fríggjadagur 27. juni 1997síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
så
Nr. 120 — 27. JUNI 1997
tidindabladid
. P
21
Vit hava ein luksus-trupulleika
Vit hava ein luksus-trupul-
leika í bogaskjóting í Føroy-
um í dag, sigur formaðurin
í Skjótisambandi Føroya,
Schandorff Vang
-Trupulleikin er, at tað er
so ringt at taka út til lands
liðið, tí vit hava so nógvar
javnt góðar leikarar
Í recurve liggur Absalon
Hansen eim 100 stig
framman fyri hini, ið liggja
javnt, og í compount er
kanska eini 20-30 stig frá tí
besta til fleiri av hinum
-Tað ger, at tað er ringt at
velja út, men vit hava valt
at hava nakrar úttskukapp-
ingar, ið avgera, hver kemur
við til Jersey, og so halda
vit okkum til tey úrslitini
-Tað kann koma fyri, at
onkur hevur ringan dag, tá
úttskukapping er, og tí
kanska ikki sleppur við
sjálvt um viðkomandi van-
liga skjýtur væl, men onkrar
reglur mega vit hava, og
tidningarmest er, at øll hava
sama møguleika at kvali-
fisera seg
gompetnd og recurve
bogaskjóting eru tvey sløg
av bogum
Eldri bogin verður nevnd-
ur recurve, og hann stavar
frá aralds tíð, meðan com
pound bogin kom fram í
seksti árunum, og hann hev-
ur rættiliga vunnið seg inn
serliga seinastu 5 árini
Munurin á bogunum er
tann, at compound bogin
hevur stórri kraft enn re-
curve. Hann er tungur at
hála upp fyrsta strekkið,
men so nógv lættari, tá tú
ert komin framvið einum
ávísum punkti
Heilt spentur er hann
munandi lættari at halda
Meðan tað kanska er eini
60 pund at halda streing
inum á recurve boga fult
spentum, so kanska tað ikki
er tyngri enn 25 pund á
compound boganum
Sama skiva
Luttakararnir í bæði recurve
og compound skjóta móti
somu skivu, men innasta
skivan, ið gevur 10 stig, er
helvtina minni enn í re
curve. Hinar eru eins
Ein annar munur á báðum
bogunum er tann, at tú hev
ur kikarasikt á bogunum, og
å compound boganum kanst
tå harafturat hava sikt å
streinginum eisini. Haraft-
urat er avtrekjari á streing
inum, so tað er næstan sum
Lf Samvinnufelag Fiskimanna
HELLY HANSEN
jer opin hvønn seinnapart.
Her finnur tú hópin av
'gávulutum,
bundnavørum o.ø.
Nógv góð
gávuhugskot !!!
Lf Samvinnufela
Fiskimanna
á Bryggjubakka + Tlf.11753
at skjóta við eini riflu, tå tú
trekkir av
Við tað at compound bog
in er ødrvisi gjørdur, hevur
pílurin -frá honum nóg
stórri ferð, enn vid vanlig
um boga, og tað ger tað
lættari at raka neyvt. Tí er
skivan gjørd soleiðis at mið
punktið er helvtina minni
enn vanligt
Dupult FITA umfør
Í eini bogaskjótikapping
verður skotið við sonevnd-
um dupultum FITA umfør
um. FITA er altjóða sam
gongan av bogaskjótisam
bondum
Kappingin fevnir um 4
dågar, har tað verður skotið
á tveimum longdum hvønn
dag
Fyrsta
kvinnurnar á
og menninir á 90 og 70 m
fjarðstóðu, næsta dagin
skjóta bæði menn og kvinn
ur á 50 og 30 m. frardstødu
Triðja og fjórða dagin
verður skotið umaftur á
sama hátt sum fyrsta og
næsta dagin
Skotið verður í einstak
lingakapping, og so verða
årslitini hjá teimum, ið eru
við á liðinum, tald saman
ul liðkappingina
dagin skjóta
70 og 60 m
Á einum liði í compound
eru tveir menn og ein
kvinna
Føroyska liðið verður
mannað við Schandorff
Vang, Boga Petersen og
Sigrid Vang. Eyka verður
Albert Dam
Lið í recurve hevur tríggj-
ar menn og eina kvinnu
Har er liðið hjá okkum
mannað við Absalon Han
sen, Poul Martin Joensen,
Hans Jørn Nielsen og
Annlott Rasmussen. Eyka
er Hans Petur Højgaard
Fleiri av bogaskjúttunum
hava verið við í fleiri ár
men onkur nýggjur er eisini
Albert Dam byrjaði at
skjóta við boga eftir summ
arfrítíðina í fjør, og hann
hevur havt stóra framgongd
síðani
10 oyggjar luttaka
Í bogaskjóting luttaka 10
oyggjar, og harav luttaka
nakrar bæði í compound og
recurve, meðan aðrar bert
luttaka í aðrari greinini
Í compound luttaka 5
oyggjår og í recurve 8
Føroyar luttaka sum
nevnt frammanfyri í báðum
kappingunum
Føroysku luttakararnir
eru sera spentir upp á
hvussu fer at gangast
Gongst væl, skuldu útlit
verið fyri sera góðum úrs
litum, tí bæði í compound
og recurve hava venjing
arúrslitini verið stak góð
Schandorff Vang
Men í eini bogaskjóti
kapping hevur veðrið nógv
at siga
Best er um tað er stilt og
turt. Regn er keðiligt fyri
luttakararnar, tí ongum
dámar at standa vátur ein
heilan dag og skjóta, men
annars ger regnið ikki so
nógv fortreð fyri sjálva
skjótingina
Stórsti trupulleikin er
sjálvandi vindur, og fyri
ikki at tala um hvirluvind
Tá noyðist skjúttin at
leggja upp fyri, og tað hevur
altíð við sær, at úrslitini ger
ast verri
Bogaskjúttarnir vóna tí at
spádómurin hjá onkrum
um at ein hitabylgja fer at
raka Jersey undir leikunum
fer at ganga út
Tí hiti merkir ikki sí
nógv hjá bogaskjúttum