Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 213 - 8. november 2003 FCK er á veg út í kuldan Todi er á veg í jólafrí Føroyski spælarin í FCK sigur seg ivast í, um hann verður førur fyri at vera við aftur, áðrenn danska lands- kappingin fer í vetr- arfrí ÚTISETI Jóannes Hansen joannes@sosialuri.fo Tað er nógv, sum bendir á, at Todi Jónsson ikki fer at spæla fótbólt aftur í hesum álmanakkaárinum. Á heimasíðu síni, todi.fo, segði Todi Jónsson aftaná dystin ímóti Mallorca í fyrrakvøldið, at hann held- ur líkindini vera smá fyri, at hann verður førur fyri at spæla í útidystinum suðuri á Mallorca um knappar tvær vikur, og hann sigur seg ivast stórliga í, um hann yvirhøvur verður førur fyri at spæla í ár. – Tað er altíð hugaligt, tá ið fólk heilsa og spyrja, hvussu tað gongur, og um eg skjótt verði aftur at síggja á FCK liðnum. Tá ið eg í kvøld var í Parkini vóru tað nógv, sum spurdu og fregnaðust. Eg dugi ikki at svara, nær tað fer at bera til hjá mær at spæla aftur. Servenjingarnar halda fram, men eg kann ikki siga, at tað kennist sum, at tað gongur nakran veg, tíverri. Eg havi fleiri ferðir sett nøsina upp eftir, at eg skuldi verða klárur til onkra ávísa ferðina. Tá ið tað ikki er eydnast, so kennist tað sum um, at eitt sindur av luftini fer úr, men so er einki annað at gera, enn at arbeiða víðari og vóna tað besta. Eg havi vónað, at tað fór at bera til at spæla í returdystinum niðri á Mal- lorca um tvær vikur. Nú ivist eg í tí. Dystarvenjingin verður sjálvandi ikki tann, sum hon hevur verið, tá ið eg ikki havi verið í dystum í næstan tveir mánaðir, og í løtuni er tað rættuliga óvist, um eg verði betri av skað- anum um tvær vikur. Sum eg fleiri ferðir havi sagt áður, so er tað lyskan, sum argar. Tey, sum hava skil fyri tí, siga, at talan er ikki um sama skaða í lyskuni, sum áður hevur hildið mær burtur frá FCK liðnum í fleiri mánaðir. Nú eru tað góðar fimm vikur, inntil SAS ligan fer í vetrarfrí. Í løtuni bendir nógv á, at eg ikki verði før- ur fyri at spæla aftur, áðr- enn kappingin fer í vetrar- frí. Men nú fáa vit at síggja. Hetta var tað, sum Todi hevur at siga um hetta á heimasíðuni. Einki er at ivast í, at hann fegin hevði havt viljað verið við ímóti Mallorca, og ikki minst at hann hevði viljað verið við í morgin, tá ið FCK skal spæla sera týdningarmiklan landskappingardyst á úti- vølli ímóti Brøndby. Tað var í Brøndby miðskeiðis í juni, at FCK við 1-0 sigri tryggjaði sær DM heitið. Saknurin í Toda Jónsson og fleiri øðrum lyklaspælar- um var ov stórur, tá ið FCK á heimavølli tapti ímóti ikki ser- liga sannførandi Mallorca FCK Í EUROPA CUP Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað er rættuliga lítið, sum bendir á, at FCK fer at vera við í hattinum, tá ið UEFA um fjúrtan dagar fer at draga um, hvussu feløgini skulu hittast í triðja umfarinum í 2003-2004 UEFA Cup kappingini. Í bítandi kulda frammanfyri stívliga tjúgu túsund áskoðarum tapti FCK hóskvøldið á heima- vøllinum í Parkini ímóti Mallorca. Gestirnir í Parkini eru illa staddir í heimligu kappingini. At talan ikki var um nakað topplið sást á øllum brøgdum hóskvøldið. Men Mallorca hevði nóg stóra styrki at vinna á 2-1 á FCK. Tað boðar meiri frá veikleikunum hjá FCK, enn tað ber