Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 11. JULI 1997 Anfinn skuldi spara, men klárar ikki at halda tørn: Hevur sett 900 fólk í nýggj almenn størv — Hetta kann skjótt enda við eini vanlukku fyri vanliga fóroying- in, tí kemur eitt bakkast, kemur landsstýrið í tað stóðu, at tað má tátta í, tá ið tað átti at havt ráð til at slaka AK! BERTHOLDSEN - Tað frødir meg stórliga, at tað gongur gott hjá lands- kassanum Men tað harmar meg líka illa, at Anfinn Kallsberg ikki klárar at halda tern Tí heldur henda gongdin fram kann tað skjótt enda við eini vanlukku Jóannes Eidesgaard, for maður í størsta andsteðu flokkinum, Javnaðarflokk inum, er samdur við bú- skaparráðið sum í síni fyrstu frágreiðing gevur Anfinni Kallsberg, fíggjarmálará harra ivasamt skoðsmál fyri tann førda figgjarpolitikkin Jóannes Eidesgaard sig- ur, at frágreiðingin hjá bú- skaparráðnum er ein stað- festing av, at tann strangi fíggjarpolitikkur, sum varð førdur í ringastu krepputíð í Føroya søgu, í 1993 og eisini í 1994, og tey polit- isku tiltøk, sum tá vóru framd, hava borið åvøkst síðani. - Tað frødir meg, at landskassin stendur væl í tí — Og fortreytirnar fyri at - Búskaparráðið gevur Anfinni Kallsberg, figgjarmålarådharra dumpi-karakter. Og tað av røttum ti heldur hetta fram, kann tad enda vid eini vanlukku, bædi hjå landskassanum, men ikki minst hjá privata húsarhaldinum, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður i størsta andstøduflokkinum, sum harmast um, at Annfinn Kallsberg ikki er mentur at halda tørn um tað framgongd, sum grundarlagið varð lagt undir í 1993 ført figgjarpolitikk, skuldu verið góðar, tí metingarnar vísa, at landskassin fær einar 100 milliónir mein inn í skatti og avgjøldum, enn roknað er við á fíggjarlóg- ini, sigur Jóannes Eides- gard — Men kortini fær Anfinn Kallsberg dumpi- karakter frá búskaparráðnum, tí funnist verður at honum fyri at føra ein slakan fíggjar- politikk vid skattalætta og lyndi til at økja almennu útreiðslurnar, sigur formad- ur Javnaðarfloksins. Hann sigur, at tað man nú verða so sum so við skatta- lættanum, tí reguleringina uppá 55 milliónirnar, sum varð gjørd á nyggjårinum, hevur verið ring at fáa eyga á hjá vanligum fólki, tí tað hava tey einki merkt til. — Búskaparráðið staðfest- ir, at figgjarliga gongur tað framá, men at tað er neyð- ugt at halda fast um fram- gondina, tí vit hava avtalu við donsku stjórnina um javnvág skal verða á fíggj- arlógini í 1998 og ta av- taluna eru allar fortreytir at halda, sum gongdin er - Hinvegin er eisini neyð- ugt við avlopið í gjaldsjavn- anum, so vit fáa goldið uttanlandsskuldina aftur — Men tíverri er Anfinn Kallsberg ikki mentur at halda tørn og hevur mist takið á figgjarpolitikkinum — Almennu útreiðslurnar eru øktar 8% fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár afturímóti fýra teimum fyrstu mánað- unum í fjør --Somuleiðis eru eini 900 fleiri, almenn størv sett síð- ani 1994. Eini 200 nýggj størv eru í fyrisitingini, eini 600 í almanna- og heilsu- verkinum og eini 100 aðra- staðni --Tað, sum er áhgavert fyri okkum onnur, er, at tað er fólkaflokkurin, sum borgar fyri hesi gongdini. Tí hansara herróp hevur nú í mong ár verið, at privata vinnan orkar ikki at bera tær almennu útreiðslurnar og at tær tí mugu skerjast — Men síðani fólkaflokk urin kom í Tinganes, hevur hann ikki spart, men tvørt- urímóti sett ferð á fyri full- um seglum Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta var vansin hann sá við bygnaðarbroytingunum, at tær blivu ov dýrar og hann heldur tað verða á- byrgdarleyst at seta eitt starv fyri og annað eftur í almennu umsitingini, alt í- meðan vanliga fólkið næst- an bløddi út Men er økta talid av al- mennum størvum ikki ein avleiding av, bygnadar- broytingunum og vórðu tær ikki settar í verk ímeðan Javnaðarflokkurin enn sat í Tinganesi? - Bygnaðarbroytingarnar vóru ein orsøk til, at vit fóru úr samgonguni. Vit vóru í- móti teimum, vit hildu ikki, at tær vórðu samtyktar og vit hildu tað verða 6sømiligt ímóti vanliga fólkinum at 3 økja almennu umstingina, ímeðan sjúkrahús og aðrar neyðsynjartænastur verða spardar inn á bein Jóannes Eidesgard leggur afturat, at meinti fólka- flokkurin nakað sum helst vid vallyftini um at spara almennar útreiðslur, hevur hann havt fríar hendur til tað. — Men heldur enn at forða fyri, at bygnaðarbroyting- arnar vórðu settar í verk, hevur hann økt almennu umsitingina