leygardagur 8. november 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 213 - 8. november 2003
Nr. 213 - 8. november 2003
19
Skjalasavnið spílar seg út
Føroya Landsskjala-
savn letur í hesum
døgum upp eina
forvitnisliga framsýn-
ing á Debesartrøð í
Havn. Millum áhuga-
verdu skjølini á fram-
sýningini er eitt heitt
brævaskifti millum
eina kvinnu av Viðar-
eiði og tveir biðlar, ið
báðir vilja hava ást
hennara
FRAMSÝNING
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Leygardagin tann 8. nov-
ember hava skjalasøvn í
øllum Norðurlondum tikið
seg saman til at hava ein
skjalasavnsdag. Hetta átak
hevur
verið
fyriskipað
nakrar ferðir áður, men
hetta er so fyrstu ferð, at
skjalasavnið her á landi er
við.
Ætlanin
við
hesum
norðurlendska samtakinum
er at gera skjalasøvnini
meira
sjónlig
yvirfyri
almenninginum. Í Føroyum
hevur skjalasavnið sett upp
eina framsýning, sum vísir
nakað av tí, ið savnið liggur
inni við. Framsýningin
letur
upp
í
dag,
leygardagin, og hon verður
standandi í eina viku.
– Vit hava lagt okkum
eftir at vísa nøkur áhuga-
verd skjøl, ið sýna nakrar
brotbitar av savninum her
úti, sigur Sámal Tróndur
Johansen, landsskjalavørur.
Heitar kenslur
Hóast eitt skjalasavn mang-
an kann tykjast kalt og
kensluleyst,
so
liggur
savnið eisini inni við skjøl-
um, ið hýsa heitum kensl-
um og blómandi kærleiks-
lívi.
Skjalasavnið
hevur
nevniliga fingið hendur á
fleiri brøvum, sum eru send
til Petronellu Jensdatter á
Viðareiði. Avsendararnir
eru tveir ungir mans, ið
báðir bera ást til Petronellu.
Hesir eru handilsmaðurin
Poul Østerø, sum helst var
ættaður av Mikladali ella
Trøllanesi men búsitandi í
Havn,
og
kongsbóndin
Niclas Andreasen úr Kun-
oy. Teir royna hvør í sínum
lagi at geva sínar kenslur til
kennar. Í brævinum sæst at
handilsmaðurin
eitt
nú
hevur givið Petronellu einar
gummistyvlar.
Endin er tó tann, at Petr-
onella velur kongsbóndan
úr Kunoy, og tey giftast
heili átta ár aftaná, at
brævaskiftið er byrjað.
Privat skjøl
Á
landsskjalasavninum
liggja fyri tað mesta al-
menn skjøl, sum ikki er
loyvt at beina burtur. Verri
er við privatum skjølum.
Tað er einki krav um, at
privat skjøl skulu varð-
veitast, og tí enda tey ofta í
ruskdunganum, hóast fleiri
teirra eru sera áhugaverd og
kunnu vera við til at varpa
ljós á ymisk søgulig viður-
skifti, sum vit ikki vita
serliga nógv um.
Millum skjølini, sum
verða sýnd fram, er millum
annað ein umsókn frá
bygdafelagnum Ternuni á
Viðareiði frá 40-unum.
Ætlanin hjá felagnum er at
savna pening til at byggja
ein svimjihyl í bygdini og
søkir tí um loyvi at skipa
fyri tombola og lutaseðla-
sølu. Skjølini vísa ikki,
hvussu stórt yvirskotið var,
men enn er eingin svimji-
hylur á Viðareiði.
Annars er skjalasavnið
sett á stovn í 1859. Løg-
tingið samtykti í 1920 at
byggja eitt nýtt skjalasavn,
men spakin varð ikki settur
í fyrr enn í 1928, og bygn-
ingurin stóð liðugur í 1932.
Hetta er tann eyðkendi
grótbygningurin
á
Debesartrøð.
Í 1974 stóð tann núver-
andi bygningurin á Debes-
artrøð klárur at taka í
nýtslu. Skjølini eru tó so
mong í tali, at tað harum-
framt er neyðugt at leiga
høli. Skjalasavnið hevur í
løtuni umleið 16 milliónir
skjøl liggjandi á goymslu.