boð um styrkina hjá spanska liðnum. Undan UEFA Cup dyst- inum gjørdu danskir fjøl- miðlar burturúr, at fleiri av lyklkaspælarunum hjá FCK vóru skaddir. Sipað varð til miðvallaran Erik Mykland, vongverjan Ole Tobiasen og ikki minst Toda Jónsson. Tað gjørdi støðuna uppaftur torførari, at miðvallarin og landsliðsspælarin Thomas Røll var leikbannaður. Skaðarnir og leikbannini bóru við sær, at liðuppstill- ingin var væl øðrvísi, enn hon hevur verið, tá ið styrk- in fyrr í summar var opti- mal. Hesa ferð var Hjalte Nørregaard á sentrala mið- vøllinum undir liðini á lið- formanninum, aldursfor- setanum og stríðsmanninum Peter Nielsen. FCK hevur tveir spælarar, sum kappast um verjuplássið í vinstru. Teir eru Peter Christiansen og Urmas Rooba. Orsaka av skaðum og leikbannum vóru teir báðir í byrjun- aruppstillingini hóskvøldið. Men bara í eitt korter, so varð Rooba so mikið skadd- ur, at hann var noyddur at taka seg aftur. Ov nógv mistøk Áskoðararnir í Parkini sóu ikki serliga nógv av poler- aðum fótbóltsspæli. Vøllur- in tóktist ikki at vera í heilt góðum standi, og sjálvt um teir royndu at vera ágang- andi og hugagóðir, so høvdu FCK spælararnir trupulleikar. Hóast teir ikki vóru so ógvuliga nógv kroystir og pressaðir, so gjørdu teir ov nógv persón- lig mistøk, og tað var júst eitt sovorðið, sum hevði við sær, at Mallorca legði seg framum. Martin Albrecht- sen var óheppin, tá ið hann ætlaði at beina innleggi úr vinstru út til horna. Í staðin fór bólturin í málið. Lítla løtu seinni javnaði sami spælari, tá ið hann stútaði hornasparksinnlegg í málið. Talan var um fyrsta málið yvirhøvur hjá honum fyri FCK. Útjavnandi málið hevði við sær, at FCK eina fitta løtu trýsti mótstøðu- liðið, uttan at stórir møgu- leikar spurdust burturúr. Zuma royndi, meðan Ál- varo Santos, sum var tikin framum Peter Møller, bara í evarska lítlum sekvensum gav ábendingar um, at hann er upplagdur avloysari, tá ið Todi Jónsson ikki er tøkur. Í 2. hálvleiki fekk Mall- orca sigursmálið eftir horna. Síðsta korterið royndi FCK at spæla og við longum bóltum, men tað segði alt tað sama. Tá ið dómarin hevði bríkslað síðstu ferð, tóktist tað FCK spælarunum og leiðsluni greitt, at tað heldur ikki verður í ár, at teirra lið fer at halda vetrar- frí, meðan teir framvegis eru í Europa Cup kapping- ini. – Um vit skulu megna at vera við í næsta umfarin- um, so skulu vit skora tvey mál í Spania, meðan Mall- orca einki mál skal fáa. Møguleikin fyri tí tykist rættuliga lítil, staðfesti Todi Jónsson, sum hóskvøldið var millum áskoðararnar. Eftir øllum at døma verður hann ikki við í ferðalagn- um, tá ið FCK um knappar tvær vikur fer niður í Miðalhavið at royna seg. At liva við Brøndby var hóskvøldið í europeiska eldinum á úti- vølli. Teir spældu á útivølli ímóti Schalke 04. Týska liðið vann 2-1. Tað má roknast við, at týska liðið verður favorittur, tá ið teir um tvær vikur fara at vitja í Brøndby. Men einsamalla útivallarmálið hjá Brøndby kann fara at vísa seg at verða gull vert. Sum vit fleiri ferðir hava nevnt, so er Jón Rói Jacob- sen í løtuni ikki førur fyri at vera við í stríðnum um plássini í Brøndby hópin- um. Hann hevur slitið krossbandið og verður ikki førur fyri at spæla fótbólt næstu mánaðirnar. Eftir