Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Amoco væl áleiðis við kanningunum: gott út -Fóroyingar hava dugað væl at vekja áhugan hjá oljuídnaðinum fyri før- oyska landgrunninum. Tað er helst eindømi i allari verðini, at so nógvar seismiskar kanningar eru gjórdar av einum nýggjum øki, so tíðliga í út- viklinginum heldur George Chisholm Jan MÚLLER Fleiri av oljufeløgunum, sum hava gjørt av at brúka tíð og orku til at vera við í leitingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum eru komin rættiliga væl á- leiðis í sínum arbeiði. Eitt av hesum feløgum er tað stóra amerikanska oljufel- agið AMOCO Felagið telist millum tey stóru oljufeløgini í heimi- num og kann samanberast við feleg sum Mobil og Texaco, ið eisini eru við á føroyska økinum Amoco var vid i Lopr- ansboringini i fjør heyst men hevur annars hildid rættiliga lágan profil, tá talan er um at stíga fram alment George Chisholm er kanningarstjóri hjá Amoco og hevur hann júst verið í Føroyum saman við tveim- um av sínum starvsfel- øgum, Robert Clark, sum hevur ábyrgd mótvegis fjølmidlunum og myndug- leikunum og Torunn Bukk- holm, sum starvast hjá Amoco Norway, har hon er serkøn innan skatta-, fíggj- ar- og lógarspurningar. Tey trý hava ikki ynskt at gera nógv hóvasták burtur úr vitjanini, sum meira er at meta sum ein arbeiðs- vitjan -Hetta verður bert ein stuttur steðgur. Vit eru kom- in higar fyri at læra og kunna okkum við viður- skiftini og hava í hesum sambandi tosað við nøkur fólk frá Oljuráðleggingar- nevndini, Føroya Oljuidn- að oo. sigur George Chis- holm, sum vísir á, at tey hava tosað um lógarmál, fíggjarspurningar, trygging og so eisini um støduna á føroyska arbeiðsmarknað- inum Saman við føroyingum Hann vísir á, at Amoco ynskir at brúka føroyska arbeiðsmegi í eini komandi oljuvinnu, men at felagið ynskir at tilrættaleggja framtidar gongdina f tøttum samstarvi vid føroyingar. Av tí at samfelagið er so lítið vil Amoco bert taka stig, sum føroyingar halda tænir samfelagsgongdini annars. Og fyri Amoco er talan um langtíðarplanlegg- ing. Tað er slíkari, sum henda ferðin er ætlað at skapa eitt sunt og trygt grundarlag undir Í hesum sambandi verður eisini hugt at møguleika- num at lata upp skrivstovu í Føroyum. Hetta kann longu koma uppá tal næsta ár, men tað veldst so sjálv- andi um viðgerðina av olju- lóggávuni og hvussu áhuga- verd undirgrundin er til ta tíð George Chisholm sigur, at eitt felag sum Amoco sjálvandi eisini hyggur at ødrum økjum í verðini og metir um, hvar tað er skila- best at gera íløgur. Hjá Amoco er teir annars sera ernir av kanningarúrslitu- num seinastu árini. Í fjør var Amoco tað oljufelagið í heiminum, sum fekk mest burtur úr síni leiting, og fyrrárið lá felagið sum nr 2. Tað er hesa styrki, sum felagið nú ætlar at brúka í Føroyum eisini I løtuni standa Føroyar rættiliga frammaliga á skránni hjá felagnum. Bert kanningararbeiðið krevur í løtuni 30 fólk, og helst verð- ur neyðugt at víðka hetta tal sohvørt tað nærkast eini lisensrundu. Feroyar trygt stað Hann sigur, at Amoco vigar fyrimunir og vansar upp móti hverjum ødrum, tå avgerast skal, hvar fløgur i leiting skulu gerast. -Vit hyggja eftir lógar- karminum, tí teknisku risi- koini og sjálvandi eisini tí politisku risikoini. Vit halda Føroyar vera eitt politiskt stabilt ski sammett við nógvum onnur lond. Hvat viðvíkur teimum turbulentu viðurskiftunum millum Danmark og Føroy- ar, so metir kanningarstjórin hjá Amoco hesi ikki so álvarslig. -Tað er sjálvandi ein óvissa knýtt at hesum, men munur er á tí og so møguleikanum fyri terror- ismu, tjédartøku