Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 8. november 2003 35 10 Sosialurin Nr. 213 - 8. november 2003 Hetta teldubrævið er ikki skrivað á nakrari heitari strond ella fjarskotnum stórbýi. Tað er skrivað her heima úr Føroy- um ein heystardag. Tað var annars upprunaliga ætlanin við hesum teigi, at hann hvørja viku skuldi inni- halda eitt teldubræv frá onkrum føroyingi úti í heimi. Men tað ber ikki til longur, og tí verða tað frá nú av bara útisetar, sum av tilvild eru heima í Føroyum eina tíð, ið verða heitnir á at skriva til hendan teig. Orsøkin er nýggja kunngerð- in um flyting av teldutøkum persónsupplýsingum millum Føroyar og onnur lond, sum nú aftur er herd, hesuferð í slíkan mun, at tað at kalla er ómøgu- ligt at fáa loyvi at senda eitt teldubræv til ella úr Føroyum. Tað byrjaði alt við lógini um viðgerð av persónsupplýsing- um, sum tingið samtykti í 2001. Lógin hevði til endamáls at tryggja persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýsing- ar verða viðgjørdar, soleiðis at persónsupplýsingar verða við- gjørdar við virðing fyri tí per- sónliga frælsinum og heima- friðinum, soleiðis sum tað so pent ljóðaði í lógartekstinum. Men síðan komu kunngerðir- nar, og lógarteksturin fekk heilt aðra merking. Nakað frammanundan var ein av leiðandi limunum í føroysku stjórnini systematiskt farin at sleppa sær undan at úttala seg um tyngjandi mál, altíð við somu grundgeving: "Eg havi ongar viðmerkingar til persónsmál". Onnur tóku honum orðini eftir, og so líðandi, men kortini knappliga, var tað ikki tann spurningur ella tað mál, sum ikki so ella so kundi skjótast undir at vera eitt persónsmál og harvið pr. definitión ikki kundi disku- terast av nøkrum. So bleiv kunngerðin um út- flyting av persónsupplýsingum fyri fyrstu ferð herd. Eftir einum degi sluppu gjaldkorts- flytingar ikki longur at ganga ígjøgnum danskt teldukervi, tí hetta skuldi eitast at seta okk- ara tryggleika og lóggávuvald í vanda. Skjótt var aftur táttað í kunngerðina. Nú vóru tað digitalar telefonsamrøður, sum ikki uttan víðari kundu førast millum Føroyar og útheimin við teirri grundgeving, at telefonsamrøður oftast snúðu seg um persónsmál, ið sum kunnugt eru sett saman av persónsupplýsingum. Fyrstu tíðina vóru tað bert digitalar telefonsamrøður millum Før- oyar og Danmark, ið ein skuldi søkja avlurtingarsentralin um loyvi til, men skjótt varð kunn- gerðin herd soleiðis, at hon umfataði telefonsamrøður til øll ótrygg lond. Ótrygg lond vórðu definerað sum lond, har danskir føroyanjósnarar kundu hugsast at uppihalda seg, og so var meststum allur heimurin umfataður. Einasta samskiftiskanal, sum higartil hevur verið opin fyri nøkulunda ótarnaðum sam- skifti millum fólk í Føroyum og fólk uttanfyri, hevur verið telduposturin. Hann hevur ikki verið lættur at steðga við kunngerðum, men nú er tað eisini eydnast, hóast bankar og aðrar fyritøkur leingi hava ført fram, at tað kann hava kata- strofalar fylgjur fyri føroyska vinnu. Men, siga lógarsmiðirnir á Tinganesi, teldubrøv snúgva seg ofta um persónsmál grundað á persónslýsingar, og eru harvið umfataðir av lógini um viðgerð av persónsupp- lýsingum. Tí mugu teir ikki flytast av landinum orsakað av virðing fyri tí persónliga frælsinum og heimafriðinum. Bann ímóti flutningi av teldubrøvum uttanlands TELDUBRÆVIÐ Frá: Rúnar Reistrup – runar@reistrup.