dystin sunnudagin móti StÍF, sum Søljan tapti 23-31, hevur vága- liðið sent inn kæru til Hondbóltssambandið. Eina Gudmundsen, for- maður í Søljuni, váttar fyri Sosialinum, at felagið hevur sent kæru inn. – Orsøkin er, at StÍF í dystinum nýtti tveir mál- verjar, men bert onnur av hesum stóð á dómaraseðl- inum. Hetta hava vit so gjørt Hondbóltssamband- ið varugar við, og hvat víðari hendir í málinum, má so kappingarnevndin taka støðu til. Sjálv leggur Eina aftur- at, at hetta sum so ikki er gjørt í neyð, soleiðis at Søljan kann fáa nøkur stig. – Sjálvandi er talan um eina kæru, men eg vil ikki siga, at vit brúka hetta sum eina roynd at vinna dystin. Men reglurnar eru nú einaferð til fyri at halda, og so má HSF taka støðu til, hvat skal henda. Har stendur heldur ikki í lógini, at felag, sum hevur borið seg skeivt at, skal tapa dystin, men ístaðin stendur kann, so hvørja niðurstøðu teir koma til, fáa vit at síggja, sigur hon. Søljan sendi kæruna inn seinasta sunnukvøld. Sambært kappingarregl- unum hjá HSF skal kapp- ingarnevndin taka støðu til slík mál innan eina viku, so væntandi fellur dómurin ein av allar fyrstu døgunum -jm Søljan hevur kært StÍF C M Y K 22 Nr. 213 - 8. november 2003 23 – Deyðin er ongantíð nakar vinur og hann er altíð beiskur. Men vit kunnu verða samd við bæði Salomon kongi, Paulusi ápostli og heimsspekingin- um Kierkegaard, at deyðin noyðir okkum at steðga á, og hann noyðir okkum at hugsa – og tað hava vit gott av segði Símun Absalonsen á minningarhaldinum alla halgannadag í Klaksvík Góðu áhoyrarar. Góðu norðingar. Fyrsti november alla halgannadagur er dagurin, har føroyingar í mong ár hava valt at steðga á og minnast teir sjólætnu. Ein vakur siður og eftir mínum tykki bæði gagnligur og neyðugur tá hugsað verður um, hvussu tætt tilknýti vit sum fólk hava til sjógvin. Norðoyggjar hava heldur ikki verið spardar tá talan hevur verið um vanlukku- tilburðir á sjónum. Í mong- um føri áttu tey eftirsitandi ikki so mikið sum ta troyst, at kunna leitað til eitt grav- leiðið, av tí at teir, ið fórust, fingu váta grøv. Hetta er helst ein av høvuðsorsøk- unum til, at minnisvarðar yvir sjólætnar hava verið reistir ymsa staðir í Føroy- um. Í einum føroyskum blað frá 28. aug. 1943 verður kunngjørt, at í morgin verð- ur nýggi minnisvarðin yvir sjólætnar norðingar vígdur í Klakksvík. Talan er um nøvn á 138 sjómonnum, ið eru farnir við Norðoya skipum í tíðarskeiðnum 1900-39, umframt norðing- ar ið eru sjólætnir aðra- staðni. Víðari verður sagt, nøvnini á teimum, ið eru farnir eftir 1939, verða seinni høgd inn í steinar, ið verða settir kring varðan. Sunnudagurin 29. august 1943 varð á mangan hátt ein minniligur dagur. Í Danmark varð týska herset- ingarvaldið henda dagin farið eirindaleyst til verka, at steðga donsku mótstøð- uni móti hersetingini. Fleiri danir lótu lív og fleiri donsk skip vórðu søkt henda dagin. 29. august gjørdist ein tann myrkasti dagurin undir týsku herset- ingini. Men í Klakksvík lá ein tignaligur dámur yvir býnum, av tí at henda dagin var hátíðarhald við nðggja minnisvarðan. Eg veit, at viðingar skip- aðu fyri farti til Klakks- víkar av helluni henda dag- in, so hetta var dagur við góðum líkindum og dýrdar- veðri. Seta vit tíðina 60 ár aftur og royna at seta okkum inn í umstøðurnar, so kunnu vit fyrst merkja okkum, at vit eru mitt í ófriðartíð. Eisini hava størri skipsvanlukkur staðið rættiliga feskar í huganum á tí fólki, ið tá bú- leikaðist her. 2 ár framman- undan var Ekliptika horvin á veg heim úr Aberdeen. 