og brádd- ligum lógarbroytingum, sum tú ikki hevði hóming av frammanundan. Slík viðurskifti rokna vit ikki við at meta í Føroyum sigur hann. Hóast ein hevur tíðindablaðið (a F Nr. 129 — 10. JULI 1997 George Chisholm, kanningarstjóri hjá Amoco her saman við Robert Clark, kunningarstjóra umborð á ferjuni um Vestmannasund. Mynd Jonhard hoyrt lítið til Amoco í sambandi við føroyaøkid, so verður tað arbeitt sera miðvíst á teimum ymsu deildunum hjá Amoco í bæði London. Tulsa og Houston Tey hava útvegað sær tað mesta av tøka seismiska tilfarinum og hava vidgjørt hetta. -Vit eru um at vera liðug við fyrstu fasu, og eg má viðganga, at tað sær gott út. Men nakrar kanningar her serstakliga serviðgerð av data eru eftir at gera George Chisholm sigur, at hóast teir eru rættiliga bjartskygdir, so eru fleiri ivamål at loysa. - Vit síggja, at løgini, sum eru á bretskari síðu halda fram inn á før- oyskt eki, men her skapar tjúkka basaltið trupullleikar, sum ídnaðurin tó arbeiðir við at loysa. Uppá fyrispurning um Amoco er komið so mikið langt við kanningunum, at teir eru tilreiðar at søkja um lisens í føroyskum øki sigur George Chisholm, at ein spurningur, sum er av týð- andi at svara, er. um tad verður nóg lønandi at bora gjøgnum basaltið. Teir fara at arbeiða meira við hesum, áðrenn avgerð verður tikin um at søkja um loyvi at bora eftir olju leggur hann aftrat Feroyingar telvad væl Annars heldur George Chis- holm, at føroyingar hava dugad væl at skapa åhuga fyri føroyska landgrunn- inum. Tað hevur eydnast føroyskum myndugleikum at gera økid tilgongiligt á ein sera effektivan hátt og at fáa seismisku feløgini fyri egna rokning at skjóta seismikk og her ikki minst 3D, sum er sera kostnaðar- mikið. -Eg havi verið við í olju- leiting nógva staðni í heim- inum og má síga, at tað, sum hendir í Føroyum, er eindømi. Hetta gagnar sjálvandi oljufeløgunum, tí tey harvið hava minni út- reiðslur í byrjanini og kunnu tí brúka meira orku uppá aðrar uppfylgjandi kanningar. Men føroyingar hava so sanniliga eisini gagn av hesum. At feløg sum PGS og Digicon longu hava gjørt 3D kanningar við Føroyar økir sjálvandi eisini um áhugan hjá oljufeløg- unum. Og tá fleiri feløg vilja keypa data og viðgera tað longu fyri harvið at skilja økid beti og skjótari, so gagnar hetta føroyingum, harvið kenna og skilja sína undirgrund nógv skjótari og betri enn onnur lond, har oljuleiting tekur seg upp Georg Chisholm vísir á, at við hesum útviklingi fáa føroyingar eisini fleiri meiningar og metingar um undirgrundina. = Urslitid kann verða, at ein fær eina nógv greiðari og kanska eisini fjølbroyttari mynd av undirgrundini, enn um lítið varð kannað á verandi stødi Hvat viðvíkur tí stóra áhuganum frá oljufeløgun- um fyri økinum so heldur George Chisholm, at vit mugu rokna við, at onkur feløg taka seg aftur, tå avgerð skal takast um tær stóru ílegurnar. Her er djúpt, nógvur streymur og borrútreiðslurnar verða stór- ar. Tað fer helst at fáa okkurt felag at umhugsa støduna og heldur gera iløgur aðra- staðni. Kortini fara at verða so mikið nógv feløg eftir, at her verður ein kapping - men alt hetta er tengt at lógini og teimum treytum, sum verða settar í sambandi við 1. útbjóðingarumfar Hetta verður so samanborið við onnur øki í heiminum Hvat annars viðvíkur bor- ing við Føroyar so heldur Amoco-stjórin, at tað neyvan er sannlíkt, at tað verður borað fyrr enn í 99 ella ár 2000. Hann roknar við, at tað kanska verða gjørd eini 2-3 góð fund áðr- enn ár 2003. Vilja býta Nú fleiri av oljufeløgunum hava skipað seg í oljusam- tók spurdu vit George