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Jens Guð, íslendskur føroyavinur Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Tað vóru altíð onkur ljóðføri í heiminum, tá ið eg var barn. Pápi mín spældi harmoniku, og mamma mín spældi munnharpu. Bæði hava sungið í kóri. Eldri beiggi mín spældi trummur í poppbólkum nøkur ár, hann var eisini sangari í eini kvartett. Spælir tú nakað ljóðføri? – Eg eri ein vánaligur gittar- spælari. Tað er tí, at eg elski punktónleik. Har hjálpir tað at vera ikki ov góður gittarspælari. Syngur tú undir brúsuni? – Ja, tað geri eg. Eg syngi allastaðni. Tá ið eg koyri, gangi... Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Sum tannáringur í 70'unum var eg sangari í onkrum heavy metal bólkum. Eg spældi eisini gittar onkuntíð. Av tí at eg ikki var nakar serligur gittarspælari, so spældi eg bara gittarriffini, tá ið hin gittarspælarin spældi solo. Eg havi spælt inn og givið út nakað av mínum egna rapptón- leiki undir navninum Alsæla. Á tí útgávuni spældi eg øll ljóðfør- ini og sang. Best dámdi sangurin hjá mær, »Thorrathrælinn« er at finna á útgávuni »Rock from the Cold Seas«, har fleiri føroyskir bólkar eisini eru við. Tá ið eg framføri, spælir death metal bólkurin Gyllinæð við mær. Vit hava tvær ferðir verið í Grøn- landi og eina ferð í Skotlandi og spælt. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Tónleikur er ítriv nummar eitt hjá mær. Síðani eg var eitt barn havi eg tosað um tónleik alla- tíðina, eg havi lurtað, skrivað, lisið, spælt, selt, tikið upp og útgivið tónleik. Eg havi verið til konsertir, og spælt tónleik í útvarpi og á dansistøðum. Eg havi útgivið fleiri rockbløð, skrivað bøkur og hevði í nøkur ár eitt plátufelag, Gramm, saman við Bjørk og Bubbi. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Eg havi ikki talt, síðani eg flutti fyri trimum árum síðani. Tá hevði eg næstan 20.000 fløgur. Einaferð var eg so steinbýttur at geva allar mínar 6000 plátur burtur. Hvat er tín yndisfløga? – Tá ið eg framleiddi »Rock from the Cold Seas« fyri Turl, fekk eg eina fløgu við mínum favorittsangum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi. Nú havi eg lagt ein útgávu til rættis, sum eitur »World Music from the Cold Seas«, sum kemur út í næstum, og á hesi fløgu eru mínir favorittsangir innan heims- tónleik úr somu londum. Orm- urin Langi hjá Týr, Yggdrasil, Shalder Geo og Kristian Blak. »Addeq« hjá Kristian Blak hevur í seinastu verið nógv í fløgu- spælaranum hjá mær. Nú spæli eg »Krákuna« hjá Eivør Páls- dóttir dag og nátt. Tá ið eg ætli mær at lurta eftir meira ágang- andi tónleiki, seti eg 200 ella Makrel frá. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Tað er komið fyri, at eg í jóla- gávu ella til ein føðingardag havi fingið onkra mainstream popp- fløgu. Slíkan tónleik dámar mær ikki, og tá gevi eg fløgurnar til onkran, sum dámar popptónleik. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Einki lag er vánaligt, tað er spurningur um útsetingina. Tað er sum Grand Prix-sangir, teir hava góð løg, men forferdiligar útsetingar. