigur, ikki hevur verið so nógv viðgjørdur. Nevnt verður tó minnigarritið hjá Føroya Skipara og Navigatørfelag. Talan er ikki um siglinga- søgu sum so, sigur høvund- urin, tí hana hava aðrir skrivað. Stórt uppslagsyvirlit er aftast í bókini, har allir teir, sum tikið hava útbúgvin í Føroyum, eru nevndir. Í bókstavarøð og eftir ár- gangi, teir hava tikið prógv, og hvar. Umframt eru onn- ur uppsløg eisini. Men einum yvirliti er saknur í. Tað er at finna ávísingar til nøvn eftir hvar tey eru at siggja í bókini. Tað kundi verið hent, tí eingin ivi kann vera um, at hesar bøkurnar fara at verða nýttar til uppslags- verk hjá mongum, sum seinni fara at gera ritgerðir ella uppgávur, sum hava við sigling at gera. Men ætlandi kemur tað í seinnu bókini og verður so gald- andi fyri samlaða verkið, sigur høvundurin. Onnur bókin kemur væntandi út næsta ár. Bókin Sigling & útbúgv- ing I verður løgd fram á Føroya Sjómansskúla leyg- ardagin millum klokkan 15.00 og 18.00. Hon verður tó ikki at fáa í bókabúð- unum fyrr enn í næstu viku. Á samkomuni í Sjómans- skúlanum fæst bókin fyri serprís. Í bókabúðunum fer hendan fyrra bókin, sum er 218 síður, at kosta 290,- krónur. At finna millum lond Maersk Air bollin í ruskílatið Ein týðandi partur av navigatión føroyinga hevur verið ýtini, sum allir hava brúkt, ið yvirhøvur hava flotið. Tó í mongum førum uttan at hugsa um, at hetta er navigatión Fyrra bókin í røðini um navigatørútbúgving í Føroyum verður løgd fram á Føroya Sjómansskúla seinnapartin leygardagin. Permumyndin sýnir Sigurd Andreasen, skipara, ið var ættaður av Eiði og búsitandi í Leirvík, taka hæddina Maersk Air Bollin varð einki umhildin av ferðafólkunum, og nú verður hann heldur ikki serveraður meira Mynd: Edvared Joensen. Íslendskt nótaskip mundi sokkið av sama breki sum hendi Jógvan Norði Í hesi vikuni var kav- ari niðri hjá íslendska nótaskipinum, Áskell, sum liggur á Fugla- firði og setti propp í wc-rørið, meðan smiðjumenn bundu um heilan fingur í maskinrúminum TRYGD Á SJÓNUM Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum í vikuni segði Skipaeftirlitið, at hendingin við línuskipinum, Jógvani Norði, sum í heyst sakk vestanfyri, tíbetur er nakað, sum hendir ógvuliga sjáldan. Veðrið var gott, tá ið skipið í stutt fyri midnátt fór at leka. Sjógvurin foss- aði inn, og longu hálvan tíma eftir, at lekin varð staðfestur, sá skiparin seg noyddan at biðja manning- ina fara í bjargingarbát- arnar. Spurningurin er so, um tað ikki ber til at byrgja uppfyri, at slíkt hendir aft- ur. Hevði veðrið verið ringt, tá ið skipið fór at leka, er ikki vist, at skipsbrotið hevði spælt so væl av, sum tað gjørdi. Mundi sokkið Sosialurin hevur tosað við fólk, sum vita at siga, at tað, sum hendi Jógvan Norði, tá ið eitt wc-rør í maskinrúminum fór at leka niðanfyri ventilin, er hent áður. Íslendska nótaskipið, Torsteinn, mundi nevniliga sokkið av sama breki fyrr í ár, tá ið wc-rørið, sum gongur út úr maskinrúm- inum, fór at leka. Skipið sendi boð eftir tyrluni, sum kom við pumpum, og tað eydnaðist at fáa sjógvin úr aftur skipinum. Í Fuglafirði liggur ein annar íslendskur nótabátur í løtuni; tað er Áskell, sum er systurskip til Torstein. Skiparin umborð á Áskell váttar, at tað, sum hendi Jógvani Norði, eisini hendi Torsteinn. – Tað er Norsk Veritas sum krevur, at wc-rørið niðanfyri ventilin verður tryggjað ímóti, at slíkt, sum hendi Tórstein og Jógvani Norði, kann henda Áskell, sigur