leygardagur 8. november 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sum er trý ár. Men upptøkurnar
byrjaðu í juli mánaði í ár, og
vóru lidnar tveir mánaðir seinni.
– Hetta við at gera tónleik er
ikki nakað fast hjá mær. Eg havi
altíð verið virkin við tónleiki í
samkomuni. Men eg seti meg
ikki niður at skriva tónleik. Tað
er bara nakað sum kemur. Sum
til dømis tá eg havi hoyrt eina
góða talu ella tá eg tosi við Guð,
so er ein sangur brádliga har,
greiðir Malin frá.
- Viðhvørt brúki eg so at siga
onga tíð til tónleik, men so tá ein
verkætlan er í gongd, so brúki eg
nógva tíð til tónleikin. Eg hevði
gott kunnað hugsað mær, at hetta
við at geva fløgur út gjørdist til
ein lívsstíl, men tað skal ikki
vera nakað trýst.
Liva eins
Nú hevur Malin so búð í Føroy-
um í níggju ár tilsamans, og hev-
ur upplivað landið bæði væl og
virðiliga.
– Mær dámar væl Føroyar sum
land, og eg trívist væl her.
Tær keðiligu síðurnar við
Føroyum heldur Malin vera
veðrið, og at øll liva so eins.
– Fólk í Føroyum liva so líka.
Tey eru ikki so fleksibel.
Øll byggja hús, fáa sær
nýggjan bil, arbeiða og koyra
børn á stovn, greiðir Malin frá,
men undirstrikar, at hetta ikki er
nakað negativt.
– Eg kenni á mær, at okkurt
skal henda nú, og tað er týdn-
ingarmikið, at ein sjálvur velur,
hvussu lívið skal livast, og ikki
er bundin av umstøðunum. Og
tað er tað, sum vit gera nú. Vit
velja at liva okkara lív. Alterna-
tivið hevði verið, at vit høvdu
farið út at arbeitt og børnini
høvdu farið á stovn. Men vit eru
ung og lívið hevur nógv at bjóða
uppá.
- Vit taka ein kjans og loyva
okkum at gera ting og taka feil.
Vit kunnu jú altíð koma aftur.
Tann 6. desember gongur
leiðin so til Malmø. Hvussu
leingi steðgað verður har, er ikki
avgjørt enn, men alt letur til, at
avbjóðingin verður tikin við
góðum treysti.
Sosialurin Nr. 213 - 8. november 2003
5
4
Sosialurin Nr. 213 - 8. november 2003
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Flytifuglar flúgva suðureftir um
veturin. Og tað fer songfuglurin
Malin Zachariassen eisini at gera
í vetur. Sjálvt um leiðin ikki
liggur heilt ímóti teimum trop-
isku og heitu londunum, so
gongur leiðin til heimlandið,
Svøríki.
Malin hevur búð í Føroyum í
til samans níggju ár. Fyrstu ferð
hon kom til Føroya var í 1988 í
sambandi við, at pápi hennara
fekk starv sum tónleikalærari her
í tvey ár. Tá var hon 15 ára
gomul. Tað stutta av tí langa er,
at Malin fann sær føroyskan
mann og hevur búð í Føroyum
seinastu sjey árini.
Sjálvt um Malin er svensk, so
ber als ikki til at hoyra á henni,
at hon ikki er føroyingur, tí hon
tosar nevniliga flótandi føroyskt.
So føroyskt, at hon nú sendir
næstu fløgu sína á marknaðin – á
føroyskum.
Skal tola nógv
Malin sigur, at tað tók henni um-
leið eitt ár at læra føroyskt.
– Eg havi bara lurtað og
hermað. Sagt tað, sum ljóðar
best, og tað hevur sum oftast
verið tað rætta. Eg hevði eisini
gjørt upp við meg sjálva, at eg
vildi læra føroyskt, men ein skal
tola nógv í og við, at ein verður
rættaður alla tíðina, greiðir
Malin frá.
Víðari sigur hon, at tað ikki er
lætt at koma í 9. flokk, og onki
duga av málinum framman-
undan.
Mannin, Jan Zachariassen
møtti hon eisini tá hon var í
Føroyum fyrstu ferð.
