Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Múller Internet: http://www.cybernet dk/faroe-news Ábyrgdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Lýsingar og sela: Marjun Dalsgaard Blaðstjórnarfulltrúi: Randi Jacobsen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, Dagny Joensen, | Grækaris D. Magnussen | | Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Útgevari, uppseting og prent: Sp/ Sosialurin Bustadur: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn | Telefon: 11820 3 Telefax. 14720 | | ) e-mail: sosialur 8 olivant.fo —niøiir Hugleiðing kring eina stevnu Oddagrein SO er aftur ein stevna í hondum. Hesaferð er tað Vestanstevnan, sum í ár verður hildin i Servági. Ikki kann sigast annað enn, at tað er góður síður, at stevna skiftir millum bygdir í somu oyggj umframt stóru granna- bygdina Vestmanna. Vágoyggin er annars í fokus í hesum degum, nú tað verður tosað aftur um undir- sjóvartunnil. Hvussu ósamd hesi try bygdasamfeløgini kunnu vera um aðrar spurningar, so er tað greitt, at tey standa saman sum ein maður, tá tað snýr seg um fasta sambandið um Vestmannasund. Hetta er eisini væl skilj- andi, tá hugsað verður um, hvenn týdning eitt slíkt samband vildi fingið fyri alla oynna. Við slíkum sambandi hevði borið til - uttan nakran trupulleika - at farið til arbeiðis i Havn ella oðrum plássi í meginøkinum - fyri so at fara heimaftur móti kvøldi. Fast samband hevði givið vágafólki eina heilt nýggja dimentión umframt at hetta hevði havt ómetaliga stóran týdning fyri ferðandi fólki um flogvøllir. TAÐ er kanska lagnunnar speisemi, at Vestmanna hevur so tætt samband við Vágoynna - tá spurningunn um fasta sambandið kemur inn í myndina. Tí í dag skapar ferjulegan í Vestmanna bæði arbeiði og lív í hesum plássinum. Kemur fasta sambandið er greitt, at Vest- manna verður at meta sum ein „blindtarmur“ og spurn- ingurin er, hvat vestmannafólk siga til tað Tað kann tó vera, at tey í hesum eru solidarisk við vágafólk. Nú fara vit at fáa eitt politiskt orðaskifti um spurningin hevur landsstýrismaðurin lovad. Formaðurin í Búskaparráðn- um hevur mælt frá at fara undir hesa ætlan, soleiðis sum stødan er. Men helst eru fleiri meiningar um tað MEN tá vit tosa um samband og infrastruktur, so eiga vit heldur ikki at gloyma ta sannroynd, at í dag er bert eittans pláss í landinum, sum ikki hevur vegasamband við onnur pláss í somu oyggj, og hetta er Gásadalur. Tað var annars ætlanin at fara undir bergholsgerð til bygdina, áðrenn vit fingu strong boð frá denum um at stegða við ollum nýílegum. Hóast her bert búgva få fólk, so er tað ein spurningur um vit ikki eiga at taka sambandið til Gásadal uppí orðaskiftið um meguligan undirsjóvartunnil. Gott nokk hava hesi einki beinleiðis við hvort annað at gera, men kortini er her talan um eitt og sama slag av arbeiði, nevniliga at brúka amboð og orku til at gera berghol - undir sjónum og gjøgnum fjøll. TAÐ verður so ikki á hesi vestanstevnuni, at tað verður koyrandi úr Servági til Gásadals. Men kanska vit áttu at brúkt nettup hesa stevnuna til at mint myndugleikarnar á hesa syrgiligu stødu og út frå tí at sett okkum sum mál, at næstu ferð, at vestanstevnan verður hildin í Sørvågi, tá verður koyrandi til Gásadals tvs. um fýra ár. Eftir okkara tykki hevur tað ómetaliga nógv at siga fyri okkum sum tjóð og fólk, at tær gomlu og smæstu bygdirnar ikki doyggja heilt út. Væl vitandi, at tú kanskt ikki halda hesum plåssum kunstiga á lívi, so ber tó til at brúka vit og skil til at kanna, hvussu vit skipa vidurskiftini frægast, at tey kunnu gagna smáplássunum. Nú tað verður tosað um oljupengar til ymisk endamál, so hevði tað kanska ikki verið nakað vánaligt hugskot - burtur úr møguligum oljurikidømi - at sett á stovn ein grunn, sum hevur til endamál at menna útjaðaraplássini. Ein byrjan kundi verið at latið stuðul til fólk sum kundi sett út í kortið ætlanir um, hvussu vit best varðveita og menna småplåssini. Hví ikki kanalisera „oljupengar“ til slík legat, har eitt nú lesandi kunnu fáa stuðul til projekt, ið kunnu vísa á loysnir. Góða stevnu oll somul.g pg ialurin ÉT [ff Dansa teg byttan SE a AA [Af »Syrgilig er henda søga, gloymi hana aldri mei...