Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 213 - 8. november 2003 Nr. 213 - 8. november 2003 37 Hugleiðingar um filmin »Færøerne.dk«, sum Ulla Boje Rasmussen hevur instruerað og fotograferað HUGLEIÐINGAR Rolf Guttesen Hóast hampiliga góð um- mæli í donsku pressuni, hevur hesin filmur ikki ver- ið nøkur magnet, ið hevur drigið nógvar áskoðarar inn at hyggja. Hann hevur gingið í longri tíð í einum lítlum biografi »VesterVov- Vov« tætt við Vesterbro- gade í nakrar vikur. Men hvønn dag bert kl. 13.45, men tað eydnaðist mær at fáa stundir ein sunnudag herfyri. Tað sum er endur- givið sum citat, er eftir not- um sum eg royndi at skriva niður í biografmyrkrinum, so kanska er ikki alt orða- raðið, men næstan. Eg keypti mær billet, og setti meg innar í høllina. Hugdi runt og varnaðist , at eg sat púra einsamallur, skimaðist runt og taldi øll setrini tvær ferðir. Tonkti at nú hava fólk í Danmark endiliga tjansin at fáa upp- lýsing og dokumentariskt tilfar um viðurskifti og før- oyskan politik, og so tímir eingin at koma. Tað var vánaligt. Jú, í síðstu løtu kemur ein ungur maður innum og setir seg á aftastu rekkju. So belegningurin hækkaði frá 1,2 til 2,4 %. Inngangurin Fyrstu bíløtini eru ovur- flott, við tyrlu fúka vit framvið brimandi kletta- strond og upp um Brúna- skarð, og til hábærsligan og dramatiskan strúkaramus- ikk dagar Kallsoyggin fram. Spikarin greiðir frá: »Denne film skal handle om Færøernes kamp for selvstyre«. Men mótspælið frá Nyrup verður lagt fram beinanvegin: »Så bliver der 4 års overgangstid«. Tað undraði meg, at anonyma røddin brúkti orðini »kamp for selvstyre«, tí Føroyar hava seinastu 50 árini havt sjálvstýri (autonomi), sum kann hava nógvar formar. Føroyska sjálvstýrið er víðkað so hvørt sum bú- skapur og politiskur vilji heva verið til tess. Hví brúkti spikarin ikki orðið »republik«? Var tað ikki tað, sum var málið við hes- um samráðingum? So trínur fyrsti maður framm á pallin. Høgni Hoy- dal forklárar á flótandi donskum: »Selvstændighed vil give et bedre og rigere forhold til omverdenen og Danmark«. Punktum. Hetta hava fólk hoyrt nakrar ferð- ir fyrr, men hvat er galið í løtuni. Hetta kundi hann greitt áskoðarunum frá, men tað bleiv bert eitt postulat. Fyrsta samráðingarumfar Vit eru við á fundi í Lands- stýrinum. Tað virkar heldur kaotiskt, nógv rok og snakk. Strategurin Hoydal sigur lítið ella einki, men partamaðurin Karsten Han- sen sker í gjøgnum við sannførandi rødd og sigur: »Vit hava eina sak, tað hava danir ikki«. Henda tankagongd man vera vanlig hjá nógvum tjóðveldismonnum; ein rel- igiøs trúgv uppá at teir hava eina sak. Og ikki bert eina sak, men sakina, tað einastu røtu, sonnu sakina. Hini hava onga sak, tey eru heidningar. Vit eru tey út- valdu. Høgni Hoydal tekur sam- anum áðrenn fundurin end- ar. Hann krympar eyguni saman sum ein annar John Wayne og peikar yvir á Annfinn Kallsberg: »Vissi tú kiksar, so hava vit mist alt«. (Legg merki til hvussu hann brúkar orðini tú/vit). Annað samráðingarumfar Nú sleppur Nyrup frammat, og greiðir frá grundleggj- andi sjónarmiðunum hjá donsku stjórnini: »Den danske regering vil ikke modsætte sig et ønske fra det færøske folk. Regerin- gen vil respektere en afgø- relse, men så må man også tage det økonomiske an- svar«. Hetta má sigast at vera púra greið tala, sum á ongan hátt kann misskilj- ast. Men summir stívrendir fullveldismenn vilja ikki skilja hetta, men tosa hel- dur um danska kúging, bæði so og so. Seinni verður støðan hjá Nyrup undirstrikað eina- ferð aftrat: »Regeringen ser helst, at Rigsfællesskabet bevares, men beslutningen må tages på Færøerne.