Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

An Abyrgdarblaðstjæri: Blaðstjórnarfulltrúi: | Dagny Joensen, | Utgevari, uppseting og prent: | Telefon: 11820 | Jan Mille: Randi Jacobsen | Grækaris D. Magnussen | Sp/f Sosialurin | Telefax. 14720 | Fyritaksstjøri: | Eyðun Klakkstein, | Bústaður: | | Krisjan Dahl Blaðfólk: | | Argjavegur 26, Argjum e-mail: | Lýsingar og sola: Áki Bertholdsen, Ljósmyndari: | Postadr: Postsmoga 76, sosialur 8 olivant.fo | ! ' } 110 Tórshavn ' Internet: http://www.cybernet dk/faroe-news Eirikur Lindenskov, Jens Kristian Vang Marjun Dalsgaard N | | —— | Sjånarmid | Fiskivinnan må tryggjast — áðrenn vit missa okkum burtur í dansinum um svarta gullið Foroyskur dansur innan skúlagátt Oddagrein NÚ í eina tíð hevur verið nakað av orðaskifti um fer- oyska dansin - antin hann skal kunna vera kravdur partur av undirvísingini í fólkaskúlanum - ella foreldur kunnu fáa bern síni frítikin fyri at vera við í foroyskum dansi FOROYSKI dansurin er ein týðandi táttur í okkara mentan, og tað er eftir okkara tykki hugstoytt at skula hoyra og lesa eitt nú tað, sum logtingsfólk bera fram alment í hesum máli Í GJÁR hevur tingkvinna fólkafloksins í Norðoyggjum bræv í blødunum, har hon vísir á, at hon ætlar ikki, at hennara børn skulu til at dansa føroyska dans. Grund geving hennara er tann eftir okkara tykki marghåttliga fyri ikki at siga afturhaldskenda, at tå ommur og abbar hennara fyri 80-85 årum sidani gjørdu av ikki longur at luttaka i føroyskum dansi, so hevur hetta líkasum gingið í arv til teirra born og nú aftur til bornini hjá umreddu tingkvinnu FYRI tað um ommur og abbar fyri so nógvum árum síðani av eini ella aðrari orsøk fingu ta fatan, at før oyskur dansur bráddliga varð syndugur, so átti ein slík fatan ikki framhaldandi at havt fastatøkur um øll tey ættarlid, sum eru komin eftir. Hví skulu børnini, sum vaksa upp í einum heilt ødrum samfelag enn tað umreddu ommur og abbar vuksu upp í, „tvingast“ til at liva við fatanini hjá nøkrum ávísum persónum i forðum, at foroyskur dansur er syndugur JAMEN, tað var eisini syndugt hjá ávísum trúðarbólk- un fyri ikki so langari tíð síðani at fara í biograf og fyri tað at hyggja í sjónvarp. Nú eru tíðirnar broyttar, og nú hava øll fólk, sum hoyra åvisum trúðarbólkum til, sjónvarp, og tey ganga í biograf. Men foroyskur dansur er framvegis syndugur og bannaður. Tvs. at tað, sum kemur uttanífrá gjøgnum biografarnar og sjónvarpið er bráddliga borðbart, meðan tað, sum kemur frá okk- ara egna mentanar- og siðseguliga palli, tað mugu somu fólk ikki vera við í, tí tað er syndugt. NÚ henda tingkvinna trívir í, hvat hennara forfedrar gjørdu og hugsaðu, og leggur upp til, at nærum 100 ára gomul fatan (misfatan) av foroyska dansinum skal vera avgerandi fyri, hvussu vit í dag - skjótt ár 2000 uppala okkara bern, so kundi verið áhugavert at fara aftur í tíðina og spurt fólk, sum framvegis minnast, hvussu ávísir trúðarbólkar góvu føroyska dansinum mønustingin, hvat veruliga hendi. Hví varð ein so týð- andi og stórur partur av okkara mentanararvi brádd- liga syndugur! Hver gjørdi seg til dómara yvir hesum og „álegði“ ikki bara fólkum tá men teirra ættfólkum heilt fram til okkara dagar at venda føroyska dansinum bakið! SJALVANDI átti foroyski dansurin at verið ein náttúr- ligur partur av okkara skúlaskipan so ella so. Bráddliga at skula fritaka nøkur fyri fáa innlit í og fatan av, hvat foroyski dansurin og kvæðini eru fyri nakað er eftir okkara tykki skeivt. Hvat verður so tað næsta. Vit eru ell samd um, hvussu stóran tydning føroyska málið hevur. Eingin verður fritikin fyri at læra føroyskt. Vit vita, hvussu stóran týdning kvæðini hava fyri nettup málið. At læra tey og triva í dansin er tí tað mest náttú- rliga tingið í verðini - innan føroyska skúlagátt, og tí minnir hetta ikki sort fundamentalismu, tá foreldur kunnu frítaka born síni at læra um ein av grundar- steinunum undir málinum og ein av okkara sterstu mentarsiðum. TAÐ er bæði hugstoytt og óhugnaligt at skula fara inn í eina nýggja eld vitandi um, at tað framvegis eru fólk her á landi, sum eygleiða foroyska dansin sum synd og fanansskap. Hvat ommur og abbar hildu vera rætt fyri 100 árum síðani, nýtist á ongan hátt at vera rætt í dag - tí er tað einki minni enn at gera bornum okkara og føroyskari mentan sum heild eina bjarnatænastu, tá tað kann standa foreldrum frítt í at frítaka børnini at vera við í foroyskum dansi í skúla. . 