fríggjadagur 27. juni 1997síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 120 — 27. JUNI 1997
tíðindablaðið
åg þá
19
Heiðursmerki
vera til frælsa
itrottin
Frælsur ítróttur: Landsliðið i frælsum ítrótti fer aftur
hesaferð eftir heiðursmerkjum, og eftir miðvísa fyrireik-
ing er møguleikin góður fyri hesum
Á Oyggjaleikunum á Gib-
raltar fyri tveimum árum
síðani fingu føroysku ítrótt-
arfólkini í frælsum ítrótti
góð úrslit og nógv heiðurs-
merki vóru ul okkara menn
Heri Ziska fekk ikki færri
enn trý heiðursmerki, tvey
silvur og eina bronsu, og í
hålvum maraton vunnu Før-
oyar bronsu í liðkappingini,
Og gongst, sum menninir
í frælsa ítróttinum ætla, vera
tað aftur heiðursmerki til
okkum í ár
Upprunaliga vóru sjey
mans úttiknir til landsliðið
men ein teirra er farin burtur
av. Jørgen Meitelberg hevur
fingið ein skaða, og hóast
hann hevur roynt at bíða
sum longst fyri at vita um
tað bar til at koma fyri. eyd
naðist tað honum ikki at
blíva klårur, og hann noydd
ist í vikuni at geva avboð
Hetta kom illa við hjá
landsliðnum og sjálvandi
hjá Jørgeni sjålvum, tí hann
hevur gjørt nógv við tað
seinastu tíðina, og hann ætl
aði at gera alt fyri at náa
einum heiðursmerkjaplássi
í spjótkasti, sum hann bert
var sentimetrar frá at náa
seinast
Hinir seks luttakararnir
eru klárir, og fara í nátt av-
stað til Jersey. Teir eru Gutt-
orm Sørensen, Hallur
Holm, Marni Joensen, Asi
Mikkelsen, Heri Ziska og
Freddie Poulsen
Ási ment seg nógv
Hóast talan er um eitt lands-
lið, venja hesir menn ikki
saman. Teir luttaka í heilt
ymiskum ítróttargreinum,
og tí venja teir eisini fyri
seg. Harafturat kemur, at
teir eru staddir í hver sínari
ætt, og tí venja á staðnum,
har teir búgva
Fýra av teimum seks eru
staddir í Danmark. Asi
Mikkelsen er tann, sum
hevur gjørt mest vart við
seg seinastu tíðina, og so
seint sum í síðstu viku vann
hann Sælandsmeistaraskap-
in í longdarlopi
Ási telist í dag millum
tríggjar teir bestu leypar
arnar í Danmark, og innan
stutta tíð kann hann gerast
aktuellur til danska lands
liðið
Asi hevur havt eima 0
trúliga framgongd, og hann
hoyrir nú við til donsku elit
uni innan longdarlop. Hann
býr í Arhus og hevur fingið
sera góða venjing frá pro
fessionellum venjara, sigur
Hjalti Gunnarstein, sum er
formaður í nýstovnaða
deildarsømbhandinum fyri
frælsan ítrótt og súkkling
Tað er tí stórt spell, at Ási
fekk skaða fyri nøkrum
døgum síðani. Hann fekk
fiburspreinging í beini, og
hóast hann hevur fingið
viðgerð, kann tað koma at
ávirka hansara avrik
„Sum stødan er í løtuni, fer
Ási helst ikki at luttaka í
100 metra renning, men fer
at royna seg í longdarlopi,
og so vóna, at skaðin ikki
fer at gera ov nógv fortreð
Heri og Guttorm
venja í
Heri Ziska er ein sega fyri
seg. Hann hevur ómetaliga
truplar umstødur at venja
undir, og nógv tíð verður
brúkt á Sundi, har hann
tveitir um seg við klingrum
og kúlum
Heri fekk heiðursmerki í
øllum trimum greinunum,
sum hann var við í á Gib-
raltar, og hann hevur vant
nógv fyri at betra seg til
hesar leikirnar, og harvið
kunna halda fast um stød
una millum teir bestu
Klingrurnar, sum Heri
tveitir við á grótinum og
asfaltinum á Sundi, eru ikki
gjørdar til slíka viðferð, og