« Í hesi støðu kundu menninir farið heim og útskrivað eina fólkaatkvøðu, og spurt veljararnar: »Hvat vilja tit? Varðveita eina støðu í Rík- isfelagsskapinum, ella hava loysing og fullveldi?« Men Hoydal hevur aðra áskoðan: »Nei, evsta vald er í Føroyum hjá Løgting- inum!« Nú er ringt at vita akkurát, hvussu hesi orðini eru fallin. Klippingin av filminum hevur nógv at siga. Men tað ljóðar, sum fokus í samráðingunum ikki liggur fast. Tí tað næsta sum verður tikið upp av føroysku samráðingar- nevndini, er eitt uppskot um at skipa sambandið landana millum sum eina »Free Association«. Og til hetta svarar Nyrup: »Lad os kigge på det på en åben måde«. Men so kemur chokk- meldingin. Ein kanning vísir, at bert 25 % av veljar- unum taka undir við full- veldinum, um skiftistíðin verður 4 ár. Humørið hjá Hoydal er í botni, Kallsberg situr og smírist, Neystabø studerar ein kúlupenn. Triðja umfar Nú ljóðar sum Hoydal hev- ur funnið eina nýggja kan- in. Kunnu vit ikki finna uppá nakað heilt nýtt? Brúka oljuna, sum vit eiga í landgrunninum sum trumf? Eg fangaði ikki rættiliga logikkin í hesum, men kendi, at einaferð enn flytt- ist fokus í samráðingunum. Ikki loysing og skiftistíð, ikki free association, men keypa politiskt eftirlæti fyri olju, - - - sum enn ikki er funnin. Men einki kom burturúr hesum heldur. Eitt referat ella fyribils- referat, sum Skårup (Dansk Folkeparti) missir niður á borðið hjá einum føroysk- um tíðindamanni, sum beinanvegin letur harra Hoydal tað, fær vælmann- aðu føroysku sendinevnd- ina heilt uppá gos. Mennin- ir banna, og eyguni flakka runt og upp undir loft. Ein forkláring uppá hesa total- fiasko má finnast, ja, danir hava bert látist at vilja sam- ráðst. Teir hava ikki tikið okkum í álvara! Uttan- landaserfrøðingurin Her- geir Nielsen sigur so tey forloysandi orðini: »So lítið virða danir okum, og fanon.« Hoppaðu teir allir í eina fellu, sum Skårup legði? Ragga so pøstir til húsa heim. Fjórða umfar Aftur ráðleggingarfundur í Tinganesi. Embætismenn tosa í eyst og vest. Hoydal fær eitt nýtt hugskot: »Alt hitt var mislukkað, nú mugu vit samráðast um nakað annað. Vit skulu gera upp við danir!« Nú er ikki spurningur um fullveldi og skiftistíð, ella evsta vald hjá Løgtinginum, ella free association, ella oljukom- pensatión. Nú skulu danir tvingast til at viðurkenna at føroyingar eru ein tjóð. Hetta er so eitt nýtt fokus. Ein kvinnurødd forklárar, at tvey orð eru brúkt í Heimastýrislógini § 1. Á donskum: selvstyrende fol- kesamfund, á føroyskum: tjóð. Men kvinnurøddin leyp inngangin um, og har stendur á donskum: »I er- kendelse af den særstilling, som Færøerne i national, historisk og geografisk henseende indtager inden- for Riget…«. So eingin danskur politikari hevur síðan 1948 verið í iva um at føroyingar vóru ein serstøk tjóð. Tí hesin partur av Heimastýrislógini sigur klárt, at Føroyar hava eina nationala serstøðu í Ríkin- um, ella við øðrum orðum: eru ein natión ella tjóð. Sjálvandi nyttar lítið at spilla tíð uppá samráðingar um fiktiv, ikki-eksisterandi problem. Tí er tað einaferð enn Nyrup, sum einsamallur á pressufundi (føroyingar spældu fornermaðir) vendi aftur til kjarnan í málinum: »Det der skiller er økono- mien«. Eisini Edmund Joensen hevur gjøgnumskoðað tað hopleysu føroysku strategi- ina: »Tit uppfinna alla tíð nakað nýtt.