fríggjadagur 27. juni 1997síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 120 - 27. JUNI 1997
Nú eru aftur
Saltkjøtskaggar
at fåa
kunnu keypast
i avgreiðsluni
i Hoyvik
Ford Escort
årg. 85, 133.000 km Kr. 8.000,-
Ford Fiesta
årg. 88, 72.000 km
Nissan Cherry
årg. 85, 148.000 km
Kr. 14.000,-
Kr. 8.000,-
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63 - FR-110 Tórshavn
TIf. 13666
UPP
Svimjihøllin opin allan 5 7
dagin i summarfrítíðini, “>
undantikid mikudag og 322
sunnudag,
AFTUR-
LATINGARTIÐIR
Sum nakað nýtt, verður
2
frá månad. 30/6-1997 £==
til leygard. 26/7-1997 ="
ogg,“
pl)
Tidirnar eru hesar:
Månadag kl.
Týsdag kl.
Mikudag kl.
Hósdag — kl.
Friggjadag kl.
Leygardag kl.
Sunnudag kl.
& kl.
06:45 - 20:00
06:45 - 20:00
06:45 - 09:00
06:45 - 20:00
06:45 - 20:00
08:00 - 16:00
08:00 - 10:00
14:00 - 17:00
Mm
SVIMJIHØLLIN
i GUNDADALI
Hoydalsvegur 21 * Tlf. 11550
Dugandi fólk við áræði
Steinbjórn B. Jacobsen var gestarødari á pisufundinum í viðarlundini í Havn
mikukvóldið
Fyrst, allarfyrst hjartaliga
tillukku góðu pisur, foreld-
ur og systkin, lærarar, omm-
ur og abbar.
Hetta er ein stórur dagur
fyri tykkum øll
Ein dagur, tykkum hevur
longst eftir og viðhvert
kennt fjaran, handan fjøll og
illgongt lendi
Men nú er hann her. Njót-
ið hann við gleði, lat farið
vera farið. Sjálvandi kundu
bæði hetta og hatta verið
gjørt ødrvisi, men eisini tað
er læruríkt
Sum Prædikarin sigur
„At dansa hevur sína tíð<
og
»Gud gleði hann, ið glaður
er,
hann er gudi kærur
hann hevur ikki óndar
tankar,
meðan hans hjarta lær
tekur Jóannes Patursson
upp eftir fornum frødi í
Kvæðabókini
Tit eru komin til fyrsta
stóra varðan í lívi tykkara
Summi tykkara nú eitt
sindur, og tå ið tit velja
næsta varðan, kann vitanin
um, at tit megnaðu at náa
hesum stimbra tykkum
Fongur er í tílíkum fagn
arløtum
Eitt satt rikidømi, ið ikki
knappliga kann gerast virð-
isleyst frá tíma til tíma eims
og partabrøv í einum banka
td. kunnu tað, annars einki
ilt orð um partabrøv
Eins og tit stendur nátt-
úran øll í fagrasta blóma, og
nú liggur einki farg á tykk-
um. Sum fríur folar, ið
týggini eru tikin av, hava tit
longu í nakrar dagar spelað
um býin, mundi sagt um
teigar og tún
Nú ein morgunin varð eg
vaktur, klokkan var um
fimm. Eg sprakk á føtur og
læt vindeygað upp. Fyri
mær var tað, sum um sang
urin ljómaði um alla Havn-
ina í ti stillu, ljósu summar-
náttini
Eg legði meg glaður aftur
og hugsaði, at tílíkar letur
sláa ikki falskar mentir. Tær
verða hjá einum, um ein
verður útróðrarmaður í
Singapor ella partabræva
seljari í Hongkong
»Tann løtan, sum er góð
er ikki ring«, kundu okkara
forfedrar taka til
Sum eg siggi tíðina er
streymloysi ikki bara i Før
oyum, men eisini í Europa
á øllum økjum
Gaman i sfggjast streym-
ålingar í ymsar ættir, og vil
kunnu hvør i sinum lagi gita
um tær
Tað er nokk nógvum í
kjøti borið at ynskja eftir at
koma í eina streymáling,
sum vit kunnu gerast partur
av ella rona at gera okkara
til, at hon mennist
Um tað er streymloysi,
gevur tað tykkum góðar
møguleikar at hugsa og
menna egnar tankar
Men er tað ikki eisini eitt
av eyðkennunum fyri hvønn
einstakan ungdóm og hvert
ættarlið, at tey koma í eitt
streymloysi. Meir ella
minni hava tey fylgst við
torrunum.