6 Sosialurin Gloymið ikk: gomlu bygdargøtuna. Soleiðis segði Martin Holm sáli, tá bergholið ímillum Hvalba og Tvøroyri var veruleiki Og hetta er so rætt, sum tað er sagt, vit eiga ikki at gloyma 20, sum hevur havt tydning fyri tilveru okkara bæði á sjógvi og landi. Vit eiga ikk: blåoygd at taka við øllum ti nýggja, sum nú floymir inn yvir landið Vit kenna og vita, hvat ið hevur verið lívs- grundarlagið hjá okkara fólki bæði í góðum og ringum tíðum, tá náttúr an var kørg og ikki fekst nógv burturúr. Men ongantíð var náttúran so kørg, at samfelagið og fólkið heyði nakra neyð Gloymið ikki tað, sum bant saman, var tað sum Martin Holm sáli meinti við orðum sínum Vit liva í dag í einari broytingartíð. Tað tykist, sum um alt er á gosi Ein fyrilesturin fyri og annar eftir er um tað sokallaða svarta gullið Tað tykist sum um tað er tað, sum skal bjarga okkum og framtíðini hjá teimum, sum koma eftir okkum. Tað svarta gull- ið, sum møguliga finst í undirgrund okkara. Tað verður sagt, at vit mugu vera fyrireikað at taka ímóti, tá gullið skal útvinnast, og rætt er tað, sjálvandi er tað beint Men eitt er at vera fyri- reikað til at taka ímóti tí svarta gullinum, men fer tað ikki at hava sin pris? Hvussu so við tí gylta fiskinum, sum í øldir hevur verið okkara lívs grundarlag, skulu vit bara lata okkum tøla av tí, sum verður sagt og skrivað, og sum eisini vil broyta okkara ald- argamla livihått. Tann ungdómur, sum so fer at liva við svarta gullinum sum grundarlag, hann fer ikki at gera nakað við tað, sum annars hevur verið tað, sum hevur borið samfelag- num uppi. sum hevur verið lívsgrundarlagið undir okkara tjóð. Hevur svarta gullið fyrst avlag- að okkara samfelag á so nógvar mátar, so vendist ikki aftur til eitt sam- felag, sum livdi av fiski- skapi, og har vóru vit ímillum heimsins bestu virdir og hoyrdir. Her má rópast > Vakt í gevær<, sum Kjartan Mohr sáli so mangan tók til, tá hann ávaraði ímóti ti fyri føroyingar ókenda Um ikki okkara po- litikarar her og nú taka seg saman og gera nak að við hetta álvarsmál, soleiðis at vit ikki missa okkum burtur sum fiski- veidutj6d, so verður tað skjótt heilt galið. Veru- leikin er tíverri tann, at tað er eingin, sum veru- liga er greiður yvir av- leiðingarnar, tí eitt er greitt, sleppa vit fiski- vinnuni til frama fyri einari oljuvinnu, sum líkt er til, so verður tað, sum fæst til høldar fyri Føroya fólk og alt sam- felagid lika stokkutur hiti, sum tå kellingin gjørdi i serkin. Tað verða aðrir, sum fara við einum møguligum vinn- ingi, vit síggja tað longu nú, stórar fyritðkur, sum neyvan vistu, hvar Før- oyar lógu, liggja nú og bíða eftir at vinna fram tað, sum er í undirgrund okkara. Og tá keldurnar eru tømdar, so sita før- oyingar eftir vid skrott- inum Oljufeløgini koma ikki til okkara fyri okkara skuld, men fyri at fáa so nógvan vinning og spæla vit við, uttan at vera varnir, og gloyma vit, at vit áðrenn hesa ótryggu vinnu høvdu eina fiskivinnu, sum í øldir hevur borið okkara samfelag, og sum enn er besta í heiminum, tað kann henda, um vit ikki eru varnir, at hetta olju- ævintýrið ger tað, at vit detta burtur sum fiski- vinnutjóð Tí eigur Føroya Løg- ting her og nú at gera nakað við okkara fiski- vinnu og at gera nakað munagott fyri tað fólkið, sum enn røkir hesa veiðu. Tað gerst við at gera hesa veiðu meira áhugaverða fyri okkara ungdóm, soleiðis at skilja, at tey og teir, sum halda fram við fiski- vinnuni, meðan dansað verður um oljugudin og tann nógva pening, sum stokkutur er at vinna Tí mugu fiskivinnu- vidurskiftini gerast meira hugaligt, urtøkan skal verða betri, ella i øllum føri á hædd við tað, sum oljuvinnan gevur. Tað er neyðugt at hetta verður gjørt, og tað skal gerast, áðrenn oljuvinnan fer undir sínar boringar Tí eitt er greitt, tá oljukeldurnar eru tømd- ar, hava vit bert fiski- vinnuna at venda aftur til, men sleppa vit heilt fiskivinnuni, vil eitt lívsmynstur detta burtur Tá oljan er tømd, verður einki at byggja víðari á, um fiskivinnan verður slept Oljufeløgini eru kom- in her fyri vinningin skyld, tey tryggja íkki tilveru føroyinga, eftir at keldurnar eru tømdar Tidin er inni, at Føroya Løgting nú ger greitt, hvussu framtíðin skal verða fyri okkara fiski- vinnu, og fyri tey og teir, sum hesa vinnu rækja. Sverre Midjord Lesarabrøv og líknandi tilfar, ið verður sent okkum, skal hava avsendara, t.v.s. navn, adressu og telefonnr. Blaðstjórin skal vita, hvor skrivað hevur eisini um brøv ynskjast dulnevnd í blaðið. Vit kunnu annars íkki geva tykkum, ið skriva, vissu fyri, at lesarabrøv viðmerkingar 0.1. koma í blaðið sama dag, sum tað er móttikið. Tað veldst um tøka setiorku og pláss. Blaðstjórin A ——