hósdagur 10. juli 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 129 — 10. JULI 1997
Vestanstevnan 1997
tíðindablaðið
P Í
Vælkomin á Vestanstevnu
Servágs Kommuna
FR-380 Sørvågur . Tlf. +298 32004/33122 . Fax 4298 32952
»GODU STEVNUGESTIR«
Summarið er gleðistíð fyri
okkum, og stevnurnar eru
umboð fyri gleði og róma
Vit kunnu eisini nevna
hetta fyri vónartíð - tí aftan
á ein harðan vetur, birtist í
barmi okkara vón um, at nú
fer at bera móti ljósari tíð-
um. Alt stendur í besta
blóma, smálombini vaksa,
og fuglasongurin er aftur
farin at ljóma, og okkara
myrka vetrarlyndi gongur
eisini móti ljósari tíðum
Í år er tað Sørvågur, sum
skal leggja rygg til stevnu-
na, og í tí sambandinum
hevur bygdarfólkið gjørt sítt
ítasta fyri at tiltøkini hesar
dagarnar skulu hepnast so
væl sum gjørligt, til heiðurs
fyri teir stevnuluttakarar og
-gestir, sum leggja leiðina
hendan vegin.
Stevnutiltøkini = spenna
víða. Frá ítrótt - yvir gaman
- til mentan og álvara, so
her kann ein og hver metta
sin tørv.
Stevnurnar um summarið
ae
Petur Kruse, bygdarráðsformaður i Sørvågi
i Sørvågi
(Mynd Jens Kristian Vang)
eru eisini tíðin, tá fólk geva
sær sjålvum høvi til at fara
at ferðast og vitja ætt og
vinir. Servágur - ja øll
oyggin - rætur ut armar og
bjóðar vælkomin við møgu-
leikum, ið vit hava at bjóða
fram fyri teimum vitjandi
So góðu útiísetar og
stevnugestir - nýtið høvi til
at støkka inn á gólvið hjá
vinum og kenningum og
minnist aftur á gamlar dagar
og gamlar getur, har fleiri
tykkara hava traðkað barna-
skógvarnar
Nú sum ongantíð fyrr er
neyðugt, at fólk sumbra
hvgnn annan við umsorgan
og vitjan, tí tøknifrødin og
dansur okkara um gullkálv-
in er vid at liða sundur
aldargomlu føroysku ættar-
og familjumentanina.
Veðrið er tað, ið fær eina
stevnu at bera ella bresta,
og er hetta nakað, ið vit øll
kunnu tosa við um, men
onki fá gjørt nakað við - bert
vóna tað besta.
Við hesum orðum fari eg
bygdarinnar vegna at bjóða
øllum frå nær og fjar at vera
hjartaliga vælkomin á
Vestanstevnu í Sørvågi.
Petur Kruse,
bygdarrådsformadur