« Hevði samráðingar- nevndin duga at samráðst, hevði hon hildið fasta kós og fokus, hevði hon havt tol, og hevði Hoydal duga at skikka sær, eisini tá hurðarnar vóru afturlætnar (ógvuslig ryktir ganga millum danskar politikkar- ar um, hvussu Hoydal skikkaði sær), er eingin ivi um at teir kundu fingið eina skiftistíð uppá 10-12 ár. Mismót og klandur Heimkomnir ongul í reyv fara allir at skeldast og berjast. Rúkandi ósemja. Fólkaatkvøða skuldi vera 26. maj. Men hon bleiv avlýst av løgmanni, sum helst meinti, at einki var at atkvøða um, tí einki úrslit kom burturúr samráðingun- um. Hoydal ger so nakað sum nærkast einum stats- kvetti, fer í Løgtingið við einum atkvøðuuppskoti, meðan Løgmaður er á uttanlandaferð. Men Løg- maður gevur honum (polit- iskt) nevan á kjaftin, so Hoydal liggur flatur. Seinast í filminum skal Hoydal forklára støðuna, strategiina og hvat nú er at gera. Men tað er klárt, at nú koyrir hann tómgongd, hann hevur mist tráðin. Endin Filmurin endar við at siga frá, at Kallsberg og Hoydal hildu fram í Landsstýrin- um, men at Neystabø »for- lod politik«. Ja, ja hon bleiv koyrd av øðrum orsøkum. Skifti flokk, men fekk einki fyrstapláss á listanum, og hevur síðani livað eitt frið- arligt og arbeiðsamt lív. Hin áskoðarin Í tí hin áskoðarin reisist og fer út, hyggur hann uppá meg, og sigur: »Det var da på en måde meget spæn- dende, men jeg blev ikke meget klogere. Men du, hvad f…. var meningen med den der lille, skiden- grønne Fiat? Mon den tykke og den tynde overho- vedet taler sammen i dag?« Eg fekk ikki svarað honum, eg var ov seinur at pakka saman og lata meg í jakkan. Men nú vóru nógv fólk í caféini í forhøllini. Tey ætlaðu sær at síggja filmin »Good-bye Lenin«, sum eg tó ikki hevði stundir at beríka meg við henda sunnudag seinnapart. Virðið í filminum Tað er trupult at gera ein film um samráðingar, sum eru lukkaðar, sum fotograf- urin ikke hevði atgongd til. Tí máttu ymis knep brúkast fyri at fylla út. Her fáa tveir tíðindamenn á Christians- borg ein stóran leiklut: Til tíðir so stóran, at politikk- ararnir verða næstan gloymdir. Arbeiðslagið hjá teimum er so háttað, at væl ber til at byggja upp ein stemning av intensiteti og spenningi. Hetta við at fylla tómar periodur út, fær til tíðir løgnan ella komiskan dám. Í einum parti av Christians- borg eru teir kongaligu hestastallarnir. Fotografur- in hevur so fylt kassan við bíløtum frá venjingum í garðinum við gull-karet, husarar í pyntiligum uni- formum og vid trompet og øðrum fínum. Sum kontrast kemur so ein skræpugrønur lítil Fiat ella Renault-bilur við nummarplátuni DP 915 koyrandi fleiri ferðir eftir havnargøtum. Sjafførurin er varaløgmaður. Í bíløtunum verður Hoydal høvuðsnummarið í film- inum, bæði tá hann kemur politiskt til