mikudagur 25. juni 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tse
|| OA
Nr. 118 — 25. JUNI 1997
tidindabladid SÚ f
Nýggj bók um føroyska búskapin:
Skal vera við til at
menna og fjøltatta
føroyska búskapin
Jan MULLER
Í hesum døgum er komin út
ein fyri føroysk viðurskifti
heldur sjáldsom bók. Hon
snýr eg um nakað, sum vit
føroyingar ikki halda okk-
um vera nóg stinnar og
góðar til, nevniliga búskap
Bókin eitur „The Faroese
Economy in a Strategic
Perspective“. Tað er Lise
Lyck, sum undirvísir á
handilsháskúlanum í Keyp-
mannahavn, ið er ritstjóri
Tað er NordREFO, „Nor-
diske Instituttet for regio
nalpolitisk forskning“, sum
gevur bókina út
Hetta er fyrstu ferð bók
er givin út, sum gevur eina
samlaða mynd av føroyska
búskapinum. Hyggja vit í
innihaldsy virlitið síggja vit
at evnini eru mong og fjøl
broytt og har eru bæði før
oyskir og útlendskir rit-
høvundar, sum hver í sínum
lag royna at viðgera tey
ymsu evnini og koma við
sínum boðum uppá fram-
tíðina.
Higartil bara
fiskivinna
Um bakgrundina fyri bók
ini er at síga, at Føroyar
fram til búskaparligu krepp
una var tann einasti bú
skapurin í heiminum, sum
megnaði at utvikla ein væl-
ferðarbúskap, sum fult og
heilt varð grundaður á eina
„specialiseringsstrategi fyri
fiskivinnuna“
Kreppan hevur sjónliga
vist, at tað ikki longur er
møguleiki fyri at sameina
ein javnan vælferðarútvik-
McAfee - heimsins stórsti framleiðari av antivirusforritum, hevur júst røttu
og bestu forritini til at verja tygara dáta móti skaðiligum telduvirusum.
VIRUSSCAN"" - Finnur og burturbeinir
i kend og nýggj teiduvirus á disklum,
fløgum, harðdiskum og líknandi
dåtagoymslum. VirusScan fæst til DOS
Windows. OS/2, Machintosh og UNIX
WEBSCAN"" - Kannar forrit og dåta, ið
verða måttikin um internetið. WebScan
virkar saman við NetScape, MS-Explorer
og fleiri øbrum internet forritum
NETSHIELD"” - Verður lagt á net-servaran
og kannar øll dáta og forrit, ið verða goymd
ella lisin á servaranum NetShield fæst til
WEBSHIELD "* - Ein sokallabur "Firewall"
ið verjir Web-servaran móti telduvirusum
me
BOOTSHIELD"” - Verjir móti bootvirusum
vid at kanna bootsectorin tå teldan startar
ROMSHIELD"" - Er ein bootprommur, ið
verður settur á netkortið. RomShield kannar
bootsectorin fyri telduvirus áðrenn
stýriskipanin verður innlisin
*
}
F
b
?
Bjarne Lindstrøm, stjøri å
nordurlendska stovninum
fyri regionalpolitiskari
gransing og Lise Lyck,
ritstjóri av nýggju bókini
handaðu løgmanni Ed-
mundi Joensen fyrsta ein
takið av nýggju bókini
Mynd Jens K. Vang
ling við fiskivinnuni sum
einastu berandi vinnu
Hetta kann so hava við sær,
at tú kanst leggja teg eftir
at fáa økt um tað, sum eisini
verður nevnt ,overførsels-
indkomster” ella fremja
eina „diversifikatión“ av
sjálvari framleidsluni,
soleiðis at aðrar vinnu
kunnu stuðla uppundir inn-
tøkurnar frá fiskivinnuni
Bókin, sum her verður
umrødd, er skrivað við tí í
huga, at ein diversifika-
tiónsstrategi verður brúkt.
loysnir
Búskaparliga kreppan í
Føroyum gjørdist skjótt eis-
ini til eina politiska kreppu
og eina kreppu millum Dan-
mark og Føroyar. Danskur
politikkur varð meir" ella
minni kroystur inn á
føroyingar, og ein lítil herur
av í høvudsheitum donsk-
um serfréðingum gjørdi
„Feroyaloysnir“.
