Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 213 - 8. november 2003 BÓKAÚTGÁVA Annika B. Mortensen Fyri meiri enn seks árum síðani, tann 31. august í 1997, læt Diana prinsessa lív í minniligu ferðsluvanlukkuni í París. Húskallurin hjá Dianu, Paul Burrell, fleyg til París, læt líkið av Dianu í klæði og sminkaði andlit hennara, áðrenn líkið varð flutt til Bretlands. Í november sama ár gav drotningin Paul Burrell "The Royal Victorian Medal" - sum viðurkenning fyri starv hansara. Paul Burrell er 44 ára gamal, giftur, og hevur tveir synir. Hann fekk í 1980-unum starv sum húskallur hjá Dianu eftir at hava starvast hjá kongaliga húskinum áðrenn. Tá Diana prinsessa flutti frá Charles prinsi í 1996 fylgdi húskallur hennara við til slottið í Kensington. Burrell, sum var sonur ein lastbilførara í náms- býnum Grassmoor, var 16 ár, tá hann fór úr skúlanum. Brøður hansara arbeiddu í námunum, men Burrell sjálvur megnaði at fáa arbeiði hjá teimum kongaligu á ungum aldri og har varð hann í heili 21 ár - til eftir deyða Dianu. Í november í 1997 var ein minningargrunnur stovnaður til frama fyri Dianu prinsessu, og Paul Burrell fekk starv í leiðsl- uni. Men longu árið eftir, fór Burrell úr hesum starvi. Óvissa er, um hann fór sjálvboðin ella um hann var sagdur úr starvin- um. Frá at vera ein lítið og einki kendur fyrrverandi húskallur, kom Paul Burrell brádliga í harðliga bretska fjølmiðla- brennidepilin í januar í 2001. Tá kunngjørdi avísin The Mirror, at heimið hjá Burrell var rannsakað av løgreglumonnum í heilar tólv tímar, og at Burrell var undir illgruna fyri at hava stolið frá Dianu, Charles prinsi og William prinsi. Hvørt mansbarn í Bret- landi hoyrdi um ræðuliga hús- kallin, og í august mánaði varð Burrell ákærdur fyri at hava stolið 342 lutir frá teimum kongaligu. Sagt varð, at virðið av stolnu lutunum var 5 milliónur pund, tað eru góðar 60 milliónur krónur. Sambært fjølmiðlunum varð talan um fløgur og LP- plátur, sum Diana hevði undir- skrivað, designað klæði hjá prin- sessuni, prýðislutir, hattar, taskur, brøv og myndabøkur hjá familjuni. Málið kom fyri rættin í oktob- er og eftir níggju dagar vóru nevningarnir brádliga sendir heim. Fáar dagar seinni, 1. november, endaði sakarmálið, tí tá varð kunngjørt, at Burrell hevði boðað drotningini frá, at hann varðveitti ymisk ting fyri Dianu prinsessu. Kenslusamur greiddi Burrell fjølmiðlunum frá, at drotningin var har fyri hann - "The Queen has come through for me." Í hesum døgum er Burrell aftur í andgletti í fjølmiðlunum. Tann 27. oktober kom bókin hjá Burrell "A Royal Duty" út, sum greiðir frá lívinum aftanfyri kongaligu veggirnar í Bretlandi. Sjónarmiðið í flest øllum teim- um bretsku bløðunum er, at Burrell er ein frekur og penga- grammur maður. Forløg í Amerika hava biðið um eina millión eintøk av fyrstu útgávuni av "A Royal Duty", eitt tal, sum er óvanliga stórt, og forlagið Penguin í Bretlandi gevur út 120.000 eintøk av bókini. Bretsku fjølmiðlarnir leggja dent á, at Burrell stroyir salt í gomul sár. Í lýsingum fyri bókina verður sagt, at bókin vísir á eitt bræv, sum Diana hevur skrivað, har hon sigur seg bera ótta fyri, at onkur ætlar at beina fyri henni við eini ferðsluvanlukku. Um- framt verður sagt, at Diana prinsessa aldrin vildi skiljast frá Charles prinsi, og at fleiri í tí kongaliga