munandi, beint ímóti tí, hann lovaði. Ein ólukka Jóannes Eidesgard sigur, at hann sær sama vanda fyri sær, sum búskaparráðið sær, og tað er. at skuldi tað hent, at rentan fer at hækka aftur, verður tað ein vanlukka — Tá hevur tað almenna bara tvinnar kostir og teir eru antin at spara enn meiri, ella at hækka skattin aftur — Í báðum førum verður privata húsarhaldið sera hart rakt, afturat tí lúsingi, tey fáa við at rentan á húsa- lánum hækkar Jóannes Eidesgaard veit væl, at tá ið tað fer at ganga framá í landskassanum, herðast eisini krøvini eftir pengum úr honum Men tað er ikki minst í tíðum sum hesum, at polit- ikarar mugu hava rygg til at standa ímóti, ístaðin fyri at gjara út, sum nú Hann heldur, at skilabetri hevði verið, um Anfinn Kallsberg helt fast um tann stranga fíggarpolitikkin, so hann hevði okkurt at gjara út við, um tíðirnar aftur versna. — Hækkar rentan, verður fiskivinnan fyri bakkasti, ella okkurt annað, hendur, hevði tað verið frægari at havt ráð at gjara út við skattalætta og ødrum, fyri mótvirka bakkastinum hjá vanliga fólkinum, heldur enn at noyðast at leggja stein omaná byrðu við at hækka skattin og spara á fíggjarlógini, sum verður einasti møguleiki, um hildið verður fram sum nú, sigur Jóannes Eidesgaard. Eidesgaard vil ikki hava bann ímóti at avreiða uttanlands Aki BERTHOLDSEN — Eg eri ímóti at seta bann fyri at avreiða fisk uttan- lands. Í síni fyrstu frágeiðing nemur búskaparráðið við allan tann fisk, sum verður avreiddur uttanlands. Nidurstødan er, at tað er tað vånaliga kappingarførid hjå fiskivinnuni å landi, sum er atvoldin til, at so nógvur fiskur verður av- reiddur uttanlands. Hesum er Jóannes bara partvíst samdur við og hann ávarar ímóti at leggja ov nógv í hetta. — Tá ið tosað verður um kappingarførid, verður mest hugsað um lønina við tí í huganum at lækka hana og tað eri eg ikki samdur í — Hinvegin eri eg samdur í, at vit eru ikki kapping- arførir í prísi, men tað er skeivt at geva lønini skyld- ina fyri tað. Tosað hevur verið nógv um at avmarkað møguleik- arnar at avreida uttanlands, men tad heldur formadur Javnadarfloksins, at vit eiga at verða sera varin við. — Tað mátti verið trupult hjá teimum, sum seta sítt álit á tær fríu marknaðar at lagt forðingr í vegin fyri „at tær frí marknaðarkreftirnar sleppa at virka. - Men „trupulleikin“ við fríu marknaðarkreftunum e- ru, at tær hava lyndi til at beina vøruna, har prisurin er bestur - eisini fiskin. Jóannes Eidesgaard held- ur, at vit skulu vera sera varin við at avmarka hesar møguleikar. Og hann er ímóti at at seta bann fyri, at avreiða uttan- lands. — Royndirnar vit hava av miðstýrdari = prisåseting mátti ræða so illa, at tað má ikki endurtaka seg, sigur — Kappngin við umheimin um fiskin má varðveitast fyri alt í verðini, heldur Jó- annes Eidesgaard. formaður Javnaðarfloksins. Hann heldur, at skal nøk- ur meining verða í at hava kapping um fiskin, må hurðin uttanlands standa uppá glopp, so at skipini hava tann møguleikan, verður prísurin í Føroyum ov lágur. — Missa skipini møgu- leikan at landa uttanlands, so at kappingin um fiskin bara verður innanlands, rap- ar grundarlagið undan kappingini. Arbeiðspláss hverva Men hann ásannar kort- ini, at tann óvirkaði fisk- urin, sum fer av landinum er ein trupulleiki, tí hann stjelur eisini nógv arbeiðs- pláss. — Eg eri eitt sindur spent- ur uppá, hvørji stig fiski- málaráðharrin hevur í hyggju at taka í hesum sam- bandi. — Eitt bann fer hann ikki undirtøku frå okkum fyri. Og Jóannes Eidesgaard sigur, at uppskot um aðrar avmarkingar fer Javnaðar- flokkurin at viðgerða ógv- uliga gjølliga innanfloks, ådrenn hann gevur tilsøgn um studul til tað. Jónnes Eidesgaard sigur, at hann kundi heldur hugsað sær hetta vandmál loyst tann náttúrliga vegin. — Tvs, at vit fingu so nógv fyri tað lidnu veruna, at tað loysti seg betri hjá bátunum landa í Føroyum, heldur enn at fara uttanlands. — Men tað er ein spurn- ingur um tað letur seg gera við tí mátanum, vit arbeiða uppá nú. Hann heldur m.a. at vit gera ov lítið við marknaðar- kanningar og leggja okkum ov lítið eftir at gera tær vør- ur, marknaðurin vil hava. --Tað nyttar einki at gera eina veru, tá ið marknaðurin heldur vil hava eina aðra veru. So verður prísurin har- eftir, sigur Jóannes Eides- gaard. — Og so er tað aftur spurn- ingurin, um vit fáa gjørt tað veruna, marknaðurin vil hava, við tí flota vit hava, sigur Jóannes Eidesgaard.