hósdagur 10. juli 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 129 — 10. JULI 1997
Føroyakvøldini í
tíðindablaðið
Norðurlandahúsinum:
Eru komin fyri
at verða
”
Og tað stendur ikki á at fáa fólk at luttaka, siga Vår Jac-
obsen og Páll Danielsen, sum skipa fyri tiltakinum
Heri EYsTURLÍÐ
Tað gongur við fúkandi ferð
í Norðurlandahúsinum týs-
kveld, tá ið skipað verður
fyri tí vælumtókta Føroya-
kvøldinum, og húsið er á
tremur hverja ferð.
Higartil í ár hava 5 før-
oyakveld verið. Hetta er átt-
anda árið, at skipað verður
fyri hesum tiltaki, ið farið
varð undir á sumri í 1990
Tað var Ingigerð á Treðni á
Kunningarstovuni, sum
fekk hetta hugskotið
Og hetta er annað árið, at
tey bæði Vár Jacobsen og
Páll Danielsen leggja før-
oyakveldini til rættis og eru
vertar. Bæði hava tey teatur-
útbúgving: Vár er drama-
turgur, og Páll hevur longu
gjørt vart við seg í Danmark
sum dugnaligur sjónleikari.
Fyrireikararnir stremba eft-
ir, at undirhaldið hesi kvøld-
ini skal vera so breitt og
fjøltåttad sum gjørligt -
serliga tónleikurin - og skift
verður ímillum luttakarar
tey ymsu kvøldini. Men
hóast skráin verður broytt,
sum tað líður út á summ-
arið, eru fýra fastir táttar:
tónleikur, sjónleikur, dansi-
framsýning og føroyskur
dansur
Ætlanin við tí er, at nakað
skal vera fyri eygað og
nakað fyri oyrað. Gestirnir
skulu fáa innlit í føroyska
mehtan, og so skal okkurt
sosialt vera ímóti endanum,
sum t.d. føroyskur dansur,
tá øll í salinum plaga at fara
upp á gólv.
Vár Jacobsen og Páll
Danielsen hava sett sær fyri,
at tey skulu greiða teim vitj
andi frá føroyskari mentan.
Men fyri at eitt nú upplest-
urin íkki skal vera sum at
venda plátum, spæla vertir-
nir sjálvir sjónleik og greiða
frá ímillum tey ymsu tiltøk-
ini, so at føroyakvøldid skal
gerast ein heild, og ein tráð-
ur skal vera ígjøgnum alt
kvøldid og ikk: bara leysir
endar
Fært ikki alt
- Men eyðvitað fært tú
ikki lýst føroyska søgu eftir
so stuttari tíð sum hálvum-
ødrum tíma, siga tey bæði
við ein munn
Føroyakvøldini byrja kl
18 við borðhaldi í forhøllini
Føroyskir fiskarættir eru at
fáa, og tónleikur er afturvið
Í Klingruni sýnir Føroya
Heimavirkisfelag fram før-
oyskt handverk, sum høvi .
er at keypa. Kl. 19.30 byrjar
undirhaldið í Salinum.
Vár Jacobsen sigur, at tað
stendur ikki á at fáa fólk at
vera við á Feroyakveld-
unum. Heldur hinvegin. Hjá
tónleikarunum er mestsum
Vár Jacobsen og Páll
Danielsen eru komin heim
í summarfrí saman við
børnunum. Hetta í
árið á rað, at tey skipa
fyri vælumtóktu førova
kvøldunum í Norðurlanda
húsinum. Tey miðja ímóti
at undirhaldið hesi kveld
skal vera so breitt og fjøl
broytt sum gjørligt
r annað
gravgangur eftir at sleppa
upp í part. Men vidhvørt
kann vera nakad striltid at
fáa sjónleikarar til hesi
kveld.
Komið at verða
Í ár fór Vár Jacobsen und-
ir at fyrireika føroyakvøld-
ini og leita eftir luttakarum
longu í Maí mánaði. Fyrst
sat hon niðri í Århus og ar-
beiddi men kom síðani upp
til Føroya
Vår Jacobsen heldur, at
hetta vælumtókta tiltak í
Norðurlandahúsinum man
vera komið fyri at verða.
- Men tað er stjórin í
húsinum, sum tekur stóðu
til føroyakvøldini. So
hverja ferð, ein nýggjur
stjóri verður settur í Norð-
urlandahúsinum, skal hann
avgera, hvussu verður við
hesum tiltaki, sigur Vár
Jacobsen.
Kallakórið Quaeduvilt í í Norðurlandahúsinum:
Syngjandi kallar
mala aftur á blóðið =;
Útisetakórini blóma. Í Danmark eru í løtuni okkurt um tíggju føroysk kór, ið
skipa fyri síni egnu kórstevnu. Næsta Sunnudag fer føroyska manskórið i
Árhus at syngja í Norðurlandahúsinum
Heri EYSTURLÍÐ
Hóast føroyingar í útlegd
eru sera virknir, og mong
feløg eru av ymsum slag,
er ikki oftari enn $0, at úti-
setakórini vísa kynstur sítt
heima á klettunum.
Hetta er slettis ikki so løg-
ið. Tí eyðvitað er torført at
fáa allar sangararnar at vera
í Føroyum samstundis og
manna kórini so nøkulunda.
Og serliga viðbrekið gerst
tað, tá ið kórini eru so smá
sum Kallakórið Quaeduvilt,
ið bert telur 16 mans. Hetta
er fyrstu ferð, at kórið syng-
ur í Føroyum.
