Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | Nr. 118 — 25. JUNI 1997 tíðindablaðið (ær fl Taka kappingina upp um trygingar: Nú verður bilig- ari at tryggja Tryggingarsambandið hevur verið einaráðandi síðani undir krignum. Men nú noyðist tað at brynja seg til kapping, tí longu eitt hålvt eftir, at tað misti einkarrættin, stnda kappingarneytar til reiðar á síðulinjuni — Í fyrstu syftu fer nýggja felagið at leggja dent á skadatryggingar. — At Tryggingar- sambandið fær kapping, kann bara føra við sær, at tryggingarnar verða bíligari, sigur nýggja fel- agið AK! BERTHOLDSEN — At kapping verður um tryggingar, kann bara føra við sær, at tað verður bíl- igari at tekna tryggingar. Sigur Christian Andrea- sen, sakførari í Havn Fyribils er hann stjóri í einum tryggingarfelag, sum fer at bjóða góða, gamla Tryggingarsambandinum Føroya av Á nýggjárinum misti Tryggingarsambandið Før- oya einkarrættin til at tekna tryggingar Men longu nú verður eitt nýtt tryggingarfelag stovn- að, sum fer at taka kapp- ingina upp vid tryggingar- sambandið. Ella tað er rættari at síga, at tað er eitt gamalt felag, sum nú verður styrkt við nýggjum pengum fyri at verða ført fyri at taka kapp- ingina upp við tryggingar- sambandið. Talan er um gamla trygg- ingarfelagið, Trygd, sum varð stovnað fyrst í trýati- árunum. Men tá ið tryggingarsam- bandið undir krígnum fekk einkarrætt at tekna trygg ingar, misti Trygd rættin at tekna nýggjar tryggingar Trygd hevur tó verið til alla tíðina við teimum um- leið 200 ognunum, sum vóru tryggjaðar í felagnum tá Trygd hevði eisini sjóvar tryggingar, men tey skipini, men tey skipini, sum vórðu teknað í felagnum, eru langt síðani farin Brúka leikan Men nú Tryggingarsam- bandið misti einkarrættin á nýggjárinum, hevur Trygd sæð møguleikan økja virk- semið Nú Tryggingarsam bandið misti einkarrættin var ikki annað enn náttúr- ligt, at Trygd fór at kanna møguleikarnar fyri at ,akti- vera” felagid aftur, sigur Christian Andreasen, fyri- bils stjóri í Trygd. Hann sigur, at aðalfundur verður í Trygd nú í summar og tá skal framtíðin hjá fel- agnum avgerast M.a. skal nýggj leiðsla veljast. Sjálvur verður hann ikki stjóri, tí tryggingar- stjórar mugu ikki hava ann- að arbeiði Aðalfundurin skal eisini taka stóðu til eitt uppskot frá nevndini um at hækka partapeningin í Trygd upp í 20,5 milliónir. Christian Andreasen sig- ur, at tey, sum eiga parta- pengar frammanundan, hava frammihjårætt at tekna partapengar, alt eftir, hvussu nógv tey eiga frammanund- an. Men tekna partaeigarar- nir, sum eru, seg ikki fyri øllum, er trygd fyri, at allur partapengarnir verða settir í felagið kortini Hvor tað er, sum veitir hesa trygdina, vil Christian Andreasen ikki siga Tad eru nógvir partacig- arar í Trygd, men størsti ein- staki partaeigari er Føroya Banki Mest skaðatryggingar Christian Andreasen sigur, at hesar dagarnar verður ar- beitt við at umskipað fel agið og at laga tað til krøv- im í lógini Hann sigur, at ætlanin er at Trygd skal tekna skaða- tryggingar sum heild Men í fyrsta umfarið verður talan um at bruna- tryggja hús - Sum er hevur Trygd bara loyvi at tekna bruna- tryggingar. Men ætlanin er at fáa loyvi at tekna aðrar skaðatryggingar = eisini, bæði bilar og annað Lívstryggingar fer Trygd ikki at tekna, tí eftir lógini skulu lívstryggingar verða í einum felag fyri seg Men kann tað hugsast at gongdin verður tann vegin, at nýtt felag eisini verður stovnað at tekna livstrygg- ingar/ — Alt kann hugsast, men hetta eru sjálvandi spurn- ingar, sum koma at liggja undir nýggju leiðsluni og teimum, sum annars koma at varða av felagnum. Men kunnu vit vænta bílig- ari tryggingar? Verður Trygd eitt virkið felag. so at kapping verður ggingarnar og við- skifta ólkið, kann bara merkja, at tryggingarnar x 4 Danmark SM Ferdist biliga, Esbjerg - Tórshavn Ferðist biliga, Tórshavn - Seyðisfjarðar ella hinvegin Fráf. Tórshavn, fyri hvenn 13. og 20. angust Danmarkar um Bergen Alt siglingarskeidid kunnu 4 fólk í bili ferðast Tórshavn - Bergen við Norrønu og Oslo - Keypmannahavn við DFDS Leggið til merkis: tíðarskeiðið hjá verða bíligari. Men, hvussu nógv bíligari tær verða, er ov tíðliga at siga nakað um Men fer Trygd at tekna tryggingar fyri øll sum kom- a, ella fer felagið at velja burturúr so at tey, „-n hava havt, og elva til nógvar skaðar, ikki sleppa at seta seg fyri tryggingum? — Hatta mást tú ikki spyrj- a meg um. Slík mál verður tað nýggja leiðslan, sum fer at avgera. Men fyribils hev- - Hirtshals við Color Line, ella ur einki verið tosað í Trygd um hetta. Ein byrjan Spurningurin er so, hvat Trygd, við 20 milliónum í kassanum, fer at formáa sær ímóti Tryggingarsamband- inum við einari milliard á kistubotninum. — Vit eru greiðir yvir, at Tryggingarsambandið er sera sterkt. — Men peningaliga styrk- in hjá einum tryggingarfel- trúum: PPI,” ag skal eisini standa í mun til, hvussu nógvar trygging- ar, felagið hevur. Og afturímóti teimum skyldum, vit hava, eru 20 milliónir nógvir pengar. - Men hetta er so ein byrjan. Tað er greitt, at kapi- talurin skal lagast til virk- semi, og fær Trygd blíðan byr og nógvar tryggingar, skal kapitalurin lagast til og hesar 20 milliónirnar kansk- a bara byrjanin, sigur Christian Andreasen.