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Eg gevi vanliga fløgur burtur, tá ið mær ikki dámar tær. Eg vil ikki eiga vánaliga útgávur. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Eg syngi ongantíð karoke. Eg hati karoke. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Um fólkini kring meg einki hava ímóti punktónleiki, so er 200, Makrel ella System of a Down fínt. Ofta vilja fólkini hava róligari tónleik, so tað er gott við Eivør, Clickhaze, Hanus ella Kristian Blak. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Mær dámar væl at lurta eftir 200 sunnumorgnar. Og eg havi hart frá. Sunnumorgun má eg hoyra tónleik á føroyskum. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Ormurin Langi hjá Týr. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Main stream popptónleikur: Backstreet Boys, Grand Prix, Britney Spears og líknandi. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Twist and Shout hjá The Beatles tók meg á bóli í 1963, tá ið eg var 9 ára gamal. Eg var ovfarin av tí skríggjandi mátanum, sum John Lennon sang. Tað var so vilt, og eg elski framvegis tann sangin, hóast mær ikki dámar nógv av hinum, sum Beatles gjørdi fyrstu árini. Fýra ár seinni snúði alt seg um Jimi Hendrix, Cream, Yardbirds og Sgt Pepper hjá The Beatles. Mær dámdi eisini sera væl »Vit fáa tevatn og breyð« hjá The Faroe Boys. Tann sangurin kann framvegis vekja góð minni hjá mær. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Av tí at eg elski punktónleik, so skal tað verða ein sangur hjá 200, Sex Pistols ella Clash. Men av tí, at tað vera nógv fólk til mína jarðarferð, sum ikki dáma rocktónleik, so havi eg longu biðið synirnar hjá mær spælt »Addeq« hjá Kristian Blak til mína jarðarferð. Eg havi eisini biðið teir fáa nakrar av mínum vinum frá jazz- umhvørvinum koma at spæla. Um Eivør er í Reykjavík, tá ið eg doyggi, so hevði tað verið fantastiskt at fingið hana at spælt Vársins Ljóð til jarðarferðina. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Kári Sverrisson, Hanus, A.R.T. og Eivör til Fairwaves 2002. Og Eivør & Krákan til Airwaves 2003. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Eg havi longu hitt allar tónleikararnar, sum eg vil hitta: Eivør, Clickhaze, 200, Krit, Kristian Blak, Hanus, Makrel, Hatespeech, Diatribes, Nick Cave, Bob Marley, Clash, Stranglers, Pere Ubu, Bjørk, Bubbi, Hilmar Örn Hilmarsson, Megas og onnur. Ummæli: Jesus filmur á føroyskum Óli Nicodemussen Havandi eyguni vend á… Tað var meiri av ábyrgd- arkenslu - heldur enn av hugi, at eg keypti mær tann júst útkomna Jesus-filmin í føroyskari útgávu. Gerhard Lognberg úttalaði seg sum kunnugt um nakrar "Ginu søgur", sum hann ikki hevði sæð (eg havi heldur ikki sæð sjónleikin), og tað bleiv ikki væl upptikið, at hann um- mældi ein sjónleik, sum hann ikki hevði sæð. Eg vildi ikki koma undir sama dóm, so hóast eg hevði lítlan hug at hyggja eftir filmin- um, og ørmintist at hava sæð hann fyrr, í Íslendskum sjónvarpi eina vøkunátt á skipi, so keypti eg mær filmin og settist at hyggja. UMMÆLI Sum handverk er filmurin eitt