At hesir syngjandi menn
eru so fáir í tali, er við vilja.
Føroysk manskór i Århus
hava ongantíð verið serliga
stór - lesandi føroyingar í
Árhus munnu hava sungið
í manskóri í okkurt um eitt
mannaminni, og hava teir
oftast ikki verið fleiri enn
einir átta í tali.
Mugu meta væl
Hesir syngjandi Ku
kallar, ið fingu sær tað ser-
merkta navnið Quaeduvilt
(„hvat tú vilt“) í 1993, hava
nevniliga sett sær fyri at seta
tað listarliga stóðið so høgt,
sum til ber - og tá krevst, at
fast manning er, og at menn
meta væl upp til venjingar,
skal nakað skil og fantilsi
vera á. Tessvegna er Kalla-
kórið Quaeduvilt ikki „op-
ið“ kór, men eitt úrvalslið,
ið venur fast tríggjar tímar
um vikuna í Aarstovu, fel-
agshúsinum hjá Føroyinga-
felagnum í Árhus.
Sum so mong onnur kór
var hetta mest eitt sosialt
kór í fyrstani. Men so fóru
teir undir at útseta sangir og
hildu tað vera sera stuttligt
at framføra. Og so gjørdist
brådliga strangari vid upp-
møting o.t.
Kallakórið Quaeduvilt
hevur m.a. lagt seg eftir at
fáa tilvega og syngja útset-
ingar yvir nýggjari og lætt-
an føroyskan tónleik - eitt
nú er Heimkoman fast á
skránni hjá teimum. Teir, ið
seta út, eru aloftast Súni
Danielsen, Hans Pauli
Tórgarð og Jákup Olsen, ið
hevur vant hetta kórið í 0.u.
eitt hálvt ár.
Feroya Fólks og
rytmiskt
Yvirhøvur dámar kallun-
um væl at syngja rytmiskt
tilfar, og tónleikur hjá Man-
hattan Transfer plagar at
vera á skránni. Men sum
vera man syngur Kallakórið
Quaeduvilt eisini burtur úr
Songbók Føroya Fólks og
tilfar frá teirri tíðini, tá ið
Jógvan Waagstein hevði
manskór í Havnini. Tí kall-
arnir eru fastir at syngja til
grækarismessuhald, flagg-
dagshald, veitslur og sam-
komur av ymsum slag.
Oftast syngja teir í Aar-
stovu ella onkunstaðni har
í nánd. Men teir royna eisini
at koma út ímillum fólk, og
hevur kórið m.a. verið á
konsertferð í Keypmanna-
havn, Esbjerg, Hirtshals og
Aalborg
Enn hevur Kallakórið
Quaeduvilt ikki gjørt stór-
vegis um seg á danska
marknaðinum. Men teir
hava hóast alt onkuntíð
sungið fyri donskum pen
sionistum. Súni Danielsen,
ið er ein teirra, sum á sinni
tóku stig til kórið, sigur, at
donsku pensionistunum
hevur dámt føroyska sangin
sera væl.
- Greiða vit bara gjølla frå
tí, vit syngja um, taka
danskarar væl ímóti, sigur
Súni Danielsen.
Til Árhus at
Kallakórið aeduvilt
skipaði saman við Føroy-
… mor ..
ingafelagnum f Århus fyri
føroyskari tonleikastevnu í
býnum í 1994, og tað vóru
eisini teir, ið skipaðu fyri
vælumtóktu føroysku kór-
stevnuni, sum hildin varð í
Arhus Dýra Biðidag. Her-
leif Hammer hevði hoyrt, at
so mong føroysk kór vóru í
Danmark - serliga ungfólk,
ið høvdu sungið í Rytmiska
kórinum í Hoydølum og
Fuglafjarðar Gentukóri - og
fekk hann hug at samla allar
hesar sangarar til stevnu.
Frammanundan hesi
stevnu hevur føroysk kór-
stevna verið í Århus fyri
akkurát fjórðingseld síðani,
í 1972, men tiltakið datt
niðurfyri aftur.
Súni Danielsen væntar
ikki, at føroysku kórsteyn-
urnar í Danmark fara at
detta niðurfyri aftur hesa-
ferð. Hann sigur, at kór-
stevnan Dýra Biðidag í ár
varð so mikið vælumtókt,
at hatta fara tey at royna
aftur. Longu á veitsluni eft-
ir kórstevnuna beyð før-
oyska manskórið í Odense
sær til at skipa fyri før-
oyskari kørstevnu har í bý-
num næsta ár.
Teir syngjandi menninir í
Árhus vóru sera nøgdir við
kørstevnuna og tí, sum kom
be"
4
+ t
F
.
f
Esme
Tad eydnadist syngjandi monnunum i Århus at vera i
Føroyujm samstundis
burturúr.
- Stødid var høgt, og tað
besta var sera gott, sigur
Súni Danielsen.
Aftur til Føroya
Sjálvur er Súni fluttur
heimaftur til Føroya eftir
sløk 6 år í útisetu. Men hó-
ast hann i øll hesi år hevur
verid ein av grundstudlun-
um i Kallakórinum Quae-
duvilt, væntar hann ikki, at
kórið fer í ommu sina av
hesi orsøk.
- Har eru so nógvir aðrir
góðir menn uppii, so tað
man ikki fara at vera, sigur
Súni Danielsen.
Súni hevur enn ikki tíkið
stóðu til, um hann fer upp i
nakað kór í Føroyum, nú
hann er komin heimaftur at
verða.
- Tað fer tíðin at vísa.