Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HUGLEIÐINGAR Ása undir Kletti auk@post.olivant.fo Nú eru fjøllini gingin og øll eru glað og fró. Bara ikki seyðurin. Hann er rikin í rætt, vigaður, róstur, seldur á uppboðssølu og síðani flettur á nýmótans fletti- borðum. Tað er ein góð upp- finning - flettiborðini. Tað vóru vit leingi um at finna útav. Tori at pástanda, at um konur høvdu flett, so vóru borðini komin fyri langari tíð síðani. Og nú hanga øll krovini so fitt lið um lið í hjallunum, og menn og konur stúra, tá tað er ov lýtt, og eru harafturímóti ovurfegin, tá kuldin legst um landið, og tindarnir hvítna eins og í yndisligu, bein- raknu umsetingingi hjá Robert Joensen: "Nú hvítna tindar fjøllum á". Eg má siga, at tað gjørdi mær eitt sindur ilt at síggja seyðin hanga í leysum lofti í Lítlu Dímun. Haldi (sum onkur), at smartari má hatta kunna gerast, sjálvt um tað er óhøgligt og snips niðurfyri. Hinvegin, hatta veit eg so lítið um, so lat meg gevast, áðrenn eg vevji meg inn í nakað, eg ikki havi petti skil á. Og so- leiðis koma vit til tað, henda greinin skal snúgva seg um. "Ymiskt um seyð og av seyði" er hetta ikki, men av seyði — tað er tað. Eg havi fingið eitt indur, og tað er mestsum at meta sum eitt undur. Eg elski blóðpylsu við nógvari tálg og øllum hinum í. Tað er einki dulsmál, og havi eg eisini nevnt tað fyrr. Veit ikki, hvussu sunt ella ósunt tað er at eta blóðpylsu, og tað tími eg yvirhøvur ikki at hugsa um. Tað skal ikki spilla mær gleðina. Nú er óivað onkur av tykkum, ið hugsar, hvussu hetta væl- signaða indrið úr Vestmanna endaði hjá mær. Tað skal eg so væl siga frá. Einum starvsfelaga tókti so hjartaliga synd í mær, tá hon frætti, at hetta var mín yndisdøgurði, og at eg ikki hevði smakkað blóðpylsu enn, at hon á staðnum gjørdi av, at eg skuldi fáa eitt indur frá henni. Eisini helt hon, at tað var ein øðrvísi uppliving at taka eitt indur við til Havnar til eina neyðars havnar- konu. So hetta vælsignaða indur, sum einaferð hevur gingið í vala haganum í Nesinum í Vestmanna (sjálvandi hevur indrið sjálvt ikki gingið og hoppað runt har) var knappliga í bili á veg til Havnar. Og í morgun var eg tann hepni móttakarin. Starvsfelagin segði mær, at hon hevði lagt indrið í køliskápið í ein Sam- keypsposa. Eg mátti lúra og mín sann. Har lá tað væl inn- ballað. Kendi tað sum um eg hevði vunnið í Gekkinum. Kanska hevði hetta verið ein væl egnaður eykavinn- ingur? Haldi, at eg fari at skjóta tað upp fyri Arinu. Tað loysir seg kanska ikki kortini, tí so skal Heilsu- frøðiliga uppí, og so verður alt so strævið. Eftir arbeiðstíð tók eg soleiðis hesa vælsignaðu gávu upp í kneppið og legði hana varisliga í ryggsekkin, saman við hárband- inum og endurskinsfidusunum. Kanska endurskinsfidusarnir lýstu fyri indrinum í myrka rygg- sekkinum, men tað kann eingin vátta, so tað lati eg liggja. Og so fóru vit til gongu, eg og indrið. Hevði avrátt at ganga mær ein ordiliga langan túr eftir arbeiðstíð, so eg kundi vera so gorhungrað sum ongantíð fyrr, tá eg kom til hús, so vit bæði fóru við tí fúkandi ferð niðan eftir R.C. Effersøesgøtu. Hugsi ikki, at nakar annar fór túr við einum indri — í hvussu er ikki júst tann dagin, eg fór. Eg skal siga tykkum, at tað er faktiskt nokk so hugfarsligt at ganga túr við indrum. Vit gingu okkum heilt niðan á ringvegin og so oman til Norðurlandahúsið. Ikki tí at eg helt, at indrið hevði nakra gleði av at vitja NLH, men eg hevði hug at vita, um Hjørdis var í køkinum, og mín sann um hon ikki var. Kundi ikki bara mær, men segði henni, hvat eg hevði í skjáttuni. Hon