skaranum halda lítið um Camillu, sum skal eitast at vera lívskærleikin hjá Charles. Bókin lovar nógvan, góðan slatur, og so er spurningurin, hví Burrell, sum sigur seg vera æviga trúfastur móvegis Dianu, vil særa familjuna hjá henni við at ríva upp í tí farna. Bløðini halda, at Burrell ger tað fyri pengarnar og fyri at verða kendur. Hann hevur eingi haldgóð prógv fyri, øll tey brøvini, sum hann sigur seg endurgeva eftir minni í bókini, og tað, at Diana bar ótta fyri lívi sínum rann honum ikki í hug, fyrr enn hann var við at skriva bókina. Paul Burrell er vónbrotin um, at tey kongaligu ikki vóru har fyri hann, tá hann varð ákærdur fyri stuldur. Hann sigur bein- leiðis, at talan ikki er um hevnd, men at um hann hevði fingið bert eina samrøðu í telefonini við onkran av teimum kongaligu eftir, at sakarmálið móti honum var endað, so var bókin ikki skrivað. Fyrrverandi húskallurin sigur seg einki hava hoyrt frá teimum kongaligu, síðani deyða Dianu. Burrell sigur, at hann og familja hansara hava havt tað ræðuligt. Hús teirra hevur verið endavent av løgreglufólki, hann hevur verið ákærdur fyri stuldur og hevur kent seg somikið vónbrotnan av teimum konga- ligu, at hann nærum hevur beint fyri sær sjálvum. Hann dylur kortini ikki fyri, at peningurin, sum hann fer at vinna við bókini, fer at koma væl við. Í eini samrøðu við BBC 1, sigur Paul Burrell, at tað, sum fólk vita um Dianu prinsessu, og tað sum er skrivað í søgubøk- urnar, ikki er allur sannleikin, og tí hevur hann valt at geva bókina út. Hann vil fegin rætta tær ósannu søgurnar um Dianu. Men um man blaðar ígjøgnum "A Royal Duty", er bókin samstundis ein lýsing, sum fer at gera Burrell og familju hansara kend. Nú hevur William prinsur, sum er 21 ára gamal, vegna seg og 19 ára gamla lítla beiggjan, Harry, sagt, at Burrell er ein kaldur og bersýndur svíkjari. Burrell sigur, at dreingirnir eru vaksnir og mugu skilja, at móður teirra er ein tíðarinnar halgimynd sum tosað verður um. Burrell heldur, at William og Harry eru villleiddir av skipanini og hann heitir á William prins, um at koma og práta við seg. Um William fer at taka ímóti innbjóðingini, er ilt at siga, tí Burrell er í Amerika í hesum døgum fyri at skriva í bøkur. Hann skal vitja ikki minni enn 25 býir í Amerika. Men onkur av teimum kongaligu fer óivað at royna at blíðka fyrrverandi húskallin, tí hann hevur gjørt greitt, at "A Royal Duty" als ikki hýsir øll loyndarmálini, sum hann kennur. Burrell sigur seg ikki hava nakra ætlan um at skriva eina bók afturat, men sigur samstundis, at tað er ilt at meta um, hvat fer at henda í framtíðini. Alt bendir tískil á, at tey duldarfullu kongaligu mugu verða fitt við Burrell. Sum ungur var hægsta ynskið hjá Paul Burrell at tæna og arbeiða í Buckingham Palace, og fyri einum góðum ári síðani endaði fyrrverandi húskallurin nærum í fangahúsi. Í dag er Burrell heimskendur, millión- ingur og førur fyri at geva teimum kongaligu ábreiðslu. Lívið hjá Burrell hevur havt eina sjálvsama lagnu, sum eina mest minnir um ævintýrið um Øsku- fía. Ævintýrið um fyrrverandi húskallin hjá Dianu Prinsessu, Paul Burrell Í 21 ár starvaðist hann hjá teim kongaligu í Bretlandi, fyrst og fremst sum húskallur hjá Dianu Prinsessu. Nú hevur hann skrivað bók um kendu prinsessuna, og tað hevur voldað teim kongaligu, serliga synum