Sámal Tróndur Johansen,
landsskjalavørur, sýnir fram
nøkur skjøl, sum eru við á
framsýningini
Mynd: Jens Kr. Vang
Atlantic spennir seg út á íslandsrutuni
– Vit vilja satsa meira
uppá íslandsrutuna,
og málið hjá okkum
er at økja munandi
um talið av ferðandi
millum Føroyar og
Ísland, sigur Magni
Arge, stjóri í Atlantic
Airways
FLOGFERÐSLA
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Í næstum fer Atlantic Air-
ways at flúgva tvær ferðir
um vikuna til Íslands. Hetta
verður mánadag og fríggja-
dag.
Í løtuni flúgva 9000 fólk
á hesi rutuni um árið, og
ætlanin hjá føroyska flog-
felagnum
er
at
røkka
15.000 ferðandi um árið.
Við øðrum orðum skal talið
av ferðandi vaksa við um-
leið fimmti prosentum.
Hetta málið skal røkkast
við at seta prísirnar niður,
og økja um reglusemið á
rutuni.
Atlantic tekur yvir
Higartil hava Atlantic Air-
ways og Icelandair verið
saman um íslandsrutuna.
Atlantic
hevur
flogið
fríggjadagar, og Icelandair
hevur flogið mánadagar.
Nú hevur Atlantic átikið
sær at flúgva mánadagar
eisini, so at Icelandair ikki
er við á hesi rutuni longur.
Atlantic fór at flúgva til
Íslands fyri fyrstu ferð í
1995, og nú tekur føroyska
flogfelagið yvir.
– Vit vilja stimbra ferðsl-
una til Íslands, so at fleiri
føroyingar og íslendingar
kunnu vitja londini hjá
hvørjum
øðrum,
sigur
Magni Arge.
Fyri tað fyrsta verða prís-
irnir settir munandi niður.
Bíligastu einvegis ferða-
seðlarnir vera at fáa fyri
595
krónur.
Harafturat
koma so avgjøld á nakrar
hundrað krónur. Treytin er
tó, at hesir ferðaseðlarnir
verða bílagdir tríggjar vikur
frammanundan.
Hægsti prísurin fyri ein
einvegis ferðaseðil til Ís-
lands verður nú 2000 krón-
ur, har hann var 5800 áður.
Teir lægstu prísirnir fáast
tó bert við at bíleggja og
keypa á internetinum. Um
bílagt verður við telefon
kostar
avgreiðslan
220
krónur, men um bílegging-
in fer um internetið kostar
tað 100 krónur.
Reglusemið betrað
Nú tá Atlantic Airways fer
at flúgva einsamalt á ís-
landsrutuni, batnar reglu-
semið munandi. Flogførini
hjá Icelandair høvdu ikki
eins góðan førleika at lenda
í Føroyum, tí tey krevja
betri sýni enn jet-flogførini
hjá Atlantic. Tískil kann
roknast við, at flogførini
lenda og flúgva oftari til
tíðina enn higartil.
Aðrar avmarkingar eru tó
á teimum bíligu ferðaseðl-
unum. Eitt nú verður tæn-
astan umborð avmarkað.
Eingin refundering verður
at fáa, og tú fært bert tann
fyrsta sjussin fyri einki. Vilt
tú hava fleiri, skalt tú rinda
fyri hetta. Tænastan verður
annars sum vanligt.
– Við hesum átakinum
vilja vit lata dyrnar upp fyri
einum spennandi og menn-
andi samstarvi. Vit vilja
fegin hava, at fleiri fólk
ferðast á hesi rutuni, og eg
haldi ikki, at tað ber til at
seta prísin longur niður enn
hetta. Eg rokni ikki við, at
meira enn helmingurin av
øllum føroyingum hava
verið í Íslandi, men nú er
ein góður møguleiki at vitja
okkara nærmastu grannar,
sigur Magni Arge at enda.
Atlantic Airways yvirtekur
nú íslandsrutuna, og
føroyska flogfelagið fer at
selja bíligar ferðaseðlar
millum Føroyar og Ísland
Mynd: Jens Kr. Vang
UTTAN ÚR HEIMI
Stillar uppaftur
Forsetin á Taiwan, Chen Shui-bian, kunngjørdi í gjár, at
hann fer at royna at verða afturvaldur á forsetavalinum
í mars næsta ár.
