Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 11. JULI 1997 tíðindablaðið Ý » r Vindur og vedurlag skal hoyrast i sanginum Tidindafundurin hjå systkjunum Anniku og Gunnar Hoydal, sum hava givid út flóguna „Havið“, var á Náttúrugripasavninum. Millum havsins djør søgdu tey frå arbeidinum vid at skriva yrkingar, seta løg til og upptøkuna, sum varð gjórd hjá kenda tónlistamanninum lan McCalman í Skotlandi DAGNY JOENSEN Jens Kr. VANG Tað eru ikki allir tíðinda- fundir, sum eru eins spenn- andi ella gevandi og aðrir Tað velst um innihaldið og tey fólkini, sum skipa fyri. Fyrrapartin í gjár var ein av teimum sermerktu. Ann- ika og Gunnar Hoydal høv- du funnið fullkomna karm- in at siga frå fløguåtgåvuni, sum sama dag kemur út á føroyskum og á enskum máli. Millum havsins djór á Nåttårugripasavninum greiddu tey fråarbeidinum vid fløguitgåvuni Systkini hava áður givið plátur út, har Gunnar hevur skrivað og Annika gjørt løg- ini. Samstarvið má sigast at vera fyrimyndarligt, eina- mest tí at systkini á hver sínum listaliga øki tykjast at hava somu hugsan. Byrjanin var, tá Annika og maðurin fóru á brúd- leypsferð til Skotlands at vitja lan McCalman, sum er fyrri maðurin hjá Anniku. Hóast hjúnarlag teirra fyr- st í sjeytiårunum ikki gjørd- ist drúgvt, so hava tey varð- veitt vinarbondini. Í vøkru náttúruni í Skot- landi spákaðu gestirnir i fjøruni, nærindis heiminum hjá McCalman, og tá fekk Annika Hoydal hugskotið á fyrsta sinni, um at gera eina plátu um havið, sum bindi- lið millum Skotland og Føroyar f fyrstuni noktadi Gunnar Hoydal at fara undir upp- gåvuna, men sum fråleid jåttadi hann kortini. A tíðindafundinum segði Annika Hoydal m.a. um grundarlagið fyri fløguni „Havið“ , og á enskum „The Ocean“, sum Jette Hoydal hevur týtt, at vatn er stórur partur av bæði menniskjum og djórum. Havid í móðurlívi Hon samanbar við tann týd- ning, sum havið hevur fyri menniskjuni við, at barnið í móðurlívi lá í sínum havi, og at tá tað kom í heimin, so kom barnið út í náttúrunar hav. Gunnar Hoydal peiggjaði í síni samanbering upp í loft, har ein stóru høggu- slokkur breiddi seg um stóran part av loftinum, og segði, at um vatnið varð tíkið frá høgguslokkinum, so fylti hann ikki meir enn upp í eina spann. Um sangskrivingina, seg- ði Gunnar Hoydal m.a.: - Tað er ikki sum at siga tað at fáa tara, fligur og goggur at ríma, men tá sangirnir skuldu umsetast til enskt, so var tað nærum 6- gjørlig uppgáva. Arbeiðs- Nú ” Gunnar, Jette og Annika Hoydal avmyndad saman vid einumkópi á Náttúrugripasavninum. Á fløguni er eisini ein sangur, sum eitur „Kópagentan “ setningurin var, at innihald- ið skuldi siga tað sama sum á føroyskum, samstundis sum rytma og rím skuldu sita saman. Hann takkaði ti Jettu Hoydal, konu síni, fyri framúr góða umseting Um upptøkuna, segði Annika Hoydal: - Fløgan var tíkin upp í heiminum hjá lan McCalman, har hann hevur studio. Hetta eru eini gomul gróthús, sum eru væl bjálvað, og hóska sera væl til endamálið - Vit bæði fóru útum at syngja, og tá vit hildu at sangurin sat, fóru vit inn at taka upp. hetta var hugtak- andi, serliga tí vit vanliga standa inni í einum myrkum studio og arbeiða. -Tað skal vera veðurlag og vindur í sanginum, og tað skilja skotar betur enn danir, segði