Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið „Á hf Nr. 130 — 11. JULI 1997 Nøkur orð um norska tónaskaldið og eina vitjan hjá honum í juni 1985 Í ár 17. apríl vóru liðin 100 ár, síðani Harald Sæverud varð borin í heim á Nord- næs í Bergen. — Jeg er født på en kirkegård — plagdi Sæverud at siga. Har hann búði í Bergen, hevði ein kirkjugarður verið. Hesin æt St. Paul-kirkegárden. Hann lá tætt við har, sum akvar- HO í Bergen liggur í dag. Í 1890 vóru íbúðir bygdar har. Í einum av hesum íbúð- um vaks Harald Sæverud upp Fyri Sæverud var tónleik urin hansara eitt og alt Hann kom sum heilt ungur á Musikakademiet í Bergen og lærdi klaverspæl og tón- seting. Ein av bestu vinun- um hjá Harald Sæverud var Ludvig Mowinckel jr., sonur borgmeistaran í Berg- en, sum seinni bleiv >stor- tingspræsident< og forsæt- isrådharri. L. Mowinckel var leiðari av ymiskum or- estrum í Bergen og spældi fyrsta tónleikastykkið hjá Harald Sæverud, sum hann hevði gjørt, m.a. kann nevnast Huldredans, sum eisini varð spælt í Kristiania (Oslo). Tað, sum dró hjá Harald Sæverud, var or- kesturtónleikur. 1916 fór hann undir at smíða fyrsta satsin til 1. symfoniina hjá sær. Hann fór til Oslo og vísti so matum monnum sum Christian Sinding og Gerhard Schjelderup henda satsin. Teimum dámdi sera væl verk hansara, og tað bleiv spælt í Oslo og varð væl umtókt. Harald Sæverud droymdi um at koma til Berlin. Hetta eydnaðist honum væl hjálptur av vini sínum L Mowinckel — bæði moralskt og peningaliga. Sjálvur Ludvig Mowinckel hevði leigað Berlinarfilharmonik - ararnar at spæla norskan tónleik og ímillum onnur norsk verk var 1. satsur hjá Sæverud av 1. symfoni hansara. Sæverud kundi stoltur skriva heim »åt jeg er en ægte komponist« ti i Berlin var hetta væl móttikið Harald Sæverud dveldi í Berlin líka til 1922 og kom aftur til Bergens. Sjálvur Carl Nielsen dámdi væl tónleikin hjá Sæverud Hann væntaði nógv av Sæverud og gav honum gott skoðsmál. Bergen er býurin við tónum í tónleiki — Ole Bull og Edvard Grieg er kompo- nistar og tónleikarar, sum hava sett djúp spor eftir seg á hesum staði. Her var eisini lagdur grundarsteinurin undir tí fyrsta norska tón- leikarafelagnum Harmoni- en, sum hevur røtur líka aftur til 1765. Hetta felag hevur spælt orkesturtónleik fyri fólki í Bergen síðani tá. 1923 fekk SÆverud takt- stokkin og stjórnaði sym- foniorkestrinum í Bergen. Hetta dámdi honum. Nú var hann so nær við ljómgóðsið hjá sær — orkestrinum, at hann kundi oysa av síni keldu og geva gðrum. Mong av orkesturtónseting- um hansara sóu dagsins ljós her Í hesum tíðarskeiði var hann uppfataður sum ein nýtímans ténasmidur og fekk ikki altíð so gott skoðs- mál fyri avrik sítt, men í 30- unum broyttist tónasmíð hansara. Hann gjørdist meira heiltikin í harmoni um og meira lagligt ljóð var í tónunum. Hann hevði bygt sær hús á Siljustøl í Rådal, gift seg og fingið triggjar synir — Sveinung, Tormod og Ketil. Her hevði hann samband við náttúruna, so tað munti. Her var tann besti íblásturin — besta keldan til ta skapandi megina í tón- leiki hansara. Fólk, blómur, trø og friður. Eitt paradís á Guds grønu jørð Fyrr hevði hann bert skrivað fyri orkestur, men nú fór hann at skriva fyri klaver. Her komu fleiri klaverstykki = úr hond hansara. Tað, sum er mest gitið av hesum, er Rondo amorosu og Kjempevise- slátten. Íblásturin til Rondo amorosu fekk hann av son- inum Sveinung, sum sat á gólvinum og skræddi strimlar av einari bók. Sæverud sat við klaverið og improviseradi. Hann spældi heldur sorgarbundið: »Er du bedrøvet far?<, spurdi Sveinung — >Ja, jeg er bedrgvet<. Tónarnir vórðu endurtiknir og úr hesi sam- talu millum Sæverud, sonin og við klaverinum sum triðja manni, bleiv hetta til klaverstykkið Rondo amo- rosu til. Spurdur hvat hans- ara størsta musikalska upp- living var, segði hann, var tá ið hann fekk høvi til at skriva niður Rondo amorosu. Hann hevði ikki klárað hetta einsamallur, men væl hjálptur av sonin- um men et barn hadde funnet nøklen til mitt »melodigjemme«, — hadde åpnet vegen som fører inn til »oppkommet«. At skriva tónleik um eina barnasål, helt hann vera ta størstu uppliving, hann gjørdi í lív- inum Kjempeslátten var kom- poneraður