< Kann man dansa før- oyskan dans til hasa vísuna. Um so er biðjast løgtings- fólk um at sláa ring og kveða um sorgarleikin, so tað rungar eftir í. Hevur drúgt og breitt orðaskifti verið um at skúla- verkið skal undirvísa í før- oyskum dansi? Tvs. fólka- skúlin, 10 hevur eitt av- markað tímatal at ráða yvir Eg havi ikki hoyrt hetta orðaskiftið. Tað kom sum eitt sjokk fyri meg, at dans- ur skuldi gerast undirvísing- argrein. Trúði tí ikki heilt, men tað man vera satt eftir hvat eg skilji Sum nevnt er avmarkað tímatal til at taka. Hetta tímatal skal brúkast til at styrkja børnini soleiðis at tey eru so væl fyri sum gjør ligt at taka víðari útbúgv- ing. Og seinni við so góðari barlast sum gjørligt at átaka sær eitt livsstarv, sum í nútíðar samfelagnum í flestu fórum stillar stór krøv til útbúgving Gerst ein betur fyri at taka hægri útbúgving við at læra at dansa í fólkaskúlanum? Gerst ein betur fyri at átaka sær krevjandi starv, har ein holl teoretisk útbúgving krevst sum ein sjålvfylgja, við at læra at dansa í fólka- skúlanum? Hvat sígur eitt tøknfrødi- ligt arbeiðspláss sum t.d Telefonverkið til at fáa fólk í starv, hvers dygd er at dansa føroyskan dans við réttum stevi? Hvat sigur Landssjúkra húsið? Verða læknar, ið duga stig, fyritrektir? Hvat sigur Fiskasølan? Skal ein duga Runsivalsstríðið fyrr at starvast innan marknað- arføring ella altjóða bú skap? Hvat siga oljufeløgini? Vilja tey bert hava verkfrød ingar, teldufrødingar og onnur við hægri útbúgving, sum er habil í føroyskum dansi? Ella er tað soleiðis ætlað, at VIT dansa føroyskan dans í koti og knæbuksum, meðan vit lata onnur taka sær av tílíkum keðiligum og líkagyldugum sum olju- vinnu, fiskiídnaði á hægri teknologiskum stødi, og líknandi? Handan vidtøkan sigur alt. Parlamentið er mannað av dólgum, hvers horisont- ur er sera, sera stutt frá ngs- ini. Tíverri gera teir tað upp- vaksandi ættarliðið til somu dólgar við teim avgeråum, ið tiknar verða. Seinast við at tvinga børnini at dansa, ístaðin fyri at lata tey sleppa at búnast soleiðis, at tey í kapping við ung í ødrum londum kunnu klåra seg i mun til tey krøv, sum eitt nýmótans samfelag setir Hví ikki krevja undirvís- ing í at gera høft? Ella at tøva? Ella at fara á seiða- berg? Ella at hoyggja? Samfelagið fór um koll, tí at politisku dólgarnir syrgdu fyri, at so fá sum gjørligt skuldu útbúgvast og praktisera sum td. fíggj- arfrødingar av ymsum slag, løgfrødingar, fiskifrødingar vid serkunnleika til ymisk evni so sum figging, liv- frødi osfr. Fólk vid yvirliti, vid evnum til at hugsa stórt, at heyja seg upp um tað stuttskygda, at hugsa inter- nationalt Slík embætisfólk kundu havt tryggjað eina rímuliga kós við analytiskum arbeiði, ið kundi skorið tey røttu stigini út í papp út frå met- ingum um framtíðarútlitini innan fiskivinnu, útflutning. gjaldoyraútvikling, altjóða rentuútvikling osfr Politisku dólgarnir fram- leiddu ættarlid eftir ættarlið av nýggjum dólgum, sum onki varnaðust, ikki ein gang, at politisku dólgarnir fyltu lummarnar við peng- um til sín sjålvs, familju og eftirkomarar, og lótu so alt rapla, tá sitrónin var press að til síðsta dropa Ein