Chis- holm, um ikki Amoco ætlar sær at arbeiða saman við ødrum feløgum! -Vit halda okkum hava tad mesta av ekspertisuni, sum bruk er fyri f løtuni. Vit vilja tó vera liðiligir og fara at taka ta tíð, sum er neyðug fyri at finna partnarar. Vit ætla at vera operatørur, men tað veldst sjálvandi eisini um, hvørjir hinir samstarvs- feløgini eru. Vit eru møgu- liga eisini hugaðir fyri at býta leiklutin sum opera- tørur við onnur stór feløg. Teir eru í løtuni í samráð- ingum við fleiri onnur felag um samarbeiði Uppá fyrispurning um eitt oljufelag einamalt kann megna hesa uppgávu sigur hann, at tað sjálvandi ber til Teir vilja í hvussu er hava onkran at býta risikoina við og tað er eisini gott við fleiri ymiskum feløgum í einum bólki George Chisholm sigur annars, at teir taka upp- gåvuna í Føroyum sera ál- varsliga. -Vit vilja gera alt fyri at fáa eitt gott úrslit sigur hann og vísir á, at tað er umráðandi at kunna brúka bæði royndirnar og vitanina frá bretskum øki og Hvíta økinum fyri at skilja føroyska landgrunnin betur Jarðfreðin tann sama Kanningarnar vísa annars, at løgini, sum eru bretsku megin markið, tvs. har fundini Foinaven og Schie- hallion eru gjørd, halda fram vestur eftir inn á Hvíta ekið fyri so at hvørva undir basaltinum á føroyskum øki. Endamålid er at kunna skilja alt hetta stóra økid og Jil tess er neyðugt við nógv- um kanningararbeiði før- oysku megin Hvíta ekið. George Chisholm váttar, at tey skini, sum eru mest áhugaverð í løtuni, eru tey, ið liggja sunnan og eystan fyri Føroyar, nærhendis um- stríddu økjunum. Kann ganga báðar Vit spurdu hann, um vón- irnar til at gera fleiri og stórri fund við Føroyar eru stórri enn tey, sum eru gjørd vestan fyri Hetland. -Tað er enn so nógv óvissa knýtt at føroyska øk- inum, at:tað er ringt at svara tí. Men tað kann vera. Hin- vegin kann tað eisini vera júst øvugt, at møguleikin fyri olju og gassi tess nærri tú nærkast minni Brúk er fyri góðum reser- voirum - goymslum - og so góðum sandsteini. Tann sandsteinurin, sum finst i Foinaven og Schiehallion fundunum er genereraður av eldri sandsteini av Het- landsleiðunum og verður hann helst tynri sohvørt ein nærkast Føroyum. Møgu- leiki er fyri, at eingin sand- steinur er sprottin av før- oyska økinum, tí har hevur bara verið basalt omaná ba- salt. Men sum sagt er alt hetta so Óvíst. George Chisholm er eins og øll onnur oljufeløg ikki serliga fegin um, at eingin loysn er funnin á markna- trætuni millum Føroyar og Bretland. Hann heldur, at Hvíta ekið er alt ov áhuga- vert til at liggja niðurbund- ið At enda spurdu vit hann, hvussu Amoco fer at fyri- halda sær fyri Greenpeace, sum ætlar at forða olju- feløgunum at leita eftir olju á Atlantsmótinum! -Vit halda okkum til tey krøv, sum bretska stjórnin setir, og oftani fara vit enn longur. Trupulleikin við Greenpeace er tann, at með- an vit royna at brúka upp- lýsingar og vitan g vísinda- liga, so føli eg tað so, at Greenpeace onkuntíð bert tekur ávísar upplýsingar burtur úr eini heild og brúk- ar teir út frá egnum áhuga- málum Hann vísir við hesum m.a. til tíðindini frá Green- peace herfyri um, at tað varð gjørt ein sera avdúk- andi uppdagin millum Før- oyar og Heltand. Eitt kor- ralriv varð funnið, sum eingin visti um áður. Hetta sokallada korralriv, sum als ikki er nakað riv men ymisk eki við 'korrallum, varð fyrstu ferð uppdagað í 1856. -Tað kann so vera, at hetta er nýtt fyri Greenpeace. men tað er tað ikki fyri okk- um sigur Georg Chisholm, sum vísir á, at tað skjótt kemur ein grein í New Scientist, sum viðger júst henda spurningin. * Føroyum er f