Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 1997síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Nr. 118 — 25. JUNI 1997 „Partabrævamarknaður og eginpeningsvidurskifti« - eitt flopp? Nógv klók høvd hava nýtt tíð og pening til at kanna m.a. um grundarlag er fyri einum partabævamarknaði í Føroyum. Frágreiðing er skrivað um hesi viðurskifti (juni 1997). Tað er sera positivt, at fakfólk taka seg saman og kanna hesi viður- skifti. Tey eiga tékk upp!- borna fyri at brúka orku til hesi viðurskifti Tiverri framgongur ikki greitt hvønn setning egin- peningsnevndin hevur fing- ið. Hesin hevði gjørt tað munandi lættari hjá lesar- inum at tikið stóðu til tað skrivaða tilfari. Sum dømi uppá at lesarin er í iva um setningin kann nevnast at á blaðsíðu 4, 1.2. Endamálið við nevndararbeidnum verður skrivað: >Stórur partur av vinnuvirkjunum líða undir, at eginognin er ov lítil. Tað er helst eisini soleiðis, at virðingin fyri eginkapitalgrundarlagnum sum týðandi fortreyt fyri menningar-møguleikunum hjá einum virki, í mong ár hevur verið ov litil« Nú er hetta við virðingini nakað fleiri partar skulu taka stóðu til. Ikki minst peningastovnarnir. Tað er positivt at peningastovnar nir nú leggja størri dent á virðingina fyri eginpening- inum. Harafturat tykir mær at frágreiðingin leggur alt ov lítlan dent á at peningurin eisini stavar frá at lønsemi hjá virkinum er ílagi. Figging ella ikki fígg ing, so er lønsemid loys unarorðið Tá hetta er sagt, so kann okkurt verða lagt afturat T.d. kann tydningurin av ti sum er gjørt, verða settur upp móti tí ein kundi væntað at fingið burturúr Tað kann hóast alt íkki vera soleiðis, at fólk ikki eru greið yvir at solvensurin (styrkin) hjá vinnulívi okk ara er so gott sum null. Ein kann bert fara út á gøtuna, so sær ein, at livialdurin á bilum okkara er lækkaður munandi. Samstundis sum livialdurin hjá framleiðslu- amboðnum økist. Bankin ger iløgur í bilar, men held- egin ur fingarnar langt burtur frá vinnulívinum. Og umboð fyri m.a. P/F Føroya Banka og Føroya Sparikassa hava verið við í arbeiðsbólkin- um! Sjálvandi eru flestu okk- ara greið yvir, at hetta við eginpeninginum, er em av størstu trupulleikum okk ara. Men høvudstrupulleik- in stingur djúpari. Grund- leggjandi trupulleikin er ikki eginpeningur og parta- bævamarknaður (hetta kundu høvundarnir gjørt meira burturúr). Tað er her miseran ella ólukkan er Tann sum tryr, at eginpen- ingurin er ein trupulleiki, fer skeivur. Eginpeningurin skal nokk koma. Kapital urin hevur altid funnið sítt pláss, har hann trívist best Nei, talan er um ein grund leggjandi trupulleika, sum eitur lønsemi. Vit kunnu gera bæði grunnar, sum skulu veita stuðul, og vit kunnu gera partabævamarknað. Og vit kunnu skipa vidurskiftini, sum vit ynskja. Einki av hesum loysir nakran trupul- leika. Viðvíkjandi parta- brævamarknaðinum eru ju púra greitt, at talan er um útboð og eftirspurning. Tað at eingin er, er besta prógv fyri, at tað ikki er brúk fyri hesum. Eftirspurningurin eftir partabrøvum er ikki til staðar. Tískil verður virði sum ætt er, sett til null. Tað er ein illusión at seta annað virðið á partabrevini. Sjálv ur havi hug til at spyrja han undarnir um teir ikki minn ast 5 ár aftur í tíðina. Sárini frá húsaganginum eru ikki grødd, og menn leggja bræneggjaðir út við tosi um partabævamarknað Sjálvir siga teir í