leygardagur 8. november 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1853 av einum skúlalærara og
hansara yrkingum í bókini:
»Biedermaiers Liederlust«.
Heimur Biedermeiers er Bíblian,
antikku klassikararnir, Goethe,
og so dámar honum at skriva
smáar yrkingar. Biedermeier-
mentanin í Danmark er ein
borgarligur lívsformur, sum
blómar frá uml. 1825-1845, har
tað trygga, kenda og harmoniska
varð dyrkað, meðan alt annað
var púra trokað burtur. Ikki er
tað realisman, ið ræður, men ein
útvaldur partur av heiminum.
Donsku málararnir Eckersberg,
Købke, Lundbye og Marstrand
vísa okkum hesa biedermeier-
mentan í greinarmyndum og
fólkalívsmyndum. Biedermeier-
mentanin vil knýta saman tað
fagurfrøðisliga og tað etiska, eins
og vit finna tað hjá tjóðaryrkjar-
anum á døgum Oehlenschlägers.
Filosofiskt er mentanin merkt av
tamarhaldi, og tankar um
materialismu og nihilismu verða
ikki toldir. Smakurin innan
bókmentir eru romansir, fablar,
ævintýr, skemtileikir, sálmar og
vaudevillur. Kendast er
Heibergsa: »Elverhøj« (1828).
Hetta tíðarskeið er áhugavert, tí
hesi rák fáa stóra ávirkan á
føroyska mentan, t.d. helt Kristin
í Geil fyri um føroyska sjálv-
stýrismannaheim, at tey líktust
biedermeierheiminum og enn
einaferð var hetta rák og eisini
tað meiri radikala sum Kristin
sjálvur helt seg til, komin rapl-
andi úr Danmark.
Í romantikkinum finst eisini
ein sonevnd romantisma, ið er
meiri fylt við andstygd.
Romantisman sæst í donskum
bókmentum eitt nú hjá Aarest-
rup, Bagger, Paludan-Müller,
Søren Kierkegaard og H. C.
Andersen. Bókmentafrøðingurin
og yrkjarin P. L. Møller verður
mangan settur í samband við
romantismuna, tí hann vildi
bróta tabu, sum t. d. at skriva um
tað erotiska. Hann fekk undir
síni lestrartíð og á Regensen eitt
ringt orð á seg. Serliga Søren
Kierkegaard var ein svorin
óvinur. Kierkegaard brúkar
persónin P. L. Møller sum støði
undir persóninum Johannes
forføreren í kendu bókini
»Forførerens dagbog«. Hetta er
millum annað at lesa í bókini hjá
Henrik Stangerup: »Det er svært
at dø i Dieppe«, ið er um P. L.
Møller. Stangerup skrivar sína
framúrskarandi triologi um tað
estetiska, etiska og tað kristna
støðið í lívinum, ið hann finnur í
stóru tonkunum hjá Kierkegaard.
Hesi »stadier på livets vej«
íklæðir Stangerup síðani veru-
ligar persónar, fyrst estetikaran
P.L. Møller og síðani bókina um
danska náttúruvísindamannin
Peter Wilhelm Lund: »Vejen til
Lagoa Santa« og bókina:
»Broder Jacob«, um ein danskan
munk.
Upplýsing og kjak
Hjá Kant og í rationalismuni
annars vóru tað mýturnar,
dogmur og ótti, ið skuldu berjast
niður. Ein av hesum stóru alfevn-
andi mytum vóru tjóðskaparligu
myturnar og tjóðskaparkenslur.
Rationalistiska mentanarradikal-
isman kom tí at geva serliga
nationalismuni eitt ringt orð á
seg. Tað, fólk innan mentanar-
radikala rákið eisini vildu, var at
grundleggja eina frílynta kjak-
mentan, tí tað er t. d. ógjørligt at
kjakast við ein fundamental-
istiskan »frelstan« persón, ið
dyrkar t. d. tjóðina ella aðra
trúgv, ið tí gongur fram um alt.
Møguliga stóð illa til á hesum
økinum í Føroyum. Vit hava
sjálvandi ikki so nógv fólk, ið
kunnu taka sær av at kjakast ella
av vanligari fólkaupplýsing. Tað
er helst tí, at tað at royna at
kjakast um ymisk mál í Føroyum
mangan er púra ógjørligt, tað er
sum at royna at fáa ein trúgvandi
fundamentalist at kjakast í staðin
fyri at trúgva blint á t.d. samband
ella loysing. Hesar kenslur fyri
málinum eru púra eirindaleysar.
