leygardagur 8. november 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 8. november 2003
21
Oddaliðið í Klaksvík
Eftir framúr byrjan-
ina upp á árið fær KÍF
trupla uppgávu móti
Mjølni, sum ikki
hevur ráð at missa
nakað. Og hjá monn-
unum verður stóri
dysturin í Sørvági
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tríggir dystir verða leiktir í
bestu kvinnudeildini í flog-
bólti um vikuskiftið.Størsti
spenningurin kring hesar er
helst í Klaksvík, har KÍF
kemur á vitjan. Hevði stiga-
talvan sæð út soleiðis, sum
hon plagar at gera, so var
einki at ivast í, at her lógu
tvey trygg stig og bíðaðu
eftir Mjølnir, men tað gera
tað á ongan hátt hesaferð.
Mjølnir hevur í ár fingið
eina byrjan, har liðið ikki er
at finna í oddinum, og eina-
mest hevur KÍF veruliga
gjørt um seg í ár. Liðið er
styrkt við útlendskum leik-
arum, og saman við teim-
um heimligu hava hesar
syrgt fyri, at fyrstu fýra
dystirnir hava kastað átta
stig av sær. So er spurning-
urin, hvørt talan verður um
tvey stig afturat leygardag-
in, ella um Mjølnir nú fer at
gera um seg.
Sunnudagin verða so
tveir dystir leiktir. Í Trong-
isvági er eingin ivi um, at
TB man vera liðið, sum er
best fyri, tá tær taka ímóti
Fleyr. TB hevur framvegis
eitt av sterkastu liðunum í
landinum, og einki er at
ivast í, at tær aftur í ár fara
at stríðast heilt frammi í
oddinum. Fleyr hevur hin-
vegin enn ikki fingið eitt
lið, sum stendur mát við
glæsuligu úrslitini í søgu-
bókunum, og tí skal ikki
roknast við, at tær gera tað
heilt stóra um seg hesaferð.
Seinasti dysturin verður á
Giljanesi, har Dráttur tekur
ímóti meistarunum úr ÍF.
Enn hevur ÍF so ikki sýnt
nakað meistaraspæl í ár,
men partvíst man tað eisini
koma av skaðunum, sum
hava rakt liðið. Enn eru tær
tó ikki heilt afturúrsigldar,
og megna tær at venda
gongdini nú, so røkist
kanska fyri, at tær hóast alt
verða nakað drúgvari, enn
stigatalvan í løtuni ber boð
um.
Spenningur í Sørvági
Hjá monnunum eru tveir
dystir á skránni um viku-
skiftið. Stóri spurningurin
her man vera, hvussu tað
fer at tørna út, tá SÍ og ÍF
fara at takast í Sørvági.
Saman við Mjølnir eru
hetta liðini, sum roknast
kann við í oddinum, men
hvørki teirra hevur higartil
sýnt somikið sannførandi
avrik, at ein oddasessur
eigur at vera sjálvskrivaður.
Tað hevur Mjølnir hin-
vegin, og tá Fram kemur á
vitjan leygardagin, er einki
at ivast í, at klaksvíkingar
ætla sær tvey stig afturat.
Fram er í løtuni í holt við at
byggja sær eitt nýtt lið upp,
og tó at talan gjørdist um
sigur móti Fleyr, so skal
helst meira enn til, um
klaksvíkingarnir
skulu
takast á bóli.
Skal Mjølnir halda fast um
vanligu støðuna sum eitt av
fremstu liðunum, so er
neyðugt við tveimum stigum,
tá KÍF vitjar leygardagin
Seinastu árini hevur tað
verið meiri upp og niður,
hvussu tað hevur gingist
hjá TB í fótbólti.
Men ikki skerst burtur, at
hjá teimum yngru gongur
betri enn hjá teimum eldru.
Soleiðis eydnaðist tað hjá
piltunum hjá TB at gerast
føroyameistari á hálvum
vølli. Tað eru dreingir, sum
spæla í aldursbólkinum 10-
12 ár.
Og
tað
gjørdu
teir
ógvuliga sannførandi, tí teir
vunnu hvønn einasta av
teimum yvir 30 dystunum,
teir spældu.
Á Tvøroyri seta tey stórar
vónir
til
hesar
ungu
spælararnar, tí sagt verður,
at fleiri av teimum eru
rættiliga
evnagóðir
og
kunnu røkka langt við tí
rætta hugburðinum, teirri
røttu venjingini - og tí rætta
hepninum, sum eisini skal
til.