dygdarverk. Flestu leik- lutirnir verða væl spældir, m.a. spælir "Jesus" sum heild væl, serliga í teimum "mildu" brotunum, - hann kemur tó væl frá at reinsa templið, men ein saknar eitt sindur av "pathos", t.d. táið hann grætur um Jerúsalem. Tann mest sannførandi leiklutin, haldi eg, hevur hin demonbesetti drongurin sum liggur niðri á jørðini og venar seg, meðan hin blindi, sum fær sjón, og kvinnan við veikleiksanda (hin sam- ankropnaða) eru so góð, sum tað letur seg gera at spæla. Tann minst væleydnaði, haldi eg, er Jóhannes doyp- arin í ánni - hann tykist ikki serliga sannførandi, men hann er væl betri í fongslin- um. Tey "yvirnáttúrligu" brot- ini eru torfør at gera til film, og tey eru, so sum ein kundi væntað. T.d. er Jesus, saman við Mósesi og Eliasi á fjallinum, ikki serliga stórsligin. Pætur byrjar annað bræv sítt við at "vit sóðu dýrd Hansara" (1. Pæt.1:17), men hon sæst sum vituligt er ikki í film- inum. "Jesus" kemur rími- liga væl frá hesum at stilla stormin, og heilt væl frá tí at metta tey svongu við fiski og breyði. Framleiðararnir skulu hava rós fyri, at teir lata "frásøgumannin" lesa talu Guds, so at eingin "spælir" Gud (Faðir). Føroyska talan er gjøgn- umgangandi góð, og eg haldi ikki nakað er at lasta her - Sonne Smith er fram- úrskarandi. MANGLAR Í einum filmi upp á tveir tímar má, sum vituligt er, okkurt klippast og annað styttast, tað kemst ikki uttanum. Tað hevði eisini gjørt filmin betri at "lænt" detalj- ur frá hinum evangeliunum, sjálvt um Lukasar Evangeli- um er nýtt sum grundarlag. ÓNEYVLEIKAR Ein leikstjóri hevur listar- ligt frælsi til at broyta okk- urt smávegis í eini bók, sum hann ger til film, og tað hevði verið í lagi, í ein- um vanligum filmi, at "broderað" eina kvinnu inn í tekstin sum gevur Jesusi at drekka á vegnum til Jerúsalem, men tað hóskar illa saman við pástandinum um at fylgja Lukasar ev- angelium neyvt. Hvar lærir Lukas, at Maria Magdalena er hin syndafulla kvinnan, sum salvaði føtur Jesusar? Sakeus sær út til at geva pengarnar "aftur", mest uppá gjøt, og mundi hann veruliga brúka stiga fyri at "klíva" upp í træið? Uppaftur verri er tað við smágentuni, sum svarar spurningi Jesusar "Hvør var nú næsti hansara?", í søguni um hin miskunn- sama samariubúgvan. Tað er í mótstríð við tekstin hjá Lukasi. Beinleiðis komiskt verð- ur tað, tá Jesus verður doyptur. Eg sat spentur og bíðaði eftir at vita, hvussu (ana)baptistar og "pædu"- babtistar fingu harmonerað sínar áskoðanir um dóp Jes- usar - fór Hann undir, ella tók Jóhannes vatn upp í lógvan og helti tað á høvur Hansara? Jú, Hann fór und- ir, ella í hvussu er næstan, men tað løgna er, at Hann fór sjálvur undir, Jóhannes doypti Hann ikki yvirhøvur. Tá "Jesus" verður kross- festur, verður hann (um- framt bundin) negldur í skøvningarnar, og ikki í hendurnar. Eg veit, at Jógv- an Zachariassen og aðrir bíbliulærarar halda hetta sama, - eg skal ikki av- nokta, at orðið hond kann merkja hond+skøvningar, og eg kenni argumentini, men eg meti framvegis - at bíblian lærir - at Jesus varð negldur í hendurnar. Annars er filmurin fullur av smáum (?) óneyvleikum, hendingum, sum eru "klipt- ar" saman fyri at stytta um