Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 213 - 8. november 2003 Dámligir bohémar G. Puccini: La Bohéme. Rialto Leik- húsið í Keypmanna- havn í Norðurlanda- húsinum sunnu- kvøldið. UMMÆLI Ivan Niclasen Onkursvegna kennist tað skeivt at brúka orðið bo- héme á føroyskum. Ikki einans sær tað løgið út á prenti, sjálvt hugtakið tyk- ist eisini fremmant í okkara mentanarhøpi. Bohémar hildu til í stór-býunum. Teir vóru ungir og treystir og royndu at vinna sær framá innan føgru listirnar. Teir løgdu ikki petti í verðsliga tign ella borgarlig størv. Teir livdu fyri listina og kærleikan. Mangan var tó tómligt í pengapunginum, og evarska stutt var millum tað vónríka og tað vón- leysa. Sum árini liðu, og nðggjar sosialar skipanir vunnu fram, fækkaðust bohémarnir. Eyðsæð er ikki so lætt at kenna súsið av lívinum á eggini, tá studn- ingur ella a-skipan eru at detta aftur á. Tá Puccini í 1896 skriv- aði La Bohéme, bygdi hann á endurminningar hjá ein- um studenti í París. Italska tónaskaldið megnaði í op- eruni at endurgeva sjálvan pulsin í bohémelívinum og skapti eitt so spennandi symfoniskt verk, at sjálvt Debussy, sum annars ikki torgaði Puccini, helt fyri, at hetta var higartil besta lðs- ingin av tátíðarinnar París. So satt at siga var ein ikki væntin um framførsluna hjá Rialto Leikhúsinum í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. La Bohéme er ein tann kendasta operan yvirhøvur, og her skuldi eittans klaverið bera allan tónleikin hjá Puccini. Hartil vóru sangararnir ikki mill- um teir royndastu. Fyrsta akt var heldur ikki sannfør- andi. Hetta var ikki rættiligt bohémelív. Hóast pallurin skuldi ímynda tað kalda loftskamarið, har teir báðir, yrkjarin Rodolfo og lista- málarin Marcello, vóru staddir, so eydnaðist ikki rættiliga at mana kuldan og spírandi kensluna av vón- loysi fram. Tað er jólaaftan, og Rodolfo tveitir handritið í ovnin fyri at fáa hita. Seinni kemur tann vakra Mimi á gátt, hon bðr dyr um dyr við Rodolfo. Hon er sjúk og veik. Áhoyraranum er greitt, at okkurt ófrætta- kent er í væntu. Rodolfo hinvegin, sær einans kær- leikan. Hann greiðir Mimi frá sínum lívi í kendu ariuni Che gelida manina. Danski tenorurin Sune Rémi Hjer- rild hevði júst í hesu fram- førsluni eitt brá av fatal- ismu, aksla-ypping, sum leikluturin annars ikki legg- ur upp til. Hinvegin var hann góður í hæddini, og røddin hevði ein penan klang, sum vigaði upp ímóti vantandi fylluni. Vónandi hevði onkur ávarað sangararnar ímóti føroysku áskoðarunum, sum sótu pinnastillir, tá arian var liðug. Aðrastaðni er ikki óvanligt, at kendastu ariurnar verða fagnaðar við lógvabrestum. Norska sopranin Turi Olin Grimstad kom sum heild væl frá sínum leikluti sum Mimi. Hon svarar Rodolfo við síni stóru ariu Mi chiamano Mimi, og greiðir frá um sína meiri lítillætnu tilveru. Bæði klavertónleikurin, og tann spartanska uppset- ingin í stóru høllini í Norð- urlandahúsinum, har ljós- setingin skapti leikrúmið, komu betri til sín rætt í aðru akt. Nøkur kaféborð vóru á pallinum, og so vóru vit knappliga á kafé í metro- polinum París. Ferð er á tónleikinum og dialoginum. Musetta trínir innar á kaféina til Rodolfo, Mimi og Marcello, og so kemur enn meira ferð á. Anna Kathrina Borjeson hevði helst ta mest spennandi røddina, og gav nærum leiklutinum sum Musetta størri tðdning enn søgan loyvir. Hon spældi stak væl, men tað gjørdu hini eisini. Ikki minst baryton- urin Joachim Knop í leik- lutinum sum Marcello. Hóast røddin ikki hevði so nógvar littónar, so var ein sannur bohéme-dámur yvir honum. Í triðju og fjórðu akt høvdu søgan og fram- førslan fingið fastatøkur á áhoyrarunum. Leikstjórin