Málið kemur áðrenn kjak, áðrenn
menniskjað. Sjálvt um tú setir
ein slíkan persón fastan og vísir
á fleiri hundrað góð argument, so
er einki at gera. Tá skilið stendur
framman fyri trúgv, má allur
logikkur gevast. Fornuftur er
blástur av landi sum sápubløðran
hjá tí hálovaða Jóannes Paturs-
son. Umráðandi er at hava í
huga, at skilið eisini er seinasti
skansin, áðrenn meiningsloysi og
etniska fólkatýning.
Tjóðin er eitt nýtt hugskot, ein
nýggjur tanki og eitt gjørt rák,
meðan rationaliteturin hevur bygt
heimin og skapt fyrstu civilisa-
tiónirnar í heiminum, og er tí
týdningarmesti parturin av
okkara viðfødda lyndi.
Danskar tjóðskaparkenslur
og mentanarradikalisman
"I Danmark skal det danske have
positiv særbehandling. Selv-
følgelig. Alt andet er at kaste
vrag på kulturen. Hvis man vil
have en kulturelt forankret
politik, så kan den ikke være
kulturelt ligestillet mellem det
danske og det udenlandske (ð).
Derfor siger jeg, at al den tale
om kulturlighed og religions-
lighed — det er nonsens. De
kulturradikale, der ønsker
kulturlighed og religionslighed,
de kan ikke have tænkt sig om.
Danmark er nu engang et dansk
samfund. Det er danskerne, der
bestemmer i Danmark.."
Bertel Haarder innanríkis-
ráðharri 2002
Undir kreppum og ágangi á tjóð-
ina vaksa tjóðskaparkenslurnar.
Soleiðis var undir øðrum
heimsbardaga í Danmark og
soleiðis er tað eisini í dag. Fólk
møttust tá á stevnum at syngja
sangir um tjóðina og fólkið.
Mótstøðumenninir kallaðu sínar
ólógligu bólkar t. d. »Holger
Danske«. Í dag hava stórir
politiskir flokkar sum Venstre og
Konservativt Folkeparti nærum
yvirtikið nationalismuna hjá t.d.
Dansk Folkeparti. At hoyra
Bertel Haarder er reint retoriskt
ikki nógv øðrvísi enn at hoyra
nationalistin Søren Krarup ella at
lesa Svend Grundtvig frá 1843. Í
dag er tjóðskaparliga eindin ikki
hótt, hon er horvin í eini stórari
pluralisering, sum granskarin
Hans Hauge tók til herfyri í
bókini "Post-Danmark – Politik
og æstetik hinsides det
nationale". Hesa bók vil eg
viðgera í næsta parti.
Bjovulf
Jellingestenen
Procopius, De Bello VI.15.1-4; 27-
29
Svend Grundtvig 1843 Ind1æg i
Dansk Folkeblad, 8.12. 1843.
Genoptr. DIH Kildebind s.36
Jørgen Knudsen frá greinasavnið frá
2000
Carl Henrik Koch: Den europæiske
filosofis historie —Fra reformation
til oplysningstiden. 1983
Dansk Litetraturhistorie. 1746-1807.
1983
Georg Brandes, Immanuel Kant
Bertel Haarder Kristeligt Dagblad
7.12. 2001 og Weekendavisen
1.3.2002.
Sosialurin Nr. 213 - 8. november 2003
9
8
Sosialurin Nr. 213 - 8. november 2003
SAMLEIKI
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
"Sannkenningin av virðinum og
týdninginum av okkara
tjóðskaparyrking, sum hin mest
sanni spegilin til fólksins hugsan,
er á okkara døgum so vanlig, at
hetta er ein fyritreyt hjá øllum,
ið virða teirra tjóðskap. Tað er
her, at vit síggja ta eind, har
kreftir møtast og vinna týdning í
søguni hjá mannaættini."
Svend Grundtvig 1843
»Tjóðskaparligur samleiki,
sosialur samleiki, mentanarligur
samleiki, persónligur samleiki —
alt hetta tos um samleika ger
meg í øðini.«
Jørgen Knudsen 2000
Vit eru von við, at mentunarlig
rák eru komin úr Danmark.
Spurningurin er, hvar og
hvussu nógv borgaraliga
stjórnin og danski
mentunarbardagin um m.a.
fólkaskúlan, ES og flóttafólk
fara at ávirka fólk og mentan í
Føroyum, nú danski
sosialstaturin undir broyting.