Hvert ættarliðið má gera
sítt landnám.
Hver einstøk menniskja
má evna sítt lív
Sum pápi og gamal læran
plagdi eg at siga, at ung-
dómurin mátti stimbrast og
fáa møguleika at búnast til
at liva sítt lív
Tey mugu
sinum vongi
Hver fuglur flýgur við
sínum veingjum stórum
sum smáum
Vit eldru kunnu hjálpa til
Stuðla uppundir. Lyfta tey
upp frá aftur, um tey missa
flogið
Men tey mugu royna sítt
flog, eins og vit gjørdu tað
Og vit mugu royna at
skilja støduna hjá teimum
ungu, hóast broytingarnar
hava verið nógvar og
ógvusligar. Eisini tora at
bera okkara hugsan fram
Okkara fremsta og
kanska einasta og síðsta
nytta er at vera sum eitt
brýni, har tey kunnu hvessa
síni amboð
Ikki bara leggja somu
gomlu plátuna á, tó tað um-
gongst ikki vidhvørt
Skjótt gongur, hóast
henda myndin íkki var
brúkt av mínum foreldrum,
er hon longu agg gomul
Bert knappur fjórðingur í
einum sætta flokki kerdi
orðið grammofon
Tey ungu vinna altíð at
enda
Tíðin rekur við teimum
og móti okkum
»Tey byggja land, ið liva«
og »Mans vilji er mans
himmiríki<
Men hóast alt, og vit
skulu ikki undirmeta allar
broytingarnar, so eru tær
eins og vindur og bárur á
havinum.
Fert tú djúpari niður, finn-
ur tú meira róligan og stød-
ugan sjógv, tó longu grikkar
søgdu, at alt fleyt.
Ein streymålin í tíðini er
júst at leita aftur eftir. Roynt
verður at finna sínar røtur.
Tykkum tørvar ikki at
leita eftir hesum rikidømi.
Tað liggur beint fyri nøsini
Vit eldru vóna, at tit finna
mennandi sýgur og orð.
men »røsa ker et av fedr
flúgva við
anna æru, tí hver hevur
sindg<
Eisini orðini broytast,
men orð sum dugni og
áræði hava ikki mist nakað
av sínum uppruna virði
heldur tverturímót
Eigur eitt land nakað
sannari rikidømi: enn eitt
dugandi fólk við áræði? Jú
tað velst um tykkum
Undanførslur hjálpa ikki
Heldur ikki at gráta um, ikki
at vera fødd við gull- ella
silvurskeið í hondunum
Ofta hevur tílíkur arvur
verið søpladur burtur ella
verið til ampa og onga
signing
»Søgur er sjålvgivin biti«
enn sum fyrr
Tað triðja orðið er at
velja
Hugsa seg væl um og
velja
Vit skulu tora at taka av-
gerðir
Vísti tað seg at vera galið,
tá umhugsa støduna av
nýggjum, men vit skulu ikki
bara velja fyri at gera okk-
urt. Tá heldur bíða og
hugsa, til vit eru búgvin at
velja.
Spurningurin er ikki, um
vit snáva á ella detta, men
at vit reisa okkum aftur
At enda henda lítla yrk-
ingin, yrkt í 1971, úr savn
inum »Kjøkr«
Um at ivast
Tað er náttúrligt
at ivast vidhvørt
at vera hvørki egg ella ungi
tað er náttúrligt
at vera egg so leingi ein er
egg
at vilja verða ungi tá ein
verður ungi
tað er náttúrligt at ivast
tá ein stendur á rókini
tað er náttúrligt
at velja svertu rókina ella
tann ørandi bláa heimin
tað er náttúrligt
at vilja liva, velja
og leypa
Steinbjørn B. Jacobsen
— ingi