Anders Ahnfelt-Rønne hevði lagt skilligan dent á tað leiklistarliga, og tað hóskaði væl, tá karmurin meira var eitt leikhús enn eitt operahús. Leikstjórin spældi sjálvur klaver, og tað er eisini honum at takka, at ein aftur og aftur bleiv mintur á, hvussu nógvur góður tónleikur er í operuni. Rætti vinnarin gjørdist sostatt Puccini, væl stuðlaður av dámligu fólk- unum úr Rialto Leikhús- inum. Annars - siga tey kønu - eru bestu innspælingarnar av La Bohéme Pavarotti/- Freni/Karajan á plátufel- agnum Decca, Bjørling/De los Angeles/Beecham á RCA Victor og Bergonzi/- Tebaldi/Serafin á Decca. Kelda: The Penguin guide to compact discs and cassettes Nr. 213 • leygardagur • 8. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Lesið síðu 4 & 5 DREYMAR Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Århus: Dreingir hava flest allir droymt um at gerast brandmenn, løgreglumenn, flogskiparar og annað. Gentur kunnu ofta hugsað sær at verða hárfríðkanarkvinnur, flogternur og at fáa ein hest. Men ikki Luisa Suffía Eliasen. Hon er fýra ár, og hon ætlar sær at gerast politikkari. Tað fyrsta, hon ætlar sær at gera, tá hon verður stór er tó nakað heilt annað. – Eg fari at skriva til vinirnar hjá mær, at teir eru fittir, sigur hon og smílist. Tey stóru brúnu eyguni hyggja forvitin runt í nýggja innkeypssentrinum, Bruuns Galleri í Århus, har vit eru. Tilvitað yrkisleið – Tá eg verði stór, vil eg verða politikkari eins og Anders Fogh Rasmussen, sigur Luisa Suffía, sum býr í Århus saman við for- eldrunum og lítlabeiggjanum Robert Alexander. Orsøkin til, at hon hevur valt hesa yrkisleið er, at hon ætlar, at tað skal verða bannað hjá børn- um at sláa, sparka og skumpa. – Og um tey bróta lógina, so skulu tey bara lurta eftir tí, sum eg havi at siga. Men hon ger skjótt greitt, at tað er fyri vinirnar, at hon vil verða politikkari. Og hon hevur longu sett hol á karrieruna – í barnagarðinum. Pápi hennara er í nevndini í barnagarðinum, sum hittist regluliga til fundir. Luisa Suffía helt, at tað var løgið, at børnini ikki eisini høvdu eina nevnd. Tí fór hon til leiðaran í barnagarð- inum og segði, at hon helt, at ein nevnd eisini átti at verið sett á stovn fyri børnini, og so varð. Trý børn úr hvørjari stovu hittast regluliga við starvsfólkunum, har tey tosa um, hvat tey kundu hugsað sær við barnagarðinum, og hvat møguliga kundi verið betri. Til Føroya Dreymarnir eru nógvir, og ynsk- ini mong, og eitt av teimum hjá Luisu Suffíu er ein reyður bilur. – Eg vil hava ein reyðan bil, eini lilla hús og kamarið hjá mær skal eisini verða lilla. Maðurin skal verða politimaður og vit skulu búgva í Føroyum. Og eg skal hava tíggju dreingir og tíggju gentur, fortelur hon spent, meðan hon vísir við øllum tíggju fingrum, hvussu nógv tey verða. Børnini skulu hava eplamos at eta og mjólk at drekka, og tey skulu ganga í skúla í Føroyum. – Eg skal eisini ganga í skúla í Føroyum og tá eg verði líka stór sum babba, so fari eg at gera skúlating. Framtíðinætlanirnar eru ann- ars, at tá hon verður vaksin, so skal hon taka sær av foreldrun- um, sum tá eru gomul, og eftir lítlabeiggjanum. – Tí hann verður ongantíð stórur, sigur Luisa Suffía sann- førandi at enda. Luisa Suffía, 4 ár: Eg vil verða politikkari Yrkisleiðin hjá Luisu Suffíu er longu løgd. Hon ætlar sær at vera politikkari eins og Anders Fogh Rasmussen Song- og flytifuglur Malin Zachariassen hevur búð í Føroyum í níggju ár tilsamans. Fyrst í desember flyta hon, maðurin, Jan og báðir syninir aftur til Svøríkis. Men beint áðrenn hon fer avstað sendir hon sína næstu føroysku fløgu á marknaðinum við heitinum »Eg vil fylgja« C M Y K 25 24