– Maður mín helt, at hann
hevði møtt eini stillari og friðar-
ligari gentu, sum onki segði.
Trupulleikin var bara, at eg fekk
onki sagt, sigur Malin sarkastiskt
og flennur.
Flyting
Í 1991 flutti Jan yvir til Svøríkis
í fimm ár til Malin varð liðug
við útbúgving sína sum
sjúkrasystir, og í 1996 fluttu tey
so aftur til Føroya. Í desember
gongur leiðin til Svøríkis, hesu-
ferð til Malmø, har foreldrini hjá
Malini nú búgva.
– Vit hava altíð sagt, at vit fara
at flyta aftur til Svøríkis og um
tað skal vera, so skal tað verða
nú. So fáa vit eisini møguleikan
at flyta aftur til Føroya tá dreing-
irnir skulu í skúla, greiðir Malin
frá. Hon peikar á fyrimunir við
at flyta til Svøríkis, sum eitt nú
tað fíggjarliga í og við, at í
Føroyum heldur hon tað illa bera
til at vera heimagangandi, tí tað
er so dýrt at liva í Føroyum.
Umframt tað, so hevur hon enn
rætt til barsil í Svøríki, so hon
kann framvegis gera sær dælt av
tí.
– Hetta er ongin permanent
loysn. Trívast vit ikki, so fara vit
heim aftur. Har hava Jan og eg
tvær heilt ymiskar væntanir til
framtíðina, har eg vænti, at vit
ikki fara at trívast og koma aftur
til Føroya, og Jan heldur, at vit
fara at trívast og ongantíð koma
aftur.
– Eg eri ein persónur, sum
hevur brúk fyri árstíðunum. Tað
er fantastiskt, tá tú sum barn
upplivir árstíðirnar í og við, at tú
fert úr vetrarklæðunum og í
várklæðir. Her gongur tú í
teimum somu klæðunum alt árið.
Men Malin ásannar, at tað
uttan iva verður hart at flyta.
– At koma til eitt nýtt stað,
nýtt arbeiði, har tú ongan kennir,
er ringt. Men tað er kanska eisini
eitt frælsi í at tú ikki kennir
nakran.
Sum barn flutti Malin eisini
nógv. Og tað hevur hon als ikki
sæð sum nakað ringt.
– Røturnar hjá mær eru ikki í
einum býi ella einum býarparti.
Tær fara djúpari enn so.
Virkin á føroyskum
Umframt at vera kona, mamma
og sjúkrasystir, so er Malin eisini
virkin innan tónleikaheimin. Í
1999 gav hon fløguna "Drekk av
vatninum" út, og nú kemur
fløgan "Eg vil fylgja" á markn-
aðin. Nevnast kann eisini, at tann
fyrra fløgan varð eisini givin út á
svenskum í Svøríki.
– Tað er stuttligt at vera virkin
á føroyskum. Hetta, sum eg geri,
er til fólk her í Føroyum. Nakað,
sum tey kunnu brúka her, og tí er
tað á føroyskum. Eg skilji væl, at
fólk gera tónleik á enskum fyri
at sláa ígjøgnum uttanlands, men
tað er ikki endamálið hjá mær,
sigur Malin.
Malin greiðir frá, at løgini
vóru klár til upptøkur fyri
hálvum øðrum síðani, men tá
fingu Malin og Jan aftur ein son,
Jákup. Áðrenn áttu tey Elias,
Malin Zachariassen:
Song- og flytifuglur
Malin Zachariassen, sum upprunaliga
kemur úr Svøríki,
hevur búð í Føroyum í níggju ár
tilsamans. Fyrst í desember flyta hon,
maðurin Jan, og báðir syninir aftur til
Svøríkis. Men beint áðrenn hon fer av
stað sendir hon sína næstu føroysku
fløgu á marknaðinum við heitinum
"Eg vil fylgja"
SONGFUGLUR: Malin Zachariassen flytir tann
6. desember saman við manninum Jan og
báðum synunum, Elias og Jákup, aftur til
Svøríkis
Mynd: Jens Kr. Vang
FLYTIFUGLUR: Beint áðrenn Malin og familjan flyta til Svøríkis, kemur næsta føroyska fløgan á
marknaðin við heitinum "Eg vil fylgja"
C
M
Y
K
29
28