undir krígnum. Tónleikurin er eitt mótmæli móti týska hersetingarvald- inum. Triggjar symfoniir komu år hond hansara um somu tíð, og var hetta hansara musikalski mót- stødubardagi. Ein av hesum symfonium, Sinfonia Dolo- rosa (Pinslu symfoniin) hevur hann ognad minnum um vinin Audun Lavik, sum týskarar tóku av døgum. Eitt av høvudsverkum Harald Sæveruds — tónleik- urin til Per Gynt — stendur sum eitt grønt sjglingarljós á tónleikarferð hansara. Tað var torført at fara undir hesa uppgávu, tá ið hann var spurdur av Tí Norska teatr- inum í Oslo um at gera eina nýggja tulking av Per Gynt hjá Henrik Ibsen. Hetta var ikki løtt uppgáva, tí tón- leikurin hjá Edvard Grieg, sum snúði seg um sama evnið, var farin um tann víða heim. Hesin sjónleikur skuldi á fyrsta sinni fram- førast nú á nýnorskum Harald Sæverud var í iva, men avgjørdi so at fara undir uppgávuna Fjølmiðlarnir vóru ikki blíðir ímóti hesum tiltaki Teir vóru ímóti tí nýnorska, ímóti Harald Sæverud og at ein »antiromantisk« tulking av Per Gynt fór at síggja dagsins ljós. Men tå ið stykkið var frumframført í 1948, varð tað sera væl mót- tíkið og ein svenskur um- mælari helt hetta vera betri enn tað hjá Edv. Grieg, ti persónarnir vóru væl betur lýstir. Harald Sæverud setti seg sera væl inn í hetta stykkið og gjørdi sær stóran ómak at fanga tað, sum Ibser sjálvur hevdi skrivað um tónleikin til henda sjón- leik. Per Gynt-tónleikurin var tann tónleikurin, sum var tan best umtókti tónleikur- in í konsertsalinum. Hann hevur samansjóðað eina rúgvu av tónum td. í ballettini Ridder Blásjeggs Mareritt (1960), fagott- konsert (1963), symfoni (1966) og Overtura monu- mentale (1976) og var hetta til vigsluna av Grieghøllini í Bergen 1978. Tað verður ov drúgt at umrøda alt hansara virki og hugsan um tónleik. Men lat tað verða sagt, at síðsta verkið skrivaði hann sum 92 ára gamal, ein sonatina fyri bratsj og piano. Hann doyði í 1992 — 95 ára gamal. Hetta verður skrivað, tí runnin eru 100 ár síðani hesin maður sá dagsins ljós Tá ið Fuglafjarðar gentukór var á konsertferð í Noregi í 1985, vóru vit og vitjaðu á Siljustøl og gjørdist henda vitjan ein uppliving, ið seint verður gloymd. Skrivað er á donskum, tí hetta verður nýtt í ødrum høpi Um valgið Søljustøl sigur Sæverud. Ein stelur (vit hava navnið í føroyskum td. við Lakså — millum Oyndarfjørð og Hellurnar Inni á Stølum) er fyri mær miðdepilin í hesum heimi, har helmingurin er fornt lendi og hin helmingurin er dyrkað lendi. Hetta var ein partur av orðinum. Hin partin fekk hann frá kendu myndini hjá Christian Skredsvig: Drongurin við Seljufloytuni, men hann valdi formin silju, sum gav honum kenslu av vårligari, angandi sevjuvatu. Hetta ljóðaði betur, enn tað heldur ljóðleysa selja. Orðið Silju stól gav honum kenslu av at hesin bústaðurin við lyngi, kjarri, og trøum gav honum anda, trivna og íblástur. >Ja, ja, flennið tit bara, tá ið tað kemur har til, er tað ein frø at vera ein Byttlingur sum eg!« Et besøg med Fuglafjarð- ar gentukøri hos Harald Sæverud på Siljustøl fre- dag den 28. juni 1985. Sidst i juni måned 1985 drog Fuglafjarðar gentukór fra Fuglefjord (24. juni 1985) pá Færøyana til Bergen pá konsertturé Turen blev arrangeret af Per Erik Hals og hans kone Elisabeth Hals. Elisabeth er fra Fuglefjord og er kusine til artikkelskriveren. Koret kom til at bo på Skeie skole i Rådal i en uge Denne turen står for os som en skøn og klar komet på den klare vinterhimmel som noget især specielt efter min opfattelse. Den bergenianske tonehimmel førte os fra Troldhaugen til Lisøy til Siljustøl. Det var om eftermiddagen vi kom til Siljustøl fredag den 28 juni 1985 og blev modtaget av selveste Harald Sæver- ud. Et kuld færøyske jenter og dets ledere skulle nu overvære en mesters for- klaringer omkring sit musi- kalske og musiske liv med ord og toner. O, hvilken ud- stråling. Et musisk menn- eske af dimensjoner. Tænke sig, at man har siddet ved Gamaliets fødder og hørt manden fortælle om sin musik. Der var glød og røde gnister på det musikalske ildsted den eftermiddagen. Jenterne stod og lyttede til hans ord med omhu og om- tanke. Hvad var det, som svævede over hans stemme og iver? Var det hans for-