fríggjadagur 27. juni 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 120 — 27. JUNI 1997
5
Atlantsflog trýr uppá
fast samband ár 2000
JOANNES HANSEN
UR REYKJAVIK
Klokkan tvey seinnapartin
í dag fara føroyskir politik-
arar at verða kunnadir um,
hvussu tað gongur at gera
undirsjóvartunnil = undir
Hvalfirði.
Tunnilin skal gera tað
lættari at ferðast millum
Akranes og Reykjavík, og
hann skal eisini stytta um
farleiðina millum Reykja-
vík og Norðurlandið
Higartil hava tey í Akra-
nesi brúkt ferjuna Akraborg,
tá tey hava havt ørindi í
Reykjavík, ella hava tey
koyrt teir 70 kilometrarnar
runt fjørdin.
Føroyska ferðalagið telur
ein landsstýrismann, níggj-
u legtingsumboð ella onnur
floksumboð, umboð fyri
landsverkfrødingin, flog-
vøllin og Atlantsflog, og so
eru umboð fyri pressuna
eisini við í ferðalagnum.
Sámal Petur í Grund, sum
er samferðslumálaráðharri,
hevur í vikuni verið á norð-
urlandaráðsfundi í Íslandi
saman við løgtingslimunum
Maritu Petersen, Lisbeth L.
Petersen og Jørgini Niclas-
sen, og tey skulu hyggja at
undirsjóvartunnlinum sam-
an við teimum, sum fóru til
Íslands í gjårkvøldid.
„Viðv. skúlamáli í Kollafirði
Loysn er funnin á skúla-
málinum í Kollafirði, og
børnini, sum talan hevur
verið um, fara aftur í skúla
eftir summarfrítíðin.
Hetta upplýstu vit í blaðn-
um í gjár, men av tí at
okkurt kom skeivt fyri og
kundi elva til onkra mis-
skiljing prenta vit tíð-
indaskriv saman við tveim-
um skjølum í málinum.
Haldið okkum til góðar.
Vit prenta her tíðinda-
skrivið frå advokatinum hjá
foreldrunum, Eyðfinni Ja-
cobsen og tvey skjøl í
málinum, te. bræv frá
landsskúlafyrisitingini frá
23. juni viðvíkjandi skúla-
málinum og bræv frá Eyð-
finni Jacobsen til lands-
skúlafyrisitingina dagfest
25. juni.
Sum advokatur fyri for-
eldrabólkin í Kollafirði skal
eg við hesum siga frá, at
foreldrini í dag hava tikið
avgerð um at melda børnini
inn aftur í Kollafjarðar
skúla eftir summarfrítíðina
í ár.
Avgerðin er tíkin eftir
samráðingar við Lands-
skúlafyrisitingina, sum eru
endaðar við, at stig nú verða
tíkin til at fáa viðurskiftini
millum foreldur og skúla og
skúlamyndugleikar aftur í
rættlag, jbr. hjálagda avrit
av skrivi frá Landsskúla-
fyrisitingini til undirritaða
dagfest 23. juni í ár.
Hesi stig eru:
1. Skúlaleiðarin — skal
hava fund við for-
eldrabólkin beinan-
vegin.
2. Skålanevndin og for-
eldrabólkurin skulu
hava fund beint eftir,
at fundurin við leiðslu
skúlans hevur verið.
3. Fyri at tryggja foreldr-
unum neyðugu ávirk-
an á skúlaskema-ini
verður staðfest, at
tíma- og lærugreina-
býtið eigur at vera
samsvarandi løgtings-
lóg um skúlafyrisiting
og tað, sum stendur á
síðunum 133-137 í
álitinum við heitinum
>Fólkaskúlin — Al-
mennur partur.
4. Skúlaneyndin er biðin
um at taka spurningin
upp um umbering við
lærararnar Gunnvá
Dam og Marina Joen-
sen.
