hósdagur 10. juli 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
Nr. 129 — 10. JULI 1997
Vestanstevnuskráin:
Mentan og skemt
Framsýningar, móti og skemt í ánni eru nókur av tingunum, sum standa í stevnuskránni
EDVARD JOENSEN
Vestanstevnan 1997 verður
hildin í Servági. Og sum
vanligt er fjølbroytt skrå
løgd fyri stevnuna
Eitt, sum sermerkir
Vestanstevnuna er, at um-
framt Olavsøkuna, er hon
einasta stevnan, har kapp-
riding er fastur tåttur
Vágafólk hava virkið
rossafelag, og sæst tað eisini
aftur í skránni
Kappríðing verður sunnu-
dagin klokkan 14.30 á ríði-
breytini niðri við Vatn
Mentan á skránni
Stevnan byrjar annars longu
seinnapartin í morgin
Klokkan 15 til 18 verður
høvid at støkka inn á gólvið
í bygdarsavninum í Sør-
Skulabørnini rudda til Vestanstevnu
vági
Herálvur Jacobsen, greið-
ir frå, at talan er ikki um
nakað fornminnissayn sum
so, men at fólk í bygdini
hava tikið seg saman og
savnað gamlar lutir, sum
hava verið í sóknini
Og tey hava fingið hendur
á fleiri forvitnisligum lut-
um, sum annars høvdu farið
fyri skeyti
Men eitt er tó at undrast
á. Tað er, at krígstíðin, sum
hevði so stórt árin á lívið í
Vágum sum heild, og Ser-
vág serliga, er mestsum far-
in heilt burtur ímillum.
Einir tveir hjálmar, onkur
gasskortur og eitthvert lítið,
sum onkur breti hevur evn
að til. Tað er alt, sum er at
síggja á savninum frá teirri
tíðini
Tað vóru hóast alt einir
10.000 hermenn í oynni ta
tíðina, meðan heimafólkið
bert taldi umleið 1.500
menniskju
Einasta, ið eftir er av tí,
bretarnir bygdu, er gamla
tornið við flogvøllin. Og tað
hevur sæð betri dagar.
Herálvur Jacobsen sigur,
at teir royna at fáa gjørt
eitthvert við tað. Teir vóna
at fáa sett tað í upprunaligan
stand
Sørvingar hava heitt á
føroyska umboðsmannin í
Bretlandi, Sofus Poulsen,
um at royna at fáa hendur á
tekningunum til tornið. Tey
vóna, at okkurt er at finna í
onkrum savni hjá bretska
hervaldinum
Framsýning og meti
A flest øllum stevnum er
onkur framsyning av lista-
verkum, sum fólk við til
knýti til stevnuplássið hava
gjørt.
Soleiðis er
Vestanstevnu
Leygarkveldið frå klokk-
an 18 til 20 og sunnudagin
frá klokkan 16 til 20 er
málninga- og myndafram-
sýning í nýggju fimleikar-
ersini a
sr Mynd Jens Krisiian Vang)
høllini.
Sýnd verða fram verk,
sum listafólk úr Vágum
hava gjørt, umframt myndir
úr bygdini.
Fleiri av fotomyndunum
er frá fyrru helvt av hesi
øldini, og eru myndir, sum
amatørfotografurin Sunnu-
va Joensen - Skælings
Sunnuva - hevur tikid.
Eisini eru, sum vanligt er
å øllum stevnum, kristilig
meti á skránni
Ungdómur frá Libanon
hevur meti allar tríggjar
dagarnar
Friggjakvøldid og sunnu-
kveldið verða útimeti, með-
an opið hús verður eftir
miðnáttarsamkomuna
leygarkvøldid.
Eisini verdur gospelkon-
sert å Vestanstevnu. Hon
verdur vid Føroya Banka
leygarkvøldid = klokkan
21.30
Og sunnudagin klokkan
11.00 fer Uni Næs, prestur
at prædika undir gudstæn-
astuni i Sørvågs kirkju
Leygarkvøldid á miðnátt fer
sørvingurin í útlegd, Jóan
Pauli Joensen, at halda mið-
nåttarrødu
Aftan å verdur fyrverkari
Felagssangur veðru á sam-
komuni, har sungið verður
úr Grønu Sangbók
Hugsað er eisini um børn
ini á steynuni
Hylur verður gjørdur í
ánni, har børnini sleppa at
rógva í
Eisini er ætlanin at hava
eitthvert annað til undir-
halds í ánni
Sunnukveldið klokkan
19.00 verður skemt í ánni.
Eivind Jacobsen, sum er ein
av fyrireikarunum, sigur, at
ivaleyst fer tað at enda við,
at onkur prominentur per-
sónur fær karm.
Htrótturin
Sjálvandi er
stevna verður fyriskipað.
Og soleiðis er eisini í Sør-
ítrótturin
frammalaga í huganum, tá
vági.
Kappróðurin telur við í
føroyameistarakappingini
Og hann byrjar sum vant
leygardagin klokkan 15.00
Sørvingar eru sera harmir
um, at eingin bátur er mann-
aður i Servági í ár
Men áðrenn tað verður
Grand Prix súkklukapping-
in, sum byrjar við skúlan
klokkan 12.30.
Ein rúgva av fótbóltsdyst-
um verður eisini. Millum
annað fara genturnar hjá SÍ
14-17 ár at spæla mót påp-
unum
Við endan á vellinum er
eitt hús í gerð. Hetta er
nýggja felagshúsið hjá Sør-
vágs Ítróttarfelag
Sørvingar eru harmir um,
at tað ikki fekst liðugt til
stevnuna, men tað gerst so
ikki við
Og dansur verður sjálv-
andi eisini á stevnuni.
Tað byrjar friggjak vøld-
ið, tá Sólvá og Bergmenn
fara at spæla í Biohøllini
Leygarkveldið verða tað
Sørvings og sunnukvøldid
Melasveitinn av Akranesi
í Íslandi
Sunnukvgldið verður
eisini føroyskur dansur í
Róðrarneystinum, har
Vága Dansifelag fer at
luttaka
Myndatólið hjá Skælings Sunnuvu (Mynd J.K. Vang)
TIf. 32034 - 385 Vatnsoyrar