Annika Hoydal. Fríggjadagin í næstu viku er Annika Hoydal at hitta í plátuhandlinum í SMS, har hon fer at práta við fólk og signera fløgur. Fløgan „Havið“ kostar 149 krónur. Annika Hoydal sjónleikari og sangari Seinastu árini havi eg ikki havt stundir at gera so nógv við sang og tónleik, men nú fari eg at nýta Havið“ sum høvi at skipa fyri konsertum í Danmark og vónandi eisini í Fóroyum i august manánd - Nú fari eg gera meir við sangin Í ár hevur Annika Hoydal ikki arbeitt sum sjónleikari. Hon hevur hinvegin verið lærarai á „Den Nye Drama- skole“ í Keypmannahavn, umframt at hon hevur arbeitt við nýggju fløgunt, sum hon eisini fer at ferðast kring Danmark og halda konsertir við í ár DAGNY JOENSEN Jens KR. VANG Á tíðindafundinum segði Annika Hoydal, at hon saknaði lan McCalman, og at hann eftir réttum átti at verið hjástaddur, tí hann átti so stóran lut í at fløgan varð so fullfíggjað, sum hon er lan McCalman og Annika Hoydal vóru gift eitt stutt áramál í sjeytjárunum. Um hetta sigur Annika Hoydal, at tey ongantíð livdu sum vanlig hjún, av tí at tey vóru nógv burtur frá hver ødrum, orsakað av arbeiðinum. Á tíðindafundinum segði Anna Hoydal, at Klavs og hon fóru á brúðarferð til Skotlands at vitja lan Mc- Calman. Spurd, hvussu tað bar til, sigur Annika Hoy- dal, at tað er ein sega fyri seg: Helt rødu á festivali - Tá Klavs fríggjaði til mín, vóru vit stødd á Strib-festi- valini á Fjóni. Eg hevði til uppgávu at halda rødu í samband við setanina, og so hevði eg frí næsta dagin. Triðja dagin skuldi er sjálv syngja. so vit fingu eina frí- ltu saman. Annika visti einki um ætl- aninar hjá manninum, sum hon var komin saman við eina tíð. Hann hevði hinvegin lænt lykilin til summarhúsið hjá elsta beiggja Anniku, og hevði lagt friggjaraætlanina væl til rættis Bað mannin bíða - Tá hann bað meg giftast við sær, spurdi eg, um vit ikki kundu bíða eitt sindur? - So spurdi hann, hvønn eg vildi bjóða í brúdleyp, tá vit giftust? Jú, eg fór eftir blýanti og blokki, og fór at skriva upp. Tá helt Klavs fyri, um hetta ikki var tað sama sum at eg játtaði. og liðugt var, sigur Annika og brosar. Tá hetta var fingið í rætt- lag, ringdi maður Anniku til fyrra mann hennara lan Mc- Calman og spurdi, um tað ikki var í lagi, og hesin gav sítt besta viðmæli. Hann spurdi síðani, hver skuldi spæla til brúdleypið, men tað høvdu tey ikki hugsað um. lan McCalman bjóðaði sær samstundis at koma við sínum tónleikabólki. - Endin var, at tá vit seinni giftust í Holmens kirkju í Keypmannahavn, so spæl- du „The McCalmans“ fyri okkum, sigur Annika Hoy- dal. Skipa fyri konsert í Føroyum í august Um lærarastarvid á „Den Nye Drama skole“, sigur Annika Hoydal, at hetta er áhugavert, men eisini Ógv- uliga bundið arbeiði. Henni dámar avbera væl at undir- vísa, men at tað tekur ov nógva tíð frá ødrum, sum hon eisini fegin vil fáast við. - Tá eg nú fari niður aftur til Danmarkar, fari eg at ar- beiða við ætlanum um at skipa fyri konsertferð kring um í Danmark. - Mær dámar sera væl at syngja, og eg havi ikki havt stundir til tað leingi. Tí er fløgan ein kærkomin møgu- leiki at gera meir við sang- framførslurnar, sigur Ann- ika Hoydal,sum vónar, at hon í august kemur aftur til Føroyar, og tá fer at skipa fyri konsertum í Føroyum.