orðanna, og sum ífyllu-bíløt, har hann stendur hugsunarsamur í onkrum vindeyga og guvar sær eina sigarett, Prince of Denmark. Ella tá hann fær Drotninga-besøk, og skal vísa Hendrikki prinsi av Danmark runt úti á Reyni. Henda yvirvekt á bílæta- síðuni, sum fokuserar uppá varaløgmannin, svarar ikki til nakra yvirvekt á polit- isku síðuni. Tað følist ikki sum Hoydal er tann reyði tráðurin. Hann og ráðgevar- ar mala runt á politiska pallinum. Filmurin er serur í tí, at fyrstu upptøkurnar fóru fram uttan at vita hvussu endin fór at verða. Men hást óvissa endan má sigast hat hann avgjørt hevur virði sum løtulðsing. Hann er eitt slag av doku- mentarimsu, sum ikki krev- ur at verða objektivur ella neutralur. Hetta er sostatt politiska spælið, sum annar parturin sær tað. Tað doku- mentariska merkir sostatt bert, at filmurin er tikin upp á staðnum, meðan hendingarnar fóru fram. Og tað skiftandi forholdið millum Kallsberg og Hoy- dal, frá sympati til hatandi antipati, kemur klárt fram. Eisini teir ymsu ráðgevarn- ir hvør sær og saman í flokk eru vællýstir, ikki tí at tað er ein positiv lýsing. Nærmast ein høsnaflokkur, sum ongar royndir hevur í internationalum samráð- ingum. Ein orsøk til vána- liga úrslitið man skula finn- ast millum hesar bakmenn. Um so var…? Hevdi úrslitið verið eitt annað, hevði Hoydal verið nóg drivin til at fáa sín vilja og politikk ígjøgnum, so hevði filmurin helst eisini havt annað navn. 'Færø- erne.dk' er ov smátt. Kanska hevði U.B. Ras- mussen so valt »Viljens triumf« ella »Hoydal.fo«. Tað eingilska navnið »Rugged Road to Indepen- dence«, sum Dansk Film- institut brúkar á eini heima- síðu, er heilt gott. Men á somu heimasíðu, fáa vit at vita, hvør ið hevur stuðlað produktiónini, og fáa at vita at 'Prime Minister's Juridi- cal Office of the Faeroe Islands' og 'Ministry of Education'. Kann tað passa, at landsstýrisdeildin hjá Hoydal, hevur stuðlað ein film um sjálvan Hoydal? 82 biografsetur, 2 áskoðarar og ein serur filmur Broytingarnar í barnsburðarskipanini eru í andsøgn við ásetingarnar í javn- støðulógini. Tað er greiði boðskapurin hjá Anniku W. Joensen, forkvinnu í Javnstøðunevndini, nú Vinnumálaráðið hevur sent broytingar í barnsburðarskip- anini út til hoyringar BARSILSFARLOYVI Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Broytingaruppskotið, sum nú fyriliggur, er ikki í sam- svari við javnstøðulógina og kann ikki góðtakast. Allar broytingarnar viðføra verri umstøður fyri mamm- una, pápan og barnið, og fremja ójavnstøðu millum kynini. So avgjørd er Annika W. Joensen í sínum viðmerk- ingum til barsilsskipanina, sum í hesum døgum fær nógva umrøðu. Sum skilst eru fleiri broytingar í væntu. Hámarksútgjaldið skal lækkast til 20.000 k r ó n u r . Útgjaldssatsurin skal lækkast niður í 90 prosent. Útrokningargrundarlagið hjá pápum skal vera tað hjá mammuni. Og far- loyvistíðin undan barsli skal styttast. Øllum hesum finst Javnstøðunevndin at. Nevndin heldur, at allar broytingar eiga at gerast í samsvari við Javnstøðu- lógina. Lágt hámark Í fyrstu atløgu finst Javn- støðunevndin at hámarks- útgjaldinum. – Um arbeiðsgevarar ikki fáa fult endurgjald við barnsburð, er vandi fyri, at arbeiðsgevarar heldur seta menn enn kvinnur í starv. Hetta