Dianu, stórt høvuðsbrýggj Í hesum døgum er Burrell aftur í andgletti í fjølmiðlunum. Tann 27. oktober kom bókin hjá Burrell "A Royal Duty" út, sum greiðir frá lívinum aftanfyri kongaligu veggirnar í Bretlandi Mynd: Reuters Sosialurin Nr. 213 - 8. november 2003 7 BÓKAÚTGÁVA Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Fimm milliónir tekn eftir trimum mánaðum. Tað sigur ikki so lítið um, hvussu stór uppgávan var, sum Bergur Rasmussen tók á seg, tá hann játtaði at týða ta fimtu bókina um Harry Potter eftir J.K. Rowling. 33 ára gamli Bergur er tann triði týðarin í røðini. Undan honum hava Gunnar Hoydal, sum týddi tríggjar tær fyrstu, og Malan Háberg, sum týddi ta fjórðu, gjørt sína skyldu. — Tað er ein stór ábyrgd at týða slík stórverk til føroyskt. Tú skalt vera trúgvur ímóti upp- runatilfarinum, og tú skalt liva upp til allar vónirnar, sum eru millum bæði børn og vaksin. Er tað ikki nóg gott, sum tú letur úr hondum, so lata fólk bara vera við at lesa tað og fara yvir til at keypa danska tilfarið, sigur Bergur Rasmussen. Hann er komin ígjøgnum ta fyrstu gjøgnumskrivingina, hevur fingið rættlesturin aftur og setir rættingarnar inn, áðrenn hon aftur verður gjøgnumgingin. – Tað er farið at líkjast nøkrum, og rættlesturin hevur hjálpt væl. Eg taki tær flestu rættingarnar við, men lati eisini nakrar fara framvið. Eg ansi eftir, at tað ikki verður hyper- korrekt! Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at samrøðurnar eru trúligar. At tær ljóða sum samrøður millum børn í hesum aldri. Annars missir bókin lív, sigur Bergur Rasmussen. Tríggir mánaðir Tað hevur verið strævið, við- gongur Bergur, sum fekk bókina at týða á jóansøku 24. juni og læt fyrstu týðingina inn 24. sep- tember. Hann hevur týtt eftir ensku upprunabókini, sum er 760 síður til støddar. Nú hevur hann 500 A4 síður í telduni. Ella 5 milliónir tekn. – Tað hevur verið krevjandi, og eg havi roykt eina millión sigarettir. Tey siga, at vit høvdu eitt gott summar, men tað kenni eg einki til. Eg havi sitið inni heilar dagar fyri at fáa tað avgreitt til tíðina, og hetta er so nógv tað størsta arbeiði av hesum slagi, eg havi verið úti fyri. Men tað hevur eisini verið spennandi, sigur Bergur Ras- mussen. Hann er kanska mest kendur fyri at hava týtt tær fimm bøk- urnar um Tsatsiki áður. Hann hevur undirvíst á tekniska studentaskúlanum í Klaksvík, men í løtuni er hann vikarur í Kommunuskúlanum í Havn, har summi børn hava frætt, at hann er maðurin, sum týðir teirra yndisbók. Næsta ár kemur tann fyrsta bókin av trimum um Arthemis Foul, sum Bergur Rasmussen eisini hevur týtt. Hetta er eitt slag av kriminellum síðustykki til Harry Potter og stórar vónir eru til hana. – Arthemis er ein gemenur bandittur og tað er befríandi. Harry Potter ynskir heldur ikki at vera so góður, og soleiðis er tað ofta við frelsandi einglum. Ein prestur segði einaferð mær, at tann frelsarin, sum ikki vil vera frelsari, er ofta tann rætti. Tann, sum sjálvur sigur seg vera tað, er sjáldan tann rætti, sigur Bergur Rasmussen. Potter-fjeppari Aftur til Harry Potter. Bergur Rasmussen var ikki bangin fyri at taka uppgávuna á seg, tá hann varð spurdur. Hann er sjálvur Harry Potter fjeppari, og hevði eitt nú lisið tvær tær fyrstu bøkurnar á enskum, áðrenn tær blivu umsettar til føroyskt, og hann eigur filmarnar. Men hvat