Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 1997síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið I Nr. 120 — 27. JUNI 1997 Fimleikur: Góðu úrslitini á Oyggjaleikunum seinast hava givið føroysku fimleikarunum blóð á tonna, og teir fara avstað við størsta liðið higartil. Fimleikasambandið leggur til brots til Oyggjaleikirnar sum ongantíð fyrr Ikki færri enn 12 fim- leikarar, 6 dreingir og 6 gentur, skulu i døgunum 29 juni til 4. juli kappast móti hinum oyggjunum í tímum greinum innan fimleik Ungt lið Eisini er liðið í ár yngri enn tað hevur verið til undan- farnar kappingar. Ikki færri enn 3 av gentunum eru bert 15 ára gamlar, og flestu teirra eru ímillum 15 og 18 ár Men tað er tó ikki eitt lið av nýbyrjaðum, ið fer av stað Eins og vanligt er, eru hesir luttakararnir eisini byrjaðir at venja fimleik sum smábern, so tey hava eini 8-10 ár ella fleiri aftan fyri seg sum fimleikaíðk- arar Tað eru hendar fleiri broytingar innan fimleik í Føroyum tey seinastu árini Fyrr var ikki so vanligt at venja reiðskapsfimleik, men hesin parturin er ment- ur nógv seinastu árini, eisini fleiri gantur eru farnar at venja serigst innan hesa greinina Nýggja gólvið hevur stóran týdning Tað at Fimleikasambandið hevur keypt eitt nýtt gólv, ið er av slagnum, ið verður nýtt til fimleik kring allan heim, vur eisini stóran týdning Marjun Thomassen, ann- ar venjarin hjá fimleika- landsliðnum, sigur, at fyrr hevur tað verið so, at tá tey komu Oyggjaleikir, so vóru fyrstu venjingarnar har eisini Í ; ferð tey vandu á slíku Ivi. Tey skuldu so fyrs nja seg við hesi gólvin o kanska longu dagin « kapping:" fyri fyrstu gólvinu Nú -y havt venja m gólvi 3 meta va stær ning - S i tann n kunnu ga, at ru betur esa ferð. sigur Marjun Thomassen Men tað røkkur til nakað, kki til at si: — Okkara fimleikarar eru betur f i enn nakrantíð, men h rbetra seg ni so tað er eins spennandi og hvørja ferð at koma til Oyggjaleikirnar Men hvat merkir tað at nýta slíkt serligt gólv? — Nýggja gólvið ger fim leikin heilt ørdvisi. Tað er sum at fara frá at spæla fót- bólt á grúsvelli til at spæla á graslíkisvelli - Tað er ein heilt annar máti at ganga og leypa uppá. Fyrr snúði tað seg mest um styrki, meðan nú er tað nógv meira tekniskt, sigur Marjun Thomassen Stødid høgt — Steðið hjá gentunum í Oyggjaleikunum er sera høgt, og tað er ógvuliga ringt at skora nakað. Gera vit tað, er tað eitt stórt bragd! Hjá dreingjunum er eitt sindur ødrvisi. Teir góðu dreingirnir frá hinum oyggj- unum tíma ikki at luttaka á Oyggjaleikunum, so har eru vit betur fyri — Eg vil siga tað soleiðis, at um vit skulu gera okkum vónir um heiðursmerki, so verður tað hjá dreingjunum, sigur Marjun Tveir venja niðri Flestu luttakararnir á før- oyska fimleikalandsliðnum venja í Føroyum, men tveir av dreingjunum hava tó vant í Danmark Helgi Winther Olsen hev- ur hetta skúlaárið verið á ítróttarháskúla í Danmark, og Høgni Øster er á venj- araskúla, eisini í Danmark Teir hava báðir havt góð- ar umstødur at venja fim- leik, og teir hava ment seg heilt nógv. Høgni hevur havt ein skaða í øðrum fótinum, men hann er frískur nú Føroysku fimleikararnir koma niður til Jersey friggjakvøld, og longu leygarmorgun hava tey tíð at : í høllin Jersey har kappingarnar vera k ist verði iggjar da iånadag lag og mi Sidan a frm leikararnir fri, men tå hava tey int verið igjøgnum nógvar strævnar dagar Fyri fyrstu ferð við í liðkapping Í ár verður fyrstu ferð, at Føroyar fara at luttaka í lið- kappingini í fimleiki á Oyggjaleikunum. Í einum liði í fimleiki eru 5 gentur og 4 dreingir. Hini árini hevur tað verið soleið- is, at vit hava verið ov fá- ment til at stilla upp við liði Men í ár verður ødrvisi. Fimleikasambandið av- gjørdi at royna seg við liði, og 6 gentur og 6 dreingir vórðu úttikin til venjingar Tá åttøkan skuldi fara fram var tó gjørt av at lata øll fara av stað Fyri tað fyrsta hava tey harvið fleiri at taka av, og harafturat eru tey eisini við fyri at læra Føroyingar koma at lut- taka í flestu fimleikakapp- ingunum, tó ikki øllum Vit vera ikki við í for- skotnaðari barr hjá gentum, men hinvegin vera tvær gentur við í kappingini á bita, og tað er fyrstu ferð Fimleikararnir, ið eru við á landsliðnum, koma frá tveimum felgum, Havnar Fimleikafelag og Støkk 3 gentur og 3 dreingir eru úr Havnar Fimleikafelag, og sama tal er úr Støkk sj. Venjararnir hjå fimleika- landsliðnum, Marjun Thomas- sen og Andrias Lamhauge. Mynd: Sofus Johannesen Tað sær út sum at føroysku fimleikararnir eru sera óhepnir við skaða, tá talan er um Oyggjaleikir. Undir venjingunum á | Gibraltar fyri tveimum ár- | um síðani var Helgi Winther Olsen so óheppin, | at hann koykti sær aðra hondina, so hann kundi ikki luttaka í kappingunum har. Í ár eru aftur skaðar uppi í leikinum hjá fimleikar- unum. Fyri góðum tveimum vikum síðani var Magni amhauge óheppi! róta ertt av íeimum einunum í gørum í: m, so han ngur á t im í løtuni Tad var eftir eina venj- ing, at Magni og aðrir fóru at spæla innandura fótbólt, men helst var tað av ov vánaligari upphiting at hann tá var so óheppin at fáa skaða í fótin Men tað vil so síga, at hann verður ikki við í kappingunum á Jersey? — Eg veit ikki, eg havi ikki heilt slept vónini enn, sigur Marjun Thomassen, venjari. — Nú fáa vit at síggja, hvussu hetta tekur seg upp, vit melda hann íkki endaliga frá fyrr enn hann er kannaður aftur av lækna beint áðrenn kappingina á Jersey. -Magni verður í hvussu er við í fimleikahópinum, ið fer til Jersey, og so mega vit bara vóna tað besta sigur Iy in Thomassen Aftur hesaferð hevur fimleikalandslidid *ngið Hesaferð er tað Magni Jacobsen, sum hevur verið óheppin. Mynd: Sofus Johannesen