helt slettis ikki, at tað var nakað løgið, at eg og indrið gingu túr. Segði mær, at hon eisini elskaði blóðpylsu, men tað skuldi ein ikki siga so hart, helt hon, tí allar smakkaðu ikki eins væl. Og so kanst tú koma í rasshaft. Og rætt hevur hon. Tað er so ógvuliga ymiskt, sum konur gera blóðpylsu. Summar koyra nógva tálg í, summar koyra onga, summar koyra fleiri nevar av rosinum í, og summar koyra hvørki tálg ella rosinur í. Og so eru tað summar, sum koyra so nógv krydd í, at tú næstan rættir teg eftir ósjónliga temunninum, tí tú heldur, at tú fært ein drekkamunn við krydd- køku afturvið og ikki døgurða. Heimkomin fór eg at gera klárt. Einsamøll var eg á borgini, so eg gjørdi mær ordiliga dælt. Tók indrið fram og skar mær 4 feitar flísar og legði tær klárar. Setti mær eplini útá at kóka, legði flísarnar varisliga á pannuna við Vita-margarini og vatni og bíðaði. Gekk yvir til pannuna og kekkaði, hvussu leikur fór og mátti fáa mær ta minstu flísina sum brellbita. Sum tað gagnaðist mær væl. Betri enn nakað "niðurundir" frá Hotel Hafnia. Tað skal eg siga tykkum. Nú vóru eplini kókað og eg kundi seta meg við andakt at njóta henda fantastiska døgurðan. Einki er sum hetta. Hvørki Angus-búffur ella annar búffur. Má viðganga, at eg át meg fullkomiliga um rygg. Fekk næstan ikki reist meg aftaná. Og eg fekk mær uppá aftur tallerkin, tá ein løta var farin. Tá sat eg púra stív og stappað, og eg haldi, at armarnir høvdu hug at fara út frá av sær sjálvum eina løtu. Herligt. Onkuntíð havi eg sjálv gjørt blóðpylsu saman við vinfólkum okkara. Eitt rættiligt blóðpylsu- átak, har vaksin og børn øll vóru uppií. Tað skal vera so pedagog- iskt rætt, siga tey, so børnini skóru tálg, menninir? Ja. Hvat gjørdu teir? Løgið, men tað minnist eg ikki. Og konurnar rørdu blóð, krydd og alt hitt saman. Onkur hevði lýttað mær í oyrað, at var genialt at vaska vombina í vaskimaskinuni. Allar konur á Skálafjørðinum høvdu langt síðani funnið út av hesum, og sjálvandi vildi eg ikki vera eftirbátur, so hetta mátti roynast. Haldi at Elin, vinkonan, var eitt sindur skeptisk, men sum tað skinnið hon er, so læt hon meg sjálvsagt ráða. Og eyðvitað var eg ikki nøgd eftir einum umgangi á ullskránni. Nei. Nei. Inn í aftur maskinuna fóru hesar ólukku vembur. Úrslitið varð, at væl vaskaðu vemburnar, skvamblandi aftur og fram á skránni til ullint pløgg, minti mest um eiturfínar, krita- hvítar Tønderkniplingar, tá eg tók tær úr maskinuni aftur. Eg tori at vedda uppá, at Mary Donaldson hevði kunnað brúkt eina sum part av brúðarslørinum næsta ár. Umframt at Margretha kundi fingið burturav til ein kaffidúk við teimum mest fantastisku holmynstrunum. Home made in The Faroe Islands. Tá vænti eg, at Heindrikur hevði rýmt til Fraklands og hesu ferð fyri vell. Og løgmaður, sum í ár valdi fíggjarlóg framum bonaðu gólvini á Fredensborg. Tað var ikki sum í fjør, tá hann valdi at fara á fjall, tá fíggjarlógin var fyri. Ná, nú bleiv tað nakað vilt hjá mær. Nú fór hugflogið heilt upp at gartera. Gott, at onkur hevur forbarmað seg yvir meg seinnu árini og givið mær eitt indur ella tvey so hissini. Á denn havnarkona. Hinvegin, so verður eingin kniplingsdúkavambarútflutning- ur, men tað kunnu vit saktans liva við. Havi hoyrt um danska konu, sum flutti til Føroya. Hon lá ikki sjóvarfallið av sær, men fór beinanvegin í holt við at læra seg ymiskt innan føroyska matgerð, tí sum hon tók til: "Man skal hyle med de ulve, man er iblandt". Kanska ikki so diplo- matiskt orðatak. Hon gjørdi rulli- pylsu, so tey hjá Otto Reinert næstan blivu øvundsjúk, og hjall fekk hon