er tað, sum er so serligt við lítla gandakallinum við teimum rundu brillunum. – J.K. Rowling hevur rakt eitt rák. Hon hevur definerað tíðar- andan. Kanska eru fólk eitt sindur troytt av sosial-realismuni, men fyrst og fremst dámar børnum eina góða søgu, og tað eru bøkurnar um Harry Potter. Tær hava eisini nógv element til eina spennandi og góða bók. Hon er eitt sindur politiskt ókorrekt. Her er gandur, trøll, kentaurar, einhyrningar, spádómur og annað ókristiligt. Børn í dag hava so nógv tilboð, sum ikki eggjar til fantasi, og á tann hátt er hon genial. Hon rakar breitt, og fólk kenna seg aftur, sigur Bergur Rasmussen. Harry Potter er næstan eitt slag av einum frelsara í einum ókristiligum heimi. Foreldraleysi drongurin klárar ferð eftir ferð at vinna á tí ónda, og fólk vænta sær nógv av honum. Í fimtu bókini er alt hetta um at ganga honum upp á nervarnar. Fólk eru farin at ivast í, um tað, hann fortelur, er satt, og nógv halda hann billa teimum inn, at hann aftur hevur vunnið á tí ónda Voldemort. Harry er eisini vorðin tannáringur og ger tey fyrstu fetini inn í vaksna heimin. Hann er vorðin forelskaður í gentuni hjá Cedric, sum doyði í fjórðu bók, og eitt afturvendandi tema er teirra trilvandi royndir at samskifta. Arvar gott og ringt Bergur Rasmussen er hugtikin av, hvussu væl J.K. Rowling skrivar og fær allar træðrir at ganga upp í eina hægri eind, og hann trýr teimum, sum siga, at hon hevur lagt eina ætlan niður í hvønn smálut, áðrenn hon fór at skriva. – Tað kann væl vera, at bøkur- nar selja væl, tí tær eru so væl marknaðarførdar. Men tú blívur ikki við at selja, um vøran er vánalig. Hetta er ein væl skrivað bók, sum rakar tíðarandan. Tey siga, at Rowling er vorðin høvuðrík. Um hon hevur fingið børn at lesa bøkur aftur, so má hon gjarna vera milliarderur fyri mína skyld, tí tað er eitt bragd, sigur Bergur Rasmussen. Hann minnist afturá, tá hann sat til frílesing í fólkaskúlanum og hevði lisið allar tær føroysku bøkurnar, tí so fáar vóru at velja í. Tað er ein orsøk til, at hann týðir, sigur hann, og rósar Bóka- deild Føroya Lærarafelags fyri at geva føroyskum børnum høvi at lesa góðar bøkur á føroyskum. Tað hevur bæði sínar fyrimunir og vansar, at vera tann triði, sum týðir eina bókarøð, heldur Bergur. – Tíbetur verður Harry eldri, og tí kann hann eisini broytast eitt sindur og fáa eitt annað mál. Men leisturin er líkasum lagdur. Tað kann vera strævið, men tað er eisini gevandi. Eg arvi tey góðu hugskotini, men eg arvi eisini tær gomlu syndirnar. Eg kann kopiera tey góðu tingini, men eg kann eisini vera noyddur at brúka tað, sum tykist mær tungt. Tað eru treytirnar, sigur Bergur Rasmussen. Hann lovar spenning og okkurt óvæntað í fimtu bókini. Millum annað er ein nýggjur persónur, sum tosar avkubbað havnarmál, og ein superskálkur í appelsin- gulum kjóla, sum er eitt ótespi- ligt upplivilsi. Men tað mugu børn og vaksin sjálv lesa seg til. Bergur mitt í gandaverðini Fimta bókin um Harry Potter á føroyskum er gáttini. Hon hevur fingið heitið »Harry Potter og Føniksfylkingin«. Bergur Rasmussen týddi. Vit hava hitt Berg til eitt prát um Potter, týðing og J.K. Rowling Seinastu mánaðirnar hevur Bergur Rasmussen, sum í løtuni undirvísir í Kommunuskúlanum, ferðast í gandaverðini í Hogwarts skúlanum fyri gandakynstur og galdralist C M Y K 31 30