hann hevur oyðilagt sær
fleiri av hesum kostnaðar
miklu og onkur
er eisini farin í havið
Men hóast hesar nærum
ómeguligu umstødur, vil
Heri ikki gevast å hondum
og hansara frálíka úrslit frå
seinastu leikunum, er satt
bragd
Hin frælsi ítróttarmaður
in, sum er staddur í Fer
oyum og venur her, er Gutt
orm Sørensen. Hann kom
fyrr í ár heim, eftir fleiri ár
í Danmark, har hann millum
annað gjørt vart við seg í
fleiri kappingum. Hann
vandi í Skovbakken og tók
seg nógv fram meðan hann
var har
Nú rennur hann einsa-
mallur í Klaksvík, og hann
hevur eisini verið við á
teimum rennikappingunum,
sum hava verið her í land-
inum, og har staðfest, at
hann er sera væl fyri
A leikunum á Jersey fer
hann at vera við í hálvum
imbodun
maratoni og í 5000 metra
forðarenning, har Regin
Reinert seinast var við, men
ikki er við hesaferð
It at meta um
úrslitini
Umframt Asi Mikkelsen,
eru tríggjar aðrir av lands-
liðsmonnunum í frælsum
ítrótti bústaddir í Danmark
og venja í sínum feløgum
har
Freddie Poulsen er í Od-
ense, Hallur Holm í Esbjerg
og Marni Joensen í Arhus
Hesir fáa kona vegleiðing
frå sinum venjarum, og
hava eins og allir hinir vant
miðvíst fram móti hesum
Oyggjaleikunum
Vit vóna at kunna fáa
fleiri heiðursmerki aftur í ár
Tað er ilt at meta um, hvat
vit hava møguleika til nú
undan leikunum, tí vit vita
ikki hvussu væl hinir eru,
sigur Hjalti Gunnarstein
- Tað ber ikki tl at sam-
anlíkna tíðirnar frá seinastu
leikunum við tær tíðir, sum
okkara menn hava í dag, tí
vanligt er, at tíðirnar gerast
betri hverjaferð. So hóast
okkara menn hava havt
framgongd, er ikki vist at
teir fara at standa seg betur
ella líka væl hesaferð
Heri Ziska hevur verið
við á onkrum kappingum í
Danmark, og staðið seg sera
væl. Hann hevur tikið seg
fram og fer heilt greitt eftir
fleiri heiðursmerkjum
hesaferð
Í hálvum maraton hava
vit eitt sterkt lið við Gutt-
ormi Sørensen, Hallur
Holm og Marna Joensen, og
vit vóna at kunna endurtaka
bragdið frá seinast, tá vit
vunnu bronsu í liðkapping-
Tað er krevjandi at vera
við á Oyggjaleikunum.
Her er Freddie Poulsen
komin á mál í hitanum á
Gibraltar. Mynd: Sofus
Johannesen
.
Tríggir av okkara
fremstu monnum innan
frælsan ítrótt, Guttorm
Serensen, Marni Joensen
og Hallur Holm. Mynd:
Jens Kr. Vang
ini, sigur Hjalti Gufinar-
stein
Urslitini í liðkappingini
vera roknað soleiðis út, at
tíðirnar hjá trimum teimum
bestu av hvørjari oyggj
verða lagdar saman, og so
er lætt at finna vinnaran
Hóast Guttorm Sørensen
var langt frammi seinast, er
møguleikin fyri at vinna
heiðursmerki í einstaklinga-
kappingini ikki góður, med-
an møguleikin í liðkapping-
ini er væl betri
Hesar seinastu dagarnar
undan fráferðini hava lands-
liðsmenninir í frælsum
ítrótti gjørt seinastu fyri-
reikingarnar til kappingar-
nar í næstu viku, og tað hev-
ur ikki verið gjørt við ti
hørðu venjingini
Uttan góðan stuðul hevði
tað ikki latið seg gjørt teim-
um í frælsa ítróttinum at
farið til Oyggjaleikirnar, og
teir eru sera takksamir fyri
stuðuling, teir hava fingið
frá Calder Shipping Co.,
Farodane, Føroya Spari-
kassa. Suduroyar Spari
kassa og Leif Mohr
Fyrireikingararbeiðið er
nú gjørt. og nú bíða avbjóð
ingarnar á Jersey
ek