kennir maktarloyst, hevur hug at kasta frá sær, venda øllum bakið. Freistast at hugsa: Her fer so alt til helvitis kortin Mentunnarvrakið Meðan hildið verður heilagt Lurtaði sunnudagin eftir sendingini >Meðan hildið verður heilagt« í Útvarpi Føroya. Vanliga eru hesar sendingar bara góðar. Sjálv- sagt. Men móti endanum kom nakað, sum gjørdi mær ógvuliga ilt at hoyra, og sum fyri meg fekk alla sendingina at detta á gólvið Teir báðir vertirnir fóru at reksa upp ymisk lond, har kristin verða forfylgd, pínd og dripin fyri trúgv sína, ikki bara hvert árið í hesum døgum, men hvønn mán- aða, hverja viku, ja hvert sekund. Í flestu londunum, so sum Iran, Irak, Kina 0.0 kenni eg als einki til viður- skiftini, av teirri einføldu orsøk, at eg ongantíð hava verið í hesum londum. Men so nevndu tit Kuba, har kristin, sambært kristnu vertirnar, verða forfylgd, pínd og dripin regluliga Her eri eg á heimavelli, eg kenni til fulnar hetta land, og eg veit, at hetta, tit søgdu fyri Føroya fólki, er beinleiðis lygn. Síðani koll- veltingarsigurin í 1959 er ikki ein einasti kristin for- fylgdur, píndur ella dripin vegna trúgv sína. Sannleik- in er beint øvugtur. Eingin kirkja er síðani kollvelting- ina afturlatin. Ikki ein. Sam- komurnar passa seg sjálvar. Fólkakirkja er eingin, á sama hátt sum eitt nú í USA. Sjálvur havi eg vitjað nógvar kubanskar kirkjur og samkomur, ja, eg havi verið til gudstænastur uttan at vera píndur aftaná. Ja, í sjálvari kollveltingarstjórn- ini eru prestar og onnur trúgvandi, og eingin treyt er, at tey eru limir í kommun- ístaflokkinum. Tey skulu bara vera vald inn á ting. Eins og so mong unnur lond. ikki minst á vestaru hålvu, var Kuba fyri teirri ófatuligu lagnu, at alt upp- runafólkið — indiånararnir — varð dripið av spaniólum. Hitt fullkomna fólkamorð- ið varð framt í Guðs heilaga navni! Síðani hevur tað fólk, sum kom at liva í hes- um landi, verið kúgað av Spania og USA, øll tey mongu årini i Guds navni. Men i 1959 eydnaðist fólk- inum at taka valdid i egnar hendur. Frælsid var vunnið. Kortini royndi CIA — eisini í Guðs navni — í 1961 at gera innrás í Kuba. — Men álopsherurin varð, sum flestum kunnugt, ríkin aftur í havið. Í Havanna finst ein kristin miðdepil, har allar samkom- ur hittast og virka. Miðdep- ilin kallast »Centro Martin Luther King«. Eg var sjålv- ur staddur í Kuba, tå Fidel Castro, forseti, f august 1993 vitjaði kristna mið- depilin og var hjartaliga fagnaður. Í november 1994 var eg staddur á rådstevnu í Ha- vanna. Eitt hæddarpunkt var tá amerikanski baptista- presturin, Lucius Walker, endaði rødu sína við orðun- um: >God bless the Cuban revolution<! Fagnadurin millum 3000 áhoyrarar, teirra millum Fidel Castro, mundi ongan enda tikið. Eg fari at enda við at biðja vertirnar halda seg til sann- leikan, so sum Harrin álegg- ur okkum. Havi í huga 8. boð: >Tú mást ikki bera falskan vitnisburð móti næsta tínum<. Og at enda seinastu reglurnar úr Róm- verjabrævinum 13,9: >Tú skalt elska næsta tin sum sjålvan teg«. Annars ynski eg Guds vælsignilsi yvir hesar send- ingar. Arnbjørn R. Thomsen RANDI JACOBSEN Sosialurin í gjár bar tey tíðindi, at flogfarið, sum skuldi koma til Føroya fyrrapartin í gjár vid luttak- arum frá Oyggjaleikunum í Jersey, ikki fekk lent, ti ein gravkúgv stóð á vellinum, og so kom eisini ein last- bilur. Við tí årsliti at flog- farið noyddist at venda aftur. - Eg havi íkki hoyrt so galið, slíkt má ikki henda Hetta meti eg vera so álv- arsligt, at tað átti at fingið avleiðingar fyri teir í torn- inum, sum geva lendingar- loyvi, sigur Hallgrím Thomassen í Sandavågi kg . € ilbelti er livbelti ! mm skó SDR UUU RO RUORR0A Á Er AS TRRÐEATRURi 0 |