5 ár frammanundan var Fossanes farin á Suðurland- inum og allir sjólótust. 13 ár frammanundan var Ernstine farin á land í Ís- landi har fleiri sjólótust hóast teir flestu vórðu bjargaðir. Hetta vóru alt skip, ið høvdu heimstað í Klakks- vík. Fyri at æra minnið um hesar menn, ið fórust og arðar við, varð hesin minn- isvarði reistur og hann hev- ur verið ein tigandi boðberi gjøgnum hesi seksti ár og ein áminning um tað, ið havið kravdi. Havið, ið ann- ars hevur givið føroyingum so nógv. Minnisvarðin var sum nevnt reistur í ófriðartíð. Skaldið Janus Djurhuus búði eitt skifti í Klakksvík undir krígnum. Í einari yrk- ing lýsir hann eitt summar- kvøld í Klakksvík í 1941. Vit fáa eina mynd av bæði náttúru og mannakenslum. Hann tekur m.a. soleiðis til: Vágurin allur í svartastilli, stásilig havfør har flóta, Komin aftur av vandaferð villu, har flogfør froysa og róta. Seinni sigur hann: Tó fer um bygdina látur, - lættur og kátur – Og yrkingin endar: Lurta, lurta – eitt ljóð er enn, tað er barna- og einkjugrátur. Um hesin minnisvarði hev- ur havt størri týdning fyri tey, ið reistu hann og samtíð teirra, enn fyri eftirfylgj- andi ættarlið, kann hvør einstakur døma um. Men vit sum seinni vuksu upp her munnu mangan sorg- leyst hava gingið ella runn- ið framvið Vágstúni, uttan at hava givið okkum størri far um, hvat hesin minnis- varði stóð fyri. Sum lítil smádrongur minnist eg einaferð - eg hugsi tað var ein sunnudag seinnapart – at eg gekk saman við pápa mínum framvið her, og hann segði við meg: »Eg haldi vit fara inn her«. Eg mintist meg satt at siga ikki at hava ver- ið inni í hesum garðinum áður. Pápi mín vísti mær minnissteinarnar og steðg- aði við tann eina, ið bar nøvn á næstringum. Eg minnist at andlitið var álvarsamt og hugurin hevur helst reikað. Seinni havi eg skilt, at pápi sigldi sum bestimaður við Milly í 1939 og 1940. Í mars 1941 fór Milly á marknað í Aber- deen. Hesaferð var hann kortini ikki við skipinum og hesaferð kom Milly ikki aftur. Mangir munnu óivað hava staðið við hesar minn- issteinar við kensluni av, at her kundi mítt egna navn eins væl havt staðið. Nøvn- ini kring minnisvarðan kundu lættliga verið fleiri. Í 1949 samtykti Føroya Løgting, at 1. nov. skuldi verða minnisdagur teirra sjólætnu. Og allahalganadagur vekir ófrættakend minnir í mongum føroyingi. Danski heimsspekingurin Søren Kierkegaard sigur, at lívið er sum eitt »sansi- bedrag«, meðan deyðin hinvegin fær fólk at hugsa. Kierkegaard tekur soleið- is til. - Døden er den store tænker, som kan tænke ethvert sansebedrag sønder og sammen. Líknandi tankar finna vit hjá Salomon kongi. Hann sigur: - Betri er at fara í sorgarhús enn í gildishús; tí í sorgarhúsinum endar hvørt menniskjalív, og tey, sum liva, leggja sær tað á hjarta. Ápostulin Paulus er kanska uppaftur meira víð- gongdur, tá hann einaferð sigur soleiðis: - Deyðin er vinningur! Hetta komst av uppreisn- arvónini ið hann átti í trúnni á Kristus. Og henda