Til
Eyðfinnur Jacobsen,
advokatur,
Vágsbotni
100 Tórshavn
Viðvíkjandi skúlamálinum í Kollafirði
Vísandi til fundin 16. juni og skriv tygara 20. juni
1997, heldur Landsskúlafyrisitingin, at tey 4 punktini
í umrødda skrivi eiga hóskandi at verða orðað soleiðis:
Ad 1: Skúlaleiðarin og foreldrabólkurin hava beinan-
vegin fund.
Viðmerking: Sjálvsagt stendur øllum foreldrum í boði
at koma á tal við skúlan, tá ið hildið verður, at tørvur
er á hesum. Víst verður annars til bókina >Fólkaskúlin
— Almennur partur« síðu 128-154, har samarbeiðið
millum heim og skúla er någreiniliga lýst.
Ad 2: At skålanevndin og foreldrabólkurin hava fund
beint eftir, at fundurin við leiðslu skúlans hevur verið.
Viðmerking: Skúlaneyndin virkar eftir galdandi lógum
og reglum fyri skålanevndir, og samarbeiðið millum
heim og skúla skal vera í samstarvi við skúlan og
lærararáð skúlans. Víst verður til síðurnar 133-137 í
omanfyri nevndu bók
Ad 3: Mannagongdin í sambandi við tíma- og læru-
greinabýtið eigur at vera samsvarandi $ 13, stk. Í í
løgtingslåg um skúlafyrisiting, har tað er lógarásett,
og álitinum >Fólkaskúlin - Tíma- og lærugreinabyti«.
Ad. 4: Skúlaneyndin er biðin um at taka spurningin
upp um umbering við Gunnvá Dam og Marina Joen-
Samstarvið millum heim og skúla, ið m.a. fevnir um
eftirmeting. foreldravidtalur o.a., skal vera í samsvari
við $ 18 í Løgtingslåg um Fólkaskúl-an. Víst verður
somuleiðis til bókina >Fólkaskúlin — Almennur part-
ur« síðu 143-145 og síðurnar 86-88 um meting og
ráðgeving.
Hensar Ellingsgaard
Brævið frá landsskúlafyrisitingini til advokatin hjá for-
eldrunum dagfest 23. juni
Til
Landsskúlafyrisitingin
Postsmoga 3279,
110 Tórshavn
tekur undir við teimum stí
eftir summarfrítíðina í ár.
Vinarliga,
Viðv. skúlamálinum í Kollafirði
Sum advokatur fyri foreldrabólkin vísi eg á samskiftið
um hetta mál, seinast skrivið hjá fyrisitingini frå 23.
íh. og skal við hesum síga frá, at foreldra-bólkurin
igum, sum nú verða tíkin
sambært ådurnevnda skriv og av hesum ávum hevur
gjørt av, at melda børnini aftur í Kollafjarðar skúla
Eyðfinnur Jacobsen,
advokatur
Brævið frá Eyðfinni Jacobsen, advokati til landsskúla-
fyrisitingina dagfest 25. juni
Í gjárkveldið fóru løg-
tingsmmenninir, Bjørn av
Heygum, Heini O. Heine-
sen, Jákup Olsen, og Suni
Jacobsen. Dánial Johansen
umboðar Tord Niclasen, og
Ronald Poulsen umboðar
sjálvstýrisflokkin.
Henning Jacobsen, lands-
verkfrødingur, Finnbogi
Niclasen, flogvallarovasti
og Magni Arge, stjóri í At-
lantsflog eru eisini í ferða-
lagnum, umframt fýra
umboð fyri pressuna.
Gera Feroyar sterri
Tað er einki at liggja omaná.
at tað er Atlantsflog, sum
hevur tikið stig til kunning-
arferðina, og Magni Arge,
stjóri, hevur eina greiða å-
skoðan um, at tað sum
skjótast eigur at verða farið
undir at gera tunnilin undir
Vestmannasundi:
— Um'farið verður undir
tunnilin sum skjótast, so ber
tað til at taka hann í nýtslu,
tá vit fara um túsund ára
skiftið, sigur Magni Arge,
sum vísir til gongdina í ar-
beiðnum at gera tunnil undir
Hvalsfirði.