frá greidingini: solvensurin er næstan ikki til at fáa eyga á. Taki eg munnin ov fullan um eg sigið, at frágreiðingin er eitt akademiskt flopp? Tað at selja partabrøv er nær tenkt at tí at virki, sum selir partabrøvini, skal nýta peningi til fløgur. Og her á landi er talan um fiskivinnu Talan er her um at fáa kon- tantir í kassan, sum skulu nýtast til m.a. maskinur um- borð á fiskiskipunum og á virkjunum á landi. Hvussu kann ein skrivað eina frá- greiðing, sum næstan íkki nevnir, at høvudsvinna okk- ara liggur í andaleypi. Og at eingin við síni fullu fimm eigur at seta eina krónu í hesa vinnu (hvat heldur eingin sjálvandi ger) Sostatt er tað mín hugsan, at ein heldur eigur at nýta orkuna uppá at finna vegir til lønandi vinnu enn at nyta orkuna uppá figgingartrup ulleikar Vit hava nevniliga ongar fíggingartrupulleikar. Besta dømi uppá hetta er Fiska virking. Eingin, hóast milli- ardir vóru tøkar, heyði hug til at seta pening í okkara høvudsvinnu (hetta eru um- boðini fyri peningastovn- arnir i Eginpeningsnevndini óiva greiðir yvir). Tískil noyddist ein almennur grunnur at seta pening í Hetta fyri at landið ikki skuldi fara á húsagang enn einaferð. Undirritaði vísti á trupulleikarnar í eini sam- rødu við Sosialin tann 10 okt. í fjør. Síðan tå hava vit m.a. fingið roknskapin hjá Fiskasøluni. Stødan bert versnar. Og vit fara at kanna møguleikarnar fyri placer- ing av peningi innanlands? Sjålvur vil eg råda einum og hvørjum at halda fingr- arnar langt burtur frå fiski vinnuni. Hetta i tí líki hon í dag verður ríkin Tað er tí ikki - í hesum samanhangi - minni skelk andi at lesa í Sostalinum 19.06. 97 á síðu 5 Einasta vit hava til íløgur er tað, vit hava avskrivad og tað røkkur ikki so langt sum til tær fløgur. sum eru neyðugar i mask inur og fyri at lika ES krøvini. Vit tjena alt ov lítið ul at hugsa um stór- vegis annað sigur hann.i Orðini eigur stjórnin á Kósavirkinum Johan Páll Joensen Leggið til merkis, at Jógvan P. Joensen sigur „tað røkkur ikki so langt sum til tær íløgur...<. Torir nakar at tosa um lønsemid, er mín viðmerking Pseudoproblemloysn er eitt hugtak, sum kann nýt- ast, tá ein íkki fær fætur í ætta endanum. Men Johan Páll Joensen skerur tað púra greitt út í papp: lønsemid er null. Tí er tað ein parodi at tosa uttanum - um parta- bævamarknad. Hinvegin skal evnið takast fram. Men tá tað er aktuelt. Og tað er avgjørt ikki í dag. Trupul- leikin vid at taka eitt tilikt evni fram er, at fólk vænta at nakað fer at henda á hes- um eki. Men tað fer tað ikki fyribils So kæru starvsfelagar Hava tit stundir, roynið at loysa tann grundleggjandi trupulleikan, nevniliga løn- semið. Tá hetta er loyst, kann farast undir parta brævamarknað o.s.v.. Fak liga er uppgávan um løn- semi nógv meira aktuell eftir mínum tykki. Og so hevði raðfylgjan verið tann ættað Men tá ein er so kritiskur, so ein væl ein treyt, at ein hevur eitt boð uppá hvussu vit loysa upp fyri hesum Og eitt boð er- í hvussu er Vit eiga at venda trupulleik anum á høvdid - les hug- burðsbroyting. Talan er ikki um hvat vit kunnu fiska og hvussu nógv. Men talan er um, hvussu vit fáa fatur á virðinum fyri fisk okkara Tað er her uppgávan hjá okkum er. Hvussu kunnu vit framleiða og útflyta eima veru kundin glediliga vil gjalda nógv fyri. Tí hann fær góðsku. Tað vil siga, at tað er framleiðsluliðið, vit skulu hava fatur