Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 — 25. JUNI 1997 tíðindablaðið Lógmaður á móttóku fyri aðalstjórum í Tinganesi: Tað privata virkar ikki um ;=>>>s- tað almenna ikki virkar -Bygnaðarbroytingar eru ein iløga í framtíðina fyri alt samfelagið, og onnur síggja nú, at neyðugt er við bygnaðarbroytingum eitt nú í løgtingsins umsiting, í kommunalari umsiting og kommunala bygnaðinum sum heild segði Edmund Joensen, lógmaður m.a., tá almenn móttóka var í Tinganesi fyri trimum av nýggju aðalstjórunum. JAN MÚLLER Mánadagin var almenn møttøka í Tinganesi fyri trimum av nýggju aðal stjórunum, neyniliga Arna Poulsen, vinnumálastjóra Høgna Joensen, almanna og heilsumálastjóra og Petur Petersen, undirvís ingar- og mentamálastjóra Teir tríggir aðalstjórarnir saman við tveimum aftrat eru partur av nýggju stýr isskipanarlógini, sum kom í gildi í 1995. Seinastui parturin av hesi skipan, nevniliga ráðharraábyrgd kom í gildi á ólavseku í fjør Undir méttøkuni í Tinga nesi nýtti Edmund Joensen, løgmadur høvi til at ynskja teimum trimum aðalstjór unum vælkomnar í Tinga nes. Hann segði m.a Hetta er stærsta stýrisskip anarliga broyting í heima stýristíðini. Valdsbýtið mill- um løgting og landsstýri er nú greitt eins og ráðharra ábyrgdin í landsstýrinum er lógarásett. Broytingin frá kollektivum landsstýri við kollektivari ábyrgd og kollektivari umsiting til einstaka rådharraåbyrgd krevur nógv av umsitingini Landsstýrið setti sær ti fyri at fremja eina nýskipan av landsfyrisitingini. Hetta er tí ein málsetningur arbeitt verður við Feroysk loysn - lítið samfelagið - samla kreftirnar - ílega í framtíðina Løgmaður vísti síðani á, at samfelagið broytist sum ongantíð áður og neyðugt er hjá øllum pørtum at fy lgja vid. Tad er kravid, og tað er boðskapurin í in formatiónssamfelagnum Vit hava ikki ráð at lata vera, taka vit ikki stigið nú, verður tað ov dýrt at koma afturumaftur. Hetta kennist aftur úti í samfelagnum. Tað privata virkar ikki, um tað almenna ikki virkar Bygnaðarbroytingar eru ein føga í framtíðina fyri alt samfelagið, og onnur síggja nú, at neyðugt er við bygnaðarbroytingum eitt nú í løgtingsins umsiting, í kommunalari umsiting og kommunala bygnaðinum sum heild, helt løgmadur fyri Endamálið við nýskipan ini er at nútímansgera lands- fyrisitingina og at laga hana til ásetingarnar í stýrisskip anarlógini. Talan er um at skipa aðalstýri og á tann hátt leggja saman departa mental- og direktoratsupp gávur. Hugskotið við júst hesi skipan er, at hon er lagað til tað føroyska sam felagið, sum er lítið og ti krevur ein einklari bygnað Edmund Joensen vísti á, at umsitingin í dag er sera spjødd Endamálið er at savna tær fakligu eindirnar, sum natúrliga hoyra saman, í eitt, soleiðis at serkunn leikin styrkist. Hetta sparir seg innaftur í longdini, bæði í hølisvidurskiftum og dupultfunktiónum Ráðharraábyrgdin krevur eina holla fyrisiting, og skipanin við aðalstýrunum verður við til at skapa eina virkna og skikkaða fyrisit- ing við einum góðum fak- umhvervi, har starvsfólkini fáa avbjóðingar og møgu- leika at mennast Eindirnar eru seks í tali Løgmansskrivstovan, Vinnumálastýrið, Almanna og heilsumálastýrið, Und- irvísingar- og mentamála stýrið, Fiskimålastyrid og Fíggjarmálastýrið Longu nú kunnu vit siga, segði løgmaður, at vit eru komin rættiliga væl áleiðis við nýskipanini Løgmansstjørin, Marjun Hanusardóttir, varð sett í starv Í. august í fjør og farið varð tá av álvara undir at skipa nýggja bygnaðin Løgmansskrivstovan er í holt vid at skipa eina sam skipanardeild, og deildin verður tann, sum skal sam skipa virksemi hjá aðal stýrunum Vinnumálastjórin, Arne Poulsen, varð settur í starv |. februar í ar. Vinnumála stýrið, hvers høvudsupp- gáva er at skapa karmar fyri vinnuna, er farið at virka og er longu kent bæði hjá pri vatum og hjá tí almenna Eitt nú er oljufyrisitingin vorðin oljumáladeild undir Vinnumálastýrinum Almanna- og heilsumála- stjórin, Høgni Joensen, varð settur í starv |. mai, og hann, saman við sínum starvsfólkum, er farin til verka at evna tilendaligu nýskipanina av Almanna- og heilsumálastýrinum Undirvísingar- og menta- málstjórin, Petur Petersen, varð settur í starv Í. juni og er hann farin í gongd við at skipa aðalstýrið og hevur Teir tríggir aðalstjórarnir Arne Poulsen, vinnu málastjóri, Høgni Joen sen, almanna- og heilsu stjøri og Petur Petersen, undirvisingar- og menta Mynd Jens K fra % málastjóri Vang sær mál fyri, nær Undirvísingar- og menta- málastýrið er komið upp á pláss Avgjørt er at seta Kjartan Hoydal í starv sum fiski- málastjóra og eftir er einans fíggjarmálastjórin, sum tó longu hevur fingið bygning til sina fyrisiting Løgmadur visti at enda å, at aðalstjórarnir, Arne, Høgni, Petur og Kjartan, skulu nå saman vid løg- mansstjóranum standa fyri at fáa nýskipanina endaliga upp á pláss. Hetta er ein sera týdningarmikil og álvarslig uppgáva fyri samfelagið við nógvum avbjóðingum Eg ynski tykkum hjarta- liga tillukku og góða eydnu við arbeiðnum segði Ed- mund Joensen, løgmaður, á samkomu fyri teimum trimum í Tinganesi í gjár. sett | ferð, megi, minni og | tillagingarmeguleikar í eini samanseting, sum gevur framúr orku og nærum óavmarkaðar víðkan- armøguleikar, so at teldan kann tillagast framtíðini og - ikki minst - tínum tørvi. Úr 133 Mhz til 200 Mhz v/ MMX * HV UDAOISMYUDIO , tiv DØMI: IBM APTIVA 445: 133 Mhz, 16 MB EDO-RAM, 2 GB harðdisk, skermur 15“, j Figgingardømi Útgj.: 4.500,- pr.mð./18 mð.; 650,- | Saltangará - tlf. 49840 | | Tórshavn - 16173 j