Í komandi valstríðnum fer forsetin serliga at leggja
dent á viðurskiftini millum Taiwan og Kina. Kinesisku
politikararnir meta framvegis Taiwan sum ein lands-
part, sum hevur slitið seg leysan frá meginlandinum, og
tí er spurningurin um viðurskiftini landanna millum
sera viðkvæmur. Men tað tykist ikki ørkymla Chen.
Herfyri segði hann, at Kina og Taiwan eru tvey lond,
sum liggja hvør sínu megin Taiwan-sundið. Tey orðini
fullu ikki í góða jørð í Beijing.
Nú Chen Shui-bian hevur gjørt av at stilla uppaftur,
skal flokkur hansara góðkenna hann sum valevni. Tað
verður tann 10. desember, men eygleiðarar siga, at
eingin ivi er um, at Chen verður góðkendur sum val-
evni floksins.
Sjáldsama lýtt í Noregi
Tað er ikki bara í Føroyum, at tað hevur verið lýtt sein-
astu dagarnar. Ja, í onkrum plássum hevur tað verið
sum í Suðurlondum.
Í Noregi hevur tað verið so lýtt hesa vikuna, at fólk
vita ikki um slíka lýkku í november mánað fyrr. Í Ta-
fjord í Sunnmøre máldu tey heili 21,8 stig hósdagin, og
so nógvur hiti er ikki máldur í Noregi, síðani hitamát-
ingarnar byrjaðu í 19. øld. Metið frammanundan var
frá 1884, tá 18,5 stig vórðu mátað í Sunndalsøra. Tað
sigur ikki so lítið um tann nógva hitan, at vanliga liggur
meðalhitin í Tafjord um fimm stig í november, skrivar
Dagsavisen.
Eisini í høvuðsstaðnum Oslo kundu fólk fegnast um
lýtt veður. Har vóru sjey stig hósdagin. Meðalhitin í
Oslo í november plagar annars at vera trý stig.
Gloymdu Malta og Kypros
Fólk á Malta og Kypros eru í øðini, tí tær báðar oyggj-
arnar eru als ikki at finna á teimum nýggju evru-
seðlunum.
Málið verður mett so álvarssamt, at tað er nú tikið
upp á politiskum stigi. Bæði Malta og Kypros fáa lima-
skap í ES 1. mai næsta ár, og kypriski fíggjarmálaráð-
harrin, Marcos Kyprianou, sigur, at sjálvandi skal
oyggin standa á evruseðlunum. Hann hevur tí vent sær
til evropeiska meginbankan í Frankfurt, sum eftir øll-
um at døma verður noyddur at prenta fleiri milliónir
nýggjar evruseðlar, skrivar NTB.
Tað eru nú ikki bara Malta og Kypros, sum eru horv-
in av tí vanliga Evropa-kortinum, tnú evruseðlar verða
prentaðir. Eitt nú er bara Svøríki at síggja á skandinav-
isku hálvoynni. Noreg er strikað burtur, men tað kemst
sjálvandi av, at Noreg er ikki limur í ES og hevur heldur
ikki søkt um at sleppa uppí.
Bøkur vorðnar ov dýrar
Ein kanning í Noregi vísir, at bøkur eru dýrkaðar um-
leið 40 prosent meiri enn aðrar vørur og tænastur tey
seinastu tjúgu árini. Verður bókaprísurin borin saman
við tað, sum onnur mentanartiltøk kosta, er bókaprís-
urin hækkaður heili 65 prosent meiri.
Í 1980 kostaði tað í meðal 100 krónur at keypa eina
norska bók. Í dag er meðalprísurin 349 krónur, men
skuldi bókaprísurin havt fylgt prísgongdini á øðrum
vørum og tænastum, átti ein bók at kosta í meðal 274
krónur í dag, siga Knut Løyland og Vidar Ringstad,
sum hava gjørt kanningina.
Teir báðir halda, at tað er tann stóra miðsavningin
innan norska bókaútgávu, sum hevur gjørt bøkurnar so
dýrar. Fyrr vóru forløgini væl fleiri í tali enn í dag og
kappingin tískil størri, men í dag eru tað nøkur fá for-
løg, sum sita á meginpartinum av útgávunum.
Norðurkoreanski
sendiharrin í London
sigur, at Norðurkorea
er ført fyri at nýta
kjarnorkuvápn.
NORÐURKOREA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ri Yonh Ho, sum er norður-
koreanskur sendiharri í
London, segði í gjár, at land
hansara hevur kjarnorku-
vápn, og at tey eru klár at
taka í nýtslu, gerst tað
neyðugt.