er serliga galdandi fyri privata vinnu, sum virkar í kapping. Eisini inn- an tað almenna, kann vænt- ast, at kvinnur verða við skerdan lut, tí stovnarnir ikki fáa fult endurgjald í sambandi við barnsburð. Teir fara tí eisini at seta menn í starv heldur enn kvinnur, sigur Annika W. Joensen. Hon undrast eisini á, at tey, sum tjena nógv og gjalda nógv í skipanina, skulu fáa verri sømdir enn tey, sum gjalda minni. Mammusa løn Javnstøðunevndin fílist eis- ini á, at útrokningargrund- arlagið hjá pápunum skal vera inntøkan hjá mamm- uni. Nevndin vísir á, at við hjúnaskilnað er tað oftast mamman, sum fær barnið, og tí er pápin fyri vanbýti. – At staðfesta hesa støðu við at knýta móður og barn saman fíggjarliga, og har- við forða pápum at fara í farloyvi, tí ráðini ikki eru til tað, er eftir okkara meting púra burturvið. Barsilsskip- anin er endurgjald fyri mista inntøku og ikki ein almenn stuðulsskipan. Gjaldið hjá pápunum hevur onki við gjaldið hjá mamm- uni at gera, sigur Annika W. Joensen. Hon vísir eisini á, at tað stuðlar upp undir veiku støðuna hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum, at tað er hennara løn, sum skal leggjast til grund, tí lønin hjá monnum er ofta betur. – Kvinnur vera í størri mun heima hjá barninum, og av arbeiðsgevara rokn- aðar at vera óstabil arbeiðs- megi, meðan pápin pápin verður enn stabilari ar- beiðsmegi. Hetta kemur honum til góðar í spurning- um im framflytan og lønar- hækkan hjá kvinnuni er øvugt, sigur Annika W. Joensen. At útgjaldssatsurin lækk- ar niður í 90 prosent, hevur Javnstøðunevndin ikki so nógv at siga til. Men átalað verður, at longdin á far- loyvistíðini áðrenn føðing styttist. Tjóðveldisflokkurin góðtekur ikki, at Bjarni Djurholm heldur seg tosa vegna samgonguna, um broytingina við Barsilsskipanini. Flokkurin tekur als ikki undir við broyt- ingunum, og átalar harðliga framferðina hjá Bjarna Djurholm. Bjarni Djurholm sigur, at málið er enn gott dømi um, at Tjóðveldisflokkurin vil ikki síggja fíggjar- liga veruleikan í eyguni BARSILSSKIPANIN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í samband við fíggjarlógar- viðgerðina herfyri kom fram, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, ætlar at fremja broyt- ingar við Barsilsskipanini. Broytingaruppskotið mælir til, at inntøkugrundarlagið lækkar úr 100 % til 90%. Hámarksinntøkan skal eisini lækka úr 35.000 til 20.000 krónur. Inngjaldið til Barsilsskip- anina skal veksa úr 0,25% til 0,3 %. Uppskotið leggur eisini upp til, at tað verður inntøkan hjá konuni, ið avger, hvussu nógv ein pápi fær útgoldið úr skipanini, um hann velur at verða heimagangandi. Flestu fakfeløg hava sett eg ímóti uppskotinum hjá landsstýrismanninum, og í tíðindaskrivi frá Tjóðveld- isflokkinum í dag, sigur flokkurin, at hann als ikki kann taka undir við ætlan- unum hjá Bjarna Djurholm. Hetta kemur eitt sindur óvæntað, tí flest øll hava tikið fyri givið, at sam- gongan var samd um broyt- ingar við Barsilskipanini. Undirgrevur endamálið Tjóðveldistingkvinnan, Kristina Háfoss, sigur, at uppskotið frá Vinnumála- ráðnum gongur beint ímóti endamálinum við Barsils- skipanini. – Endamálið við skipan- ini er júst, at ein skal hava heimild til fult lønarútgjald, meðan