Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 1997síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 119 — 26. JUNI 1997 tíðindablaðið Si Tx 19 Hann tók ein kans og fyribils sær gott út, tí hann hevur ov mikið at gera ÁKI BERTHOLDSEN - Tað er skómakarin Soleiðis ljóðar í hinum endanum tá ið tú snarar 71540 Tað hevur leingi verið hildið, at skómakarar hava verið eitt doyggjandi fólka- slag. Sum so nógv annað hand- verk fóru skómakararnir at fækkast í talið so hvert moderniseringin vann fram og „keyp og blaka burtur" mentanin vant meiri og meiri uppá seg. Men sum so nógv annað er skómakarayrkið eisini við at vinda uppá seg aftur, tí eisini her eru fólk farin at síggja virðini og at alt tað keypta, hópframleidda, nú einaferð ikki er fult so gott, sum tað gamla, hondgjørda. Men tað var nú ikki tí at Ingi Mortensen í Hvalba fór at læra til skómakara Tað var av berari tilvild Men úrslitið er so, at í ein góðan mánaða hava suður- oyingar aftur havt skómak- ara, akkurát sum í gomlum døgum. Tað er nú ein góður mån- aði síðan, at Ingi Mortensen læt upp nýggja skósmiðju á Tveroyri Og fyribils sær út til, at hann rakti seymin á høvdid, tí hann hevur havt úr at ger- a Hevdi dagurin verið tvær ferðir so langur heyði eisini verið nokk, sigur hann Mátti finna uppá Ingi Mortensen er eitt dómi um, hvussu ett annars niv andi kann vendast til okkurt positivt arbeiðsloys! tá ið viljin er til staðar Hann heyði onga útbúgv- ing, men heyði havt ymisk fyrifallandi arbeiði Hann hevði smíðað nøkur år, hann hevði verið í kol- inum í Hvalba og hann hevði arbeitt á flakavirki. — Men so bleiv eg ar- beiðsleysur. Og tað tímdi eg altso ikki, so okkurt mátti eg finna uppá Ingi sigur, at hann setti seg heilt einfalt at lesa í hentu hondbókini "Hvad kan jeg blive“ at vita um hann ikki kundi finna okk urt, sum brúk kundi verðið fyri í Suðuroynni Tí í hansara hugaheimi var ongantíð nakar sum helst ivi um, at hann skuldi liva og virka í Suðuroynni, sigur hann. Slapp í læru Sum hann las í hesi góðu hondbók, datt hann niður á „skomager“ og helt, at hetta kanska var nakað, sum kundi brúkast Hann fekk samband við eitt danskt lærupláss og tað eydnaðist honum at sleppa í læru beinanvegin — Beint táið eg var slopp- in í læru fekk eg aftur ar- beiðið. Men tað var í koli- num, so eg ivadist ikki at taka læruplássið framum, sigur hann Lærutíðin er trý ár og tríggjar mánaðir Tað fyrsta hálva árið er á skúlabeinki og aftaná tað eru tvey ár og níggju mán- aðir í læru ingi sigur, at fyri at blíva góður skómakari, mást tú hava gott handalag, og so stendur tað í „Hvad kan jeg blive“ at tå skalt vera sterk- ur í hondunum Hugsa um føturnar Ingi Mortensen er ikki samdur um, at skómakarar eru eitt doyggjandi hond verk Í hvussu so er vindur tað uppá seg í Danmark sigur hann Hann roknar eisini við, at tað altíð fer at vera brúk fyri onkrum skómakarum í Før- oyum Hann sigur, at orsøkin er helst tann, at fólk eru blivin meiri og meiri greið yvir, at tað tilfarið, ein skókmakari brúkar, heldur sum oftast nógv betri enn tað, skógv- arnir upprunaliga vórðu gjørdir av Hann sigur, at leggur ein skómakari nýggjan sóla undir einar skógvar, halda skógvarnir í allarflestu før- um nógv betri, enn tann upprunaligi Yvirhøvur heldur hann, at sum heild fara fólk betri við skónum nú á døgum, ti nógvir skógvar eru rættiliga dýrir. Hann heldur, at hetta kemst m.a. av, at fólk hugsa meiri og meiri um, hvønn tydning tað hevur at vera í góðum skóm. — Tey eru ikki so fá, sum hava oyðilagt sær føturnar tí tey hava gingið í ov vána- ligum skóm Ella um hann sigur: Tú verður ikki í góðum lag, hava fæturnar tað ikki gott. Ur at gera Ingi Mortensen hevur havt úr at gera henda mánaðin, hann hevur havt skósmiðju á Tveroyri Men hann roknar ikki vid, at tað altíð verrur so nógv arbeiðið. Eg haldi, at sumt av ti eg havi at gera nú, er sovorðið, sum fólk hevur havt liggj- andi leingi Og so heldur hann, at fólk royna at fáa ymiskt frá hondini til Jóansskuna Tá ið tann rúgvan er ar- beidd undan. fer tann veru- ligi tørvurin at vísa seg Men hann ivast ikk; í at tað verður nokk at gera kortini Tað. hann ger mest av, er at sóla skógvar og at seyma snarlás í leðu: jakkar Ingi Mortensen hevur onga grund at iðra seg um, at hann valdi útbúgv- ing, sum er óvanlig í hes um tíðum. Suðuroyingar hava fingið skómakara aftur akkurát sum í goml- um døgum Men annars er skómakar- ayrkið nógv fjølbroyttari enn so, ti Ingi bjóðar sær til at seta snarlås í jakkar, stivl- ar og í taskur, hann víðkar skógvar, sum eru ov trongir, hann hækkar skógvar, hann ger ortopediskar umvæling- ar, hann pussar og litar og seymar leður. Og so fílar hann lyklar, bæði til hús og bil Men harafturat hevur hann eitt stórt úrval av skó- kremi og lissum at selja, umframt eitt stórt úrval av sólum, bæði vanligar sólar og til serligan tørv, t.d. til ítróttarfólk. Kostar 6000 krónur Og so kann hann eisini gera skógvar, um so skuldi verð- ið Men hann roknar ikki við, at tað verða mong, sum fara at biðja hann gera skógvar. ti einir hondgjørdir skógvar fara at liggja um 5.000- 6.000 krónur Men ikki tí, tað hevði hann ikki havt tíð til, sum er Tað tekur eina viku at ger- a einar skógvar, men tá er sjálvandi nógv bíðitíð Ingi sigur, at hann hevur hugsað um at fara á skeið, so hann kann gera eitt sind- ur av ortopediskum skóm. Men ortopediskur skó makari verður hann ikki, tí tað er ein stór útbúgving, sum tekur sjey ár, áðrenn ein er fult lærður. Skalt tú gera tað ordiligt, skalt tú fyrst læra til ortorediskan skómakara og so til orto pedimeistara aftaná Skósmiðjan á Tvøroyri liggur væl fyri í Klubba brekkun!. mitt á Tveroyri Suzuki ALTO irk.83.300 94.200 EA vid aut. gearum Suzuki SWIFT iv 105.600 við aut. geari + powe 119.600 ur kr. Sumki RN ur irr. 125.000 sum persónbilur år kr. 145.600 sum vøruvognur Sp/F Eydbjørn Hansen 100 Tórshavn Vardagøta 75 Fi Vif. 13375 - 89374 SUZUKI —e—