Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 10. JULI 1997 tiðindablaðið 5 Eyka útreiðsla at brúka FR-kortið: 10 krónur fyri at gjalda við FR-korti - Gjaldskortið er hent í knappari vending, men um fólk skulu revsast fyri at brúka tað, so er einki vunnið, sigur lesari, sumkennir seg illa viðfarnan av einum handilsmanni DAGNY JOENSEN Það hendir við hvert, at tå skalt keypa eitt småting. og ikki hevur reiðan pening. Tá hava tey flestu eitt gjalds kort, sum er hent at hava til at taka Tað royndi eitt viðskifta fólk eisini í vikuni, men handilsmaðurin peiggjaði á eitt skriv á skivuni Har stóð, at handilin tók 10 krónur fyri at taka ímóti FR-kortinum, sum gjald oyrað! Av tí at:viðskiftafólkið hevði skund, og tí veran bert kundi keypast í hesum handli, eftirlíkaði hon at gjalda 10 krónur eyka fyri veruna Helst eindømi Vit spurdu ein peninga stovn, um tað var loyvt at taka ómakslen fyri hesa tænastu Uttan tó at hava hoyrt um tað áður, sigur starvsfólki í peningastovninum, at hetta hava tey ikki hoyrt um áður Hetta er helst eindømi Fólk kunnu sjålvi velja, um tey vilja gjalda 10 krónur eyka, ella at fara í annan handil at keypa Er talan um handil selur verur ið íkki fáast aðrastaðni, er tað ein onnur søk Vit vita bert um handlar sum ikki vilja taka ímóti FR-korti, av tí at teir ikki tíma at fást við at innheinta peningin um PBS í Dan mark, sambært nýggju regl unum - Aðrir handilsmenn biða sum fólk fara í peningaautomat ina eftir peninginum, og tað er fyri sovítt ein loysn, sum báðir partar kunnu góðtaka Tad kostar, ið hvussu so er, ikki eyka, sigur starvs fólkið í peningastovninum Jóngerð Purkhus, fulltrúi í Tinganesi, sigur við Sos talin, at:júst lóg um gjalds kort er á trappunum Bergur í Garði, deildars tjóri í Føroya Banka, sigur at av tí at kunngerðin lóg um gjaldskort ikki er lýst so ber ikki til at siga nakað ávíst um galdandi reglur Lógin um gjaldskort er í innihaldi soleiðis háttað, at hon verjir brúkaran, sum nýtir reiðan pening Eitt nú skal tað ikki verða loyvt at gera mismun á teimum, sum gjalda við reiðum peningi, í mun til tey, sum gjalda við FR-korti ella ødum gjaldskorti, sigur Bergur í Garði Hann heldur kortini, at tað ikki er serliga heppið fyri handilsmannin at taka ómaksgjald, men at tað stendur viðskiftafólkum í boði, at meta um tað Lógin um gjaldskort á trappunum Jóngerð Purkhús sigur, at ungið samtykti lógina áðr enn summarfrítíðina, og løgmadur hevur staðfest hana. Eftir reglunum liggur lógin hjá Ríkisumboðnum og bíðar bert eftir at verða kunngjørd Í samband vid lóg um gjaldskort og aðrar nýggjar skipanir innan peninga- stovnarnar, hevur løgmadur sett eina nevnd at arbeiða við málunum Jóngerð Purkhús er for maður í nevndini, og hinir eru Bergur í Garði fyri Før oya Banka, Høgni Høgne sen fyri Sparikassan og Kaj Johannesen fyri Lands benkan Lars From, stjøri i PBS: Loyvt at taka omaksgjald - Eftir galdandi lóg um gjaldskort, er loyvt at taka ómaksgjald fyri DK- kort, men ikki fyri Visa og Eurocard, sigur stjórin í PBS Av tí at PBS (Pengeinstitutt ernes Betalingsservice) eig ur bæði DK- og FR-kortini er sama regla galdandi Stjórin á PBS váttar, at nakrir handlar í Danmark eisini hava hótt við at taka ómaksgjald, serliga eftir at stovnurin hevur kravt, at handilsfólkini sjálvi skulu umsita innheintingin av peningi í samband við gjaldskortini Loyvt - men eingin ger tað Eg havi kortini ikki frætt, at nakar hevur gjørt álvara av hesum, tí tá fara fólk bara í aðrar handlar at keypa, sigur Lars From Stjórin í PBS váttar fyri Sosialinum, at tað ikki var eitt krav, at peningastovn- arnir skuldu avtaka skipan ina vid at umsita FR-kortið Tað var ein sjålvbodin skipan, sum peninagstovnar í Danmark og Feroyum sjálvir gjørdu av, um teir vildu bjóða viðskiftafólkum sínum Mær vitandi, so hevur eingin peningastovnur tikið av ulbodnum. Øll umsiting av gjaldskortum.fer nú fram á PBS, sigur Lars From Hóast tað hevur verið nógv rok í fyrstuni hjá PBS at umsita gjaldskortskipan- ina, so er útgjaldingin kom- in í rættlag, og handilsfólk kunnu vænta sær at fáa pen- ingin, sum tey eiga hjá við- skiftafólkunum, so hvert sum notur o.a. verður sent inn, sigur Lars From Fóroyingafelagið á Fjóni: Flytur í felagshøli i Odense - I Kongagótu 70 - 72, hevur Fóroy- ingafelagið og Íslendingafelagið leig- að hólir í felag. Ætlanin er at hava opið hvønn dag frå hálvan august í ár, sigur Hans Mikkelsen, formaður í endurreisingarbólki, ið hevur sett sær fyri at fóra víðari felagið, sum nærum varð avtikid í februar í ár DAGNY JOENSEN Hóast Føroyingafelagid á Fjóni hevur verið virkið í nógv ár, áðrenn ein bólkur átók sær at endurstovna tað so hevur felagið ongantíð havt innivist nakrastaðni Leigumålid í Kongagøtu liggur væl fyri midskeidis i Odense, og bussteðgistað er beint við síðuna av Hølini eru fimm í tali, og tilsamans er gålvviddin 215 fermetrar Ætlanin er at hava fjøl broytta felagsskrá, við nógvum åhugaverdum evn um Skipad verdur m.a. fyri kjaki eina ferð um vikuna Føroyingar hava sangkór í Odense, og teir fara at venja í hølunum. Annars er ætl anin at skipa fyri føroyskum dansi, eins og at hava okkurt fyri børn eina ferð hvønn mánað Føroyingafelagid ætlar sær eisini at fáa itøkiligt samstarv í lag við Íslend ingafelagið, sum er stórt fel ag við eini 350 limum Hans Mikkelsen hevur lisið í Odense, men er nú studentaskúlalærari í Vejle Hann býr kortini í Odense og vil tí fegin gera eitthvert til at birta undir felagslívið hjá føroyingum í útbúgving í Odense Síðani tað varð avgjørt at endurstovna felagið, hava nógv fólk arbeitt fyri at fáa felagið aftur at virka Ein arbeiðsbólkur endurreisingarnevnd hevur fingið leigumálið og sam starvið í lag við Íslendinga felagið, fyri at minka um út reiðslurnar. Eisini hevur verið arbeitt við at fáa limir Tilsaman eini 200 limir eru nú í Føroyingafelagnum Í bólkinum sita: Hans Mikkelsen, Sveinur Poul ella sen, Esther Dahl, Ingelín Berg, Laila Jergensen, Beinta Gaard og Lena Mohr