sær næstan beinanvegin eisini. Hon bakaði drýl og mín sann, um hon ikki eisini hongdi fisk upp at ræsa. Og sjálvandi fór hon eisini at hugsa um blóðmør, tá fjøllini vórðu gingin. Skjótt hevði hon fingið vomb og alt tilhoyr til høldar og fór so hugagóð í gongd. Hon vigaði og koyrdi allehånde og annað gott, sum stendur í Marius’sa bók í blóðið, rørdi væl og fylti so upp í vombina. Og fylti uppí og fylti uppí. Tað, ólukkudýrið ikki visti var, at vombin skuldi klippast sundur, áðrenn. Úrslitið varð, at verðsins størsta indur stóð út á í vaski- grýtuni, og tá hon stakk stokkin í ódjórið, stóð blóðsprænurin heilt upp undir loftið, sum eitt øgiligt íslendskt gos. Ólukkudýrið. Hvør segði, at tað skuldi vera lætt? Haldi, at eg fari at taka táttin uppaftur at gera blóðpylsu. Kanska fari eg at stovna eitt "Eg elski blóðpylsu" felag. Tað er bæði synd og skomm, at so nógv fer burtur av avroðum, og hvussu skal eg kunna fortelja ommu- soninum um deiliga luktin og smakkin av blóðpylsu í køkinum hjá ommu míni í Gøtu, um eg ikki taki táttin upp sjálv? So kunnu vit bæði í felag, meðan lítlin sker tálgina sundur í fittligar bitar, og omman vaskar indrini (ikki í maskinu) siga væl kendu rímuna: "Rukkulakki, rukkulakki oman eftir á, hví vaska tey meg ikki sum onnur indur smá." Vit liva í eini tíð, har vit verða stappað við ómetaligum mongdum av informasjón hvørt einasta sekund, meðan vit eru vakin. Mongdin er so øgilig, at einki menniskja er ført at fylgja við. Jú meira, vit royna at fanga í meldrinum, jú minni kenna vit, at vit orka at fylgja við, og jú skjótari sýnist tíðin at ganga. Og jú meira pøst gerast vit. Menniskju í okkara ættarliði eru meira tyngd av informasjón enn nakað annað ættarlið undan okkum. Ja, kanska meira enn øll ættarlið tilsamans undan okkum! Tá oldurabbi okkara var umleið 24 ára gamal, hevði hann uttan iva lært alt, sum var vert at vita fyri hann fyri at liva eitt gott lív. Í dag inniheldur eitt av teimum stóru altjóða dag- bløðunum meira vitan, enn tann samlaða vitanin oldurabbi okkara kundi røkka at ogna sær alt sítt lív. Í 13. øld svaraði mongdin av øllum teimum bókmentum, sum tá funnust tilsamans í øllum heiminum, til, hvat ið nú kemur út av bókmentum hvønn einasta dag. Nú fleiri og fleiri fólk leggja fleiri og fleiri upplýsing- ar á alnótina, veksur tilsvarandi mongdin skjótt tíma fyri tíma. Er tað løgið, at vit onkuntíð kenna tað, sum um vit fáa mentalan ferðslutøpp? Hvussu kanst tú anda frítt, tá heimurin er so algoystur? Og hvat gera vit so við tað? Í fyrsta lagi hevur tað týdning ikki at stúra. Í øðrum lagi mugu vit læra at velja. Í triðja lagi mugu vit gera av, hvat hevur veruliga týdning fyri okkum. Ongantíð fyrr hevur tað havt so stóran týdning at duga væl at skilja ímillum, hvat er vert at vita og hvat, ið ikki er vert at vita. Hvat ætla vit okkum at fáa burturúr í síðsta enda? Tað ber ikki til at flóta omaná altíð, men vit kunnu frammanundan meta um, hvar vit ynskja at vera framyvir. Summi duga betur at fáa nakað burturúr enn onnur. Spyrt tú, hvussu tey bera seg at, siga tey uttan iva, at tað í stóran mun snýr seg um at læra seg at liva so einfalt sum gjørligt - at síla frá, at skipa seg. Tað er ikki neyðugt at skula skoða yvir alt. Bert tú megnar at halda nøkurlunda skil á tíni egnu lítlu tilveru, er kjansurin stórur at fáa yvirskot til eisini at njóta lívið. Sosialurin Nr. 213 - 8. november 2003 3 2 Sosialurin Nr. 213 - 8. november 2003 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Pøsta verð Elin Heinesen skrivar: Rukkulakki, rukkulakki oman eftir á … C M Y K 27 26