trúgv er ein trygg akkers- grund, tá lívsins ódnir herja. Og henda trúgv sten- dur okkum øllum ókeypis í boði. Deyðin er ongantíð nakar vinur og hann er altíð beiskur. Men vit kunnu verða samd við bæði Salo- mon kongi, Paulusi ápostli og heimsspekinginum Kierkegaard, at deyðin noyðir okkum at steðga á, og hann noyðir okkum at hugsa – og tað hava vit gott av. Nøvnini kring minnis- varðan her gerast ikki færri við tíðini. Hetta hevði skaldið Janus Djurhuus í huga, tá hann við serligum skaldsligum hegni yrkti minnisørindi ið stendur á hesum varða. Har stendur m.a. - Øldir undan øldum fara, økir nøvn kring minnis- varða. Farna árið hevur eisini kravt sítt og lagt afturat nøvnunum kring minnis- varðan. Eg fari til seinast at lesa upp nøvnini á teimum ið sjólótust síðani seinasta alla halgannadag og fari eg samstundis eisini at takka fyri tykkara áhuga og Klakksvíkar Býráð fyri hetta tiltak. Persónliga takki eg fyri álitið at kunna siga nøkur orð her ídag. Og eg ynski tykkum øllum Guds frið. Deyðin noyðir okkum at steðga á og hugsa Seinasta leygardag var minningardagur teirra sjó- lætnu og fleiri minningarhald vóru kring landið. Klakksvíkin er óivað tað stað í landinum, ið savnar mest fólk til árliga minningarhaldið. Sum siður er vóru umboð fyri myndugleikar og fakfeløg hjástødd og løgdu kransar við minnisvarðan. Hesi umboð vóru: Steinbjørn Jacobsen fyri Klakksvíkar Býráð, Anfinn Kallsberg fyri Føroya Landsstýri, Kristoffur Olsen fyri Klakksvíkar Arbeiðsmannafelag, Hanna Isaksen fyri Klakksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Sigmar Høgnesen fyri Klakksvíkar Útróðrarfelag. Í ár hevði býráðið heitt á Símun Absalonsen, ið er uppvaksin í Klakksvík, at halda røðu við minnishald- ið. Vit prenta røðuna her. TÍÐINDASKRIV frá Mentamálaráðnum Í døgunum 7. til 10 no- vember er ein sendinevnd frá Shetland Islands Coun- cil og vitjar Mentamála- ráðið. Leiðari fyri sendi- nevndini er Eddie Knight, ráðslimur og talsmaður í mentanarmálum í Shetland Islands Council, George Smith, mentamálastjóri, Brian Smith, leiðari á hetlendska landsskjala- savninum og Tommy Watt, stjóri á hetlendska forn- minnissavninum. Undir vitjanini skulu gestirnir hitta umboð fyri ymsar mentanar- og granskingarstovnar. Vitjað verður í Løgtinginum, á Fróðskaparsetrinum, Forn- minnissavninum, Lands- bókasavninum og á Fiski- rannsóknarstovuni. Gest- irnir skulu herumframt hitta umboð fyri ÍSF og Oyggjaleikanevndina. Eisini fara hetlendsku gestirnir á útferð í Eyst- uroy, har teir m.a. vitja rækjuvirkið á Oyri, kirkj- una í Funningi og nýggju kirkjuna í Gøtu. Shetland Islands Council hevur stóran áhuga í ment- anarligum samstarvi við Føroyar. Endamálið við ferðini er, at hetlendsku gestirnir skulu kunna seg við føroysk mentanarviður- skifti og umrøða mentanar- ligt samstarv millum Het- land og Føroyar. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, er vertur hjá hetlendsku sendinevndini. Hon leggur eins og het- lensku gestirnir stóran dent á at fáa í lag mentanarligt samstarv við Hetland. Sum møgulig samstarvsøki verður hugsað um ítrótt, gransking og list. Miðað verður ímóti at undirskriva avtalu um mentanarligt samstarv við hetlendingar. Hetlendsk sendinevnd vitjar Mentamálaráðið 23