Føroyar vóru eitt danskt amt í
øldir og Føroyar hava hoyrt til
Danmark í meiri enn 600 ár, men
mangan er tað sum um føroy-
ingar hava eina sera blandaða
vitan um hetta land, ið fyri ein
part mest eru fordómar. Donsk
søga er long, so nógv longri enn
hin føroyska. Tað er áhugavert at
lesa Procopius frá 550 skriva um
danir: "Da herulerne, efter at
være blevet besejrede af
longobarderne i det ovenfor
nævnte slag, udvandrede fra
deres fædrene hjem, (ð) efter
dernæst at have krydset en stor
strækning af goldt land, kom de
til varnierne, som de kaldtes.
Efter disse passerede de
danernes folk, uden at lide
overlast fra barbarerne der."
Seinni kunnu vit lesa í Bjovulf
kvæðnum frá 700-talinum um
danir: "Ja, vi har spurgt til spyd-
daner før, folkekongers fylde i
fortidens dage, hvordan heltene
hentede hæder i kampen!" Seinni
gjørdust danir kristnir, ið vit
kunnu lesa um á stóra Jellinge-
rúnasteininum: "Harald konge
bød gøre dødeminde dette efter
Gorm sin fader og efter Thorvi
[Tyre] sin moder, den Harald,
som [for] sig vandt al Danmark
[tanmark ala] og Norge og
gjorde danerne [tani] kristne".
Romantikkurin í Danmark
sigst vardi frá umleið 1800 til
1870, men vit síggja nógv góðs
varðveitt frá hesi tíð. Romantiska
tíðarskeiðið er bæði ein ávísur
háttur innan vestureuropeiska
mentanarsøgu og ein ávísur
háttur at uppliva sjálvan veru-
leikan. Romantiska øldin var ein
sokallað idealistisk tíð, og ein
tíð, tá modernaða menniskja
kom til tilvit um egnar kenslur,
sum vit kenna tað. Romantiska
tíðarskeiðið hevði ein ótrúliga
stóran týdning fyri øll fólkasløg í
Europa, og tað er júst hetta, ið
vit enn berjast um víða, eisini í
Føroyum og í Danmark í dag.
Romantikkurin var á ein hátt eitt
aftursvar til tíðina, ið undan fór,
ið vit av og á kalla rationalisuna
ella upplýsingartíðin. Her var
serliga tankin ráðandi um, at
menniskjað við sínum viðfødda
skili kundi læra um tey viður-
skifti, teir sannleikar og tey
prinsipp, ið mannalívið byggir á.
Rationalistar vildu kritiskt kanna
allan heimin. Serliga var álitið á
menniskjans skynsemi avger-
andi. Sannleikin skuldi sjálvur
prógva, hvat var rætt og hvat var
skeivt. Rationalisman hevði álit á
tað skilvísa í menniskjanum og
vildi tí frígera hin einstaka frá
ómynduggerð. Týski heimspek-
ingurin Immanuel Kant helt fyri,
at: »Upplýsing er menniskjans
frígerð frá tess sjálvvaldu
ómynduggerð". Henda ómyndug-
gerð er okkara vantandi evni at
hugsa. Orsøkin er ikki vantandi
vitan, men vantandi mót og
viðtøkuføri. Hesi orð fevna um
aðaltankarnar í rationalismuni, ið
fingu stóran týdning fyri
uppreisturin hjá jødiska intellek-
tuella George Brandes mótvegis
romantiskari hugsan. Seinni í
1920-unum skuldi hesin arvurin
frá Kant og Brandes síggjast
víða í mentanarradikalismuni,
serliga í 1930-unum og í
nýggjari tíð í nýradikalismuni
undir ungdómsuppreistrinum um
allan heim. Í Danmark fekk
hesin rationelli andi so stórt vald,
at nógvir serfrøðingar hava tosað
um, at hesin bólkur hevur sigrað
í 20. øld.
Náttúran sum ein vera
Romatikkurin er ikki lættur at
fata, men er næstan alt tað
øvugta av tí rationella. Her er tað
fyrst og fremst kenslurnar,
idealisma og tankar um, at
heimurin er allur ein sál, náttúran
ein stór livandi vera, eitt
alkosmos. Tað er ikki sørt, at
William Heinesen av og á leggur
á henda bógvin í sínum
kosmiska ritverki. Romantikk-
urin er ein tilverutulking, ið
gongur ímóti so at siga øllum
teim upplýsingarhugsjónum og
hugsanum um menniskjað, ið
rationalisman heldur átt.
Romantikkurin var tíðin, har vit
sóu eina ekstrema individual-
ismu. Ein tíð, har kenslurnar
sluppu framat, men eisini tíðin
fyri eina nýggja nationalistiska
ideologi.