filmin, setningar sum ikki standa í bíbliuni, men sum eru lagdir afturat fyri at gera filmin betri (og óneyv- ari smb. Lukas). Bert nøkur brot úr rúgvuni: Klæði Jesusar, eftir upp- reisnina, í tí tómu grøvini, liggja óruddiliga og ikki samanløgd. "Kyrtilin" hjá Jesusi í filminum, eru nakrar sund- urbardar trevsur, sum eing- in rómverskur hermaður hevði skoytt um at fingið til vásaklæðir, tíansheldur at kasta lut um. Í filminum RÓPAR Jesus ikki við harðari rødd á krossinum, og GEVUR upp andan, men hann svølgir orðini - og doyr av armóð. VIÐMERKINGAR Á filmshúsanum verður byrjað við, at leikstjórin spyr: Hvør er Jesus? - og síðani fer hann at leita eftir svarinum. Honum skuldi ikki tørvað at leitað leingi eftir svarinum. Í triðja kap- ittli í Lukasarevangelium gevur Gud Sjálvur svarið (v.22): Hann er Sonur Guds! Og so kunnu vit trúgva tí ella lata vera. Filmurin byrjar við ein- um pástandi: Yvir ein milli- ard fólk fylgja Jesusi! Kann eg spyrja: Hvørjum Jesusi? Um Jesus Kristus hevði yvir eina milliard núlivandi lærisveinar, so hevði heim- urin sæð munandi øðrvísi út enn hann ger. Filmurin er útgivin av "Inspirational Films", t.v.s., at teir meta filmar sínar at verða innblástar av Gudi eins og bíbliuteksturin!?! (2.Tim.3:16) Filmurin á føroyskum er eitt samstarv millum (um- boð fyri) flestu samkomur- nar í Føroyum. (Hví hevur mann ikki bjóðað Jehova Vitnum við? - tey kenna meiri til "bíbilska leiklist" enn nøkur av hinum sam- komunum.) Men hetta er so eitt samstarv millum "pro- testantar!?!" og katolikkar. Luther hevði vent sær í grøvini - hevði hann vitað!, og Andrew Sloan, sáli, hevði grátið - hevði hann vitað, - at elstaráðið í Eben- ezer dreiv andaligt hor við "skøkjuni í Róm", sum hann (av røttum) metti kat- ólsku kirkjuna at vera. Men hvat skuldi ein væntað? Tá ein fyrst hevur sagt Ja til Billy Graham, so hongur Luis Palau við av sær sjálv- um, og síðani Bill Bright - og alt teirra samstarv við katolikkarnar, og til endans góðtekur ein Pávan sjálvan. Eg hoyrdi forrestin ein av "brøðra" høvuðsmonnun- um fyri føroyska filmin endurgeva pávan í Lindini ella á Rás 2, nú ein dagin, so kanska teir eru byrjaðir at venja seg við hann. Bill Bright, sum doyði í summar, var leiðari hjá Campus Crusade, sum framleiðir Jesus-filmin. Hesin Bright skrivaði undir tað sokallaða ECT (Evang- elicals and Catholics To- gether) dokumentið fyri nøkrum árum síðani - eitt skjal sum sigur, at teir "pro- testantarnir", sum skrivaðu undir, høvdu somu uppfat- an, av m.a. rættvísgerð- ingini, sum katolikkarnir. Jødarnir skiltu Annað Boð (av teimum 10) soleið- is, at teir skuldu ikki gera myndir av Gudi (5. Mós. 5:8). Sjálvt Muhameds- menn hava somu virðing fyri Gudi, at teir vilja (tora) ikki at gera myndir av Gudi. Hóast talan er um menn- iskjað Jesus, sum verður avmyndað í filminum, so er tað samstundis Sonur Guds, sum sjálvur er Gud, ið verður avmyndaður. Eg havi latið mær siga, at Ingálvur av Reyni ikki vildi mála Frelsaran vegna gudsótta. Hvar er gudsóttin hjá einum manni sum spælir Jesus? "Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður!" (Jóh. 7:46), men nú kann ein sjónleikari eftir øllum at døma tala