Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 10. JULI 1997 Seigir sórvingar: EDVARD JOENSEN Hóast fólkatalið í Sørvågi ikki síðan fimtiårini hevur verið so lágt sum í dag, eru tekin til, at tað bragdar aftur Nú er aftur vøkstur í, og kemur ein sørvingur aftur at áðrenn Vestanstevnuna, verður hann nummar 900 á listanum Tað unga fólkið flytir av oynni eftir lokna skúla- gongd, og lítið hevur verið at komið aftur til Men eitt, sum tey hava lagt merki til í Sørvågi, er ójavna kynsbýtið í komm- ununi. Tað er yvirskot av mannfólki í Servági. Har eru 78 fleiri menn enn kvinnur »Men kanska tað fer at hjálpa nú, allar hesar ís- lendsku kvinnurnar koma at syngja á Vestan- stevnu,< heldur Petur Kruse, bygdarráðsformaður skemtandi fyri Vatn og kloakk Sum vera man hevur ikki tað stóra virksemið verið í Servági heldur enn aðra staðni seinastu árini. Men nú eru ymisk ting, sum mugu gerast. Eitt nú kloakk og vatnleiðing Petur Kruse, bygdarráðs- formaður í Sørvågi, sigur, at einaferð í åttatiårunum varð løgd kloakleiðing av flogvøllinum, oman gjøgn- um bygdina og út á sjógv. Av einihvørjari orsøk varð henda kloakkin ongan- tíð tíkin í nýtslu, men hevur bara ligið har óbrúkt síðani. Nú er so ætlanin, at hon skal brúkast. Avtalað er við Miðvágs Kommunu, at frárenslið úr Vatnsoyrum skal bindast í. Eisini er ætlanin at fáa bundið sum mest av kloakk- unum í Sørvågi í hesa nýggju leiðingina. Lands- verkfrødingurin skal standa fyri hesum arbeiðinum. Samstundis fer kommun- an at nýta høvid til at leggja nýggja vatnleiðing úr Sør- vágsvatni í verandi brunnar. Petur Kruse sigur, at tað kann vera ein trupuleiki við turki í Sørvågi um summ- arið. Men tá nýggja vatn- leiðingin verður gjørd, ber til at purnpa brunnarnar full- ar, tá vatntrot annars er, og so skuldi tann trupuleikin verið loystur. Sørvågs Kommuna hevur tryggjað sær, at tá Lands- verkfrødingurin fer undir at gera nýggju kloakkina úr Vatnsoyrum og niðan á flogvøllin, skulu teir sleppa at leggja vatnleiðingina í somu grøv. Nýggja vatnleiðingin hjá sørvingum verður gjørd í stigum, og er fyrsta stigið mett at kosta umleið 300.000 krónur Oyuvinnan iv : /ågamenn hava ikki ligið á løtu síðuni heldur, nú olju- vinnan alsamt nærkast Í fleiri ár hava kommun- urnar í Vágum samstarvað í Felagskommuni í Vágum, og hava tær nú eisini tíkið upp samstarv við kommun- ur í Suðuroy um at seta ein oljuráðgeva. Hetta arbeiðið byrjaði í 1994, tá Felagskommunan setti nevnd at arbeiða við málinum. Og stutt fyri árs- skiftið seinast, var so olju- ráðgevi settur. Tað er mið- vingurin Suni á Dalbø, sum fyribils er settur í starv til nýggjárs. ; Útreiðslurnar til hetta starvið verða býttar millum Felagskommununa í Vág- um og kommunurnar í Suð- uroynni. Fremmand skip Sørvågur hevur góða havn, og tað koma nógv skip á Sørvåg. Síðan J.K Joensen í Mið- vági fór undir at umvæla eysturlendsku skipini, hava fleiri teirra ligið á Sørvågi. Hetta hevur kastað ym- iskt av sær til Sørvågs. Skipini hava bunkrad og tikið aðra útgerð. Og bara í havnargjøldum fekk Sør- vågs Kommuna i fjør 300.000 krónur fyri hesi Fremmand skip leggja pening eftir seg í Sørvågi tíðindablaðið Sørvingar reisa seg eftir kreppuna Hóast tað tók fast, hevur Sórvágs Kommuna megnað at yvirlivað kreppuna miklu, sum rakti alt landið fyrst í nítiárunum, og fólkatalið er aftur vaksandi skipini Onkur leigutúrur er eisini fallin til Atlantsflog í sam- band við hesi skipini Petur Kruse, bygdarráðs- formaður, sigur, at einasti mátin at sleppa undan neyð- ini er at vinna pengar. Og hesi skipini hava verið við til at leggja nakrar kærkom- nar krónur í kommunukass- an Fasta sambandið Vágafólk eru sera spent upp á, hvussu nú verður við fasta sambandinum um Vestmannasund. Petur Kuse er ivaleysur í, at tað bara fer at hava menn- ing av oynni við sær. Hann vísir á, at tað er heilt vanligt, at lastbilar til ar- beiðis standa og bíða eftir ferjuni, og tað ber jú ikki til. Tað hava bilarnir snøgt sagt ikki ráð til. Tað eru try ting, vága- menn hava marknadarført í sambandi við komandi olju- vinnuna. Tey eru flogvøll- urin, havnin og J.K. Joen- sen. Petur Kruse sigur, at tað verður ein vanlukka - ikki bara fyri Sørvåg - men alla oynna, um flogvøllurin verður fluttur. So tað er sera umráðandi við fasta sam- bandinum. Og eisini metir hann, at tá fasta sambandið kemur, fer at bera betri til at leggja arbeiðspláss í Vág- um. Tá eru tey tætt við bæði góða havn og flogvøllin. + toskarogn * rækjur * laks Royn henda góða viðskera, sum hann er, ella til salatir iInnan... Vatn Hita Sanitet & Gávulutir P/F Leivur Nattestad | } | t KOVIN NIÐURSJÓÐAR 'KOVIN í Sandavági | TIf. 32700 þú JAN SS 370 Miðvágur TIf. 33509 DLI Eisini hava vit einaumboð av tí vælkenda køkinum »INVITA« 15 ALT Frå SANDAVAGS Í Í pr. SANDAVÅGS TIMBURHANDIL TIL. 32700 )