íslendski skiparin. Binda um Sosialurin hevur tosað við kavaran, sum var niðri og typtu fyri holið undir botn- inum á skipinum, meðan arbeiðið fór fram í maskin- rúminum. Tá ið smiðju- menn vóru lidnir at styrkja rørið, fór kavarin niður aft- ur og tók proppin úr aftur. – Umborð á Áskell hava teir nú gjørt tað soleiðis, at skuldi wc-rørið farið nið- anfyri ventilin, sum situr á rørinum, sleppur sjógvurin ikki inn í maskinrúmið, men endar í einum "skinni" ella beholdara, sum er bygdur uttan um rørið og upp til ventilin. Kavarin sigur, at hetta burtur av er gjørt fyri at binda um heilan fingur. Hann vísir á, at eitt 4- tummarør, sum hesi rørini eru, er einar 10-11 cm. vítt innan. Brotnar eitt slíkt rør, fyllist maskinrúmið skjótt við sjógvi. – Tað er skjótt, tú kanst verða lumpaður av einum jarnrøri, um teringur kemur í. Nógv góðs er í hesum rørum, men tey kunnu sakt- ans farast sum alt annað jarn – ikki minst, um okk- urt "bend" er á. Hetta sæst best við einum útstoyti. Summi halda ógvuliga stutt; onnur kanska eini 7-8 ár. Hvat gerst? Kavarin sigur, at wc-rørið umborð á Áskell kemur útaftur heilt niðri við kjølin á skipinum. – Brotnar rørið niðanfyri ventilin, er lítið og einki at gera, tí eitt slíkt rør tekur so nógvan sjógv. Innan í maskinrúminum er einki at gera, um sjógvurin longu er komin í skipið - og uttan- borðs gerst einki, sigur kav- arin, sum Sosialurin hevur tosað við. Spurningurin er so, um hond verður tikin um tey skip í Føroyum, sum kunnu hugsast at hava somu rør- skipan sum Jógvan Norði. Líkt er í hvussu er til, at íslendingar vilja binda um heilan fingur. Í samrøðu við Sosialin í vikuni, segði leiðarin á Skipaeftirlitinum, Óla Hans Hammer, at tað var eitt ógvuliga sjáldsamt óhapp, sum hendi Jógvani Norði. – Hetta var eitt óhapp, sum er ókent, og sum tað illa ber til at verja seg fyri. Nú vita vit, at hetta kann verða ein trupulleiki hjá hesum slagi av skipum og so ber sjálvsagt til at hava eyguni eftir, tá ið vit sýna skip í framtíðini, sigur segði leiðarin á Skipaeftir- litinum. Niðurstøðan er, at íslend- ingar longu nú hava tikið hond um henda trupulleika, so fiskimenn ikki koma í hesa støðuna aftur. Íslendska fiskiskipið hevur ligið á Fuglafirði seinastu dagarnar Mynd Jan Müller Tíbetur spældi alt væl av, tá ið eldur kom í umborð á línubátinum, Havnatindi á leiðini norður úr Eiðis- flógva ELDUR OG LEKI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tíðliga gjáramorgun – klokkan 04.46 - boðaði løgreglan Sjóbjargingar- støðini frá, at línubáturin, Havnatindur KG 464, var í havsneyð. Sjóbjargingarstøðin sigur, at Havnatindur var á leiðini stutt norður úr Eiðisflógva, tá ið eldur kom í, og skipið stutt eftir var um at søkka við trim- um monnum umborð. – Brimil, sum var staddur við Enniberg, setti beinanvegin kós ímóti Havnatindi, og bjargingartyrlan fekk eisini boð um at gera seg til reiðar. Tórshavnar Radio sendi út áheitan á skip og bátar, sum vóru á leiðini, um at fara Havna- tindi til hjálpar. Sjóbjargingarstøðin sigur, at klokkan 05.03 boðar Havnatindur frá, at teir eru á veg á Eiði, og at skipið hevur tørv á pumpiútgerð, tá ið teir hava lagt til bryggju – Klokkan 05.12 liggur Havnatindur á Eiði og setir seg í samband við Brimil um at fáa pumpur umborð. Sjóbjargingarstøðin sigur, at kl. 07.06 lekur Havnatindur ikki meira, og Brimil kann aftur fara av Eiði. Tíbetur spældi alt væl av. Havnatindur í havsneyð norðanfyri C M Y K 17 16