soleiðis!?! Hvør Jesus er tað so, sum verður boðaður? Hetta er vandamikið øki at spæla sær á. Paulus talar í 2. Kor. 11:4 um hetta at prædika annan Jesus og annað ev- angelium, og í Gal.1:8 hevur hann ikki tey mjúk- astu orðini um hetta sama. "Tað, sum einki eyga hev- ur sæð, og einki oyra hoyrt" (1.Kor.2:9), kann tað inn- spælast? Sálarkvøl Jesusar í Getsemane - sum einki menniskja orkaði at síggja - skulu vit nú sita í sofuni við einum kaffikoppi í hondini og síggja tað á filmi? Læru- sveinarnir sovnaðu ikki vegna ovvekring, men vegna sorg (Luk. 22:45) "Hann bar tað stillur" (Es.53:7) - skal tað lýsast við tónleikaeffektum? "Hereftir kenna vit tí ong- an eftir holdinum; um vit so hava kent Kristus eftir hold- inum, kenna vit Hann nú ikki longur so." (2. Kor. 5:16). Paulus frøddist um at jødarnir høvdu fingið Orð Guds litið upp í hendurnar (Róm.3:2), - ikki um at teir høvdu fingið eitt vælegnað øki til at spæla film í. Eitt nógv brúkt argument ímóti at børn (og vaksin) skulu hyggja eftir pornu- filmum er, at "sansainn- trykk", myndir t.d., sum vit taka til okkum, táið vit eru sinnisliga "uppskakaði" og "ovurhuga"¸ hava lyndi til at "brenna" seg fast í sinni okkara og skapa ein karri- katur av veruleikanum. Um vit seta børn at hyggja eftir einum Jesus-filmi, við krossfesting og øllum, so fara myndirnar av Jesus- sjónleikaranum at koma fram fyri børnini, táið tey hoyra og hugsa um Jesus, og tey fáa trupuleikar við at skilja ímillum "spælifigur- in" og tann veruliga Jesus. Uttan iva hevur Gud stýrt tí so, at eingin søguligur málningur, standmynd ella líknandi finst av tí søguliga Jesusi, útilokandi fyri at sleppa undan teimum trupu- leikunum, sum júst slíkir filmar o.l. skapa. Hví verður t.d. Jesus altíð, eisini í hes- um filminum, avmyndaður við longum hári? Er hetta próvfast? Táið hesi børn, og vaksin við, skulu hava eyguni vend á Jesus (Heb. 12:2), so kundu vit spurt: Hvønn Jesus?!? At kunngera evangeliið merkir altíð í NT at præd- ika Orðið - Kristna sam- koman er komin forbí/víð- ari enn skuggamyndirnar í GT. Tær alraheilagastu av- myndir Hins Himmalska í GT, tabernaklinum, mátti bert høvuspresturin síggja, og bert eina ferð um árið - her verður størsta loyndar- málið í tilveruni, at Gud kundi venda sær frá ein- borna Soni Sínum (sum sjálvur er Gud!) avmyndað á filmi - eitt mysterium tre- mendum, sum eg havi latið mær sagt, at Luther ikki hættaði sær at prædika um - hann brendi fingrarnar av berum heilagleika, tá hann nam við evnið. Kirkjumennirnir drógu tað longra stráið málsliga, teir fingu "vanta Guds heið- ur", "glatan" og onnur ser- støk vers við, og umseting Victor Danielsens verður so brúkt, táið hann ljóðar nærmast líka sum Dahl. Tað undrar meg tó, at filmurin hvørki fylgjir Victori ella Dahl í Luk. 2:49 (Jesus 12 ára gamal í templinum). Victor umsetur rætt, og Dahl umsetur ikki bara rætt, men tekur allar møguligar (rættar) variantar við. Her hevur filmurin valt orðing- ina "har, sum Faðir Mín er", og henda orðing kann ikki rættvísgerðast út frá grund- tekstinum, umframt at hon er klossutari enn "verki Fað- irs Míns" - sum er tað rætta. Missiónsboðini í filminum eru "Doypið TEY" (fólka- sløgini), og