Hetta er fyrstu ferð, at
eitt umboð hjá myndugleik-
unum í Pyongyang váttar,
at landið hevur kjarnorku-
vápn.
Sendharrin
segði,
at
vápnini eru einans ætlað til
verjuendamál, og at Norð-
urkorea fer ikki at aftra seg
við at brúka tey, verður tað
neyðugt. Men tey verða
ikki nýtt til álop, legði hann
afturat.
Norðurkorea viðgongur at hava
kjarnorkuvápn
Bush endurtekur Vietnam í Irak
At USA hevur gjørt av
at taka hermenn úr
Irak minnir um aftur-
tøkuna úr Vietnam,
siga atfinnarar, sum
eisini leggja George
W. Bush, forseta
undir at seta egin
áhugamál fram um
alt annað.
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Álitið á George W. Bush,
forseta minkar, so hvørt tað
frættist, at amerikanskir
hermenn hava latið lív í
Irak. Og tað hendir at kalla
hvønn dag og stundum
fleiri ferðir um dagin. Í
november næsta ár verður
forsetaval í USA, og for-
setin hevur lítlan hug at
fara undir valstríðið, sam-
stundis sum fjølmiðlarnir
bera tíðindi um deyðar og
særdar amerikanskar her-
menn í Irak, verður sagt.
Samstundis hevur for-
setin lagt dent á at beina
fyri teimum seinastu leivd-
unum av stýrinum hjá
Saddam Hussein, og at
Saddam sjálvur verður tik-
in og drigin fyri rættin, um
hann framvegis er á lívi.
Skal hann røkka hesum
máli, má forsetin fáa sam-
starv í lag við irakar, og tí
hevur hann nú lovað, at
irakar skulu fáa størri
ábyrgd av trygdini í land-
inum.
Hetta
er
júst
sama
mannagongd, sum Richard
Nixon nýtti í Vietnam tíð-
liga í sjeytiárunum, siga
summir amerikanskir eyg-
leiðarar. Nixon lat suður-
vietnamesiskar herdeildir
átaka sær ein størri part av
krígnum
við
Norðurvietnam og FNL-
uppreistrarfelagsskapin.
Amerikanararnir mistu
58.000 hermenn í tí tíggju
ára
langa
krígnum
í
Vietnam. Í Irak hevur USA
mist nógv færri hermenn,
men fleiri og fleiri am-
erikanarar eru kortini farnir
at tosa um Irak sum eitt nýtt
Vietnam, skrivar AFP.
Irakisering
– Stjórnin í Washington er
ørkymlað av vantandi fram-
gongdini á hermótinum og
av teirri víkjandi politisku
undirtøkuni
í
sjálvum
USA. Hon hevur tí valt at
lata irakskar politikarar og
hermenn fáa størri ábyrgd,
skrivar eygleiðarin Fareed
Zakaria
í
tíðarritinum
Newsweek og blaðnum
Washington Post.
– Hetta fer uttan iva at
gera, at færri amerikanskir
hermenn fara at doyggja í
Irak. Fyrr kallaðu vit hetta
vietnamisering, í dag eitur
tað
irakisering,
skrivar
Zakaria í greinini.
USA hevur í løtuni
132.000 hermenn í Irak,
men verjumálaráðið hevur
boðað frá, at til várs verður
talið skert til 105.000.
Samstundis ætla amerik-
anarar at økja manntalið í
iraksku løgregluni og her-
inum úr tí verandi 118.000
í 170.000.
Sambært Donald Rums-
feld, verjumálaráðharra fer
skerjingin í amerikanska
hermannatalinum ikki at
ávirka tann hernaðarliga
førleikan hjá USA í Irak,
men fleiri atfinninarar,
teirra millum republikanski
senatorurin John McCain,
halda hetta vera skeivt.
Hann og aðrir halda, at tað
verður líka stórur tørvur á
amerikonskum hermonnum
í Irak næsta ár sum nú.
Myndir sum hendan eru sera óhepnar fyri George W. Bush, forseta, nú valstríðið upp undir forsetavalið næsta ár nærkast. Á
myndini síggjast hjálmarnir hjá teimum amerikonsku hermonnunum, sum doyðu, tá tryla teirra varð skotin niður í Irak seinasta
sunnudag
C
M
Y
K
19
18