Longu 1700-tals heimspeking-
urin Rousseau fanst at okkara
siðmentan, og í verkinum
»Émilie« royndi hann at draga
modernaðu individualismuna
fram. Rousseau setti seg upp
ímóti rationalismuni og t.d.
Déscartes og Spinoza, tí hann
vildi seta kenslur fram um
hugsan: »At vera er tað sama
sum at hava kenslur«, helt hann
fyri.
Romantikkurin roynir at
framala tað intuitiva og skapandi
lyndið í einstaklinginum, og var
tí bæði kollvelting og reint
afturhald og ein kollvelting
mótvegis íbornu skeptisismuni í
rationalismuni, ið meinti, at tað,
sum ikki kann standa royndina
hjá skilinum, ikki skal góðtakast.
Romatikkurin dyrkaði alt tað
mótsatta av tí skilvísa — kenslur,
mystikk, intuitión, dreym og
alkymi.
Nýggja tjóðskaparliga
mentanin skapti nýggja mentan,
list og bókmentir. Alt var ein
tjóðskaparligur spurningur, so at
siga hvør málningur í Danmark
um hetta mundið avmyndaði
søgu dana og hevur t. d. ein
gravheyggj sum motiv. Seinni, í
t. d. Týsklandi og í Onglandi,
komu minni hugnaligir tónar, har
»Sturm und Drang«-hugsanin
sást í listini sum melankolsk
samanbrot, undirgangur, tap,
longsul og veingjaskotin upp-
reistur. Tjóðskaparliga
mentanarfatanin fekk søguna
fram sum eina dimensjón, har
rationalisman ikki í sama mun
helt seg til søgufrøðina.
Týski filosoffurin Johan
Gottfried Herder (1744-1803)
var ávirkaður av uppgerð J. G.
Hammanns við ensku rationalist-
isku heimspekina og t. d.
skeptisismu David Humes.
Hugsan Herders um list var ein
samanhangandi hugsan um mál,
sum niðurlagt í náttúru
menniskjans, ið aftur er partur av
søgufatanini. Bæði italiumaðurin
Giambattista Vico og franskmað-
urin Montesquieu høvdu arbeitt
við hesi somu søgufatan í 18
øld., men tað var fyrst við
Herder, at søgan fekk eina so
stóra ávirkan. Søgan gjørdist alt,
einki kundi skiljast, uttan at hetta
skuldi skiljast søguliga. Henda
historisma er í hæddini í roman-
tikkinum og hjá filsoffinum G.
W. F. Hegel. Hegel ávirkar
mentanina í Vestureuropa og í
Danmark, og tað eru somuleiðis
hesir miðeuropeisku tankar, ið
leggja lunnarnar undir eitt nú
føroysku tjóðskaparrørsluna.
Tankar, ið enn eru virknir.
Biedermeier mentanin
Partar av romantisku mentanini
verða ofta nevndir »biedermeier-
mentan«. Navnið Biedermeier er
frá týskari mentanargransking og
merkir hin vanligi miðalborgarin.
Navnið Biedermeier kemur frá
parodi Ludvig Eichroths frá
Danski sosialstaturin undir broyting
Donsk ósemja um virði, samleika og um nationalismu í dag. Annar partur
Romatikkurin er ikki lættur at fata, men er næstan alt tað øvugta av tí
rationella. Her er tað fyrst og fremst kenslurnar, idealisma og tankar um, at
heimurin er allur ein sál, náttúran ein stór livandi vera, eitt alkosmos. Tað
er ikki sørt, at William Heinesen av og á leggur á henda bógvin í sínum
kosmiska ritverki
Tað, fólk innan mentanarradikala rákið eisini vildu, var at grundleggja eina frílynta kjakmentan, tí tað er ógjørligt at kjakast við ein fundamentalistiskan
»frelstan« persón, ið dyrkar tjóðina ella aðra trúgv, sum tí gongur fram um alt. Møguliga stóð illa til á hesum økinum í Føroyum. Vit hava sjálvandi ikki so
nógv fólk, ið kunnu taka sær av at kjakast ella av vanligari fólkaupplýsing. Tað er helst tí, at tað at royna at kjakast um ymisk mál í Føroyum mangan er
púra ógjørligt, - tað er sum at royna at fáa ein trúgvandi fundamentalist at kjakast í staðin fyri at trúgva blint á t.d. samband ella loysing.
At hoyra Bertel
Haarder er reint
retoriskt ikki nógv
øðrvísi enn at hoyra
nationalistin Søren
Krarup ella at lesa
Svend Grundtvig frá
1843
C
M
Y
K
33
32