Bókin er skrivað út frá
einum sjónarvinkli, at før-
oyskir trupulleikar krevja
.Jøroyskar loysnir“ og
síðani eini mobilisering av
føroyskari ekspertisu
Bókin er so eisini skrivað
út frá tí sannføring, at
føroyski búskapurin hevur
meira brúk fyri interna-
tionalisering og globali-
sering og hetta krevur so
aftur búskaparbókmentir á
enskum máli
Endamálið við bókini er
at geva eina samanhangandi
mynd av føroyskum vinnu-
lívi, sum so kann vera eitt
utgangsstødi fyri eina
vinnustrategi. Við undan
taki av landbúnaði og fyri-
siting er hetta sambært Lise
Lyck, ritstjóra eydnast
Ætlanin er so eisini, at
bókin skal vera ein góð
grundbók í búskapi fyri
útlendingar fyri harvið at
økja um vitanin um Før-
oyar
Bókin skal eisini vera
brúkt við tí fyri eygað at fáa
fløgur gjørdar í Føroyum
Somuleiðis skal hon verða
brúkt í undirvísingini og
útbúgving í Føroyum. Eis-
ini kann hon kom væl við,
tá neyðugt er hjá bæði tí
almenna og virkjum at finna
fram til veikleikar og styrki
í teimum ymsu vinnugrein-
unum
Eitt endamál við bókini
er so eisini at fáa eitt breitt
tjak um vinnuspurningar og
búskap. Samanlagt kann
sigast, at hon skal vera við
til at gera føroyska buskap
meira fjøltáttaðan
Lise Lyck sigur, at tað
hevur verið bæði drúgvt og
strævið arbeiði at gera hesa
bókina til veruleika. Hon
heldur, at tað er sera av
gerandi, at:tað ikki verður
steðgað á við hesi bókini, tí
endamálið við henni er júst
at fáa fólk at taka nýggj stig,
sum kunnu gagna føroyska
samfelagnum bæði í dag og
í framtíðini
avgerandi
M.a. heldur hon, at tað
kundi verið áhugavert at
skipa fyri eini altjóða vinnu-
rådstevnu í Føroyum møgu-
liga fyri at halda 50 ára
dagin fyri Heimastýrinum
Stovnsetan av einum
vinnuráð, sum fevnir bæði
um føroyingar og útlend-
ingar. Hesi kunnu so eina
ferð um árið koma við
vinnupolitiskum tilmælum
Eitt annað hugskot er at
skiapa fyri eini norður-
lendskari ella norðuratlant-
iskari vinnumessu í Før-
oyum
Eisini kann tað hava
stóran týdning at skipa eina
føroyska vinnuskråseting.
Fjølmidlar stóran
tydning og åbyrgd
Av ødrum kann nevnast eitt
opid vinnuuniversitet, har
tað verða hildnir fyrilestrar
í útvarpi um stovnsetan av
sjålvstødugum virki, mark-
eting, design, sølu-
møguleikar, joint venture,
mangament osfr.
Lise Lyck nevnir eisini
eitt vinnuforum å Inter-
netinum sum ein møguleika
umframt at fåa vinnulæru
inn í skúlarnar sum yrkis-
grein.
Hon heldur tað hevur
stóran tydning, at føroysku
=
Innihaldið
í bókini
Preface
Lise Lyck
1. Facts about the
Faroese Islands
Lise Lyck
2. Introduction
Lise Lyck
jø
. Methodological
Approach
Lise Lyck
4. Faroese Fisheries
Kjartan Hoydal
S. Fish production and
Exports
Niels Sørensen
6. Fish and Fishery
Oli Jacobsen
7. Aquaculture - Fish
Farming on the
Faroese Islands
Andrias Reinert
8. Other Manufacturing
Industries
Rúni Hansen
9. Production of
Private Services
Bjarni Olsen
10. Transport
Thomas Magnussen
1i. Tourism
Jan Mortensen
12. School Education in
the Faroese Islands
13. Knowledge
Infrastructure
Signar Heinesen &
Wilhelm Petersen
14. Banking and Financing
Malan Johansen
15. Mortgage Credit in
the Faroe Islands
Kai Lemberg
16. The Faroes' Exchange
Rate System
Thomas Dam
17. Towards a Faroese Oil
and Gas Regime?
Strategic Options
Jerome D. Davis
18. Oil — The Potential
Contribution by Oil
to the Faroese Economy
Ami Olafsson
19. Labor Force in a Dual
Strategy
Jógvan Mørkøre
20. The Editor's Strategic
Considerrations on
the Faroese Economy
Lise Lyck
fjølmiðlarnir royna at taka
tráin upp og fylgja upp tí,
sum kemur fram í bókini
fyri harvið at skunda undir
eina sunnan og skilagóðan
vinnulívsútvikling í Før-
oyum.