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 KÍF
4
4
-
0
12
5
7
8
2 TB
4
3
-
1
10
3
7
6
3 Mjølnir
4
2
-
2
7
6
1
4
4 Dráttur
4
1
-
3
7
10
-3
2
5 Fleyr
4
1
-
3
4
11
-7
2
6 ÍF
4
1
-
3
4
11
-7
2
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
3
3
-
0
9
0
9
6
2 SÍ
3
2
-
1
6
3
3
4
3 Fram
2
1
-
1
3
4
-1
2
4 ÍF
1
0
-
1
0
3
-3
0
5 Fleyr
3
0
-
3
1
9
-8
0
Ungir føroyameistarar av Tvøroyri
Hetta eru piltarnir hjá TB, sum vunnu føroyameistaraskapin á hálvum vølli í ár. Aftara rað frá
vinstru standa: Milan Cimburovic, venjari, Michael Jespersen, Jákup Vestergaard, Jarmund
Michelsen, Magnar Vang, Hanus Mortensen og Heini Mortensen. Í fremra rað frá vinstru
standa Tróndur Tummasarson, Hugin Albinus, Fróði Jensen, Gudfinn Jespersen, Gilli Sørensen
og Arthur Poulsen Kjartan Niclasen, sum eisini spældi við, er ikki við á myndini
21
Nr. 213 • leygardagur • 8. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Tunnligt vikuskifti
Bert tríggir dystir
verða leiktir í teimum
báðum fremstu
hondbóltsdeildunum
um vikuskiftið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í mun til so nógv onnur
vikuskifti, so verður nakað
tunnligt við hondbóltinum
hesaferð. Bert tríggir dystir
standa á skránni hesaferð,
og eru tveir teirra í
kvinnudeildini, meðan tann
seinasti verður hjá monn-
unum.
Hjá kvinnunum hava
bæði VB og Stjørnan
heimavøll, og í so máta er
skjótt at staðfesta, at tey eru
at rokna sum favorittar í
sínum dystum. Einamest
Stjørnan, sum sunnudagin
tekur ímóti Søljuni. Alt
annað enn ein tryggur sigur
til heimaliðið má her met-
ast sum ein risa-sensatión.
Ikki minst eftir at Stjørnan
seinasta vikuskifti staðfesti
sína tilveru í oddinum, tá
tær vunnu trygt á annars
ósigraða VB.
VB má eisini roknast
sum favorittur, tá tær á
heimavølli taka ímóti StÍF.
Her verður mótstøðan tó
helst nakað harðari, enn
hon verður hjá Stjørnuni, tí
hóast alt, so er talan um
bronsuvinnararnar frá sein-
asta
kappingarári,
sum
vitja. Eitt heiti, sum StÍF
heldur ikki tykist vilja
sleppa soleiðis uttan víðari,
og megna tær at fáa stig
leygardagin, so hanga tær
framvegis væl við í oddin-
um. Og so skal heldur ikki
gloymast, at VB framvegis
er nakað skert. Roknast
kann við, at Gurið Morten-
sen fer at royna at spæla
leygardagin, men hinvegin
er meira ivasamt, hvørt
Daiva Toumaite enn er før
fyri at lofta og kasta einum
hondbólti.
Treiskir hoyvíkingar
Hjá monnunum verður bert
ein dystur hetta vikuskiftið.
Hesin verður í Hoyvíkar-
høllini, har stigaleysa H71
tekur ímóti StÍF. Uttan iva
ein dystur, sum strandingar
skulu vinna, um teir skulu
halda fast í oddinum, men
hinvegin hevur árið víst, at
eingin kann kenna seg
tryggan í deildini. Og hóast
teir enn eru stigaleysir, so
hava hoyvíkingarnir fleiri
ferðir sýnt, at teir kunnu
vera treiskir. Eisini hóast
mótstøðan á pappírinum
tykist í sterkara lagi.
VB er uttan iva favorittur, tá
StÍF vitjar um vikuskiftið,
men gestirnir munnu tó ikki
hava nakrar ætlanir um at
fara heim við ongum
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
6
5
-
0
-
1
154
127
27
10
2 VB
5
4
-
0
-
1
126
89
37
8
3 Stjørnan
4
2
-
1
-
1
97
78
19
5
4 StÍF
4
2
-
1
-
1
96
94
2
5
5 Neistin
4
2
-
0
-
2
111
88
23
4
6 Søljan
4
0
-
0
-
4
69
104
-35
0
7 Kyndil
5
0
-
0
-
5
68
141
-73
0
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 Kyndil
4
3
-
1
-
0
116
109
7
7
2 Neistin
3
2
-
1
-
0
88
76
12
5
3 StÍF
3
2
-
0
-
1
73
67
6
4
4 VÍF
4
1
-
0
-
3
101
100
1
2
5 KÍF
3
1
-
0
-
2
75
81
-6
2
6 H71
3
0
-
0
-
3
72
92
-20
0
Hondbóltur
1. deild kvinnur
08.11
14.30
VB-StÍF
09.11
15.00
Stjørnan-Søljan
1. deild menn
09.11
16.00
H71-StÍF
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
08.11
14.00
Mjølnir-KÍF
09.11
14.00
Dráttur-ÍF
09.11
15.00
TB-Fleyr
Meistaradeild menn
08.11
16.00
Mjølnir-Fram
09.11
16.00
SÍ-ÍF
Dystir um vikuskiftið
C
M
Y
K
20