ikki "teir" (læri- sveinarnar), men tað er skrivað meira enn nóg mikið um hetta mál - eg vísi til "Bíblian á føroyskum í hálva øld" © Leirkerið 2000. Aftast í filminum er ein appell, við einum pástandi um, at føðing, lív, deyði og uppreisn Jesusar PRÓGVA, at Hann er tann, sum Hann sigur seg vera!?! Jú, gaman í - fyri tann sum trýr (Róm. 1:4), men fyri hin van- trúðna? Skal mann brúka ein pástand sum PRÓGV fyri einum øðrum pástandi? Góðtekur t.d. Høgni av Heiði hetta prógvið? Trúgv- in er ikki hvørs mans (2. Tess.3:2) - og tann fjøldin gerst ikki størri av hesum filminum. Appellir, sum tann í filminum, hava lyndi til at gera Heilaga Andan ar- beiðsleysan. Nú nýtist Heil- agi Andin ikki "at koma veikleika okkara til hjálpar longur, tí vit vita ikki hvussu vit skulu biða" (Róm. 8:26), nú kunnu vit "biða" eina ramsu, sum er umsett úr amerikanskum "light" kristindómi, og sum Sonne Smith lesur fyri okk- um (hevur Sonne forrestin biðið hesa bøn sjálvur eisini?) Heilaga Andanum nýtist heldur ikki longur at sannføra okkum um, at vit eru børn Guds (Róm. 8:16), tí tað sannføringina átekur filmurin sær at geva okkum - øllum í senn - um vit ann- ars hava "biðið" hesa rams- una, og "meint" hana av hjarta!?! Filmurnir endar við tí pelagiansku "tugguni", sum Bill Bright hevur lænt frá Arminiusi um, at "Jesus doyði fyri TEG!" Um djev- ulin sær filmin, so fær hann sama boðskap - hetta er at skjóta uttan mið ella mál, og høgga í luftina (1. Kor. 9:26). Evangeliið er ikki, at Jesus hevur goldið syndir- nar hjá øllum, - tvs. at "Hann tók TÍNA skuld!", - tí so fór jú ongin fortaptur, men evangeliið er, at syndaskuldin verður strikað hjá ØLLUM teimum menniskjum, og BARA teimum, sum venda við frá syndum teirra og trúgva á Kristus til frelsu. Filmurin heitir á fólk um at trúgva á Jesus sum Frelsara, men at Hann skal verða Harri, eis- ini, er nokkso væl niðurtón- að, hóast tað verður óbein- leiðis nevnt. Hetta byggir sjálvandi á tað óbíbilsku áskoðanina, at ein kann hava Jesus sum Frelsara, uttan at vera lærisveinur - ein kann so evt. velja seinri, hvørt ein "loyvir" Jesusi at vera Harra eisini. NIÐURSTØÐA Eg ivist ikki í, at tey fólk, sum hava gjørt filmin at- komiligan á føroyskum, hava gjørt tað í bestu mein- ing - eg kenni fleiri av hes- um sum vælmeinandi fólk, og eg hveppi meg eitt sind- ur við at kritisera tey al- ment - eg ivaðist í, fyrst at senda eitt bræv til brøðra- samkomurnar um málið (Tær hava longu fingið eitt bræv frá útgevarunum, sum viðmælir filminum). Men ringar royndir siga mær, at eitt "censur-harkalið" situr á postinum hjá fleiri av samkomunum - mann hev- ur sett "revin at ansa gæsn- um" - fyri ikki at siga "úlv- in at ansa seyðinum", við tí úrslitið, at brøv frá mær ikki verða lisin upp, men verða hildin aftur. Tey kunnu tó lesast á heimasíðu míni www.faroenet.fo/oli- nic/ (Prísaður verið Gud fyri internetið!) So eg setti hetta í her, - so kunnu øll lesa tað. Filmurin er væl úr hond- um greiddur sum listaverk (eg haldi tó ikki, at børn skulu síggja krossfesting- ina), men hann er ikki egn- aður til kristniboðan, og eg vil mæla frá, at hann verður brúktur í hesum sambandi. C M Y K 35 34