ein er á barsilsfar- loyvi. Endamálið er eisini at javnstilla foreldrini, og hesum gongur uppskotið hjá Bjarna Djurholm eisini ímóti, tí foreldrini fáa ikki at frælsi at velja millum, hvør skal verða heima hjá barninum, sigur Kristina Háfoss. Hon sigur, at Tjóðveldis- flokkurin góðtekur ikki, at skipanin versnar, men vil betra um skipanina. Flokkurin kann góðtaka, at hámarksgjaldið kemur niður á 25.000 krónur, men inntøkugrundarlagið teir fyrstu seks mánaðirnar skal varðveitast á 100 %. Velja foreldrini at verða á barsils- farloyvi í níggju mánáðir, kundi verið ein møguleiki, at inntøkugrundarlagið kemur niður á 80%, greiðir Kristina Háfoss frá. Harmiligt Tjóðveldisflokkurin hevur fleiri ferðir hetta valskeiði fýlst á mannagongdina hjá Bjarna Djurholm. Flokkur- in hevur áður átalað lands- stýrismannin fyri at fara út alment við málum, ið ikki eru viðgjørd í innanhýsis samgonguni. Í sambandi við arbeiðs- marknaðarmálið, skýrdi formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum Bjarna Djur- holm fyri at spæla solo, og nú tykist sami trupulleiki hava stungið seg upp. Tað kann tykjast løgið hjá fólki, ið sita uttanfyri, at sam- gonguflokkarnir ikki tosa nærmari saman um upp- skotini. Dømið um tað mót- satta halda á við at stinga seg upp, og tað kann ikki verða ein haldgóð støða fyri samgongustevið. Kristina Háfoss heldur eisini, at mannagongdin er harmilig, tí hon skapar óróð og ótryggleika fyri fólkini, ið nýta Barsilsskipanina. Rínur ikki við - Trupulleikin hjá Tjóð- veldisflokkinum er, at hann vil ikki síggja veruleikan í eyguni, sigur Bjarna Djur- holm um átaluna frá sam- gongufelagnum. Landsstýr- ismaðurin í vinnumálum skilir ikki, at Tjóðveldis- flokkurin aftur nú átalar mannagongdina hjá sær. Hann sigur, at Karsten Hansen hevur sjálvur borið eitt fíggjarlógaruppskot í tingið, har tað svart upp á hvítt stendur, at bert 52,5 mio. krónur verða til Bars- ilsskipanina komandi ár. Vinnumálaraðið hevur síð- an arbeitt við at finna spar- ingar, og skal játtanin halda, slepst ikki undan at fremja hesar broytingarnar, ið uppskotið leggur upp til, sigur Bjarni Djurholm. – Hevði skipanin verið óbroytt komandi ár, hevði skipanin kostað 75,5 mio krónur, og við bara 52,5 mio. krónur, mugu broyt- ingar fremjast, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at tað er altíð lætt at hava herróp um sjálvberandi búskap, um ein ikki vil síggja fíggjar- liga veruleikan í eyguni. Tað vísir seg ferð eftir ferð, at tá truplu avgerðirnar skulu takast, megnar Tjóð- veldisflokkurin ikki at standa mát. – At flokkurin leggur eftir mær ferð eftir ferð, rínur ikki við, tí tað er enn eitt dømi um, at flokkurin ikki stendur mát við veru- leikan. Hatta tíðindaskrivið er rein undanstøkking, og vísur bara, at flokkurin ikki livir upp til búskaparliga veruleikan, sigur Bjarni Djurholm at enda. Barsil í andsøgn við javnstøðu Tjóðveldisflokkurin átalar aftur Bjarna Djurholm Annika W. Joensen, forkvinna í Javnstøðu- nevndini, átalar upp- skotið hjá vinnumála- ráðnum um nýggja barsilsskipan Mynd: Jens K. Vang – At flokkurin leggur eftir mær ferð eftir ferð, rínur ikki við, tí tað er enn eitt dømi um, at flokkurin ikki stendur mát við veruleikan, sigur Bjarni Djurholm C M Y K 37 36