á. So kann ein tosað um eginpening og partabævamarknað, um ein hevur hug. Hava vit íkki veruna, er alt annað líka- mikið Nú um dagarnar hava vit hoyrt um jólamannin í Tinganesi. At halda fram í sama spori, sum vit hava gjørt. er eingin loysn. Duga menn ikki at síggja, ål manglandi lønsemi skyldast trupulleikum i framleiðsl- uni? Tað at Tinganes nú skal til at geva nýggj skip til »17 sangarar« á heimavelli i seinasta konsertin áðrenn uttanlandsferðina hjá kórinum >17 sangarar« úr Klaksvík hava hóskveldið seinastu konsertina áðrenn uttan- landsferðina. sum kórið fer á til Danmarkar og Nor- egi. Kórið hevur havt kon- sertir í Havn og í Fugla- | E firði, og undirtøkan hevur verið fram úr góð. I Havn sang kórið fyri 300 fólkum og í Fuglafirði fyri 120 At Monica Stauss Joen- sen á violin og Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð á klaveri eru við á konsert- unum, ger tær meira fjøl- broyttar, og hetta er við- virkandi til, at so nógv fólk hava verið til konsertirnar. Tær báðar fara eisini at spæla hoskvøldid. Konsertin í Ósaskúlan um hóskveldið byrjar Hóskvóldið hava 17 sangarar konsert í Ósaskúlanum í Klaksvík. Hetta er klokkan 20, og atgongu- merki fáast frá mikudeg- num á Norðoya Kunning- arstovu. Tey kosta 50 krón- ur. ek TY vinstru og høgru loysir bert ein trupulleika - neyniliga at meðalaldurin á fiskiskip- unum lækkar. Men hesum livir eingin av. Enn einaferð eitt dómi um pseudoloysn Ein loysir ikki trupulleikan, men letur sum um. Vit lækkað meðalaldurin, men framleiða tað sama Nú kann hetta skriv tykj- ast at fara víða um. Og tað er eisini ætlanin. Tað at pilka ein trupulleika fram og so stæra seg blindan kann gera stórri skaða enn gagn. Serliga tá talan er um fakfólk. Ætli mær at fylja við og koma við viðmerk ingum hvussu málið um paratbrævamarknadin 0.s. gongur. Tað at koma við einum uppskot: ella frágreiðing bindur eisini teir. sum koma við uppskot inum Men kunnu vit ikki betra okkum - jú vit kunnu! Vit kundu td. lært av skotum, tá tað kemur til veruliga at kanna viður skiftini. Teir granska í hes um viðurskiftum Vit granska ikki í, hvussu Vit gera tað betri liviligt her á landi. Aðrar uppgávur verða raðfestar hægri. Hjá okkum er næstan altíð talan um tað, nevnt kann verða >perma nent brandslukning«. Eitt Linu-snelluskip biliga til solu við øllum. samfelag, sum hevur fiski vinnu sum hevuðsvinnu og einki (ella lítið og einki) nýtir til at granska høvuds- vinnuna ringir eingin klokka? Sjálvt Fiskivinnuskúlin liggur í andaleypi. Ringir eingin klokka enn ? So mítt itøkjuliga uppskot er at seta á stovn eina gransking av hvussu vit eiga at fyrihalda okkum, skulu vit liva her á landi. Hetta saman við vinnulívinum. Gera vit hetta, fara vit eftir sjálvum trupulleikanum At enda kann verða víst á vandan fyri at oljuvinnan kann forkoma okkara sam felag uppá stutt síkt. Vinnu lívið vendir eyguni mót nøkrum vit einki vita um meðan tað vit áttu at verið serfrødingar i. fiskivinnan, hevur ein solvens uppá 1% og alivinnan eitt solvens procent uppá -10. Nú eigur væl ein klokka at ringja Annars vil eg til rithøv undarnar siga, at tað eg gott at onkur tekur seg saman til at viðgera hesi viðurskifti Tað er alt ov sjálvdan at vit fáa tílík uppskot. So takið kritikkin sum eitt upplegg til kjak Gordon Ejdesgaard Tlf. 83744 Hús til solu í vesturbýnum í Havn. Tlf. 83744 — 57244