- Har gongur tað nógv
skjótari, enn teir høvdu
roknað við, og soleiðis sum
eg havi skilt tað, so eigur
tað at vera lættari at gera
tunnil undir Vestmanna-
sundi, enn tað er at gera
tunnil í Íslandi, har tilfarið
er væl yngri, og meiri purgst
og viðbrekið at arbeiða við,
enn væl eldri føroyska grót-
ið.
ongin skal burtur
Stjórin í Atlantsflog heldur
di ávikavist 20 og
ikki, at tunnilin undir Vest-
mannasundi fyrst og fremst
skal síggjast sum fast sam-
band til vágamenn:
— Tað snýr seg um, at vit
skulu fáa flogvøllin nærri
miðstaðargskinum og øllum
føroyigum. Veruleikin er, at
eingin flogvøllur verður
gjørdur afturat tey fyrstu ár-
ini, og so mugu vit gera tað,
sum er møguligt, fyri at fáa
trongan burtur, sum er á
sambandinum millum Fer-
oyar og umheimin. Og
trongin ella fløskuhålsurin
er sambandið um Vest-
mannasund.
Figgingin
Magni Arge heldur, at tad
er týdningarmikið, at loysn-
in vid undirsjóvartunnli ikki
fer at tyngja um skattatrýst-
ið hjá vanliga føroying-
inum:
— Um tað skal vera eitt
privat felag, sum fer at
byggja, ella um tad skal ver-
a tad almenna ella kanska
ein blandingur av hesum,
tad ivist eg ikki i, at mynd-
ugleikarnir kunnu finna út-
av. Fyri okkara viðkomandi
er tað av alstórum týdningi,
at tunnilin kemur, og so-
leiðis sum eg skilji tað, so
átti tað at borið til at borið
kostandin av einum tunnli
við bummpengum og tí,
sum tað almenna nú rindar
fyri sambandið til Vágar og
tí, sum teir standa framm-
anfyri at rinda, tá ferjulegan
skal betrast út, og tá nýggj
ferja skal byggjast.
Tað ferðast umleið hundr-
að túsund bilar um Vest-
mannasund um árið, og
stjórin í Atlantsflog heldur
40% í avslátti.
tað vera realistiskt at rokna
við, at talið trifaldast bein-
anvegin, tá sambandið verð-
ur fast, og at tað sum tað
líður frá fer at koma uppá
fýra hundrað túsund bilar
— Hvussu nógv fólk fara
at ferðast, velst um príspoli-
tikkin. Min áskoðan er, at
fólk skulu ikki gjalda meiri,
enn tey gera nú.
Íslendska ætlanin
Tunnilin undir Hvalsfirði
rokna teir við fer at kosta
einar 350 milliónir féroys-
kar krónur.
Tað er eitt privat felag,
har serliga fólk og feleg í
Akranesi eru drívmegin,
sum hevur tíkið stig til
byggingina av tunnlinum.
Teir hava fingið eitt samtak
av byggiharrum at átaka sær
sjálvt arbeiðið. Eitt dóttur-
felag hjá Phil & Søn í Ís-
landi, sum eitur Ístak, er við
í samtakinum, men drív-
megin er eitt svenskt felag,
sum eisini hevur gott sam-
starv við skandinaviskar
bankar og aðrar fíggingar-
stovnar.
Samtakið hevur fulla
fíggjarliga ábyrgd av ar-
beiðnum, til tað er liðugt.
So verður tað selt, og ætl-
anin er at eitt privat felag
skal keypa. Hetta felagið
hevur tryggjað sær fígging
úr Amerika.
Vit fara í blaðnum í morg-
in og í komandi viku at
frætta meiri um ferðina í
Íslandi og um, hvat tey, sum
sita við ábyrgd halda um
líkindini at fáa fast samband
um Vestmannasund og
kanska undir ødrum firðum
í Føroyum.